Skip to main content

H71-Faldari-2 2025/2026

Page 1


DYSTARSKRÁ 2 / 2025 7. DESEMBER Kl.16.00 / KÍF- H71 (menn) Sunnudagin 7. desember

HONDBÓLTSFEPUR ODDAGREIN

Myndir: portal.fo

Kvinnulandslið okkara hevur av sonnum tikið hondbóltsheimin á bóli og hevur við einastandandi hondbóltsspæli ferð eftir fer í HM-endaspælinum leikt verður í Týsklandi um dagarnar sett sítt avgjørda fingramerkið á dystir tær hava leikt higartil. Í byrjanardystinum ímóti Montenegro leiktu vit at kalla upp ímóti mótstøðuliðinum og høvdu bert egin mistøk at takka fyri, at tað ikki bar á mál og endaði við tapi. Í næsta dystinum var stórtjóðin Spania tikin til viðgerðar, og við einum burturúr væl leiktum øðrum hálvleiki eydnaðist kvinnum okkara at vinna søguligan sigur við 27 – 25, eftir at Spania hevði verið á odda 11 – 14 í hálvleikinum. Lættasti dysturin í undanspælinum var ímóti Paraguai og vunnu vit hann við 10 málum uttan stórvegis hóvasták. Føroyar kvalifiseraði seg soleiðis til víðariluttøku í bólkaspæli við tveimum stigum, og er slíkt ongantíð áður hent fyri føroyskt seniorlandslið –heilt fantastiskt. Í bólkaspælinum hava vit higartil møtt vertstjóðini Týsklandi og Serbia. Ímóti Týsklandi var ikki óvæntað talan um eina trupla uppgávu, sum kvinnur okkara avgjørt loystu væl, hóast tap. Men síðani reistust kvinnur okkara í dystinum ímóti Serbia nú hósdagin, sum fuglurin Fønix, og í einum nærum déjà vu dysti, eydnaðist kvinnum okkara við brotskasti beint fyri tíð vegna brot á Fair Play reglurnar at javna til ein altavgerandi dyst til 31-31. Tíverri rakk hetta ikki til víðari luttøku, men enn eitt framúr avrik. Enn

íresta í millumspælinum dysturin ímóti grannatjóð okkara fyri vestan Íslandi – ein dystur, ið kemur at avgera hvørja endaliga plasering kvinnur okkara skulu spæla um.

Men hóast hondbóltsfepur í Týsklandi, so liggur landskappingin hjá monnum ikki still, og skulu menninir hjá H71 leika ímóti KÍF í Kollafirði sunnudagin. Menninir hava verið í sera góðum stima síðan kappingarbyrjan og hava bert tapt ein dyst í lands- og í steypakappingini, og liggja soleiðis á odda í bæði landsog steypakappingini. Landskappingin er tó sera jøvn og hóast KÍF á stigatalvuni liggur næstniðast, so eru bert 4 stig á muni á H71 sum oddalið og KÍF sum botnlið. Kappingin er í ár sera jøvn, og taka øll lið stig frá hvørjum øðrum. So her er avgjørt talan um uppgávu, ið má takast í størsta álvara og krevst avgjørt, at menn mugu hugsavna seg um uppgávuna, skulu vit hava stig heimaftur við úr Kollafirði sunnudagin. Kollfirðingar hava hetta leikárið brynjað seg væl og hava haft eina ávísa leikaratilgongd, umframt væl skipaða venjing síðani farið var undir hondbóltsvenjing eftir summarfrítíðina. Hetta tikist at hava borið ávøkst hjá teimum, og hava teir avgjørt hækkað støðið sítt síðani í fjørð.

NEON CUP

HONDBÓLTSKAPPING Í MYRKRI

21. OG 22. DESEMBER - FYRI U10-U12

HETTA VERÐUR COOL

Aftur í ár skipar H71 fyri hondbóltskapping í myrkri við neonljósi. Kappingin er fyri U10 og U12, og byrjað verður kl.15.30 í Hoyvíkshøllini.

Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 200 kr. Íroknað er matur og drekka til hvønn leikara.

Tilmelding av liði fer fram á Holdsport. Leinkja liggur á facebook síðuni hjá H71. (200 kr. pr. leikara). Minsta talið av leikarum til eitt lið er 6 og vit mæla til at tað ikki eru fleiri enn 8 leikarar á hvørjum liði, so børnini fáa meira spælitíð.

Vinnandi liðið fyri hvønn aldursbólk fær ein góðan vinning.

Loysnir tel 214452

Saman flyta vit mørk

#errinhøvuðsstuðul

FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

HONDBÓLTSSKÚLI

VIÐ FØROYSKU HONDBÓLTSSTJØRNUNUM

Kostnaður: 550 kr. 28. og 29. desember 2025 / Árgang: 2013-2016

Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving

Bílegg borð á angus.fo

Maria Beder

Rakul Christiansen

Maria Halsdóttir Weyhe

Karin Egholm

Karina Debes Heinesen

Lukka Arge

Alda av Skar∂i

Fjóla Skaalum Vilhelm

Hedvig Zachariasen

Karin Fossabrúgv

Anna Elisabeth H. Weyhe

Anita Dahl

Elida Joensen

Venjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysioterapeut: Styrkivenjari:

Rasmus Poulsen

Esbern Patursson

Lydia Jacobsen

Ári Egason Dam

Ingilín Holm

Sebastian Christensen

SMS KAPPINGIN - KVINNUR

Torstein Sivertsen

Helgi Hildarson Hoydal

Jón Rói Mohr Høgnesen

Tóraldur Kollsker

Boas E. á Skipagøtu

Haraldur Karlsson

Micah W. Ragnarsson

Helgi Poulsen

Jákup Egholm

Høgni Højsted

Niklas H. Hanusarson

William N. Djurhuus

Høgni Heinason

Rókur Ziskason

Sakarias Aniano Sakarisson

Peter Krogh

Brian Slyne

Venjari: Venjari: Málmansvenjari Styrkivenjari:

Djóni Gaard Joensen

Petur Mittún

Ári E. Dam

Heri Ziska

Sebastian Christiansen

Hans Kári Hansen

BURN KAPPINGIN - MENN

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA

»GOTT ER

AT

HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

GUNN ELLEFSEN · M

WWW.LAWFIRM.FO

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

GUNN ELLEFSEN · M

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

JULIANNA KLETT

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JULIANNA KLETT

GUNNAR DJURHUUS

VIT TAKKA MARJUNI ARGE SIMONSEN

- røddin, ið gevur Hoyvík søgu og lív

Hanus, Marjun og undirritaði arbeiða við staðarnøvnum í Hoyvík.

H71 vil hervið takka Marjuni Arge

Simonsen fyri hennara týðandi íkast til at varpa ljós á søgu og staðarnøvn í Hoyvík – okkara heimbygd, sum hon kennir so væl og lýsir við bæði kærleika og kunnleika.

Marjun er uppvaksin í Hoyvík og hevur

búð her alt sítt lív. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri føroyskum máli og mentan, og sum cand. phil. í føroyskum

máli hevur hon serliga lagt dent á at miðla vitan um, hvussu orð og nøvn bera søgur við sær. Í sínum greinum

um staðarnøvn í Hoyvík hevur hon givið okkum øllum innlit í, hvat liggur handan nøvn, sum vit hoyra og síggja hvønn dag – og hvussu tey knýta okkum

saman sum hoyvíkingar, bæði gamlar og nýggjar.

Við sínum arbeiði hevur Marjun verið við til at styrkja samleikan hjá Hoyvík, og hennara greinir hava verið ein góður íblástur fyri nýggjar hoyvíkingar, sum vilja læra bygdina betur at kenna.

Vit í H71 meta tað sera virðismikið, tá ið fólk taka sær stundir at varðveita og miðla slíka vitan – tí tað er júst hendan vitan, sum ger, at Hoyvík ikki bert er eitt stað á kortinum, men ein livandi bygd við rótum, minnum og meining.

Hjartaliga takk, Marjun, fyri títt arbeiði og títt eldhugaða íkast til hoyvíksmentan og -samleika.

Lætt og stuttligt

Gjaldskort Fígging

FramtíðarKonta

Jólahald í Hoyvíkshøllini

Mánadagin 8. desember kl.17.00-19.00

Jólahald verður í Hoyvíkshøllini mánadagin 8. desember 2025 frá kl.17.00 til umleið kl.19.00. Frá kl.17.00 og umleið ein tíma fram verður ein hugnaløta, har vit fara at dansa um jólatræið. Hvør familja verður biðin um at hava eitt fat av smurdum breyði ella líknandi við. Vit fáa eisini jólamenn á vitjan við pakkum til børnini. Aftaná hugnaløtuna verða hondbóltsdystir, har nøkur av yngru liðunum (U8, U10 og U12) fara at spæla hondbólt ímóti foreldrum. Systkin, foreldur, ommur, abbar og onnur eru sjálvandi vælkomin við. Vit vóna at síggja nógv fólk í høllini. Vaksin og børn skulu vera í ítróttarskóm og klár til ein dyst um neyðugt.

Gleðilig jól til tykkum øll

hidden ord.com

SLÓÐBRÓTARIN FARIN

- Louisi Gullfoss til minnis

18. november í ár var Louis Gullfoss

borin út í fullsettari kirkju í Høje Taastrup, meðan “Fagra Blóma” varð sungin.

Eftir sita konan, Laila. Børnini: Barbara og Rasmus og teirra. Og abbadóttirin, Anna, sum var borin í heim í ár.

Umboð fyri alla familjuna – úr Bø, Miðvági, Hoyvík og aðrastaðni – var savnað, saman við starvsfeløgum, vinum og grannum úr Danmark. Gullberg, pápi

Louis, sum fylti 90 fyrr í ár, helt eina nemandi røðu í ervinum. Og har vóru teir fýra brøðurnir hjá Louisi við sínum.

4. november 2025

andaðist ein av stovnarunum

hjá H71 og undangongumaður

í Hoyvík: Louis Gullfoss, 65 ára gamal

Louis og abbadóttirin, Anna, sum er fødd sama ár sum Louis andaðist

Verforeldrini og svágrarnir við sínum úr Hoyvík, og nógvir hoyvíkingar afturat. Tað kendist á mangan hátt sum ein jarðarferð í Hoyvík. Og sera góða gravartalan hjá presti snúði seg – eins og røðan hjá Gullbergi í ervinum – í stóran mun um uppvøksturin og lívið hjá Louisi (og Lailu) í Hoyvík. Og sanniliga kveikti Louis lív í Hoyvík. Hann var oddamaður, leiðari og stigtakari til so at siga alt felagslívið millum ungdómin og børnini í Hoyvík í seksti-, sjeyti-, og upp í áttati-árini. Tá var

fólkatalið ikki stórt, so allir aldursbólkar vóru saman um tað mesta, og øll rúmaðust í einari og seinni tveimum skúlastovum.

Bygdabyggjarin Louis

Louis skipaði fyri at byggja smáttur og holur niðri í gamla Minkagarðinum, har Skógrøkt Landsins er nú, og seinni ein heilan smáttubý uppi í haganum (har MBM er nú). Hann flotaði bát í fjøruni og lærdi tey ungu at rógva og fiska. Hann legði til rættis felagsspøl í plantasjuni og at byggja ein heilan flota av flakum uppi í Mylnutjørn – og fann hvønn dag uppá okkurt áhugavert og spennandi.

Louis var fyrsti filmsleikstjóri í Hoyvík. Hann stóð fyri at taka upp tríggjar filmar í plantasjuni, ið allir høvdu eitt “Westerntema” við brotsmonnum, sjeriffum, fongslum, skotbardøgum og ólevnaði.

Gullberg fortelur, at ketsjupp-dunkurin heima hjá teimum var javnan burtur, tá ið farið varð til borðs, tí Louis hevði brúkt hann til sjónleikarablóð í filmunum. (Brot úr filmunum kunnu síggjast í H71filminum, sum vónandi skjótt kemur aftur á heimasíðuna hjá H71).

Men Louis skipaði ikki bert felagsskapin millum ungdómin og børnini. Hann var eisini fremstur í at skipa fyri nýggjárshald í bygdini við felags báli, røðum og ræstari súpan í Gamla Skúla – og at seta brennandi blikk fram við øllum vegunum í Hoyvík. Fólk komu koyrandi úr Havnini, bert til at síggja føgru sjónina við brennandi blikkunum hvørt

gamlaárskvøld.

Og so var Louis eisini høvuðsmaður í at fáa Gamla Skúla (beint niðanfyri Mannbrekku) til ungdómshús, saman við Hans Peturi í Hoyvík, sála. Tá ið kommunan ætlaði at brúka Gamla Skúla til annað endamál, eftir at Nýggi Skúli var komin, skipaðu teir fyri mótmælisgongu við trummum og skeltum og rakstrarrópum. Og endin var, at kommunan bakkaði: Gamli Skúli gjørdist ungdómshús og savningarstað fyri allan ungdómin. Har var púra opið og frælst hjá øllum at koma hvønn dag. Hartil skipaðu Louis og Hans Petur fyri dansi og eggjaðu til at skipa tónleikabólkar. Til dømis hava bólkarnir “Springs” og “Mark No Limits” ein uppruna í Gamla Skúla í Hoyvík.

Louis og dóttirin, Barbara, á floti í Hoyvík

Stovnari og fyrsti venjari hjá H71

Og sjálvandi var Louis Gullfoss eisini

stigtakari til at stovna H71 saman við Ásvaldi Simonsen, Poul Johannusi Hovgaard, Hákuni Djurhuus og Óla Samró. Louis var eisini fyrsti hondbóltsvenjari hjá H71, har vant varð niðri á fløtuni í Hoydølum, í túnum og onkuntíð í fimleikarahøllini á Studentaskúlanum. Hann var í nevndini, hann dømdi og hann var fremstur at ferðast runt millum bygdirnar við teimum fáu liðunum hjá H71.

Tá ið hann fekk koyrikort, hevði hann eitt blátt fólkavognsrugbreyð, ið var bussurin, sum ferðast varð í. Við einum stórum stereo-anleggi, sum hann koyrdi for frá, læt síðuhurðina upp – og dundraði serliga sangir hjá Doodle-Bugs og Jim Reeves út um geilar og veggir, tá ið vit komu til Havnar, Vestmannar, Kollafjarðar, Klaksvíkar, inn á Strendur, til Tvøroyrar og til Vágs. Louis var útskiftingarleiðari hjá Dreingjum 12, tá ið tey fyrstu Føroyameistaraheitini vórðu vunnin í 1983. Tá skipaði hann fyri fýrverki og bygdi H71-navnið upp við brennandi kyndlum uttanfyri Gamla Skúla.

Sjálvur var Louis ein framúr góður hondbóltsspælari. Vinstrahandaður teknikari, ið á vonginum kundi skora nærum av baklinjuni. Hann var við til at spæla H71 upp í bestu mansdeildina fyrst í áttatiárunum og spældi í bestu deildini. Seinni hevur sonurin, Rasmus,

spælt á ungdómslandsliðum fyri Føroyar – og hann er sum at síggja Louis á vøllinum: Eisini vinstrahentur, á sama plássi og við sama kropsburði.

Úrmælingur sum handverkari

Louis var ein handverkari av Guðs náði. Hann fekk alt at rigga, um tað vóru prutl, el-lutir ella smíð, og tískil lá tað beint fyri, at hann gjørdist bilmekanikari. Hann fór í læru á Bilasøluni Norrønu uppi í Hoyvík, har hann eisini starvaðist sum sveinur. Mangir eru teir bilar, ið Louis hevur gjørt sum nýggjar. Og tá ið ungdómurin so hvørt fekk koyrikort í Hoyvík, hjálpti

Louis í frítíðini nógvum at fáa egnar bilar burturúr bíligum, brúktum lasafarum.

Louis gjørdist trúlovaður og giftur við Lailu av Gróthúsvegi í Hoyvík. Tey hava hildið saman síðani ungdómsárini.

Tey fluttu til Danmarkar saman mitt í áttatiárunum, og har vóru boð eftir Louisi sum mekanikara hjá Scania. Til jarðarferðina vóru hópin av starvsfeløgum. Teir greiddu frá, at teir høvdu innstillað Louis til “Fortjenst-medaljuna” fyri at hava tænt sama arbeiðsplássi í 40 ár. Men Louis náddi ikki at fáa hana, nú hann so bráddliga andaðist.

Savnaði eisini hoyvíkingar uttanlands

Heimið hjá Louisi og Lailu í Høje

Taastrup hevur verið ein hollur stuðul hjá so mongum í familjuni, hjá vinum – og ikki minst hjá Hoyvíkingum, ið hava leitað til Keypmannahavnarleiðini

í lestrar- ella arbeiðsørindum. Vit eru mong, sum eru ómetaliga takksom fyri tann blíðskap, ta hjálp og tað vinalag, sum Louis og Laila hava veitt okkum gjøgnum so mong ár.

Fyri øll í Hoyvík og fyri øll í H71 kunnu

vit bert senda allar mildar tankar og alla tøkk til Louis Gullfoss fyri tað lívsverk, ið hann hevur lagt eftir til okkara. Hansara

verk livir víðari hvønn dag í bygdini, í felagnum og í tjóðini.

Vit senda alla samkenslu og styrk til Lailu, Barbaru, Rasmus, lítlu Onnu, øll teirra og alla familjuna. Friður veri við minninum um Louis Gullfoss.

HOYVIKSVØLLURIN

Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

JUTA MASTER 40/200 á EL25

JÁKUP SÍMUN SIMONSEN

VIT LÍTA AFTUR UM BAK

Samrøða við Ísak Thomassen fyrrverandi formann, venjara og leikara í H71.

Ísak Thomassen er uppvaksin í

Sandavági, har hann í barna- og ungmannaárunum luttók í ítróttini, sum var í bygdini t.v.s. hondbólti, fótbólti, rógving og badminton (MB) umframt alt annað, sum hoyrdi til eitt vanligt bygdarlív. Í 1970 flytur Ísak í Hoydalar, har hann fór

á Føroya Studentaskúla. Har búði hann á dreingjakostdeildini árini 1970 til 1973. Í teimum árunum leikti hann flogbólt við

FS, sum var flogbóltsliðið hjá Føroya Studentaskúla. Har vunnu teir á liðnum eisini føroyameistaraskapin í flogbólti. Á føroyameistaraliðnum vóru kend nøvn, sum umframt Ísak, var mannað við hesum leikarum: Jústinus Justinussen, Kára Mortensen, Jákup á Stongum, Niels Dan Vest og Bergi Thorsteinssyni, sála. Í 1973 fer Ísak niður til Danmarkar at lesa til tannlækna, har leikti hann hondbólt við ÍF Føroyum í Keypmannahavn. Í

1978 flyta hann og Jóna aftur til Føroya. Ísak fer at starvast sum tannlækni í Havn. Um sama mundi keypa tey eisini sethús á Hvítanesvegnum í Hoyvík. Ísak fór tá at leika við mansliðnum hjá Kyndli. Í sinum yrki sum tannlækni kom Ísak ein dagin í prát við Margit Svarrer, sum eisini var tannlækni. Margit var tá forkvinna í H71, og hon sigur við Ísak, at hon stríddist við nakrar 10-12 ára gamlar smádreingir uppi í Hoyvík, sum bara “grenjaðu” og kravdu at fáa ein ordiligan hondbóltsvenjara. Um hann ikki hevði hug at átaka sær uppgávuna? Ísak játtaði og tók av. Hesir dreingir vóru allir vinmenn, sum vóru uppvaksnir í táverandi lítlu bygdini, har teirra ítróttarmiðdepil var fløtan í Hoydølum. Ísak greiðir frá: “Venjingarumstøðurnar vóru ikki av teimum bestu, men nýggja

fimleikarhøllin var komin í Hoyvíkar skúla í 1978/79, og har vandu vit miðvíst, og vit høvdu eisini renni- og kondisjónsvenjing uttandura. Vit plagdu at renna ein túr niðan á Hvítanes og út í Akkersvík og heimaftur áðrenn sjálva venjingina.

Áhugurin var stórur, og tyrptust dreingir til venjing, og tað var stuttligt at koma til venjing hvørja ferð. Framgongdin var stór, og vit mentust hvørt ár. Í 1982 komu vit í finaluna ímóti Kyndli í dreingjum 16, men taptu. Árið eftir

– í 1983 – bragdaði, og vit vunnu FM finaluna ímóti Stjørnuni í Klaksvík. Í

semifinaluni vunnu vit á Kyndli í einum sera tøttum og spennandi dysti á Hálsi. Finalutúrurin til Klaksvíkar var minniligur. Tað var ódnarveður. Vit høvdu leigað

ein buss at koyra okkum eftir Oyggj norður til Leirvíkar. Fitt av áskoðarum vóru við í bussinum. Á Norðradalsskarði var so nógvur vindur, at bussurin var um at koppa. Komnir á ferjuleguna í Leirvík, varð boðað frá, at Ternan sigldi á Fuglafjørð fyri veður. So aftur í bussin og ígjøgnum Leirvíkslíð á Fuglafjørð og umborð á Ternuna. Nú varð tíðin nakað tepur, so tá vit komu á Varpið í Klaksvík, so var at taka til beins og renna yvir í KÍ høllina. Tíðin til upphiting varð lítil, men vit knógvaðu so Stjørnuni 12-9 og fyrsta føroyameistarheitið til H71 varð vunnið. Tað var ein stuttligur og minniligur túrur heimaftur. Sama dag blivu dreingir 12 eisini føroyamestarar í finalu vesturi á Giljanesi – so sama dag vann H71 tvey føroyameistaraheiti”.

1986 og fram vandi Ísak smágentuliðið hjá H71, har elsta dóttirin var á liðnum. Stuttligt var at síggja spæligleðina og ágrýtni hjá gentunum. Tær komu í finaluna í 1988, men taptu tepurt fyri Tjaldrinum.

Í 1980 kom Ísak í nevndina fyri H71; formaður 1981-1982, næstformaður árini 1982-1984 og aftur næstformaður 19881989. “Í 1982 var nevndin samd um at melda lið til í vaksnamannhondbólti, tí annars var vandi fyri, at hesir “gullfuglar”, í hondbóltshøpi, fóru oman til Havnar at leika í teimum størru feløgunum, Kyndli og Neistanum.

Kappingarárið 1983/84 leikti H71 so sín fyrsta dyst í 3.deild í mannshondbólti.

Tað gekst eisini væl, og í 1985/86 leiktu vit okkum upp í bestu deildina. Síðani blivu árini misjøvn, og kreppa kom í samfelagið. Ein óloystur trupulleiki øll hesi árini var vantandi hallartímar. At blíva við at venja í eini fimleikarhøll og bert fáa tveir tímar í høllini á Hálsi, kundi ikki bera í longdini. Men í 2002 kom so Hoyvíkshøllin, og síðani hevur gingið sera væl.

Tað hevur verið ótrúliga spennandi og stuttligt at hava verið ein partur av H71 og síggja, hvat hetta er vorðið til, nú vit leika millum tey bestu í altjóða hondbólti – og her hevur H71 seinnu árini gingið undan í øllum”, tekur Ísak samanum.

Tað kann nevnast, at tá Ísak á fyrsta sinni flutti í Hoydalar í 1970 búðu 181 fólk í Hoyvík. Í 1978, tá Jóna og Ísak

keyptu sethús á Hvítanesvegnum búðu um 450 fólk í Hoyvík. Í dag - í 2025búgva 4.712 fólk í Hoyvík, so her hava sanniliga verið broytingartíðir. Ísak, sum nú er fólkapensjonistur, nýtir løturnar við at ganga túrar í Hoyvík, her Jóna og hann nú hava búleikast meginpartin av teirra lívi. Enn verður onkur dystur leiktur í badminton. Í høllina leita tey sær eisini at síggja abbadøturnar leika á kvinnuliðunum hjá H71.

Vit takka Ísaki fyri samrøðuna og takka samstundis fyri stóru tøkini, hann hevur tikið fyri H71.

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP

SKATTUR

VIRKISRÁÐGEVING

BÓKHALD

MEIRVIRÐISGJALD

Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

HØGNI HOYDAL

MÓTMÆLI OG RÆTTINGAR TIL SØGUNA

POSTNUMMARIÐ Á KLÆÐUNUM

Hvaðani kom uppskotið og avgerðin um postnummarið á hesum venjingarbúna?

Eftir greinina í seinasta faldara um, hvussu

H71 gjørdist fyrsta felag í heiminum at seta postnummarið á klæðini, eru fleiri mótmæli og rættingar komin um søgulýsingina

Tað ljóðar, at nógvir fundir hava verið hildnir. Telefonir og træðrir á sosialu miðlunum hava gingið heitir. Mótmælisskriv eru orðað. Hevnd er lovað. Og illbønir og avgjørdar niðurstøður eru lisnar niðuryvir greinskrivaran. Atvoldin er søgan í seinasta faldara um, hvussu postnummarið 188 endaði á klæðunum hjá H71 fyri júst tretivu árum síðani. Sambært undirritaða vóru tað vit í eldra ættarliðinum, sum fyrst og fremst áttu søguna og haðani uppskotið spratt. Men fleiri í tí ættarliðnum, sum er 4-5 ár yngri, eru sannførd um, at hetta er enn ein roynd hjá undirritaða og øðrum at taka heiðurin og reingja søguna til egnan fyrimun. Tey vilja

vera við, at hetta er sama arroganta framferð, sum tá ið Winston Churchill einaferð segði: “History will be kind to me, because I intend to write it myself”. Altso: “Søgan fer at seta meg í gott ljós, tí eg ætli mær at skriva hana sjálvur.”

Og mótmælini og atfinningarnar koma ikki heilt burturúr ongum. Tey somu, sum nú mótmæla, vóru tey, ið tóku tað harða stríðið í nevnd og felagskapi fyri at bjarga H71 ígjøgnum kreppuárini í byrjanini av nítiárunum – og fleiri teirra spældu eisini besta mansliðið uppaftur í bestu deildina í 1994/95. Alt meðan undirritaði og onnur í sama ættarliði vóru uttanlands í lestrarørindum.

Hvør skal siga: “Vit gjørdu arbeiðið, tú tekur heiðurin!”

Semja er tó millum allar partar um, at postnummarið fyrstu ferð varð sett á H71-klæðini í 1995 – á tann vínreyða venjingarbúnan (sí mynd).

Men fleiri í yngra ættarliðnum vísa á, at uppskotið kom – ikki í Mannbrekku 7, sum eg vildi vera við – men yviri á Hornavegi í táverandi húsunum hjá Kolbrún Wardum, har Gilli Wardum búði heima, og har leikarar og nevndarlimir vóru savnaðir.

Tryggingarstøddfrøðingurin og samfelagsrevsarin, Kim Hansen, hevur verið alment frammi og víst á, at uppskotið og avgerðin høvdu sín uppruna í kjallaranum í Mannbrekku 3 – í húsunum hjá Sideu Poulsen

og Arna Poulsen, sála, har Svend Eli Poulsen búði heima tá.

Undirritaði hevur tosað við fleiri av mótmælarunum. Og millum teirra tykist kortini semja vera um, at tað var á Hornavegi, at avgerandi løtan fór fram.

Við vanda og fyrivarni fyri, at onnur mótmæli og rættingar fara at koma, verður hetta nú tann søgan, ið stendur eftir.

Eftir stendur stríðið um, hvat lið vann fyrsta Føroyameistaraheitið hjá H71 í 1983, har somu ættarlið og persónar ganga aftur, tí tvey Føroyameistaraheiti vóru vunnin sama dag: Hjá Dreingjum 12 og Dreingjum 16.

Hetta stríð kunnu vit venda aftur til –og ein og hvør hevur møguleikan at geva sítt íkast til søguna

Follow us

Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna

Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar

Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook