Skip to main content

H71-Faldari-1 2025/2026

Page 1


16. og 18. oktober 2025 - Bosnia

H71 - RK Konjuh Zivince

DYSTARSKRÁ 1 / 2025

LEIKÁRIÐ 2025/26

BYRJAÐ ODDAGREIN

Leikárið í føroysku heimligu kappingini fyri 2025/26 er byrjað og blaða tygum í fyrsta faldara okkara fyri hetta leikárið. Fyrireikingarnar til hetta leikárið hava, eins og undanfarin ár, verið væl skipaðar og intensar og skuldu lið okkara verið væl brynjaði til enn eitt kappingarár.

Hjá kvinnunum er hópurin nakað hin sami sum seinasta ár, tó so, at landsliðsleikararnir Elsa Egholm og Brynhild á Fríðriksmørk eru farnar niður til Danmarkar í lestrarørindum og eru tí ikki við í ár. Eisini fyrsti málverjin hjá kvinnunum

Rúna Larsen er farin av landinum at lesa.

Fleiri ungir leikarar banka uppá til hópin og tykjast longu frá kappingarbyrjan at gera mun á liðnum. Kvinnurnar hava eisini fingið nýggjar venjarar, nevniliga

Mynd: Vestmanna ítróttafelag

sum høvuðsvenjara danan Rasmus Rygaard Poulsen við hjálparvenjaranum

Esbern Patursson og tykjast teir at hava gott tak á hópinum og at bera nógv til framhaldandi menning og styrkjan av liðinum.

Hjá monnunum er at kalla eingin frágongd, og eru afturat í hópin komnir gamlir kenningar sum Peter Krogh og Niclas Højgaard. Eisini er Helgi Hoydal við aftur eftir drúgvan skaða. Venjaratoymið, Djóni Gaard Joensen við Petur Mittún og nú eisini Dánjali Tórgarð sum hjálparvenjarum, er soleiðis nakað hitt sama sum slepti í fjør. So sum heild sær gott út í manshópinum fyri í ár. Í landskappingini eru leikt fýra umfør og hava vit staðið okkum væl higartil í

kappingini. Kvinnurnar hava leikt ímóti StÍF, Stjørnuni, EB og VÍF og hava vunnið rættuliga sannførandi tríggjar dystir. Kvinnurnar taptu ímóti VÍF næstseinasta vikuskifti og liggja samlað sum nr. 4 í kappingini.

Menninir hava eisini leikt fýra umfør, nevniliga ímóti KÍF, Team Klaksvík, STÍF og VÍF. Eins og kvinnurnar hava menninir vunnið tríggjar dystir og tapt ein og er tapið somuleiðis fyri VÍF. Menninir

liggja nr. 2 í kappingini, sum er sera jøvn. Soleiðis hava øll liðini í fremstu deild í kappingini hjá monnum verið fyri tapum og verður helst eitt sera javnt og spennandi kappingarár í landskappingini hjá monnum.

Kvinnurnar hava leikt sín dyst í altjóða kapping. Í EHF­ European Cup skuldi leikast heima báðar dystirnar ímóti hollendska liðinum Fortes Venlo, men vegna veður eydnaðist ikki at lenda við flúgvaranum hjá mótstøðuliðinum til fyrra dystin og tí bleiv bert tann eini dystur leiktur. Kvinnur okkara vóru í hesum dysti fyri sera teprum tapi, eftir longda leiktíð. Í vanligu leiktíðini stóð á jøvnum eftir at H71 hevði verið greitt á odda allan dystin og førdi við heili trimum málum tá gott hálvur annar minuttur restaði í av vanligari leiktíð. Tær vóru tó ikki førar fyri at halda høvdið kalt og loyvdu soleiðis mótstøðuliðinum at skora heili trý mál seinasta hálvannað minuttin og at fáa javnleik. Longdu leiktíðina taptu vit við einum máli. Sera harmiligt, at vit skuldu missa soleiðis á stokkinum. Samanum

tikið leiktu kvinnurnar ein sera góðan dyst og vístu avgjørt at stirðil er í liðnum. Verður hesin leikhugburður nýttur restina av leikárinum í ár, so er einki at ivast í at liðið kemur at røkka langt.

Menninir skulu í eldin í europæiskum hondbólti hetta vikuskiftið, tá leikast skal í Bosnia ímóti liðinum RK Konjuvh Zivinice. At kalla allur hópurin er inntaktur, tó so, at málmaðurin Torstein Siversen er skaddur og hava vit tí gjørt avtalu við Mladen frá Team Klaksvík um at spæla við okkum í Bosna hesar dystir. Eisini vóru vit so óheppin at ein av okkara týdningarmestu verjuleikarum Rókur Ziskason kom illa til skaða við fótinum seinastu venjing áðrenn fráferð. Hópurin er annars væl fyri og verður spennandi at síggja, hvussu liðið kemur at standa seg í dystunum nú í vikuskiftinum.

Dystirnir verða leiktir hóskvøld og leygarkvøld kl. 18. Teir kunnu stroymast á:

https://www.youtube.com/channel/ UCxN0KFzZx8b1LhfDdhti­0g

Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00

FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Saman flyta vit mørk

#errinhøvuðsstuðul

HOYVÍKSHØLLINI

LEIKUM FAGURTÍ

Tey, sum hava vitjað Hoyvíkshøllina í seinastuni, hava ivaleyst lagt merki til eitt nýtt og stórt Leikum fagurt skelti, sum nú prýðir høllina. Hetta er ein týðandi uppstigan av tí lítla skeltinum, sum hekk á vegginum í fleiri ár, og sum nú hevur fingið ein sjónligan og virðiligan avloysara.

Skeltið er ein vinarlig áminning til okkum øll – leikarar, venjarar, foreldur og áskoðarar – um at gleði, spæl og menning eru kjarnin í tí, vit gera í Hoyvíkshøllini. Tað skal vera stuttligt hjá øllum, og tað er tað, sum veruliga telur. Alt annað er líkamikið.

Orð og atburður hava týdning Onkuntíð kann orðavalið hjá okkum vaksnu, og eisini hjá leikarum og venjarum, vera eitt sindur ov hart, serliga tá kenslurnar eru sterkar í einum dysti. Men tað er týdningarmikið at minnast til, at dómararnir, spælarar og venjarar ofta eru børn og ung.

Vit skulu altíð vísa virðing, eisini tá vit eru ósamd.

Ein góður atburður merkir til dømis at klappa fyri mótstøðuliðnum eftir dystin, at tosa virðiliga við dómarar og venjarar og at geva rósandi orð til liðfelagar,

PETUR SKEEL DAHL

dómarar og mótstøðuleikarar. Tað merkir eisini at hyggja eftir dystinum við einum jaligum sinni og at stuðla øllum, sum eru við.

Um okkurt tykist órættvíst ella ikki heilt sum væntað, so er tað ikki í lagi at rópa ella siga tað hart undir dystinum. Um neyðugt, so eigur tað at verða tikið upp við ein vaksnan ábyrgdarpersón.

Ein jaligur hugburður

Skeltið minnir okkum á týdningin av góðum ítróttaranda, at royna sítt besta, at tosa pent og at umboða felagið sømiliga. Tað minnir okkum eisini á at vísa virðing fyri dómarum, spælarum og hvørjum øðrum, sum eru partur av spælinum.

Ein venjari hjá H71 hevur sagt, at Leikum fagurt ikki bara er eitt slagorð, men ein lívsáskoðan.

Hvat merkir “Leikum fagurt” í verki?

Leikum fagurt er ikki bara ein setningur, men ­ sum venjarin segði ­ ein lívsáskoðan, sum vit í H71 vilja liva eftir. Tað merkir, at vit spæla við gleði og virðing, ikki við vreiði og ótolni. Tað merkir eisini, at vit síggja hondbóltin sum ein felagsskap, har øll hava pláss, og at vit minnast til, at vit eru fyrimyndir – bæði á og uttanfyri vøllin.

Tá vit leika fagurt, byggja vit upp – ikki niður. Vit skapa vinabond, tryggleika og ein felags anda, sum røkkur langt út um sjálvan dystin.

Ein boðskapur, sum livir

Leikum fagurt er meira enn eitt skelti á vegginum – tað er ein boðskapur, sum vit vilja síggja liva í gerandisdegnum í Hoyvíkshøllini. Tað er ein áminning um, at vit øll hava ein leiklut í at skapa eitt gott ítróttarumhvørvi, har gleði og virðing ganga hond í hond.

Tá vit minnast til at spæla fagurt – við opnum sinni, góðum orðum og einum felags anda – so gera vit ikki bara dystin betri. Vit gera eisini felagsskapin sterkari og tryggari fyri øll, sum eru við. Við hesum nýggja skeltinum vóna vit, at jaligi hugburðurin verður enn meira sjónligur og livandi í Hoyvíkshøllini. Vit øll hava ábyrgd av at skapa eitt umhvørvi, har øll kunnu trívast – bæði leikarar, dómarar og áskoðarar.

Hoyvíkshøllin er okkara felags høll. Her skulu vit kenna okkum vælkomin.

Her skulu vit altíð minnast til: Leikum fagurt – tí vit spæla saman.

Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving

Bílegg borð á angus.fo

Maria Beder

Rakul Christiansen

Maria Halsdóttir Weyhe

Karin Egholm

Karina Debes Heinesen

Lukka Arge

Alda av Skar∂i

Fjóla Skaalum Vilhelm

Hedvih Zachariasen

Karin Fossabrúgv

Solveig Ripley

Anna Elisabeth H. Weyhe

Anita Dahl

Elida Joensen

Venjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysioterapeut: Styrkivenjari:

Rasmus Poulsen

Esbern Paturson

Lydia Jacobsen

Ári Egason Dam

Ingilín Holm

Sebastian Christensen

SMS KAPPINGIN - KVINNUR

Torstein Sivertsen

Helgi Hildarson Hoydal

Jón Rói Mohr Høgnesen

Tóraldur Kollsker

Boas E. á Skipagøtu

Haraldur Karlsson

Micah W. Ragnarsson

Helgi Poulsen

Jákup Egholm

Niklas H. Hanusarson

William N. Djurhuus

Høgni Heinason

Rókur Ziskason

Sakarias Aniano Sakarisson

Peter Krogh

Brian Slyne

Venjari: Venjari: Málmansvenjari

Styrkivenjari: Fysioterapeut:

Djóni Gaard Joensen

Petur Mittún

Ári E. Dam

Heri Ziska

Sebastian Christiansen

Hans Kári Hansen Høgni Højsted

BURN KAPPINGIN - MENN

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA

»GOTT ER

AT

HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

GUNN ELLEFSEN · M

WWW.LAWFIRM.FO

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

GUNN ELLEFSEN · M

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

JULIANNA KLETT

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JULIANNA KLETT

GUNNAR DJURHUUS

HOYVÍKSBÓNDIN STUÐLAR H71 -

EITT VEÐRAKROV Á JÓLABORÐIÐ

Tá heystið kemur, og veðrarnir verða flettir, er nógv lív á garðinum hjá Hoyvíksbóndanum, Sigerti Paturssyni. Men hóast arbeiðið er nógv, hugsar hann eisini um felagið í bygdini. Í ár hevur Sigert enn einaferð stuðlað H71 við einum veðrakrovi, sum verður brúkt til jólaborðhaldið hjá felagnum.

Hetta er ein hugnalig gáva, sum er høgt í metum – tí tað er júst við slíkum fólkum, at samanhaldið í felagnum verður styrkt. Sigert, sum er føddur og uppvaksin í Kirkjubø, hevur sterkar røtur í Hoyvík. Mamma hansara, Sølvá, ið var gift við Páll Paturssyni, fyrrverandi bónda í Kirkjubø, er dóttir gomlu bóndahjúnini í

Sigert vísir hvussu væl bygg og havri veksur á Vatnaskørðum.

Hoyvík, Poul og Ebbu Vang. Í 1975 legði Pól frá sær sum bóndi og sonurin Hanus tók yvir festið. Tá so Hanus 25 ár seinri legði frá sær, tóku hjúnini Sigert og kona hansara Alika yvir, og tey eru blivin hoyvíkingar við stórum H ­ og børnini spæla sjálvsagt í H71. Júst í ár eru 25 ár liðin, síðani Sigert tók yvir og bleiv bóndi í Hoyvík.

Vit í H71 takka Sigerti Paturssyni fyri hansara góða stuðul og ynskja bæði honum og familjuni eina bjarta framtíð á Hoyvíksgarði.

hidden ord.com

Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.

HOYVIKSVØLLURIN

Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

JUTA MASTER 40/200 á EL25

HØGNI HOYDAL

SØGAN UM VÍNREYÐA LITINog um postnummarið 188 á klæðunuum

Hvussu gjørdist H71 fyrsta felag í heiminum, sum setti postnummarið á leikbúnarnar? Og hvaðani kom hesin

vínreyði liturin, sum H71 brúkar og prýðir Hoyvíkshøl­

lina í dag?

“Tað riggar ómetaliga væl!”

“Høllin er vorðin fjálgari og hevur fingið ein nýggjan samleika.”

Tað hevur verið niðurstøðan hjá mongum, nú Hoyvíkshøllin fekk eina andlitslyfting í summar. Tann vínreyði liturin – ella “bordeaux-liturin” – prýðir høllina. Hesin liturin, ið hevur verið settur saman við tí svarta litinum á leikbúnunum og saman við hvítum á eykatroyggjum og venjingarklæðum. Og sum eisini hevur prýtt “hettu-troyggjur” og annað seinastu árini.

Vit hava eisini sæð á rakstrarrópum og dreglum í høllini til nógvar dystir og finalur: “188 Paradise”. Og postnummarið 188 hjá Hoyvík hevur verið brúkt á leikbúnum og á fløggum í nógv ár.

Ongin ivi er um, at H71 var fyrsta felag í heiminum, sum fór at seta eitt postnummar á síni klæði og lutir. Síðani hevur fótbóltsfelagið FC Hoyvík eisini valt at seta postnummarið 188 Hoyvík á sínar leikbúnar.

Men hvat liggur aftanfyri hetta?

Tann vínreyði liturin kom fyrstu ferð fyri 40 árum síðani

H71 spældi frá byrjan í hvítum og reyðum klæðum. Og heilt upp í 00’ini

vóru hetta leikklæðini – til tann svarti liturin (tíbetur) varð valdur.

Men bæði StÍF og KÍF spældu eisini í hvítum og reyðum litum, og tí var ofta neyðugt at hava eykabúnar, tá ið

vit spældu á útivølli. Og í 1985 fekk mansliðið eitt sett av eykaklæðum, ið hevði júst hendan bordeaux­litin. Eitt sindur av tilvild, tí at Ítróttarhandilin

á Hoydalsvegnum, sum veitti klæðini tá, hevði eitt sovorðið sett liggjandi.

Onki annað felag hevði hendan litin, og hesi eykaklæðini vórðu brúkt í nógv ár frameftir.

Eftir nøkur sera trupul ár gjøgnum kreppuna í 1990’unum, har ungfólk bjargaðu felagnum, spældi mansliðið seg aftur upp í bestu deildina til kappingina í 1994/1995. Og nú skuldu nýggir venjingarbúnar keypast. Og tá varð leitað aftur til tann vínreyða litin. Sum sæst á myndini, vóru hesir búnar ikki akkurát “slim-fit”, sum mótin seinni gjørdist.

Postnummarið á klæðini kom av einum longum kegli

Hesir somu vínreyðu venjingarbúnarnir frá 1996 eru eisini teir fyrstu, har ið gjørt varð av at seta postnummarið 188 á klæðini.

Atvoldin til hetta stóðst av einum longum kegli millum vinmenn í Hoyvík nógv ár frammanundan. Undirritaði,

Gunnar Djurhuus, Jákup Símun Simonsen og gjáarmaðurin Kristian Andras Sivertsen sótu (sum ikki so sjáldan) eina nátt heima í barndómsheiminum hjá okkum í Mannbrekku. Lagið var gott, og sum altíð skuldu vit finna onkra ósemju at keglast um. Hetta var júst tá ið Føroyar høvdu gjørt av at hava egin postnummur til allar bygdir og pláss. Áðrenn høvdu vit donsk postnummur, so Hoyvík hevði sama postnummar sum Tórshavn: 3800. Og tá ið tú sendi brøv, skrivaði tú bústaðin við 3800 Hoyvík. Hetta hildu Gunnar og Jákup Símun við rættiliga konservativum hug­

burði, at vit skuldu halda fast um, tí tað var óneyðugt at finna uppá nýggj postnummur. Meðan Kristian Andras og eg hildu, at nýggja postnummarið fyri Hoyvík kundi styrkja okkara samleika sum bygd og felagsskap. Og eina heila nátt sótu vit og skeldaðust og langaðu nevar í borðið ímóti hvørjum øðrum og róptu hvør í sínum lagi: “3800 Hoyvík!”

Og: “188 Hoyvík!”

Men í 1996 var Gunnar Djurhuus aftur vorðin formaður í H71, og Jákup Símun Simonsen var berandi megi á mansliðnum. Og nú vit skuldu hava nýggjar búnar, vildu vit hava Hoyvík at standa á. Og vit skemtaðust við gamla keglarínum um postnummurini. Onkur setti tá fram uppskot um bara at seta postnummarið

188 frammanfyri Hoyvík á klæðini. Og tað varð ikki hálvtalað orð, so tók Gunnar sum formaður ta avgerðina, og Jákup Símun tók undir – eins og øll onnur í samskiftinum.

Soleiðis kom 188 Hoyvík at standa á teimum fyrstu vínreyðu venjingarbúnunum. Og tað hevur síðani verið partur av samleikanum hjá H71.

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP

SKATTUR

VIRKISRÁÐGEVING

BÓKHALD

MEIRVIRÐISGJALD

Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

JÁKUP SÌMUN SIMONSEN

DØMING EIN PARTUR AV HONDBÓLTSSPÆLINUM

Eftir at hava verið virknir leikarar og venjarar í hondbóltskappingum, so hava Gunnar Djurhuus og undirritaði verið virknir dómarar í bestu kvinnu­ og mansdeildini í føroyskum hondbólti í mong ár. Tað er áhugin fyri hondbóltsspælinum, sum fekk okkum at fara undir dómaratænastuna. Í dómaratænastuni eru vit komnir runt í hallirnar í Føroyum og hitt mong onnur hondbóltsáhugað, umframt til mangar og spennandi uppgávur. Eitt, sum hevur verið stuttligt við dømingini, er at kunna fylgja við stóru menningini í føroyskum hondbólti og at síggja fleiri ættarlið trína inn í bestu deildirnar. Fleiri eru síðani farin í útlond

Á Myndini: Gunnar, Bogi, Sævar og Jákup Símun. Á dómaraferð í Vági.

at spæla hondbólt á hægri støði. Sjálvsagt hava uppgávurnar verið ymiskar og summar meira avbjóðandi enn aðrar, men sum heild hava vit havt stóra gleði av at vera partur av hondbóltsspælinum.

Umráðandi er, at fleiri yngri bjóða seg fram sum dómarar. HSF hevur sett menningarætlan í verk á hesum øki.

Umráðandi er eisini hjá okkum eldru dómarum at stuðla og eggja. Samstundis mugu feløgini, leikarar, foreldur og ikki minst áskoðarar hava virðing fyri dómaratænastuni, tí eru dómarar ikki til dystirnar so verður ongin kapping.

Follow us

Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna

Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar

Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

Lætt og stuttligt

Gjaldskort Fígging

FramtíðarKonta

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook