So eru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá vaksnum av. H71 luttók sum kunnugt bæði hjá monnum og hjá kvinnunum.
Hjá kvinnunum gekk ikki so gott har leikt varð ímóti Kyndli í hálvfinalunum. Gaman í vit vunnu seinra dystin á Hálsi, men komu so illa frá fyrru hálvfinaluni í Hoyvík, at ikki var gjørligt í seinra dystinum at vinna inn aftur vánaliga málmunin frá fyrru hálvfinaluni. Í Hoyvík taptu vit 26 – 33 og tí var ikki nokk í seinra dystinum at vinna 33 –32. Kyndil er soleiðis í steypafinaluni hjá
kvinnum, har tær skulu leika ímóti teimum gulu úr Vestmanna, sum í tveimum sera tøttum og spennandi hálvfinalum vunnu við einum máli samanlagt ímóti Neistanum. Sannast má nokk, at Kyndil var ein nakað stórur biti fyri kvinnur okkara í løtuni, og restar nakað í hjá okkum, bæði í verju og álopi, um vit skulu gera okkum vón um aftur í ár at koppa Kyndilskvinnunum í landskappingini. Ikki tí, vit hava nógvar og evnaríkar leikarar á kvinnuliðinum, men nakað restar í í skipingini av spælinum, serliga í verjuni, umframt at vit
eisini seinastu vikuna eru blivin darvaði av skaðanum hjá ungum evnaríkum lyklaleikarum. Haldast má tó áfram hjá kvinnunum at arbeiða saman neyðuga liðið til at kunna gera seg avgerandi galdandi í oddinum í landskappingini tá endaspælið av álvara fer í gongd.
Hjá monnum má sigast at mótstøðuliðið úr Kollafirði nærum varð yvirkoyrt í tveimum lemjandi hálvfinaludystum, fyrra dystin í Kollafirði hóskvøldið, har vit vunnu 41 – 26 og seinra dystin í Hoyvíkshøllini, har vit vunnu 46 – 29. Hesar báðar hálvfinalur í mansdeildini gjørdust ongantíð spennandi, til tess var málmunurin ov stórur. Niðurstøðan frá dystunum tikist at vera, at H71 av álvara er við at koma á lagið og fáa skipað tað spæl, ið krevst, skal ein gera sær vón um av álvara at kunna bjóða av í steypaog landskappingina í ár. Eitt nú er hugaligt at síggja ein væl upplagdan Peter Krogh aftur í gamla leikluti sínum sum avsluttandi høgra bakk í álopinum, ein
leiklutur, ið skaðar hava darvað honum í at røkja í fleiri ár. Eisini tikist breiddin nú so stór og jøvn, at skiftast kann út uttan at farið verður niður í ferð ella leikgóðsku. Í finaluni hjá monnum skulu vit leika ímóti Kyndli, ið nærum eins lætt leikti seg í finaluna í tveimum stórsigrum ímóti grannum teirra úr Neistanum. So steypafinalan hjá monnum, verður ein endurtøka av finalunum í landskappingini í fjør, har H71 og Kyndil leiktu heili fimm finaludystir áðrenn avgerðin um føroyameistaraheitið fall, í tí førinum Kyndli til fyrimunar. Tey, ið minnast hesar finalur, kunnu skriva undir uppá, at sjáldan eru harðari og ráari finalur leiktar í føroysku hondbóltssøguni. Skulu vit aftur í ár upplíva slíkan nevaleik á vøllinum, so eru vit við manningini í ár og tí allir leikarar okkara generelt eru eitt ár eldri, nakað betur brynjaðir til at manna upp ímóti slíkum spæli. Eitt er tó vist, at bíðað verður nú í spenningi eftir steypafinaluna hjá monnum ímillum H71 og Kyndil í ár.
FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
Saman flyta vit mørk
#errinhøvuðsstuðul
FAXE KONDI
FINALUR VIÐ TJARNIR 20.-22. FEB.
FRÍGGJADAGIN 20. FEB.
KL.18.30: NEISTIN-H71
LEYGARDAGIN 21. FEB.
KL.13.20: VÍF A-H71 A
SUNNUDAGIN 22. FEB.
KL.17.00: NEISTIN A-H71 A
FRÍGGJADAGIN 20. FEB.
KL.20.00: H71-VB
LEYGARDAGIN 21. FEB. KL.14.10: H71 A-VÍF A
SUNNUDAGIN 22. FEB. KL.18.00: NEISTIN-H71
FAXE KONDI
FINALUR VIÐ TJARNIR 20.-22. FEB.
LEYGARDAGIN 21. FEB.
KL.12.00: KYNDIL A-H71 A
LEYGARDAGIN 21. FEB.
KL.20.00: KYNDIL-H71
SUNNUDAGIN 22. FEB.
KL.19.30: H71-KYNDIL D18
LEYGARDAGIN 21. FEB.
KL.12.40: KYNDIL A-H71 A
SUNNUDAGIN 22. FEB.
KL.16.00: H71 A-STÍF A
Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving
Bílegg borð á angus.fo
HØGNI HOYDAL
SUNNEVA OG DÁNJAL 60 ÁRA FØÐINGARDAGVEITSLU Í DALI
Ársins rimmar veitsla var hildin í Dali í januar, tá ið fyrrverandi forkvinnan í H71 og maðurin Dánjal bjóðaðu í felags 60 ára føðingardag.
Seinasta dagin í januar leitaði fjøld av fólki suður til Dals. Tey vóru boðin í
60 ára føðingardagsveitslu hjá Sunnevu og Dánjali Jakobsen, sum bæði júst vóru farin um seksti ára hvarvið.
Fyrrverandi forkvinnan hjá H71 og
Dánjal hava havt so ómetaligan týdning fyri menningina hjá felagnum, og
ein rúgva av hoyvíkingum og H71arum vóru millum gestirnar saman við fólki úr øllum landinum.
Sum vera man fylti H71 eisini nógv í røðunum og heilsanunum. Og millum annað varð nevnt, at H71 og
Hoyvík hava nógv at takka Dalsbygd og Klaksvíkini fyri, tí vit eru sloppin at læna og eiga Sunnevu úr Dali og
Dánjal úr Klaksvík í so mong ár.
Veitslan, sum var hildin á Eiriksgarði, var framúr væleydnað. Borðhaldið var lívligt, skemtiligt og fult av sangi. Aftaná gekk bæði føroyski og enski dansurin uppá tað besta í mentanarbygdini Dali og blíðskapurin var burturúr.
H71 sendir enn einaferð Sunnevu og Dánjali hjartans kvøður á 60 ára døgunum og takkar fyri alt, ið tit hava gjørt og gera fyri felagið. Og vit takka teimum, familjum teirra og dalbingum fyri blíðskapin og einastandandi veitsluna í Dali.
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
GUNN ELLEFSEN · M
WWW.LAWFIRM.FO
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
GUNN ELLEFSEN · M
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
JULIANNA KLETT
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JULIANNA KLETT
HØGNI HOYDAL
HVAÐANI ERU VIT? - ÚR HOYVÍK
Dystarrópini hjá okkara mongu H71liðum runga dúgliga kring hallirnar í landinum og uttanlands. Áðrenn dystirnir byrja, savnast leikararnir í einum trunka – og hjá elstu liðunum eisini eftir leikbrá – og rópa sítt dystarróp til eggjan, styrki og samanhald.
Nógv brúka hetta dystarrópið: “Hvar eru vit frá? Og so verður rópt í felag: Hoyvík!”
Men onkur av liðunum hava gjørt sær eitt málsliga rættari og meira serstakt dystarróp.
Tey rópa: “Hvaðani eru vit? Og so: “úr Hoyvík!”
(Vit kunnu jú ikki vera frá Hoyvík, men úr Hoyvík).
Tað hevði verið serstakt og felagsskapandi fyri H71 – og hevði skapt uppmerksemi og virðing fyri okkara máli – um allir venjarar og leikarar gjørdu hetta til okkara serstaka dystarróp.
Altso: “HVAÐANI ERU VIT? – ÚR HOYVÍK!”
Lætt og stuttligt
Gjaldskort Fígging
FramtíðarKonta
hidden ord.com
HOYVIKSVØLLURIN
Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.
JUTA MASTER 40/200 á EL25
H71 - EIN SKUTA Á RÆTTARI KÓS
Eitt ítróttafelag kann væl samanberast við eitt skip – eina skútu, har talan er um trý meginkraftsentur, ið mugu spæla saman, um skútan skal vera lív laga og røkka sínum málum.
Talan er sjálvsagt um Brúnna, maskinrúmið og dekkið. Øll trý eru lívsneyðug. Manglar eitt, so kann túrurin gerast bæði trupul og meiri vandamikil.
Á brúnni – leiðslan og kósin
Á brúnni eru tey, ið leggja kósina, seta út í kortið og tryggja, at skútan verður førd trygt og skynsamt frá A til B. Í hesum samanhangi er felagið væl umboða við teimum tíggju dugnaligu fólkunum, ið manna nevndina hjá H71, saman við okkara arbeiðssama samskipara. Tey hava ábyrgdina av teimum stóru avgerðum, framtíðarætlanum og dagliga rakstrinum, ið alt er við til at tryggja,
at felagið heldur røttu kósina. Ein skuldi næstan trúð at strategiin hjá nevndini var tikin úr Føroya Siglingarsøgu eftir Páll Nolsøe og hvør einstakur limur hevði bind 1 – 16 liggjandi á náttborðinum.
Vert er at leggja til merkis, at bert ein persónur í nevndini er sokallaður innføddur hoyvíkingur, meðan hini øll eru tilflytarar. Hetta er tó ikki ein veikleiki –tvørturímóti. Tað vísir, at H71 er eitt opið og dragandi felag, har fólk uttan mun til bakgrund kenna seg heima og vilja taka ábyrgd fyri felagsskapinum.
Í maskinrúminum – arbeiðið handan kulissurnar
Maskinrúmið er kanska ikki tann parturin, ið sæst best uttanífrá, men tað er hjartað í skútuni. Her arbeiða tey, sum fáa alt at mæla: venjarar, liðleiðarar, dómarar, skrivarar, foreldur og sjálvboðin, ið leggja tíðir, vaska búnar, baka køkur, koyra til dystir og syrgja fyri, at alt tað praktiska riggar. Uttan maskinrúmið steðgar skútan. Hetta arbeiðið er ofta er meiri ósjónligt, men týdningurin er ómetaliga stórur. Tað er her, H71 veruliga vísir sína styrki sum felag – við fólki, ið arbeiða ósjálvsøkin fyri heildini.
Á dekkinum – spælararnir og lívið umborð Á dekkinum eru spælararnir. Tey eru andlitið útattil tey ið taka dystin og umboða felagið á vøllinum. Tað er her gleðin, vónin, skuffilsini og sigrarnir veruliga følast. Ungir sum eldri spælarar eru við til at skapa lív umborð og geva skútuni sína sál.
Dekkið er eisini staðið, har samanhald og liðandin veruliga verða royndir. Her læra spælararnir ikki bara hondbólt, men eisini virði sum gleði, spæl og menning.
Ein felags kós
Eins og ein skuta skal leggja frá kaj har kósin er løgd, og skútan skal førast trygt og sikkurt ígjøgnum broytandi og oftani ótespiligt veður, so skal eitt ítróttafelag eisini hava greið mál og gott samspæl millum øll lið. Óansæð um talan er um eitt fiskiskip, eina ferju – ella eitt hondbóltsfelag – so krevst ætlan, samskifti og felags ábyrgd.
Tá brúgvin, maskinrúmið og dekkið arbeiða saman, tá kann skútan røkka langt. Og júst har liggur styrkin í H71.
HELGI FOSSÁDAL - EIN HAVNAMAÐUR
VIÐ (HONDBÓLTS) HJARTANUM Í HOYVÍK!
Helgi og listin
Helgi Arnbjørn Fossádal hevur í meira enn hálva øld verið ein markantur og virðismikil ímynd í bæði føroyskum vinnulívi, listalívi og felagsskapum. Sum stovnari og bankastjóri í egnum banka, Fossbankanum, var Helgi við til at seta eitt týðandi spor í føroyska fíggjarheimin, og á lívsleið síni hevur hann altíð víst eitt serligt evni at sameina vinnuligt skarpsinni við eina djúpa virðing fyri list.
Helgi er ein av mest royndu og brúktu serfrøðingum í landinum innan list serliga oljumálningar. Hann hevur í mong ár verið ráðgevi hjá kommunum, stovnum, feløgum og privatum, ið hava leitað sær hansara vitan og eyga fyri list. Henda førleika førdi m.a við sær, at hann frá 2003 til 2011 var settur sum stjóri á Føroya Listasavni, har hann varð kendur fyri sítt stóra arbeiði við at styrkja savnið, mentan
ina og varpa ljós á føroyska listaarvin. Fyri sítt drúgva og týðandi arbeiði
innan list og vinnulív, fekk Helgi í 2016 heiðurin at verða útnevndur til “Riddara av Dannebrog”. Hetta var ein virðiligur heiður og samstundis eitt prógv um, at arbeiðið hjá honum er virt langt út um landoddarnar.
Eisini í Hoyvík hevur Helgi sett síni spor. Tá bygginevndin fyri Høllina í Hoyvík varð sett tann 1. februar 1998, varð Helgi valdur í nevndina saman við Hákun Djurhuus, Una Danielsen, Petur Sigurd Rasmussen og Nielsen W. Poulsen. Byggingin av høllini gjørdist veruleiki í 2002 og bleiv ein týðandi partur í menningini av hondbóltinum og felagslívi í økinum – og var hetta arbeiði ein týðandi partur av, hvussu komandi ættarlið í Hoyvík fingu betri karmar at íðka og njóta ítrótt.
Í dag er Helgi Fossádal eitt eyðkent og væl dámt andlit í H71felagskapinum. Við sínum róliga lyndi, síni stóru virðing fyri felagnum og sínum hjartaliga stuðli fyri bæði ungum og eldri leikarum, hevur hann verið – og er framvegis – ein týðandi inspiratión fyri mong. H71 hevði uttan iva verið fátækari uttan fólk sum Helga. Familjan Fossádal er í dag eitt náttúrligur og sjónligur partur av H71. Børn og abbabørn eru vorðin hjartatáttur í felagnum – sum leikarar, nevndarlimir og virknir stuðlar. Helgi er ein fastur partur av lívinum í Hoyvíkshøllini.
Hann og konan eru til nærum allar dystir hjá besta liðnum, og hann er javnan at síggja í høllini, eisini tá ið tey yngru spæla og venja. H71 takkar Helga fyri stóra stuðulin og ynskir honum við familju eina bjarta framtíð.
OKKARA KJARNUØKI
GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP
SKATTUR
VIRKISRÁÐGEVING
BÓKHALD
MEIRVIRÐISGJALD
Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
Tak appina niður her
Fyll á og koyr víðari
Follow us
Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna
Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar
Frítíðin byrjar umborð
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900