Mikudagin 11. februar Kl. 18.00 / H71 - Kyndil (kvinnur)
Hósdagin 12. februar Kl. 20.00 / Kíf - H71 (menn)
Leygardagin 14. februar Kl. 17.00 / Kyndil - H71 (kvinnur)
Sunnudagin 15. februar Kl. 19.00 / H71 - Kíf (menn)
ODDAGREIN
HÁLVFINALU
DYSTIR
Sólin er hækkað á luftini, døgnið er longt munandi frá stytsta degi og er várið um at merkjast í luftini. Vit eru komin út í miðjan februar og veturin hevur slept øðrum beininum. Allir hoyvíkingar vita sjálvsagt hvat tað merkir. Nevniliga at steypafinalurnar í hondbóltssteypakappingini eru í hondum. Hetta fýrverkarí av einum vikuskifti, har allar deildir í hondbóltssteypakappingini møtast til at greiða endaligu finalurnar og kjósa steypavinnararnar fyri árið. At hetta er høvuðsdagurin hjá føroyskum hondbólti er einki at taka seg aftur í. Gaman í, størri er sjálvsagt fyri einstøku deildirnar at vinna sjálvt FM,
men steypafinaludagurin er tann ultimativi hondbóltsdagurin fyri alla føroysku hondbóltstjóðina Føroyar, har maður fer av húsi at hyggja at hondbólti, og skotta eftir hvussu støðan er í ymsu deildununum í føroyskum hondbólti. Ja, hetta er familjuvikuskiftið hjá føroysku hondbóltsfamiljuni.
Sannast má, at ungdómsdeildin hjá H71 hevur greitt sín avgjørda setning fyri at hoyvíkingar kunnu valfarta til hetta vikuskiftistiltak í og við at lið hjá H71 hava kvalifiserað seg til at luttaka í øllum A –steyafinalunum í ár. Seinastu mongu árini hava vit haft lið í sera nógvum finalum í
Myndir: portal.fo
ungdómsdeildunum, ja í summum førum bæði liðini í einari finalu (áðrenn reglarnar vóru broyttar fyri at forða fyri hesum) men hetta er fyrstu ferð at vit eru við í øllum ungdómsfinalunum.
Men avgerandi finalurnar eru sjálvandi finalurnar í vaksnamannadeildunum, bæði hjá kvinnum og monnum. Har eru finalistarnir ikki funnir enn og íresta hálvfinalurnar enn í, at vera avgreiddar áðrenn finalistarnir eru kosnir.
H71 hevur lið við í báðum hálvfinalunum í vaksnamannadeildini. Kvinnurnar skulu leika ímóti Kyndli heima nú mikudagin 11. februar og úti leygardagin 14. februar. Menninir skulu leika ímóti KÍF, fyrst úti hósdagin 12. februar og síðani heima sunnudagin hin 15. februar.
Hjá kvinnunum er talan um eina sera tunga og krevjandi uppgávu, har leikast skal ímóti helst stinnasta liðinum í deildini. Kyndil hevur staðið seg sera væl í ár og hava vit avgjørt haft trupul
leikar við teimum. Tó so, vit leiktu javnt ímóti Kyndli seinast liðini bæði hittust í landskappingini í dysti á Hálsi, men kravt verður avgjørt, at vit leika upp til okkara besta skulu vit knógva Kyndli og náa finalunum í kvinnudeildini.
Menninir skulu leika ímóti KÍF. Vit hava leikt tríggjar fer ímóti KÍF í landskappingini í vetur og hava vunnið allar dystirnar. So seint sum nú í vikuskiftinum leiktu vit í Kollafirði og vunnu sannførandi 25 – 41. KÍF tikist vera í einum aldudali, men so væl kenna vit kollfirðingar, at teir gevast ongantíð og helst ikki tá um finalupláss ræður. So talan er ongantíð um nakra lætta uppgávu tá ræður um at leika ímóti KÍF. Men halda vit fokus á sera góðu leikgongdina vit hava haft seinastu mongu mánaðirnar, við fremsta liði okkara í mansdeildini, so skuldi verið útlit fyri at vit vinna á KÍF, og koma í finalurnar hjá monnum.
FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
Saman flyta vit mørk
#errinhøvuðsstuðul
Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving
Bílegg borð á angus.fo
FRÁ LOKALFELAG TIL LOKOMOTIV
H71 hevur sett síni spor í føroyskan – og altjóða – hondbólt
Tá tríggir føroyskir hondbóltsleikarar í løtuni spæla í bestu deildini í Týsklandi, og fleiri aðrir spæla í Danmark, Noregi og Svøriki, er tað ikki bert eitt persónligt avrik hjá teimum einstøku spælarunum. Tað er eisini eitt prógv um eitt langt og miðvíst arbeiði hjá einum føroyskum hondbóltsfelagi, sum seinastu 20 árini hevur ment seg til at verða eitt av sterkastu lokomotivunum í føroyskum hondbólti: H71.
Felagið, ið hevur sín heimstað í 188 Hoyvík, hevur í dag eina støðu, sum fá høvdu ímyndað sær fyri tveimum áratíggjum síðani. H71 er vorðið eitt felag, ið ikki einans kappast um steyp og meistaraheiti á heimliga pallinum, men eisini hevur vakt ans uttanlands –serliga fyri sítt arbeiði við at menna og framleiða spælarar á høgum stigi. Sum spikarin í svenskum hondbólti, segði beinleiðis í svenskum sjónvarpi um H71
“ The Powerhouse og “talentfabrikkenHå sjuttioett”
Ein støðug og miðvís menning H71 er ikki vaksið fram sum eitt stórveldi yvir nátt. Tvørturímóti hevur menningin verið støðug og er bygd upp yvir nógv ár. Tað hevur frá leiðslunar síðu verið lagdur stórur dentur á ungdóms
arbeiði, felagsskapin og eina greiða fatan av, hvussu eitt lítið føroyskt felag kann menna seg innan teir karmar, ið eru tøkir.
Ein greiður mátistokkur fyri hesa menningina er steypakappingin. Hagtøl frá seinastu 16 árunum vísa, hvussu H71 spakuliga hevur flutt seg frá at vera ein av fleiri avbjóðarum, til at vera eitt fast innslag í steypafinalunum. Har felagið fyrr í tíðini bert sjáldan var at finna millum finalistarnir, hevur H71 seinastu árini spælt seg í fleiri og fleiri finalur.
H71 við í øllum ungdóms steypafinalunum
H71 skrivaði søgu í ár, tá felagið fekk øll ungdómsliðini í A steypafinalurnar. Hetta er eitt stórt avrik og eitt eindømi í føroyskum hondbólti, tí slíkt er ongantíð hent áður hjá nøkrum hondbóltsfelagi í landinum.
Aftrat hesum er møguleikin eisini til staðar, at bæði mans og kvinnuliðið spæla seg í steypafinaluna, sum hevði gjørt árið enn meira søguligt fyri H71. Úrslitini eru ein greiður vitnisburður um sterkt ungdómsarbeiði, og eina breiða og væl skipaða felagsmentan.
Spælaraframleiðsla við altjóða dygd
Tað, sum kanska mest av øllum hevur sett H71 á kortið – eisini uttan fyri
Føroyar – er felagsins evni, at menna spælarar til hægsta stig. Seinastu árini hava sera nógvir spælarar úr H71 fingið sáttmálar uttanlands, og hæddarpunktið er, at tríggir spælarar í løtuni spæla í Bundesliguni, bestu hondbóltsdeildini í
Týsklandi, sum verður mett at vera tann sterkasta í heiminum.
Hetta er ikki av tilvild. Tað er úrslitið av einum arbeiði, har dentur hevur verið lagdur á tekniska og taktiska menning, kropsliga fyrireiking og – ikki minst –mentala styrki. H71 hevur megnað at skapa eitt umhvørvi, har ungir spælarar bæði kunnu mennast sum íðkarar og menniskju, og har leiðin frá ungdómi til vaksnamannahondbólt er greið.
H71 í dag – og frameftir Í dag stendur H71 sum eitt fyrimyndar
felag í føroyskum hondbólti. Felagið hevur breidd, dygdir og úrslit at vísa á – og samstundis eina framtíð, sum sær spennandi út. Møguleikin fyri at vera umboðað í øllum steypafinalunum í ár er eitt nýtt prógv um støðuna, felagið hevur rakt.
Um seinastu 20 árini hava víst nakað, so er tað, at við toli, skipaðum arbeiði og einari greiðari kós er møguligt hjá einum føroyskum felagi at seta síni spor – eisini á altjóða pallinum. Størsta forðingin fyri framhaldandi vøkstri er uttan iva hallarumstøðurnar og ein nýggj høll afturat Hoyvíkshøllini eigur tí at raðfestast. H71 er í dag meira enn eitt hondbóltsfelag. Felagið er eitt greitt prógv um, hvat langtíðararbeiði kann føra við sær eitt lokomotiv, sum heldur áfram at draga føroyskan hondbólt fram á leið.
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
GUNN ELLEFSEN · M
WWW.LAWFIRM.FO
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
GUNN ELLEFSEN · M
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
JULIANNA KLETT
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JULIANNA KLETT
HØGNI HOYDAL
HETTA VÓRU FYRSTU FØROYAMEISTARNIR HJÁ H71
H71 gjørdist føroyameistari í deildini Dreingir 12 ár. Teir, ið leiktu við H71 vóru:
Gilli Wardum, Martin Petersen, Egin Høgnesen, Gutti Gullfoss, Svenn Poulsen, Jógvan E. W. Poulsen, Kristian M. Skála, Jón Simonsen, Heri Petersen, Bjørn Thorsteinsson, Heini
Zachariassen og Atli Leo.
H71 vann síni fyrstu føroyameistaraheiti fyri knøppum
43 árum síðani – tvey sama dag. Og Dreingir 12 vóru teir fyrstu
Tað hevur verið eitt sindur av arging og provokasjón ímillum ættarliðini, sum vunnu tey fyrstu føroyameistaraheitini fyri H71. Teir avgerandi dystirnir vóru leiktir sama dag í apríl mánaða 1983. Dreingir 16 spældu norðuri í Klaksvík. Og Dreingir 12 vesturi á Giljanesi.
Felags fyri liðini (og øll lið hjá H71 tá) var, at tey høvdu ongantíð vant í eini ítróttarhøll. Bert í Fimleikarahøllini í Hoyvíkar Skúla. Kortini eydnaðist báðum liðum at vinna avgerandi dystirnar og gerast Føroyameistarar. Og hóast argingina er ongin ivi: Dreingir 12 leiktu sín avgerandi dyst í
ítróttarhøllini á Giljanesi kl. 11, meðan Dreingir 16 leiktu sín dyst í KÍhøllini í Klaksvík kl. 16.
Sostatt eru hesir teir fyrstu Føroyameistararnir hjá H71 í søgu felagsins. Teir gjørdu eisini tað bragdið at endurvinna føroyameistaraheitið árið eftir – í 1984. Og vit kunnu leggja afturat, at fleiri á hesum liði vóru eisini teir, sum hildu felagnum
uppi í kreppuárunum í byrjanini av nítiárunum. Og teir vóru bulurin á tí liði, sum í 1995 leikti besta mansliðið upp aftur í bestu deildina – har vit hava verið síðani.
Sum sæst á myndini, var Louis Gullfoss, sáli – ein av stovnarunum og undangongumaður hjá H71 – leiðari hjá Dreingjum 12 á Giljanesi, tá ið fyrsta føroyameistaraheiti varð vunnið. Jákup Símun Simonsen og Árni
Ellefsen vóru venjarar, men teir leiktu sjálvir við Dreingjum 16 í Klaksvík henda dagin.
Lætt og stuttligt
Gjaldskort Fígging
FramtíðarKonta
hidden ord.com
HOYVIKSVØLLURIN
Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.
JUTA MASTER 40/200 á EL25
JÁKUP SÍMUN
SIMONSEN
SAMRØÐA VIÐ POUL JOHANNES HOVGAARD FYRSTA FORMANN FELAGSINS
Johannes
høllin á studentaskúlanum í baksýni
Í desember var Poul Johannes heima í Hoyvík og vitjaði mammuna, Sólrun, sum fyrsta dagin fer um tey 95 árini.
Tað eydnaðist at fáa eitt stutt prát við Poul Johannes um fyrstu tíðina í felagnum.
Poul Johannes greiðir frá:
“ Alt byrjaði niðri á fløtuni í Hoydølum, har vit leiktu fótbólt og fingu í lag at spæla ímóti býlingum úr Havn.
Eisini varð meldað til innandurafótbóltskappingar í høllini á Hálsi. Tað var eitt sindur ivasamt um, hvat vit skuldu eita. Í fyrstuni var eitt lið sum
Poul
Hovgaard uttanfyri barnaheimið í Hoyvík. Fløtan í Hoydølum og fimleikar
æt HÍ, sum Ólavar Rasmussen stílaði fyri, men tá hann flutti til Eiðis, so kom Ásvald við navninum H71 og tað vórðu vit samdir um.
Fleiri av okkum spældu hondbólt
niðri í Neistanum í Havn, men vit vildu nakað við H71. Vit søktu um limaskap í ÍSF og vórðu tikin upp sum limir í januar 1976. Eg minnist
væl, tá Louis Gullfoss, sáli, og eg fóru oman í ÍSF at handa umsóknina um upptøku sum limir í ÍSF. Erhard
Næs, sum tá var ÍSF forseti, tók ímóti umsóknini, sum síðani skuldi viðgerast á aðalfundinum. Tá eg fór á aðalfundin seinni, so mundi eg vera yngsti maður á aðalfundinum ikki fyltur 17 ár. Vit vóru upptikin sum limir
í ÍSF. Í fyrstu nevndini í H71 bleiv eg formaður og Andrass Róin og Louis Gullfoss, sáli, nevndarlimir. Tá var eisini byrjað við at spæla borðtennis í heimunum í Hoyvík, og vit meldaðu lið til í borðtennis. Tað var skjótt eftir, at vit vóru blivnir limir í ÍSF, at Jógvan Arge og Sverre Midjord heittu á okkum um at skipa fyri føroyameistarkappinging í borðtennis í fimleikarhøllini í studentaskúlanum í Hoydølum. Hetta gekst væl. Eisini meldaðu vit eitt unglingalið til eina flogbóltskapping, sum varð hildin í somu fimleikarhøll – og vit vunnu. Men tað var hondbólturin, sum dróg mest. Sum áður sagt, so leiktu fleiri okkara hondbólt í Neistanum, har
vit eisini vórðu føroyameistarar. Har vóru nógvir um boðið at koma á lið, so kom Ásvald við tí hugskoti at melda eitt unglingalið úr H71 til unglingakappingina í 1976. Vit fingu styrk við fleiri leikarum úr Havn og við dreingjum av kostdeildini í Hoydølum. Sum eg minnist, so vóru vit hesir úr
Hoyvík: eg sjálvur, Ásvald Simonsen, Hákun Djurhuus, Sjúrður Johannesen sáli, Louis Gullfoss sáli og Óli Samró.
Styrkurin úr Havn vóru, Jens Mohr
Askham, Regin Hilduberg, Svend Andreasen og Hans Carli úr Stoffalág. Dánial Klein Christiansen frá Gjógv og Albert Ellefsen úr Miðvági. Hesir seinnu búðu á Dreingjakostdeildini í Hoydølum. Eg haldi vit vórðu nr. 2. VÍF vann kappingina. Tá var hondbóltur ein uttandura summarkapping á asfaltvallum runt um í Føroyum – tó varð spælt inni í høllini á Hálsi.”
Poul Johannes var kendur sum hondbóltsleikari fyri góð og hørð hoppskot, og í 1977 vórðu boð úr Kyndli eftir honum. Hann tók av. Poul Johnnes er skrásettur fyri 52 dystir og 228 mál í Kyndli. Hann var við í evropakapping fyri meistarlið í høllini á Hálsi, har Kyndil møtti Vali úr Íslandi. Poul Johannes, sum tá var 17 ára gamal, gjørdi serliga vart við seg í tí fyrra dystinum, har hann skeyt fleiri mál.
Poul Johannes kom eisini á føroyska hondbóltslandsliðið, har hann er skrásettur fyri 6 dystir og 7 mál. Hann var m.a. við hondbóltslandsliðnum til CHM í Sveis í 1978.
Poul Johannes gavst sum ungur at leika hondbólt. Hann fór í diskoteksvinnuna í Havn, har hann átti og rak saman við øðrum diskotekið Queen – seinni Gaman. Fyrst í áttatiárunum flutti hann av landinum. Fyrst til Onglands og síðani til Svøríkis, har hann starvaðist hjá Volvo í Gøteborg í fleiri ár. Síðani 1995 hevur Poul Johannes búð í Karlstad í Svøríki, har hann hevur verið leiðari í eini byggifyritøku. Hann vitjar aftur til heimbygdina einar tvær ferðir um árið.
Poul Johannes endar samrøðuna:”Síðani alnetið kom, so hevur verið nógv lættari at fylgt við hondbóltinum í Føroyum og ikki minst góðu úrslitunum hjá landsliðunum.
Fleiri leikarar hava eisini roynt seg í Svøríki, og tá ið H71 er í Partille Cup, so plagi eg altíð at keypa mær eitt hald til at fylgja við liðunum hjá felagnum. Tað at felagið H71, sum vit byrjaðu við í smáum, hevur ment seg til størsta og besta hondbóltsfelagið í Føroyum, er mær ófatuligt og stórt, og hava tey, sum komu aftaná gjørt eitt megnar arbeiði at lagt afturat fyri hvørt ættarlið.”
OKKARA KJARNUØKI
GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP
SKATTUR
VIRKISRÁÐGEVING
BÓKHALD
MEIRVIRÐISGJALD
Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
Tak appina niður her
Fyll á og koyr víðari
Follow us
Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna
Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar
Frítíðin byrjar umborð
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900