Skip to main content

Visindavokubladid2026

Page 1

VÍSINDAVØKAN 2026 verður í Sjóvinnuhúsinum 25. septembur

Føroyingar arbeiða nógv longri Yvir 30 prosent av føroyingum millum 70 og 74 ár eru framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru nógv fleiri enn í øðrum Norðanlondum og ESlondum, har talið á arbeiðsvirknum í sama aldursbólki liggur millum 7 og 15 prosent. Eftir Dagmar Joensen-Næs

HUGBURÐUR OG MENTAN

T

– Vit vita ikki, hvørji tey eru, sum halda fram at arbeiða, hvussu nógv tey arbeiða, og um tey gera tað av huga ella av neyð. – Um vit kunnu finna útav, hví fleiri arbeiða so leingi, so kann tað geva nøkur amboð til møgu­ liga at fáa fleiri til av sínum ein­ tingum at velja at halda fram at arbeiða. Og øvugt, um tað vísir seg, at tey gera tað av neyð, so kunnu vit eisini fáa nøkur amboð til at hjálpa uppá tað, sigur Mon­ ika. Hóast Monika enn ikki er farin undir kanningarnar, hevur hon við støði í gransking aðrastaðni gjørt sær tankar um, hvørjar or­ søkirnar kunnu vera til, at so nógvir føroyingar arbeiða eftir at vera farin um pensjónsaldur. – Ein høvuðsorsøk hugsi eg er mentanin og hugburðurin í Før­

øl frá Hagstovuni vísa, at tvær ferðir so nógv fólk millum 70 og 74 ár eru á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum enn í Danmark og Íslandi, sum annars ofta verða nýtt sum fyri­ myndarlig dømi um, at fólk eru leingi virkin á arbeiðsmarknað­ inum. – Í Danmark og Íslandi verður tað roknað sum jaligt, at 15 pro­ sent millum 70 og 74 ár arbeiða. Tað má tí frá einum samfelags­ sjónarhorni metast sum serstak­ liga gott, at yvir 30 prosent í hes­ um aldursbólki framvegis arbeiða í Føroyum, tí tørvurin á arbeiðs­ megi er stórur, sigur Monika Nolsøe Johannesen, ið nú fer undir eina ph.d. verkætlan, ið skal greina, hví føroyingar eru so leingi á arbeiðsmarknaðinum.

BYGGJA Á TAÐ GÓÐA RÁKIÐ

oyum. Fólk í Føroyum eru sera ófør at arbeiða gjøgnum alt arb­ eiðslívið. Vinnutíttleikin í Føroy­ um er ógvuliga høgur í øllum aldursbólkum.

CO2-goymsla kann gera Føroyar til land við ongum útláti Basaltið í Føroyum er sera væl egnað til at goyma CO2, vísa kanningar hjá Rakul Mariu Ingunardóttir Johannesen, granskara á Jarðfeingi. Royndirnar hjá henni eru nú grundarlag undir stórari fleirtjóða verkætlan, sum skal vísa, at CO2-goymslur í basalti kunna vera við til at loysa alheims veðurlagskreppuna. Eftir Bjørt Samuelsen Føroyska basaltið á landi og sjógvi kann goyma væl størri

mongdir av CO2 enn tað, vit framleiða. Tað vísa kanningar hjá Rakul Mariu Ingunardóttir Joh­ annesen, granskara á Jarðfeingi,

eitt sum postmaður alt lívið, so verður tað tín samleiki, sum er trupul at sleppa, tá tú skalt pen­ sjónerast, tí hvør ert tú so? Ein onnur orsøk, ið møguliga ger sítt til, at føroyingar arbeiða nógv longri enn fólk í granna­ londunum, kann vera veðurlagið í Føroyum, heldur Monika. – At gerast pensjónistur í Føroyum er ikki líka spennandi sum aðrastaðni. Her er ikki so nógv, sum dregur, tá tú skalt gev­ ast at arbeiða. Hvat skalt tú gera her í oysandi regni og kolandi stormi, um tú ikki skalt til arb­ eiðis? Tað er ikki tað sama sum at vera pensjónistur í Spania ella í Danmark, har veðrið er gott, og tú til dømis kanst hava ein koloni­ hava at passa, sigur hon.

sum í summar vardi sína ph.d. í Oslo. – Vit kunnu saktans taka upp eftir okkum sjálvum og gerast

Monika heldur, at sambandið millum arbeiðið og samleikan hjá fólki helst hevur týdning. – Fyri nógv fólk verður arbeið­ ið teirra samleiki. Hevur tú arb­

eitt CO2-neutralt land, sigur hon. Rakul Maria hevur í fleiri ár arbeitt við at kanna, um føroyska undirgrundin er egnað til at pumpa CO2 niður í og gerast ævig goymsla fyri gasslagið, sum eigur høvuðsábyrgd av veður­ lagsbroytingunum. – Tað sermerkta við Føroyum er, at basaltflágirnar eru á landi og so lætt atkomiligar, at her er bæði lættari og bíligari at bora hol til goymslur í undirgrundini. Vit vistu, at basalt er egnað til goymslu av CO2, men gjøgnum­ stroymið er tó væl betri, enn vit høvdu væntað, sigur hon. Vitanin og royndirnar hjá henni kunnu brúkast fleiri aðra­

Fleiri royndir hava verið gjørdar at hækka pensjónsaldurin sein­ astu árini, men tær eru allar koll­ sigldar. Monika mælir til, at pol­ itikarar leggja á annan bógv fyri at fáa fólk at arbeiða longri. – Í staðin fyri at noyða fólk at arbeiða longur við at hækka pen­ sjónsaldurin, eiga vit heldur at venda tí á og byggja á tað góða rákið, vit longu hava í Føroyum, við at gera tað meira lokkandi hjá eldri at arbeiða, heldur Monika. Les meira á s. 5

staðni í heiminum. – Hetta kann blíva ein vinnu­ vegur, har vit skapa arbeiðspláss, sigur Rakul Maria. Hon vónar, at royndirnar við at goyma CO2 í undirgrundini kunnu vera við til at lyfta Før­ oyar inn í eina burðadyggari framtíð. – Vit hava eitt av heimsins hægstu útlátum fyri hvørt fólk, men samstundis eitt hitt lægsta fyri eitt land. Um vit nýta vitanina og tøknina, so kunnu vit blíva eitt land, sum samlað hevur null ella enntá minus í útlátsroknskapin­ um, sigur Rakul Maria. Les meira á s. 6-7

Framburður hvílir í vitan

Foreldur mugu fáa eitt val

Vitan skapar virðisøking

Síða

Síða

Síða

3

8

15


2

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

ODDAGREIN

Hvussu kunnu vit skapa meira úr okkara tilfeingi?

Meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tað vísa nýggj hagtøl um nýskapan í Føroyum. Tað ljóðar væl. Men hagtølini vísa eisini eina aðra mynd: Tá ið tað snýr seg um at menna nýggjar vørur og tænastur, liggja føroyskar fyritøkur væl aftan fyri grannalondini. Tað eigur at fáa okkum at steðga á. Tí tað er serliga við nýggjum vørum, tænastum og framleiðsluhættum, at vit kunnu skapa størri virði úr tí tilfeingi, vit longu hava.

Og tilfeingi hava vit nógv av. Stór og virðismikil náttúrutilfeingi svimja og flóta kring okkum. Tey eru grundarlagið undir fiskivinnuni og alivinnuni og undir eini fjøld av fyritøkum, sum veita hesum vinnum vørur, tøkni og tænastur. Harumframt hava vit vitan, royndir og førleikar, sum eru ment gjøgnum ættarlið. Kortini fáa vit ikki nóg mikið burtur úr hesum tilfeingi. Í áratíggju hava vit tosað um at gagnnýta sjófeingið betur, skapa størri virðisøking og fáa meira av virðis­ skapanini at fara fram í Føroyum. Nógv er hent, eisini nýliga við nýggja Mat- og og tilfeingishúsinum, men samanbera vit okkum við eitt nú Ísland og Noreg, kunnu vit framvegis gera nógv meira. Á arbeiðsferð í Íslandi í fjør heyst sóu vit fleiri dømi um fyritøkur, sum hava skapt nýggjar vørur og munandi virðisøking við at gagnnýta tilfeingið á nýggjar hættir. Felags fyri søgurnar var, at menningin ikki var komin av sær sjálvari. Miðvís politisk átøk høvdu stóran týdn­ ing: íløgur í hægri útbúgving, gransking og nýskapan, skattafyrimunir til granskingar- og menningarvirksemi og góð umhvørvi við atgongd til vitan, ráðgeving og samstarv. Harumframt eru marknaðaratgongd og fígg­ ing sjálvsagdar fortreytir. Nýskapan snýr seg tí ikki bara um at hjálpa nýggjum íverksetarum. Vit skulu eisini skapa karmar, sum gera

HVØR SKAL HAVA HERÐ AKLAPP FYRI MIÐ LING AV GRANSKING?

tað attraktivt hjá verandi fyritøkum – stórum sum smáum – at gera íløgur í gransking, nýskapan og nýggja tøkni. Stuðulsskipanir til vinnuliga menning leggja ofta dent á smáar og miðalstórar fyritøkur. Men nakrar fáar stórar fyritøkur kunnu hava serliga stóran týdning fyri gransking, nýskapan og tøkniliga menning. Tí mugu vit bæði styrkja nýskapanarførleikarnar hjá teimum smærru og tryggja góðar karmar hjá fyritøkum, sum hava orku til stórar og langsiktaðar íløgur. Nøkur tekin eru um, at økið nú fær størri politiska raðfesting. Í ólavsøkufrágreiðing løgmans verður boðað frá eini skipan, har vinnan kann fáa skattafrádrátt fyri at seta pening í granskingargrunn. Eisini er ætlanin at samskipa Fiskivinnugrunnin og Fiskivinnuroyndir í eina skipan, sum skal stuðla gransking, menning og virðisøking. Hetta kunnu vera týðandi stig. Men skulu vit veruliga flyta okkum, krevst eitt samanhangandi og langsiktað arbeiði við greiðari kós. Vit hava tilfeingið, fyritøkurnar, vitanina og førleik­ arnar. Spurningurin er, um vit vilja skapa karmarnar, sum gera tað møguligt at fáa meira burtur úr teimum. Annika Sølvará Stjóri í Granskingarráðnum

FRAMLØGUR OG TILTØK INNI OG ÚTI Framløgur og tiltøk verða á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 25. septembur frá morgni til seint seinnapart. Framløgur verða í Kongshøll, meðan tiltøk serliga ætlað skúlanæmingum frá miðdeild og uppeftir verða á Svalanum og í garasjunum uttanfyri. Á Svalanum skipa stovnar fyri ymsum forvitnisligum við støði í gransking. Uttanfyri fer Havstovan at hava nógv ymiskt um fiskar og hav, og næmingar á Glasi fer at gera royndir av ymsum slagi. Vísindavøkan er almenn og ókeypis.

HESIR STOVNAR LUTTAKA Á VÍSINDAVØKU Í ÁR: Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 25. septembur. Seinasta freist at senda uppskot

inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er mánadagin 14. septembur 2026. Uppskot skulu sendast til Gransk­ ingarráðið við telduposti til gransking@gransking.fo Í fjør fekk Uni Árting, granskari á Jarðfeingi, miðlaheiðursløn Gransk­ ingarráðsins.

Búnaðarstovan – Firum – Fróðskaparsetrið – Granskingarráðið – Havstovan – Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Sjúkrahúsverkið – Heilsustýrið – Jarðfeingi – Landsbókasavnið – Sjókovin – Tjóðskjalasavnið – Tjóðsavnið – Umhvørvisstovan – Veðurstovan

Fyriskipari og ábyrgd: Granskingarráðið, Dagmar Joensen-Næs, www.gransking.fo Sniðgeving og umbróting: Sosialurin


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

3

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í granskingarmálum:

At blíva klókari er tað, sum framburður hvílir í Tá pengarnir eru avmarkaðir, eigur dentur at verða lagdur á gransking, sum loysir seg best fyri flest, heldur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í granskingarmálum. Hann vil fegin royna at hækka játtanina til gransking og ætlar at leggja eina heildarætlan um gransking og menning fyri løgtingið.

– Tað munnu vera mong, sum ikki beinleiðis hugsa um gransking, ikki leggja so nógv í og duga kanska ikki at síggja týdningin her og nú. Tað er gott, at vinnan sær stórt virði í gransking og menning. Saman við pengunum frá landinum eru vit tó framvegis sera langt frá málinum hjá ES um 3% av BTÚ. Men tað er eisini eitt øðiliga høgt mál, sum ikki er serliga realistiskt her hjá okkum. – Sum støðan er, við avmarkaðari játtan, haldi eg tað vera sera umráðandi, at tað, sum granskað verður í, er nóg relevant. Tað kann vera ting sum hav, orka, mentan o.s.fr. Vit eiga alla tíðina at hugsa um, at tað eru borgarans pening, vit nýta, sigur landsstýrismaðurin.

SKATTALÆTTA FYRI AT STUÐLA OG MIÐFYRRING AV ÁBYRGDINI

– Nýggjar avbjóðingar krevja nýggja vitan, og hvar, um ikki í gransking, skulu vit finna ta vitanina? Gransking er ikki luksus fyri eitt lítið land sum okkara. Tað er infrakervi. Tað er at vera til reiðar. Tað er fyribyrging. Tað er burðardygd. Og tað er sjálvbjargni í breiðastu merking, segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, tá hann setti stóru UArctic ráðstevnuna. Mynd: Jens Kristian Vang

Eftir Bjørt Samuelsen – Góð vísindalig vitan er grundleggjandi fyri at skilja broytingar í sjónum, fiskastovnarnar, árin frá veður— lagsbroytingum og langtíðarúrslit av okkara avgerðum. Í einum skjótt broytandi heimi er samvinna millum vís­ indi, vinnu og stjórnir týdningarmikil meira enn nakran­ tíð. Orðini eigur landsstýrismaðurin Bárður á Lakjuni í setanarrøðu síni á UArctic ráðstevnuni í mai, har gransk­ arar, stjórnarumboð, universitet og onnur úr øllum norðurøkinum savnaðust Við Tjarnir til størstu altjóða ráðstevnu nakrantíð í Føroyum. Vit hava hitt landsstýrismannin til eitt prát um týdn­ ingin av at raðfesta gransking, menning og nýskapan. Og um hvørji mál og ætlanir hann hevur fyri økið. – Jú, eg dugi væl at síggja virðið av gransking. Vit kunnu blíva klókari uppá ymiskt og uppá okkum sjálvi, og tað er jú tað, sum framburður hvílur í, sigur Bárður á Lakjuni, sum í apríl tók við sum landsstýrismaður í mentamálum og eisini umsitur vísinda- og granskingar­ mál.

FÆRRI ENN FIMTA HVØR UMSÓKN FÆR STUÐUL Við 1,2% av bruttotjóðarúrtøkuni gera Føroyar lægstu íløgu í gransking og menning sammett við hini Norður­ londini. Næstan tveir triðingar av pengunum koma frá vinnuni, minni enn ein triðingur eru almennir pengar, og áleið 7% er útlendsk fígging. Í ár fingu bert 8 av 46 ella

færri enn fimta hvør umsókn játtandi svar um stuðul. Søkt varð um tilsamans 52,7 mió. kr. og játtað varð fyri 9,3 mió. kr. – Nei, pengarnir hava ikki verið teir villu. Frá góðum seks til níggju milliónir seinastu nógvu árini er ikki nøktandi. Men so kann man eisini venda tí og siga, at tað er gleðiligt og gott, at áhugin at granska er so stórur, sigur landsstýrismaðurin. At fáa játtan á fíggjarlógina er ein drúgv telving í ein­ um meldri av ynskjum, samstundis sum stjórnarráðini ofta verða áløgd at spara. Tí vil Bárður ikki beinleiðis geva lyfti um hægri játtan, men sigur: – Sambært samgonguskjalinum skal gransking styrkj­ ast og samskipast, og stuðulin hækka so líðandi. Eg fari at stríðast fyri øllum tí stóra økinum, ið eg umsiti, og eisini taka eitt tak fyri hetta økið.

PENGARNIR BRÚKAST VIÐ SKILI Tað hendir meira enn so, at á fíggjarlógina koma trí­ siffraðar milliónaupphæddir til onkra íløgu í infrakervið. Hví er tað so trupult at fáa raðfest ein brotpart av hesum til gransking, sum kann menna okkum innan skúla, heilsu, vinnuvegir, eldrarøkt, matvørur, tilfeingi osfr? – Eg hugsi, at ein tunnil ella bygningur er so hand­ grípiligt. Vit síggja, hvat tunlarnir hava gjørt fyri okkara samfelag, tí teir binda landið saman. Gransking er meira óhandgrípiligt, meira luftigt. Tú setir eina ætlan um eitthvørt, og veit ikki, hvat ið kemur burturúr. Ein bygningur ella ein tunnil er lættari at selja, tá stríðst verður fyri pengunum, sigur Bárður.

Í ískoytinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans stendur, at fyrireikað verður, at Føroyar verða partur í nýggju skránni fyri granskingarsamstarv í ES, FP10, og at farið verður undir fyrireikingar at skipa granskingargrunn, har vinnan kann fáa skattafrádrátt við at seta pening í grunnin. – Arbeitt verður við at seta hetta í gongd. Granskingar­ grunnin, sum vinnan kann seta pengar í, skulu Fíggjar­ málaráðið og Vinnumálaráðið innyvir, sigur Bárður, sum ikki veit, júst nær eitt slíkt uppskot kann vera klárt. Játtanin til gransking á fíggjarlógini verður umsitin av Granskingarráðnum, sum eisini umsitur ymsar aðrar játtanir. Ábyrgdina fyri alt granskingarøkið eigur lands­ stýrismaðurin í granskingarmálum. – Kanska var betri, um stjórnarráðini sjálvi áttu ábyrgdina av einari pulju til gransking undir teirra øki. Tá hugsi eg, at fleiri landsstýrisfólk høvdu arbeitt fyri hægri játtan til gransking, heldur enn at ábyrgdin fyri hesum liggur á einum einstøkum landsstýrisfólki, sigur Bárður.

HEILDARÆTLAN FYRI GRANSKING “Gransking, menning og nýskapan eru grundsúlur undir framburðinum hjá landinum. Vit eiga at raðfesta mun­ andi størri játtan og nógv betri karmar fyri granskingina. Hetta er ein neyðug íløga, sum gevur meira enn hon kostar. Vit eiga at seta ferð á, men tað øvugta hendir í løtuni.” Hetta sigur Ráðið fyri gransking, menning og nýskap­ an, sum landsstýrið síðani 2021 hevur sett at ráðgeva sær. Tey mæla í seinastu ársfrágreiðingini til langtíðarhugsan, og at politiska skipanin samtykkir eina heildarætlan, sum stýrt verður eftir komandi árini. – Ja, vit eiga at hava eina heildarætlan fyri gransking, menning og nýskapan. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan arbeiðir í løtuni við einum strategipappíri, sum eg gleði meg at fáa. Tá kunnu vit fara undir at orða eina heildarætlan, sum síðani skal gjøgnum politisku flokkar­ nar, áðrenn hon kann leggjast fyri løgtingið, sigur lands­ stýrismaðurin og metir, at tað møguliga kann blíva einaferð í næstu setu.

KAMPUS Í EYGSJÓN Landsstýrismaðurin heldur kampus vera eina góða íløgu í at fáa unga fólkið at verða verandi og lesa og granska í Føroyum, og at tað eisini fer at eggja fólki at koma hendan vegin at granska. – Men tað er trupult at uppraðfesta alt samstundis. Setrið og hetta økið verður raðfest høgt, tá mann fer í gongd við at byggja nýggjan universitetsbygning. Stóra játtanin til hetta kann fara at merkja lægri raðfesting aðrastaðni í eina tíð, eisini á Setrinum, slær Bárður á Lakjuni fast.


4

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Føroyingar arbeiða nógv longri Yvir 30 prosent av føroyingum millum 70 og 74 ár eru framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru nógv fleiri enn í øðrum Norðanlondum og ES-londum, har talið á arbeiðsvirknum í sama aldursbólki liggur millum 7 og 15 prosent. Monika Nolsøe Johannesen fer nú undir eina ph.d. verkætlan, ið skal greina, hví føroyingar eru nógv longri á arbeiðsmarknaðinum.

Eftir Dagmar Joensen-Næs

V

it gerast fleiri eldri og færri ung. Samfelagið skríggjar eftir arbeiðs­ megi, og neyðugt er at fáa útlend­ ingar í hópatali til landið fyri at fáa samfelagshjólini at mala. Búskaparfrøðingar mæla til, at fólk verða longri á arbeiðsmarkn­ aðinum fyri at hjálpa uppá skeikl­ aðu fólkasamansetingina, og fleiri royndir eru gjørdar at

hækka pensjónsaldurin. Men enn hevur ikki eydnast at fáa semju um hetta í løgtinginum. – Pensjónsaldurin í Føroyum er ein tann hægsti í heiminum. Kortini vilja politikarar hækka hann uppaftur meira. Men fólk vilja ikki noyðast at arbeiða longri. Tey vilja sjálvi gera av, hvussu leingi tey skulu arbeiða, sigur Monika Nolsøe Johannesen, ið er master í politikki og fyri­ siting og starvast sum ráðgevi í Føroya Arbeiðarafelag.

Tøl frá Hagstovuni vísa, at før­ oyingar arbeiða nógv longur enn fólk í grannalondunum. 33 pro­ sent av føroyingum millum 70 og 74 ár eru enn fult ella partvíst virkin á arbeiðsmarknaðinum. Í Norðanlondum og ES londum eru tað bert millum 7 og 15 prosent í hesum aldursbólki, ið framvegis eru til arbeiðis. Greiningar aðrastaðni vísa ofta til Ísland og Danmark sum góð dømir um, hvussu nógv fólk arbeiða. Har arbeiða 15 prosent,

Fýra verkætlanir um arbeiðs­marknaðin fingu stuðul Hesar verkætlanir fingu stuðul til kanningar: Tvær granskingarverkætlanir og tvær kanningarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin fingu stuðul frá Granskingarráðnum í ár. Fíggingin til arbeiðsmarknaðarátøk stavar Gestur Hovgaard: Arbeiðsmarknaðurin og tey við avmarkaðum førleikum. Ein IPSfrá fænum í Frítíðargrunninum. grundað pilotkanning við støði í næmingum frá Dugna Hesar verkætlanir fingu stuðul til gransking: Kanningarverkætlan hjá Dugna – 300.000 kr. Monika Nolsøe Johannesen: Arbeiðsvirkni eftir pensjónsaldur: ein tvørvísindalig Turið B. Jacobsen: Hjálpartólatænastan - út frá sjónarhorninum hjá ergoterapeutum kanning av orsøkum til, at nógvir føroyingar arbeiða eftir pensjónsaldur Kanningarverkætlan hjá Ergoterapeutfelagnum – 300.000 kr. Ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum - 1.500.000 kr. Barbara Scalvini: FaroeLingo: Nýhugsan av skipaðum mentanarmótum í talgildari annaðmálslæring Ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum - 1.500.000 kr.

Øll upphæddin til arbeiðsmarknaðargransking og -kanningar er nú útlutað.


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

5

Eingin skipað vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin F

leiri granskingarverkætlanir og kanningar um arbeiðsmarknaðin hava seinastu árini verið fíggjaðar við peningi frá avtikna Frítíðargrunnin­ um, sum Granskingarráðið hevur umsitið. Ongin pen­ ingur er nú eftir til arbeiðsmarknaðargransking, men tørvurin er enn stórur. – Tað var fantastiskt, at peningurin í Frítíðargrunn­

eftir at tey eru fylt 70 ár. Í Føroy­ um eru tað tvær ferðir so nógv, ið enn eru á arbeiðsmarknaðinum. – Tá tað verður roknað sum ja­ ligt, at 15 prosent arbeiða, so má tað vera serstakliga gott, at yvir 30 prosent framvegis arbeiða. Sæð frá einum samfelagssjónar­ horni er tað í øllum føri ógvuliga jaligt, tí tørvurin á arbeiðsmegi er stórur, sigur Monika.

VITA EINKI UM HVÍ Eingin veit, hví føroyingar arb­ eiða so leingi, tí ongar kanningar eru gjørdar av tí yvirhøvur. – Onkrar áhugaverdar grundir mugu vera fyri tí, men tað vita vit einki um. Vit vita ikki, hvørji tey eru, sum halda fram at arbeiða, hvussu nógv tey arbeiða, og um tey gera tað av huga ella av neyð, sigur Monika. Hetta ætlar hon sær nú at gera nakað við. Hon fer í næstum undir eina ph.d. verkætlan, sum skal greina, hvør tað er, sum arbeiðir so leingi, og hví tey gera tað. – Um vit kunnu finna útav, hví fleiri arbeiða so leingi, so kann tað geva nøkur amboð til møgu­ liga at fáa fleiri til av sínum ein­ tingum at velja tað. Og øvugt, um tað vísir seg, at tey gera tað av neyð, so kunnu vit eisini fáa nøk­ ur amboð til at hjálpa uppá tað, sigur Monika. Hon fer í fyrstu atløgu at greina, hvørji tey eru, sum verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Hon fer at skráseta, hvar í landin­ um tey búgva, hvørjum vinnu­ greinum tey arbeiða í, hvussu nógv eru av hvørjum kyni, og hvørjar útbúgvingar tey hava. Síðani ætlar hon at hava sam­ røður bæði við fólk, ið hava valt at arbeiða eftir pensjónsaldur, og við fólk í sama aldursbólki, ið eru givin at arbeiða. Umframt sam­ røður við einstaklingar fer hon eisini at skipa fyri bólkasamrøð­ um um hesi viðurskifti.

HUGBURÐUR OG MENTAN Hóast Monika enn ikki er farin undir kanningarnar, hevur hon við støði í gransking aðrastaðni gjørt sær tankar um, hvørjar

inum varð brúktur til gransking, og tað er harmiligt, at einki nú er eftir, sigur Monika Nolsøe Johannesen. – Føroyski arbeiðsmarknaðurin er sera áhugaverdur sum fakøki. Í míni lestrartíð og í mínum arbeiði sum ráðgevi í Føroya Arbeiðarafelag eri eg komin eftir, at tað er sera lítið til av skipaðari vitan um tann føroyska arbeiðsmarknaðin. Ymiskt er komið burturúr peningin­

orsøkirnar kunnu vera til, at so nógvir føroyingar halda fram at arbeiða eftir at vera farin um pensjónsaldur. – Ein høvuðsorsøk hugsi eg er mentanin og hugburðurin í Før­ oyum. Vinnutíttleikin í Føroyum er ógvuliga høgur í øllum aldurs­ bólkum. Fólk í Føroyum eru sera ófør at arbeiða gjøgnum alt arb­ eiðslívið. – At fólk arbeiða nógv kann hava samband við, at samfelagið er lítið, og at øll vita um øll. Í ein­ um lítlum samfelagi kanst tú ikki goyma teg eins og í einum stórbýi, og tað kann tí fyri nógv kennast flóvisligt ikki at arbeiða. – Hetta eigur kortini ikki at vera galdandi fyri fólk, ið arbeiða eftir at hava rokkið pensjónsald­ ur, tí tað er alment góðtikið at gevast at arbeiða, tá tú verður pensjóneraður.

SAMLEIKIN Í leitanini eftir orsøkunum til, at føroyingar arbeiða so leingi, ætlar Monika at hyggja at bæði uppvøkstri og arbeiðslívi hjá fólki, sum eru leingi á arbeiðs­ marknaðinum. – Umframt at greina, hvat slag av arbeiði tey hava, og hvussu arbeiðsumstøðurnar eru, so fari eg eisini at kanna lívssøguna hjá fólki, ið halda fram at arbeiða, fyri at vita, um nøkur felags fyri­ brigdi eru. Tað kann til dømis vera, at tey longu sum børn hava lært, at tað hevur stóran týdning at arbeiða og gera sítt. Monika heldur, at sambandið millum arbeiði og samleikan hjá fólki helst eisini hevur týdning. – Fyri nógv fólk verður arbeið­ ið teirra samleiki. Hevur tú arb­ eitt sum postmaður alt lívið, so verður tað tín samleiki, sum er trupul at sleppa, tá tú skalt pen­ sjónerast, tí hvør ert tú so? – Hetta er helst serliga gald­ andi fyri eldra ættarliðið, tí nú verður meira vanligt, at fólk skifta arbeiði ofta. Men so verður tað í staðin útbúgvingin, sum í stóran mun knýtir seg at sam­ leikanum, sigur hon.

VINDUR OG REGN

Ein onnur orsøk, ið møguliga ger

sítt til, at føroyingar arbeiða nógv longri enn fólk í granna­ londunum, kann vera, at føroyingar ikki hava so nógv annað at taka sær til, tá teir ikki longur skulu til arbeiðis, heldur Monika. – At gerast pensjónistur í Før­ oyum er ikki líka spennandi sum aðrastaðni. Her er ikki so nógv, sum dregur, tá tú skalt gevast at arbeiða. Hvat skalt tú gera her í oysandi regni og kolandi stormi, um tú ikki skalt til arbeiðis? Her er myrkt og kalt og vátt og vindur. Tað er øðrvísi at vera pensjónistur í Spania ella í Danmark, har veðrið er gott og tú kanst hava ein kolonihava at passa, ella ein kampingvogn at koyra runt í, sigur hon.

PENINGANEYÐ Ein møguleiki er eisini, at fólk í Føroyum arbeiða longur, tí fleiri ikki hava ráð at lata vera. – Pensjónirnar eru nógv batn­ aðar seinastu árini, men enn er stórur munur á, hvussu nógv fólk fáa útgoldið í pensjón. Nøkur hava ordiliga høgar pensjónir, men onnur hava ikki nógv. Nógvir limir hjá Føroya Arbeið­ arafelag hava ikki høgar pen­ sjónsuppsparingar. Og tað kunnu eisini vera onnur viðurskifti í lív­ inum, sum gera, at fólk eru illa fyri fíggjarliga. Til dømis um tey verða fráskild seint í lívinum, sig­ ur Monika.

INNFLÚGVING TIL PENSJÓNISTALÍVIÐ Fleiri royndir hava verið gjørdar at hækka pensjónsaldurin sein­ astu árini, men tær eru allar koll­ sigldar. Monika mælir til, at pol­ itikarar leggja á annan bógv fyri at fáa fólk at arbeiða longri. – Í staðin fyri at noyða fólk at arbeiða longur við at hækka pen­ sjónsaldurin, eiga vit heldur at venda tí á og byggja á tað góða rákið, vit longu hava í Føroyum, við at gera tað meira lokkandi hjá eldri at arbeiða. Ikki bara pen­ ingaliga lokkandi, orsøkirnar til at halda fram at arbeiða kunnu eisini snúgva seg um nógv annað enn pengar, heldur Monika.

um frá Frítíðargrunninum, og tað er ordiliga gott, men eg sakni tað meira breiðu granskingina. – Fleiri verkætlanir, ið hava fingið stuðul, hava snúð seg um heilsu og trivnað í sambandi við arbeiðsmarkn­ aðin ella um eitt avmarkað øki. Eg sakni tann breiða samfelagsliga vinkulin, sum hevur áhuga fyri allan tann føroyska arbeiðsmarknaðin, sigur Monika.

FAKTA Monika Nolsøe Johannessen Fødd 1985 Starv: Ráðgevi í Føroya Arbeiðarafelag Útbúgving: 2017 Bachelor í politikki og fyrisiting frá Fróðskaparsetrinum 2017 2020 Master í politikki og fyrisiting frá Fróðskaparsetrinum 2020 – Vit vita frá gransking aðra­ staðni, at tey, sum hava ávirkan á, nær og hvussu tey gevast at arbeiða, hava betri møguleikar at fáa eina góða pensjónistatilveru. Tað gagnar ikki samfelagnum, um fólk verða skumpað út av arbeiðsmarknaðinum, tá tey náa ein ávísan lívfrøðilig­an aldur, eisini um tey ynskja at arbeiða víðari. Ella um tey verða tvungin at vera verandi á arbeiðsmarknaðinum, hóast tey ikki megna tað. Tað gongur út yvir trivnað og heilsu hjá fólki og verður dýrari fyri samfelagið í hinum endanum, sigur hon. Monika mælir til, at vit heldur hugsa um tað at pensjónerast sum eina lívsfasu. – Við at leggja eina ætlan fyri, hvussu tú fert frá at arbeiða fult

til als ikki at arbeiða, fært tú eina innflúgving til at lenda sum pen­ sjónistur, sum tú sjálvur hevur ávirkan á. Men tað krevur eina rættiliga samansetta skipan, tí tað hevur samstundis stóran týdning at varðveita rættin til at fara uppá pensjón, sigur hon. – Vit vita, at fólk, ið hava likamliga tungt arbeiði, ofta mugu fara av arbeiðsmarknaðin­ um fyrr, og tað mugu tey fram­ vegis hava rætt til. Men tað er sera ymiskt, hvønn tørv fólk hava, og møguleiki má vera fyri at trappa niður og til dømis arb­ eiða hálva tíð og kanska fáa hálva pensjón útgoldnað, sigur Monika Nolsøe Johannesen.


6

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

CO2-goymsla í basalti:

Kann gera Føroyar til land við ongum útláti Sum jarðfrøðingur og granskari gongur Rakul Maria í fótasporum abbans, ið var navnframi jarðfrøðingurin Jóannes Rasmussen. – Abbi mín plagdi at siga, at vitan frá gransking hevur einki virði, verður hon ikki borin út til fólkið. Og hesum eri eg sára samd í, sigur hon.

Basaltið í Føroyum er sera væl egnað til at goyma CO2, vísa kanningar hjá Rakul Mariu Ingunardóttir Johannesen, sum í summar vardi sína ph.d. í Oslo. Royndirnar eru so sannførandi, at tær nú eru grundarlag undir stóru fleirtjóða verkætlanini DecarbFaroe, hvørs endamál er at vísa, at smærri CO2-goymslur í basalti kunna vera við til at loysa alheims veðurlagskreppuna. Eftir Bjørt Samuelsen – Vit kunnu saktans taka upp eftir okkum sjálvum og gerast eitt CO2-neutralt land, sigur Rakul Maria Ingunardóttir Johannsen við støði í egnari gransking. Vit­ anin og royndirnar frá arbeiðin­ um hjá henni kunnu brúkast fleiri aðrastaðni í heiminum. Eisini kann føroyska basaltið á landi og sjógvi goyma væl størri mongdir av CO2 enn tað, vit framleiða. Bíðað hevur verið í spenningi eftir úrslitunum hjá Rakul Mariu, ið sum granskari á Jarðfeingi sam­ an við øðrum í fleiri ár hevur arb­ eitt við at kanna, um føroyska undirgrundin er egnað til at pumpa CO2 niður í og gerast ævig goymsla fyri gasslagið, sum eigur høvuðsábyrgd av veðurlagsbroyt­ ingunum. Í juni vardi hon sína

ph.d. við heitinum “CO2 storage potential of flood basalts: A multi­ scale, structural reservoir study of the Faroe Islands Basalt Group” á jarðfrøðiseindini á universitetin­ um í Oslo.

BASALTIÐ LÆTT ATKOMILIGT Í fýra og eitt hálvt ár hevur Rakul Maria búð í Oslo og arbeitt við sínari ph.d. At kunna goyma CO2 í undirgrundini hevur verið kend tøkni síðan 1990’ini. Hetta verður gjørt fleiri staðni í heiminum. Í Noregi verður CO2 pumpað niður í legugrýti og lokað kilometrar undir landgrunninum í Norðsjón­ um, so gassið ikki streymar upp­ aftur. Í Íslandi verður vatnbland­ að CO2 sprænt nakrar hundrað metrar niður í basaltið, har hetta brúsvatnið bindur seg í grótið og

innan fá ár umskapast til eitt slag av tinnum. Tað er hesin háttur, sum Rakul Maria og tey á Jarð­ feingi hava arbeitt við. – Tað sermerkta við Føroyum er, at basaltflágirnar eru á landi og so lætt atkomiligar, at her er bæði lættari og bíligari at bora hol til goymslur í undirgrundini, sigur Rakul Maria. Hon greiðir frá, hvussu tey á Sandvíkarhjalla hava borað 520 metrar niður í undir­ grundina, pumpað vatn í holið og síðani eygleitt, hvussu vatnið seyrar. Undan hesum er basaltið gjølla kannað og neyvt skrásett. – Vit vistu, at basalt er egnað til goymslu av CO2, men gjøgnum­ stroymið er tó væl betri, enn vit høvdu væntað, sigur Rakul Maria og vísir á tekningum, hvussu kol­ tvísúrnið flytur seg gjøgnum sprungur og poknur í steininum. Hon kannaði 15 metra tjúkk løg av gróti, har basaltið liggur í tjúkri og tynnri flágum.

MUGU KENNA BERGIÐ TIL FULNAR Hvørt øki, har borað verður til ein goymslu, má vera 100% kent og væl kannað. – Ætla vit at goyma CO2, til dømis á Sandvíkarhjalla, so er sera umráðandi at kenna basaltið væl. Rætningurin í sprungunum ger, at

vit kunnu hava stýring á, hvagar brúsvatnið fer. Var grótið eins­ háttað, so hevði koltvísúrevnið seyrað eins nógv í allar ættir. – Men gjøgnumstroymið í bas­ alti er tó ikki heilt so einfalt, og tí mugu vit við okkara jarðfrøðiligu vitan tryggja, at tað ikki endar eitt stað, har tað ikki skal. Í ringasta føri í t.d. jarðhitaholum, um mann er nær bygdum øki, og ikki hevur borað nóg djúpt. – Tað vísti seg, at tunnu fláirnar hava nógv fleiri sprungur og rivur enn tjúkku fláirnar. Hetta ger, at vatnið seyrar lættari, og at basalt­ ið kann rúma størri mongdum av CO2. – Rætningurin í stóru sprung­ unum í landslagnum avspeglar, hvønn veg tær smáu rivurnar í basaltfláunum venda. Tá vit hava mátað grót úr berginum á landi, so sigur tað okkum eisini, hvussu vit kunnu forvænta, at tað sær út niðri í dýpdini, greiðir Rakul Maria frá. Í fleiri ár hevur hon saman við øðrum granskarum arbeitt við grunddátunum. Fyrst við strati­ grafi, lagskipanarfrøði, sum snúði seg um at kortleggja Føroyar og gera eitt 3D-teldumodell av oyggj­ unum við dronumyndum, hædd­ ar- og dýpdardátum, seismikki og boringum á landi og sjógvi. Hetta snúði Master-ritgerð hennara seg um. Næsta stigið var at granska sprungurnar ella rivurnar í berg­ inum, og meta um týdningin av teimum, og at enda kundi hon so fara undir triðja stigið, sum var at bora heilt niður á 520 metra dýpi í undirgrundini. Hetta arbeiði brúkti hon í ph.d. verkætlan sín­ ari, sum varð gjørd i samstarvi ímillum Jarðfeingi og universitet­ ið í Oslo.

hetta so nógv størri, smílist Rakul Maria og fer eitt legg aftur til eina ráðstevnu í Íslandi. Hetta var, tá hon hevði arbeitt í góð tvey ár við sínari ph.d. í Oslo. Á ráðstevnuni stóð hon undir lið­ ini á einum norskum starvsfelaga, báðar við hvør sínum postara. Tann norski snúði seg um at goyma í basalti undir havbotnin­ um. Hennara um at goyma í bas­ alti á landi. Ein maður frá orkufel­ agnum Equinor kom framvið, og gjørdist sera áhugaður: – Nú so, tú ert úr Føroyum. Tú ætlar at gera hetta frá landi. Jú­ menn, so sleppa vit jú undan at brúka allar hasar nógvu pengar­ nar. Hví goyma CO2 í sjónum, um tað kann gerast av landi? segði hann, og fór síðani undir at savna serfrøðingar ymsastaðni frá, mill­ um annað einari fyritøku úr Om­ an, og fólk úr India og Brasil. Londum, ið hava líknandi grót sum okkara. Jarðfeingi, Equinor og fyritøk­ an 44.01 úr Oman gingu so saman um at gera nakrar forkanningar og eina boring, sum Rakul Maria brúkti í sínari ph.d. – Vit vildu vísa, at hetta bar til, tí tá var lættari at fáa fígging úr ES til verkætlanina, sigur Rakul Maria. DecarbFaroe hevur fingið fleiri tíggjutals milliónir í fígging, ein lítil triðingur er pengar frá ES og restin kemur frá fyritøkum. – Nakrar fáar milliónir koma beint til Jarðfeingi, men øll gera eitt arbeiði, sum so ella so knýtir seg til Føroyar sum høvuðs­ royndarøki. So her fer at liggja ein rúgva av vitan eftir, sigur Rakul Maria. Nógv av kanningararbeið­ inum av gróti verður gjørt í Frak­ landi. DecarbFaroe verkætlanin skal eftir ætlan vera liðug í des­ embur 2028.

NØRDAVERKÆTLAN BLEIV ALTJÓÐA

BRÚKA ROYNDIRNAR FRÁ OLJUBORING

Verkætlanin DecarbFaroe er beinleiðis sprottin úr ph.d. arb­ eiðinum hjá Rakul Mariu. Enda­ málið er at vísa, hvussu elligam­ alt basalt kann gerast ein altjóða loysn at lagra CO2. Jarðfeingi er við í verkætlanini, sum telur 19 luttakarar úr átta londum. – Tá eg søkti pengar frá Gransk­ ingarráðnum til mína ph.d., var tað líkasum til mína egnu nørda­ verkætlan, men brádliga bleiv

Næsta stigið hjá Rakul Mariu verður at fara at gera enn eina boring, har vatnblandað CO2 í heilt smáum nøgdum verður sprænt niður í undirgrundina. – So finna vit útav, hvussu langa tíð tað tekur, og hvussu nógv av koltvísúrevninum bindur seg í grótið, mineraliserast og verður til tinnurnar, sum vit síggja, greiðir Rakul Maria frá. – Av tí at mineraliseringin


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

gongur so skjótt, ber til at gera fleiri hol nær við tey støð, har tørvur er á teimum, sigur Rakul Maria. Kanningar úr íslendskum basalti vísa, at tað ganga einans 2-3 ár, til niðursprænda CO2vatnið er mineraliserað, sammett við prosessina í legugrýti, har tað kann taka túsund ár. Hetta er orsøkin til, at tey í Noregi enn bert hava eitt hol til at lagra CO2 bæði úr Noregi og úr Evropa, sum øll mugu flyta sítt CO2 til. Í oljuleiting við Føroyar hevur basaltið á havsins botni verið ein forðing, tí tað er so dýrt og avbjóð­ andi at bora ígjøgnum. Hóast basalt er tað mest vanliga grótið í heiminum, so er tað fáa staðni á landi og so lætt atkomiligt sum her. – Nú er basaltið blivið tað, sum vit hava, og sum hini ikki hava. Hetta kann blíva ein vinnuvegur, har vit skapa arbeiðspláss, sigur Rakul Maria, og vísir á, at nógv av tøknini er hin sama, sum brúkt verður í oljuleiting og framleiðslu. – Um vit einaferð fara at lagra CO2 í stórum skala, so kundu vit

brúkt holini frá oljuboringunum, sum longu eru gjørdar. Men tað er eitt heilt annað perspektiv, sum liggur rættiliga nógv longri frammi í tíðini, sigur hon.

FÓLKIÐ MÁ VIÐ Coda-Terminal verkætlanin hjá Carbfix í Hafnafirði, har ætlanin var at gera CO2-móttøkustøð og eina stóra goymslu í basalti, møtti ógvusligari mótstøðu frá fólki í økinum. Rakul Maria held­ ur tað vera sera umráðandi at kunna væl. – Fólkið má við, og tey skulu vita, hvat hetta alt snýr seg um, sigur hon og fortelur, at í Decarb­ Faroe fara tey at gera ymisk kunn­ andi tiltøk, millum annað spurna­ kanning, vitja skúlar og skipa fyri fólkafundum. Handan arbeiðið hjá unga granskaranum liggur ikki einans fakligur áhugi, men eitt brennandi ynski um at vera við til at lyfta okkum inn í eina burðadyggari framtíð. – Vit hava eitt av heimsins hægstu CO2 útlátum fyri hvørt

fólk, men samstundis eitt hitt lægsta fyri eitt land. Um vit nýta vitanina og tøknina, so kunnu vit blíva eitt land, sum samlað hevur null ella enntá minus í útlátsrokn­ skapinum. Og tað ber til, sigur jarðfrøðisgranskarin eldhugað. Føroyar eru hvørki partur av Paríssáttmálanum og hava ei heldur CO2 avgjøld ella strong myndugleikakrøv um at avmarka útlát. Rakul Maria er als ikki í iva um, at gjørdust Føroyar eitt land við ongum útláti, so vóru vit ein fyrimynd og eitt gott brand, ikki minst fyri vinnuna, sum livir av at útflyta til marknaðir, har brúkar­ in er tilvitaður um veðurlags­ broytingar og CO2-fótaspor. – Eg ynski ikki at moralisera, men vil heldur brúka vísindaligu vitanina til at ráðgeva fyritøkum og politisku skipanini. Geva teim­ um nakrar grundarsteinar at byggja á, eisini tá lóggáva skal smíðast eitt nú kring loyvi til goymslu av CO2, sigur Rakul Maria I. Johannesen.

7

FAKTA Rakul Maria Ingunardóttir Johannesen • Ph.d. og granskari á Jarðfeingi • Fødd 1993 • BSc í jarðfrøði frá Københavns Universitet 2018 • MSc í jarðfrøði frá Københavns Universitet 2020 • Lærari í landafrøði á Glasi 2021 • Stuðul frá Granskingarráðnum til verkætlanina TINNA 2021 • Ph.d. frá Oslo Universiteti 2026

DecarbFaroe er verkætlan við tilsamans 19 luttakarum úr 8 londum av trimum kontinentum. Millum hesi eru Universitetið í Oslo og Universitetið í Cologne í Fraklandi. Umframt Jarðfeingi luttaka úr Føroyum Bakkafrost, IRF og SEV. Kanningar eru millum annað gjørdar á Eiðiskolli. Mynd: Rakul Maria Johannesen


8

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Ulrike Steuerwald:

Gev foreldrunum eitt etiskt rætt og trygt val Ulrike Steuerwald varð í fjør vár – á 60 ára degi Fróð­skapar­ seturs­ins – tilnevnd heiðursdoktari á Setr­in­um. Mynd: Ólavur Frederiksen

FAKTA

Ulrike Steuerwald hevur verið ein drívmegi í arbeiðinum at loysa gáturnar um fleiri av teimum álvarsomu arvaligu sjúkunum. Í yvir tjúgu ár hevur hon mælt til, at vit gera berarakanningar. Í arbeiði sínum sum barnalækni og granskari liggur tað Ulrike fremst í huga at lekja børnini. Men hon vil eisini fyribyrgja, at børn verða fødd við ringari sjúku, uttan nakra vón um heilsubót.

Eftir Bjørt Samuelsen

KUNNU SLEPPA UNDAN RINGA ARVINUM

– Tað hendir, at ung fólk koma til mín fyri at fáa ráðgeving. Tey eru í familju og óttast at fáa eitt barn við einari ólekjandi sjúku. Vit eiga at geva teimum eitt etiskt rætt og trygt tilboð, so tey kunnu fáa at vita, um tey eru berarar av hesum sjúkum. Við vitanini kunnu tey so sjálvi velja ta loysn­ ina, sum tey meta vera rætta, sigur Ulrike Steuerwald, barna­ lækni og granskari. Flestu okkara kenna Ulrike fyri hennara ótroyttiliga arbeiði við fleiri sjúkum, ið eru serfør­ oyskar ella hava nógv størri títt­ leika her enn aðrastaðni. Eitt nú føroyska sjúkan, SUCLA2, ið setti alment kastlijós á týska barna­ læknan. Eisini í sambandi við CTD varð Ulrike við til at avdúka, at tað vóru ávís ílegubrek, sum førdu til, at fleiri børn, ung ella lutfalsliga ung fólk brádliga doyðu. Kanning fyri CTD, karnitin­ flutningsbrek, hevur síðani 2009 verið alment tilboð fyri at finna allar føroyingar við sjúkuni, so hesi sum skjótast kunnu setast í við­ gerð. Kanningin avdúkar tó ikki, um ein er berari, tí hon mátar bert mongdina av karnitini í blóðinum.

Tað ber væl til at sleppa undan vandanum fyri at fáa eitt deyði­ liga sjúkt barn. Við at bjóða fólki í burðarførum aldri berarakann­ ing ber til at geva teimum fleiri møguleikar at velja millum. Ein møguleiki fyri pør, sum vita, at bæði eru berarar av deyði­ ligari arvasjúku, er at fáa preim­ plantatiónsdiagnostikk. Tað er, at gitin egg verða kannað fyri ílegu­ brek, áðrenn tey verða sett í lív­ móðurina. Ein onnur loysn er, at parið velur at ættleiða. Tey kunnu eisini velja at lata lagnuna ráða og vóna, at júst teirra barn er frískt. Men vandin er 1 til 4 ella heili 25% fyri, at barnið arvar ein arva­ strong frá hvørjum foreldri, sum kodar fyri sjúkuni, og at barnið tí við vissu er sjúkt.

Um Ulrike Ulrike Steuerwald, ph.d. og Master of Public Health, er serlækni í barnasjúkum. Hon varð í fjør tilnevnd heiðursdoktari á Fróðskaparsetrinum. Ulrike er upprunaliga útbúgvin lækni á Freiburg Universiteti. Í 1993 varð hon sett sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum. Síðani 2000 hevur hon starvast sum partíðar seniorgranskari á Deildini fyri arbeiðs- og almenna heilsu, samstundis sum hon hevur starvast sum serfrøðingur í viðføddum evnisskiftissjúkum í Hannover. Hon hevur givið út fleiri enn 60 vísindaligar greinar og er serliga kend fyri dygga arbeiði sítt við sjáldsomum arvaligum sjúkum í Føroyum, viðføddum evnaskiftissjúkum, íleguskreening av pinkubørnum og menning av børnum. Ulrike fekk í 2025 játtan frá Granskingarráðnum til verkætlan við heitinum: ”Genetisku orsøkirnar til idiopatiska hyperketosu (IH) í Føroyum.” Arbeiðið við verkætlanini fer fram í Heilsugranskingaeindini í Sjúkrahúsverkinum.

FERÐIN AT LOYSA GÁTUNA UM FØROYSKU SJÚKUNA Tá Ulrike fyri fleiri enn 30 árum síðani kom í starv á Landssjúkra­ húsinum sum serlækni í barna­ sjúkum, kom hon í samband við børn í hundraðtali. Av og á vóru nøkur børn við serligum sjúkum, sum vóru lítið ella als ikki kendar. Ein av hesum sjúkum gjørdi, at børn, sum at síggja til vórðu fødd púra frísk, skjótt byrjaðu at missa alla megi og vøddaorku. Heilanum tóktist tó ikki at bila. Bert einstøk av hesum børnum vunnu sær gjøgnum barnaárini og gjørdust tannáringar, flestu doyðu eftir fáum árum. Sjúkan var gátufør, tí onga aðrastaðni á klótuni tóktist hon finnast. Tí bleiv hon rópt føroyska sjúkan. Ulrike hevði gott og tætt samband við foreldrini at hesum børnum, og saman skjalfestu tey lívið hjá børnunum. Við rúgvus­ miklum tilfari um sjúkueyðkenn­ ini undir arminum varð kósin sett til ráðstevnu í Göttingen, ið hevði heitið “Tað óloysta málið”. Her hittast serfrøðingar árliga at meta og samskifta um ymsar sjúkrasøgur, sum eingin hevur megnað at geva greiða diagnosu. – Hevði tú eitt barn uttan diagnosu í viðgerð, so kundi tú

biðja um at sleppa at leggja sjúku­ dømið fram fyri pallborð av ser­ frøðingum. Tú mátti skjalprógva gjølla, at eingin nakrantíð hevði rokkið einum svari. Tað eydnaðist mær at fáa góðtikið sjúkugongd­ irnar hjá hesum børnum, og trý teirra sluppu við til ráðstevnuna í Göttingen, fortelur Ulrike. Tá hálendski professarin Ron Wevers, sum Ulrike kendi væl, hevði lisið søgurnar hjá føroysku børnunum, segði hann seg fegin vilja vera við til at loysa gátuna og hjálpa við at finna ílegubrek­ ini, ið eyðsæð vóru orsøk til hesa vanlukkuligu sjúku.

TILMÆLI UM BERARAKANNING Farið varð undir at leita, og í 2006 varð úrbregðið á íleguni SUCLA2 funnið. Loksins kundi forklárast, hví heilt galið var við orkuskipan­ ini inni í kyknunum hjá børnum við føroysku sjúkuni. Seinni hava granskarar funnið íleguúrbregð­ ini til hinar deyðiligu arvasjúkur­ nar. Fyri fleiri av sjúkunum hevur Ulrike verið kveikin, sum setti gongd á tilgongdirnar at greina sjúkurnar og finna ílegubrekini. – Mín leiklutur hevur fyrst og fremst verið at finna røttu per­ sónarnar, sum kundu loysa gátur­ nar, og her hevur Ron Wevers veruliga verið ein avgerandi per­ sónur. Hann hevur lagt sera nógv arbeiði í hetta, partvíst sjálvboðið, og lagt nógv eftir seg til føroying­ ar, fortelur Ulrike. – Ron var eisini hin fyrsti at mæla til, at vit fóru undir at gera berarakanningar fyri sjúkur við nógv hægri títtleika í Føroyum. Hann kendi til líknandi avbjóð­ ingar í Volendam í Hálandi, har fólk eins og her eru tætt skyld, og nakrar arvasjúkur tí serliga títtar. Í 2007 - árið eftir at SUCLA2 ílegubrekið varð staðfest – lat Ulrike Steuerwald saman við Pál Weihe, yvirlækna, og Fróða Joen­ sen, barnalækna, landsstýrisfólk­ inum í heilsumálum fyrsta til­ mælið um berarakanning og arvafrøðiliga ráðgeving til pør, har bæði eru berarar. Í 2016 kom næsta tilmælið, har tey saman við umboðum fyri prestar, sam­


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33 komur og foreldur mæltu til at seta í verk berarakanning fyri føroysku sjúkuna. Í 2023 vóru Ulrike og Pál aftur við í tilmæli um at kanna fyri tær álvarsomu og tær deyðiligu sjúkurnar, nú saman við øllum barnalæknun­ um á Landssjúkrahúsinum. Sein­ asta tilmælið um berarakanning kom í fjør frá Heilsustýrinum, sum greitt mælir til at gera eitt tilboð um berarakanning fyri seks álvarsamar arvaligar sjúkur.

Ílegukanningar av pinku­ børnum gerast í Føroyum Katrin Eivindardóttir Christiansen er limur í altjóða samstarvinum International Consortium on Newborn Sequencing. Í hesum netverki hittast íleguserfrøðingar, læknar og onnur áhugaði at kjakast um verkætlanir, ið snúgva seg um kanningar av nýføðingum fyri ymiskar arvasjúkur, um íleguvísindi og fyribyrgjandi heilsuátøk. Nógvar stórar íleguverkætlanir eru kring heimin, og netverkið telur nú eini 500 fólk. Summi leita eftir sjúkum, sum kunnu lekjast. Onnur eftir sjúkum, sum kunnu gera um seg seinni í lívinum.

NEYÐUGT VIÐ FØROYSKUM FØRLEIKUM – Tørvur er á einum serlækna í kliniskari genetikk, sum kann hava ábyrgd av ílegusjúkunum í Føroyum, sigur Ulrike og leggur áherðslu á, at tað skal vera ein føroyskur lækni ella í øllum føri ein persónur, sum hevur serstak­ liga gott innlit í samfelagið, sum á so mangan hátt mentanarliga og í hugburði er øðrvísi enn tað danska. Ulrike heldur eisini, at tað hevur týdning at tryggja, at alt tilfar frá kanningum og arbeiði við føroyskum blóði og ílegum eigur at verða goymt í Føroyum, so føroyingar hava ræði á, hvør ið sleppur ella ikki sleppur at granska í okkara arvatilfari.

FORELDRINI MUGU SLEPPA AT VITA – OG HANDLA – Fólk eiga fyrst og fremst at verða nógv væl kunnaði, so tey kunnu velja at verða kannað ella lata vera. Tey mugu vita, hvørji tilboð tey kunnu velja ímillum, og hvør hjálp stendur teimum í boði, vísir tað seg, at tey eru berarar av einari av hesum sjúkum, sigur Ulrike. Í løtuni er einki skipað tilboð um berarakanning. Einans pør, sum longu hava fingið eitt barn við álvarsamari arvasjúku, fáa til­ boð um pre-implantatións diagn­ ostikk, har gitin egg verða kannað áðrenn uppseting. Finnur eitt par útav, at tey bæði eru berarar av sjúkuni, eftir at kvinnan er vorðin við barn, so eru bert tveir sera truplir møgu­ leikar eftir at velja í: Tey kunnu biðja um fosturvatnskanning, og vísir tað seg, at barnið hevur sjúkuna, so kann mamman velja fosturtøku. Ella, tey kunnu velja at seta eitt illa sjúkt barn í heim­ in, væl vitandi, at tíðin á fold verður stutt og avbjóðandi. Ulrike heldur tað vera eitt órímiligt val og heilt grundleggj­ andi nógv rættari, at ung kunnu lata seg kanna, áðrenn nakað fostur veksur í móðurlívi: – Tað er beinleiðis óetiskt at seta mammur, ið eru við barn, til at velja ímillum fosturtøku ella at seta eitt barn í verðina, sum longu er deyðadømt. Tí eigur at standa øllum, sum ætla sær børn, í boði at lata seg kanna, um tey bera eina av hesum eirindaleysum sjúkum, so tey kunnu sleppa und­ an at bera sjúkuna víðari til næsta ættarlið, sigur Ulrike Steuerwald.

9

Áleið fimti hvør føroyingur kann vera berari av ólekiligum arvasjúkum, sum hava munandi størri títtleika í Føroyum enn aðrastaðni. Tað vísir ein kanning, sum Katrin Eivindardóttir Christiansen, ph.d., hevur staðið fyri. Sjáldsomu arvaligu sjúkurnar finnast í nóg stóran mun her til, at vit eiga at gera eitt tilboð um berarakanningar, heldur hon. Eftir Bjørt Samuelsen – Ílegukanningar kunnu væl gerast her heima, og hetta er nú ment til pinkubarna­ skreening á Klaksvíkar sjúkrahúsi, stað­ festir Katrin Eivindardóttir Christiansen. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi royndarkoyra tey í løtuni eina skipan við kanningum av pinkubørnum fyri ílegusjúkur, sum um ikki so langa tíð fer at verða føst mannagongd. Katrin Eivindardóttir Christiansen, ph.d., sum starvast sum fulltrúi í Heilsustýrinum, fegnast um, at hetta nú verður veruleiki.

LEITAÐU EFTIR BERARUM Stutt eftir, at Katrin Eivindardóttir Christi­ ansen var flutt heim eftir loknan lesnað, kom hon í samband við Ulrike Steuerwald, barnalækna, sum eggjaði henni til at gera eina verkætlan saman við sær og hálendska professaranum Ron Wevers. Katrin var til dystin fús, og professarin beyð henni at koma til Hálands at læra kanningarháttin, tey brúktu til at kanna fyri ílegubrek. – Við serfrøðingahjálp úr Hálandi setti eg síðani upp kanningarháttin til skreening av nýføðingum fyri fýra arvaligar sjúkur, sum allar kunnu viðgerast, greiðir Katrin frá. Talan var um eitt stórt og umfatandi kann­

ingararbeiði, har Katrin eisini hevði brúkt drúgva tíð at fyrireika, skriva verkætlanar­ lýsing og søkja um fígging. – Vit nýttu sama hátt at kanna, hvussu mangir føroyingar eru berarar av fimm deyðiligum arvasjúkum, sum eisini var part­ ur av verkætlanini, fortelur hon. Granskingarverkætlanin varð gjørd á tá­ verandi Ílegusavninum og fíggjað av Innov­ ationsfonden, Sjúkrakassagrunninum og CTD-felagnum. Ulrike var kliniskur ábyrgd­ arhavari og Katrin leiðari av verkætlanini. Alt tað tøkniliga kanningararbeiðið í sam­ bandi við yvirlitskanningina av pinkubørn­ um og berarakanningina varð gjørt á iNOVA í Tórshavn. Tølini fyri berarar í verkætlanini verða brúkt í tilmælinum, sum Heilsustýrið lat landsstýriskvinnuni í heilsumálum í fjør.

ÍLEGUKANNINGAR GERAST Í FØROYUM Allir nýføðingar fáa eitt prik í hælin, so nakrir blóðdropar kunnu nýtast til so­ nevnda PKU-kanning, har kannað verður fyri 25 ymiskar sjúkur. PKU-royndirnar verða sendar til Statens Serum Institut í Danmark. Sovendu PKU-kortini við blóð­ dropunum koma aftur til Føroya og verða goymd í PKU-skránni undir Heilsustýrinum. Frá 1. oktober í fjør varð kanningin av før­ oyskum børnum víðkað til eisini at fevna um ílegukanningar fyri fýra arvaligar sjúk­ ur, sum Heilsustýrið mælir til at kanna fyri. Hesar sjúkur eru CTD - karnitinflutnings­ brek, HLCSmangul – holocarboxylasesynt­ etasubrek, GSD3a – glykogengoymslubrek og CF – systisk fibrosa. Sjúkur, sum eru varandi, men kunnu viðgerast. – Ílegukanningarnar, sum nú verða gjørdar av nýføðingum, eru allar fyri sjúkur, ið kunnu viðgerast, og tí er gott at finna tær tíðliga í lívinum, sigur Katrin og brúkar CTD sum dømi. Í PKU-kanningini verður mongd­ in av karnitini í blóðinum mátað, men úrslitið kann ávirkast av karnitininnihald­ inum í blóðinum hjá mammuni. Við ílegu­ kanning ber neyvt til at finna, um barnið ber tey mest vanligu ílegubrigdini av CTD, til dømis tað, sum fleiri í Føroyum eru deyð av. – Ílegukanningarnar eru sostatt eitt gott ískoyti til PKU-kanningarnar, sigur Katrin, sum eisini heldur tað hava stóran týdning,

Á rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fara tey nú undir at kanna ílegur hjá pinkubørnum fyri ávísar arvaligar sjúkur.

at føroyingar fáa atgongd til at fáa kannað, um tey eru berarar av teimum deyðiligu sjúkunum, sum eingin heilsubót finst fyri. Hetta so eitt par, har bæði eru berarar, fær betri grundarlag at taka støðu útfrá.

ÍLEGUSKANNING AV PINKUBØRNUM Í KLAKSVÍK Eftir verkætlanina hjá Katrini og øðrum er rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ment til at gera kliniskar ílegukanningar. Í tíðindaskrivi herfyri fegnast Sjúkrahús­ verkið um slóðbrótandi stigið og sigur at: “Endamálið er at gera genetiskar kann­ ingar í Føroyum og samstundis byggja upp nýggja vitan og førleikar innan eitt øki, sum hevur stóran týdning fyri framtíðar sjúk­ lingaviðgerð og fyribyrging.” Skipanin á kanningarstovuni er ment í tøttum samstarvi við Heilsustýrið, fakfólk á Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsin­ um.

FAKTA Um Katrina

Katrin Eivindardóttir Christiansen stóð á odda fyri kanning, sum staðfesti, at áleið fimti hvør føroyingur er berari av einari av fimm ólekiligum arvaligum sjúkum. Katrin hevur lisið biomedisin, lív­lækna­frøði, á University of Reading og King’s College London og hevur ph.d. í menningar­lívfrøði - tað er, hvussu vit menn­ast í móðurlívi - frá University College London. Hon starvast í dag sum full­trúi í Heilsustýrinum.


10

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

75 kWh, 136hk Stødd: Medium Dragihurðar á báðum síðum Brennievni: EL

Eisini er møguleiki at leasa Toyota Proace EV. Set teg í samband við okkum og hoyr um møgulig leasingaruppskot.

VØRUBIL FRÁ TOYOTA TIL SERPRÍS TOYOTA PROACE EV COMFORT MASTER 8 stk á goym slu

TILBOÐSPRÍSUR uttan bil í býti:

299.850,-

uttan mvg. (mvg uml. 64.000,-)

Tórshavn: Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 Klaksvík: Klingrugarður 3 · Klaksvík · Tel 473040 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo

www.reyniservice.fo


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

11

Berarakanning kann basa deyðiligu arvasjúkunum – Møguleikarnir at fyribyrgja eru her, men vit máttu missa elskaðu dóttur okkara fyri at fáa atgongd til hjálpina, sigur Karin Laksáfoss, sum er forkvinna í felagnum Arvasjúkan.

lekjast og sum eru deyðiligar. Tað sampakkar væl við tilmælið frá Heilsustýrinum, sum tó mælir til seks sjúkur.

Eftir Bjørt Samuelsen

Ein stór spurnakanning, sum Arvasjúkan hevur tikið stig til, vísir, at heili 89% taka undir við, at ein berarakaning fyri álvar­ samastu ílegusjúkurnar verður bjóðað í Føroyum. 85% siga, at tey helst sjálvi vildu latið seg kanna. Einans 1 % søgdu seg vera ímóti slíkum tilboði. Tey í felagnum Arvasjúkan eru ikki bilsin av undirtøkuni millum fólk: – Eingin vil bjóða barni sínum eitt slíkt lív. Tað má vera foreldr­ ini, sum gera av, um tey ynskja at lata seg kanna, um tey eru berar­ ar, sigur Karin, sum heldur lítið skil vera í, tá tosað verður um ættartýning og frásortering: – Hesi neyðars børninini fáa jú ongar eftirkomarar og tey doyggja øll av sjúkuni. Berarakanningar verða eisini gjørdar onkra aðrastaðni í heim­ inum, har serliga høgur títtleiki er av ávísum sjúkum. Eitt dømi er Dor Yeshorim berarakanning í New York, sum skal fyribyrgja ílegusjúkuna Tey-Sachs, ið er van­ lig ímillum ashkenazijødar. Ein sjúka sum ger, at heilakyknurnar oyðileggjast og børnini doyggja sum pinkubørn.

T

á lítla Sága kom í verðina, vóru eingi tekin um, at eitt brek í íleguni SUCLA2 fór at forða henni í at vaksa upp sum onnur børn. Ságu untist einans fimm mánaðir, og stutta lív hennara var merkt av viðgerð, røkt alt samdøgrið og opnari innlegging. – Tað var eitt svakligt tómrúm. Og ein ógvuslig vreiði. Tað kend­ ist so hjartaleyst - hví skuldi Sága líða og vit sum familja ígjøgnum hetta og missa barn okkara til deyðiligu sjúkuna, fyri síðani at fáa at vita, at vit bæði vóru berar­ ar og kundu verið sloppin undan hesi ómenniskjansligu líðingini? sigur Sámal Rasmussen, pápi Ságu, og ristir á høvdinum. – Sjálvandi átti hetta at verið eitt tilboð vit kundu nýtt, áðrenn vit fingu børn, eru Sámal og mamma Ságu, Karin Laksáfoss, samd um.

FIMTI HVØR ER BERARI Hvørt ár verða eitt ella tvey børn fødd við ólekjandi deyðiligari arvasjúku, vanliga eitt annað­ hvørt ár við SUCLA2, eisini nevnt føroyska sjúkan. Tá Sága varð fødd, vórðu tó fimm børn fødd ár um ár við hesi sjúku. Karin og Sámal vóru 37 og 38 ár, tá tey mistu Ságu og fingu tilboð um eftirgjørdan gitnað, har ein­ ans egg við ílegum, ið ikki bera

brekið, verða sett upp. Tað er seint at fara undir viðgerð, men tey valdu at gera tað og fingu lítlu Íð­ unn. Elsta dóttirin, Vilja, var fegin um at fáa eina lítlasystur aftur. Tey flestu, sum fáa so sjúk børn, velja at fáa hjálp til at fáa børn, sum ikki hava sjúkuna. Tilboðið um berarakanning fevnir í dag einans um tey, sum hava fingið barn við arvaligum sjúkum og teirra allar nærmastu. Karin og Sámal eru skyldfólk gjøgnum pápar teirra, men ílegu­ brekið hava tey arvað frá hvør sín­ ari mammu. Tað hevur sostatt einki við slektskapin teirra millum at gera. Verandi tilboð um berara­ kanning røkkur alt ov stutt, halda tey bæði. Tey vísa á, at títtleikin fyri SUCLA2 eisini sær út til at vera serliga høgur í summum pørtum av landinum. Høga talið av berar­ um ger, at talið av børnum við arvaligum sjúkum spakuliga veks­ ur. – Tá fimti hvør føroyingur er berari av einari av fleiri deyðilig­ um arvasjúkum, gevur tað á allan hátt nógv betri meining, um til­ boðið um berarakanning verður givið øllum, sum ætla sær at ger­ ast foreldur, siga tey bæði av­ gjørd.

ARVASJÚKAN OG DRÚGVUR RÓÐUR At fáa eitt illa sjúkt barn, uttan vón fyri heilsubót, rakar ikki bert

FØROYINGAR SIGA JA TIL BERARAKANNING

Karin Laksáfoss, forkvinna, og Sámal Rasmussen, kassameistari, í felagnum Arvasjúkan, stríðast fyri berarakanning og meira vitan um og gransking í ílegusjúkum við serliga høgum títtleika í Føroyum. Mynd: Bjørt Samuelsen

barn og foreldur, men eisini systk­ in og alt nærumhvørvið. Fyri Karina og Sámal gjørdist tunga sorgin og meiningsloysið ein drív­ megi til at fyribyrgja, at onnur skulu uppliva tað sama. Tí settu tey felagið Arvasjúkan á stovn, hvørs fremsta endamál er at fáa sett í verk berarakanningar fyri øll, sum ætla at gerast foreldur, og sum ynskja at vita, um tey eru berarar av vanlukkuligum arva­ sjúkum. – Vit høvdu sæð læknar stríð­ ast fyri hesum tilboði í áravís, uttan at koma á mál. So vit vildu hava vitanina út í samfelagið og fáa politikararnar til at vakna, siga hjúnini. Seinastu 20 árini eru fýra til­ mæli latin skiftandi landsstýris­ fólkum í heilsumálum um at seta í verk tilboð um berarakanning, hitt seinasta frá Heilsustýrinum í 2025 til Súsonnu Bertholdsen, táverandi landsstýriskvinnu. Í

Heilsustýrið mælir til, at fólk, ið vilja vera foreldur, fáa tilboð um at lata seg ílegukanna fyri seks arvasjúkur. Tær hava tað til felags, at tær ikki kunnu lekjast, at viðgerðin oftast bert er lindrandi, og at miðal livialdurin er stuttur.

januar í ár legði Margit Stóra, landsstýriskvinna, fyri løgtingið uppskot um berarakanning fyri fólk millum 18 og 45 ár. Felagið Arvasjúkan varð boðið til hoyring í trivnaðarnevndini, men so varð val útskrivað, og uppskotið fall burtur. Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, ætlar í heyst at leggja lógarupp­ skotið fram aftur við tí endamáli at fyribyrgja álvarsligum arvilig­ um sjúkum ella staðfesta tær tíð­ liga. Hon sigur, at hon í løtuni arbeiðir við at gera uppskotið klárt og fáa fígging til tað á fíggjarlógina fyri 2027.

SCREENING FYRI EINA ARVASJÚKU Eina arvaliga sjúku kunnu øll í dag lata seg kanna fyri. Tað er CTD, sum heilt nógvir føroyingar eru berarar av. Sjúkan er lívshætt­ islig, fært tú ov lítið av karnitin í kostinum, men løtt at viðgera. Blóðmátingin av karnitini avdúk­ ar ikki, um tú ert berari, men hev­ ur tú sjúkuna, kunnu tey nær­ mastu við ílegukanning finna útav, um tey eru berarar. Arvagongdin fyri hesa sjúku er hin sama sum fyri deyðiligu barnasjúkurnar. Fáa tveir berarar barn saman, so eru 25% sannlík­ indi fyri, at barnið hevur sjúkuna, 50% fyri, at barnið er frískur berari og 25% fyri, at barnið er frískt og ikki berari. Hóast fleiri aðrar álvarsamar arvaligar sjúkur kunnu staðfest­ ast við ílegukanningum, so hava tey í Arvasjúkuni valt at tala fyri, at tilboð um berarakanning til øll í burðarførum aldri einans verður fyri fimm sjúkur, sum ikki kunnu

VITAN OG GRANSKING NEYÐUG Eingin serlækni í kliniskari ílegu­ frøði við høvuðsábyrgd av arva­ ligu sjúkunum er í føroyska heilsu­ verkinum. Og í samfelagnum sum heild er lítil vitan um arvasjúkur, arvagongdir við meira. Tí er upplýsing millum fremstu málini hjá Felagnum Arvasjúkan. – Tað hoyrist ofta á kjakinum, hvussu avmarkað vitanin er. Vit áttu eisini at latið børn lært um hesini tingini, til dømis við at fáa dømir um serføroyskar sjúkur í arvalæru í skúlanum, heldur Sám­ al. – Felagið hevur avmarkað seg til tær deyðiligu sjúkurnar, men har eru so nógvar aðrar arvaligar sjúkur við høgum títtleika, sum vit eiga at granska í, bæði fyri at fyribyrgja og viðgera betri, sigur forkvinnan í Arvasjúkuni. Karin og Sámal bíða nú spent eftir næsta leiki frá politisku skipanini.


12

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Debes Hammershaimb Christiansen átti álitið at seta ólavsøkuna 2026.

Gransking í virus og smittu er gull verd fyri alivinnuna ILA livir oftast sum friðarligur gestur á fiskinum meira enn tvey áratíggju hevur hann granskað og savnað brikkar og í umhvørvinum, men kann broyta seg til til vitanina um ringrás og livihátt sjúkuelvandi slag, sum eisini kann smitta úr hjá laksavirus og annað, sum í dag kemur alivinnuni til góðar. luftini á smotstøðunum. Tað hevur gransking á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni prógvað. STAÐFEST LOFTBORNAR Vit eru tey fyrstu, Hetta er virðismikil vitan, sum gevur alivinnuni SMITTUVEGIR – Vit eru tey fyrstu, sum hava sum hava klár­ bestu møguleikar at verja seg móti smittu. klárað at avbyrgja livandi virus Eftir Bjørt Samuelsen – Jú, kanska eiga vit eitt lítið klípi av æruni fyri, at alivinnan stend­ ur so stútt á beinunum í dag, svarar Debes Hammershaimb

Christiansen, heldur lítilátin, tá hann verður spurdur. Hann er mýlalívfrøðingur og leiðari fyri deildina tey kalla Pato, sum er fiska- og djórasjúkudeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í

úr luftini á einari smoltstøð. Tað er eitt kent fyribrygdi, at virus ferðast og smitta loftvegis, ja, man hevur funnið virus frá Sahara so fjart sum í Alpunum. Men tað hevur ongantíð áður verið staðfest, at ein virus, til

að at avbyrgja livandi virus úr luftini á einari smoltstøð

dømis ILA, kann smitta gjøgnum luftina á eini smoltstøð, fortelur Debes eldhugaður. Fyri at reinsa vatnið í smolt­ kørunum og vatnfiltur fyri CO2 verður stór mongd av luft sogin inn í hallirnar. Debes og hansara fólk søktu um pening til at fáa gjørt eina ph.d.-verkætlan fyri at kanna smittuvandan frá luftini. Tey fingu pengar frá Gransking­ arráðnum, frá vinnuni og frá MSCA – Marie Sklodowska-Curie Actions - stuðulsskipanini hjá ES. Síðani søktu tey eftir einum ph.d.-lesandi, og tað bleiv Dhiraj Krishna úr India, sum kom til


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Føroya at arbeiða við hesi verk­ ætlan. – Hansara ph.d. kanningar­ arbeiði hevur staðfest, at tað er samband millum mongd av virus í fiskinum, í vatninum í kørunum á smoltstøðunum, har fiskurin gongur, og so í luftini rundanum kørini. – Alt vatn, sum verður tikið inn á smoltstøðirnar verður

Í Føroyum er stutt frástøða ímill­um aliringarnar á sjónum og smolt­ støð­ir­nar á landi og harvið lut­fals­ liga lætt hjá tí sakleysa var­iant­ in­um av ILA at við­líka­halda eina ringrás av smittu

sílað og sóttreinsað. Tað verður ikki gjørt við luftina, sum nú er. Enn er hetta bert gransking fyri at staðfesta, hvaðani smittan kemur, og síðani royna at finna útav, hvat vit víðari kunnu gera fyri enn betri at fyribyrgja smittu, greiðir Debes frá. – Næsta verkætlan, sum vit søkja pengar til, er at kanna, um vit finna virus í luftini uttanfyri smoltstøðirnar og harvið kunnu gera eina leinkju millum tað, sum er uttanfyri og tað, sum er innanfyri á einari smoltstøð, fortelur Debes.

ILA HÚSSTAMMA Á SMOLT­STØÐ­UN­UM – Fyri nøkrum árum síðani megnaðu vit at staðfesta, at ILA smittan kemur og fer. At virusin er í umhvørvinum bæði á smolt­ støðunum og á sjónum alla tíðina sum liður í vistskipanini. At vandaleysa slagið av ILA-virus, ið vit rópa HPRO varianturin, smitt­ ar táknurnar á fiskinum, men liv­ ir meginpartin av tíðini friðarliga á fiskinum. Hann kann yvirliva í áravís á eini smoltstøð og vera ein sokallað hússtamma. – Vit prógvaðu, at í hendinga førum kann hesin vandaleysi vir­ us mutera, úrbregda, og blíva tann sjúkuelvandi varianturin av ILA, sum vit nevna HPRdel variantin, greiðir Debes frá. Nógvar orsøkir kunnu vera til, at virus úrbregda – tað kann vera strongd, tí fiskur­

13

Tá korona fór at herja, kom hvørt mansbarn í Føroyum at kenna navnið Debes Christiansen. Mannin, ið skjótt og effektivt hevði gjørt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna til reiðar at kanna fyri henda virus. Hann heldur handfaringina av koronu-kanningunum vera eitt gott dømi um, at vit í einum lítlum samfelagi í einari handarvending á skilagóðan hátt kunnu brúka førleikar tvørturum geirar. - Hetta hevði neyvan latið seg gera nógva aðrastaðni. At seta upp eina kanning fyri ávísan virus ella ávísa bakteriu, tað gera vit fyri alivinnuna hvønn einasta dag. Við PCR kanna vit arvastreingir, og tá er tað flúgvandi líka mikið, um tað kemur frá djóri ella menniskja – DNA ella RNA tilfarið er tað sama, sigur Debes.

in gongur so tætt, sár ella annað. Í Føroyum er stutt frástøða ímillum aliringarnar á sjónum og smoltstøðirnar á landi og harvið lutfalsliga lætt hjá tí sakleysa var­ iant­inum av ILA at viðlíkahalda eina ringrás av smittu. Tá útbrot koma av HPRdel variantinum, verður alt slaktað fyri at fyri­ byrgja spjaðing og bróta ring­ rásina av smittu. Arbeiðið at staðfesta, at greitt ílegusamband er ímillum HPRO og HPRdel variantarnar, er víða kent og útgivið í greinini “First field evidence of the evolution from a non-virulent HPRO to a virulent HPR-deleted infectious salmon anaemia virus” í viðurkenda tíðar­ ritinum Journal of general viro­ logy í 2017. Debes H. Christiansen stendur sum fremsti høvundi, saman við øðrum granskarum úr Føroyum, Noregi og Skotlandi. – Førleikarnir at skilja smittu og smittuvegir hava vit bygt upp her yvir mong ár, sigur Debes og vísir samstundis á, at alivinnan í dag byggir á nógva gransking og vitan, og at vinnan sjálv hevur raðfest fyribyrging og fakfólk við neyðugari vitan høgt.

FYRIBYRGING OG FRÁBOÐANARSKIPAN – Høvuðsendamálið við dagliga arbeiði okkara er at uppdaga smittu so snimma sum gjørligt, so til ber at fyribyrgja, at hon spjað­ ir seg. Við loypandi royndum av vevnaði frá táknum og innvølum, umframt av vatni, kanna vit fiskin fyri virus, bakteriur, sníkar, soppar, skaploysingar ella annað. Við at staðfesta ella útiloka orsøkina til ein trupulleika, eru vit við til at loysa avbjóðingar, greiðir Debes frá. Tað var ILA-virusin, sum stutt eftir seinasta aldarskifti kollrendi

týdning at hava eina almenna starvsstovu, sum er góðskugóð­ kend sum tilvísingarstarvsstova. – Vit mugu áhaldandi vera frammi í skónum. Eg plagi at sammeta tað við eitt sløkkilið, sum má hava røttu útgerðina og fólkini, so eldurin kann sløkkjast skjótast til ber og áðrenn, at alt brennur í grund. Okkara skylda er at hjálpa alarum so langt, sum yvirhøvur til ber, staðfestir granskarin og starvsstovuleiðar­ in Debes Hammershaimb Christ­ iansen.

alivinnuna, tá hon spjaddi seg til øll aliøki í landinum. Við átakinum “Basan av fiskasjúkum” varð farið undir at styrkja fiska­ sjúkudeildina á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og í “Kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA “ varð álagt Starvsstovuni at vaka yvir ILA.

Noregi, men ongantíð enn funnin í Føroyum. Koppseting fyri Pancreas Disease er kostnaðar­ mikil, so tað loysir seg betri at halda sjúkuni burtur.

Kemur vinnan til okkum við ein­ari sjúku, tey ynskja at kanna, so seta vit skipanina upp til tað. Eisini í teimum førum, har tað ikki loysir seg fíggarliga, tí so fáar royndir verða tiknar

FAKTA

Í sambandi við trý tey seinastu ILA útbrotini, sum verið hava seinastu árini, hava Debes og hansara fólk staðfest smittuna so tíðliga, at bindast kundi fyri stórari spjaðing. “Early Warning” kallar hann fyribyrgjandi skipan­ ina, sum verjir alivinnuna móti álvarsligum smittusjúkum. Á Pato kanna tey harumframt fyri fleiri aðrar laksasjúkur, sum vinnan sjálvboðin biður tey gera. Til dømis fyri brissjúkuna Pancreas Disease, ið er vanlig í

TILBÚGVING OG TÆNASTUR – Kemur vinnan til okkum við einari sjúku, tey ynskja at kanna, so seta vit skipanina upp til tað. Eisini í teimum førum, har tað ikki loysir seg fíggarliga, tí so fáar royndir verða tiknar, sigur Debes. Hann heldur tað hava stóran

Um Debes

Debes Hammershaimb Christiansen er MSc í mýlalívfrøði frá Københavns Universitet. Eftir loknan lesnað starvaðist hann í sjey ár á Ríkissjúkrahúsinum sum granskari í blóðkrabba. Síðani 2004 hevur hann starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har hann í dag er seniorgranskari og leiðari á fiska- og djórasjúkudeildini. Debes hevur saman við starvsfeløgum í fleiri førum gingið á odda í altjóða viðurkendari aligransking. Hann hevur saman við øðrum givið út 58 greinar í vísindatíðarritum, av hesum 20 sum granskari innan blóðkrabba og flestu aðrar um smittusjúkur við virus og bakterium í laksi. Í 2020 fekk hann ársins miðlaheiðursløn fyri framúr góða miðling av gransking, og í 2022 heiðursmerki og heiðursbræv frá privata lagfelagsskapinum Vitin fyri óvanlig og góð avrik føroysku tjóðini at gagni. Debes Hammershaimb Christiansen átti álitið at seta ólavsøkuna 2026.


14

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Átta verkætlanir fingu stuðul til gransking í ár

Løgtingið játtaði í ár 9 mió. kr. til stuðul til gransking. Játtanin var tann sama sum í fjør. Saman við avlopi frá lidnum og steðgaðum verkætlanum kundi Granskingar­ ráðið lata til tilsamans 9,3 mió. kr. í stuðli til granskingar­ verkætlanir. 46 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar. Av teimum fingu fýra ph.d. verkætlanir og fýra aðrar verk­ ætlanir stuðul.

Háupp­loysi­ligt vind­ atlas fyri Føroyar

Kroppurin í fornnorrønari gudafrøði

Upplivingar hjá sjúkra­ røktar­frøð­ing­um um trúnað og privat­lív

Eivy Kristiansen fer at granska hugburð og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til trúnað og privatlív Rannvá Næs Hoydal fer at granska kropsmyndamál í fornnorrønari gudafrøði.

Knud Simonsen, ph.d., fer saman við Turið Poulsen, ph.d., at menna eitt háupploysiligt vindatlas fyri Føroyar.

Ein verkætlan at menna eitt háupploysiligt vindatlas fyri Føroyar hevur fingið 487.000 kr. í stuðli frá Granskingarráðnum. Hóast Føroyar eru eitt lítið land, kann veðrið vera sera ymiskt frá einum staði til annað orsakað av fjallalendinum. Endamálið við verkætlanini er at gera eitt háupploysiligt vindatlas fyri Føroyar, har ávirkanin av fjallalendinum verður væl umboðað. Hetta verður gjørt við veðurmyndlinum WRF, sum Veðurstovan longu nýtir at gera stuttíðar veðurfor­ sagnir. Við at myndla veðrið og samanbera við mátingar á veðurstøðum kring landið, verður mynd­ ilin í mest møguligan mun tillagaður føroysku viður­ skiftini. Burturúr hesum tilfarinum fæst hagfrøðitøl um vindin, sum verða tøk sum vindatlas yvir Føroy­ um. Í fyrstu atløgu verður hugt eftir trimum teimum seinastu árunum, og síðani verður hugt eftir einum longri tíðarskeiði. Eitt tílíkt vindatlas væntast at gagna millum annað byggiverkfrøðini, orkuvinnuni, flutningsvinn­ uni, havfrøðini og veðurfrøðini. Umframt verður menta vitanin eisini brúkt til at menna útgávuna av veðurmyndlinum, sum verður brúktur til at gera dagligu veðurvánirnar, og sostatt at gagni fyri al­ menningin sum heild. Verkætlanarleiðari er Knud Simonsen, ph.d., havog veðurfrøðingur, og Turið Poulsen, ph.d., hav- og veðurfrøðingur, fer at standa fyri arbeiðinum við veðurmyndlinum. Verkætlanin verður framd í samstarvi millum Veðurstovuna og Háskóla Islands. Umframt stuðul frá Granskingarráðnum, verður verkætlanin eisini stuðlað fíggjarliga av Magn, Effo, Landsverki og Betri, umframt at SEV letur mátingar til verkætlan­ ina.

Rannvá Næs Hoydal hevur fingið 1,2 mió. kr. í stuðli frá Granskingarráðnum til eina ph.d.- verkætlan um kroppin í fornnorrønari gudafrøði. Rannvá Næs Hoy­ dal hevur bachelor-útbúgving í fornfrøði og masterútbúgving í átrúnaði og samfelagi (sosialvísindaligar tilgongdir til átrúnað) frá Durham University í Onglandi. Skrivligar fornnorrønar keldur hava ríkt tilfeingi av kropsmyndamáli, sum hevur veitt áhugaverd úrslit í vísindagreinum innan miðaldar- og víkinga­ aldargransking. Ph.d.- verkætlanin hjá Rannvá Næs Hoydal miðar eftir at varpa ljós á, hvussu til ber at styrkja innlit okkara í fornnorrøna mýtiska tanka­ gongd við at hava kroppin sum miðdepil, og hvussu hetta kann geva íblástur til nýggjar granskingartil­ gongdir innan fornnorrøna filologi. Ph.d. verkætlanin hjá Rannvá Næs Hoydal er staðsett á Fróðskaparsetrinum við samstarvi við Háskóla Íslands.

FAKTA:

Stuðul varð latin til hesar verkætlanir:

Rannvá Næs Hoydal: Kroppurin í fornnorrønari gudafrøði. Ein tvørfaklig tilgongd til kropsmynda­ mál í fornnorrønari gudafrøði. Ph.d.-verkætlan á Háskúla Íslands – 1.200.000 kr. Anna Eikhólm: Føroyski leisturin: Menning av sernámsfrøðiligari vitan í almenna skúlanum. Ph.d. verkætlan á Fróðskaparsetr­ inum – 1.700.000 kr. Eivy Kristiansen: Hugburður og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðing­ um í mun til trúnað og privatlív í

Eivy Kristiansen hevur fingið 1.700.000 kr. í stuðli frá Granskingarráðnum til eina ph.d. verkætlan um hug­ burð og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til trúnað og privatlív í einum lítlum sub-arktiskum samfelagi. Eivy Kristiansen er sjúkrarøktarfrøðingur, hevur master-útbúgving í løgfrøði og starvast sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum. Sosialir dynamikkir og persónligar relatiónir í smáum tætt knýttum samfeløgum við lítlum anonymiteti kunnu skapa torførar etiskar avbjóðing­ ar, sum gera tað trupult hjá sjúkrarøktarfrøðingum at liva upp til krøvini um trúnað og fakliga ábyrgd. Ph.d.-verkætlanin hjá Eivy Kristiansen fer grundað á spurnakanningar og einstaklingasamrøður at lýsa hugburð og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í sambandi við trúnað. Úrslitini av verkætlanini fara at kunna geva nýggja vitan um, hvussu sjúkrarøktar­ frøðingar handfara krøvini um trúnað í smáum sam­ feløgum. Endamálið er eisini at menna sjúkrarøktar­ praksis, tryggja rættindi hjá sjúklingum og styrkja álitið á heilsuverkið. Ph.d. verkætlanin hjá Eivy Kristiansen er staðsett á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróð­ skaparsetrinum.

einum lítlum sub-arktiskum samfelagi: Ein blandað háttalags­ kanning. Ph.d. verkætlan á Fróðskaparsetr­ inum – 1.700.000 kr. Elsa Krosstein: Greining av upprun­ anum hjá føroyingum, grundað á genomiskar dátur Ph.d. verkætlan á Københavns Universiteti – 1.000.000 kr. Thomas Ulrich: Broytandi viður­ skifti í havevnafrøði út frá hav­ botnsmineralum. Verkætlan á Clausthal University of Technology í Týsklandi – 1.100.000 kr.

Ása Jacobsen: Uppvakstrarøki hjá fiski á føroysku firðunum og tilgongd í vinnuliga troyttar fiskastovnar á landgrunninum. Verkætlan á Havstovuni – 1.058.965 kr. Knud Simonsen: Háupployst vindatlas fyri Føroyar. Verkætlan á Veðurstovuni – 486.790 kr. Pætur M. Holm: Betran av artrosuviðgerð í Føroyum. Verkætlan á Skurðdeplinum í Sjúkrahúsverkinum – 1.100.000 kr.


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

15

Mat- og tilfeingishúsið:

Miðstøð fyri menning av nýggjum matvørum – Vit hava rávørurnar, vitan og nógv góð hugskot. Mat- og tilfeingishúsið kann knýta hetta saman og hjálpa góðum hugskotum at gerast til vørur, arbeiðspláss kring landið og nógv størri virði fyri Føroyar. At fáa meira burturúr tilfeinginum er høvuðsmál okkara, sigur Drós í Ólavsstovu, ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum. Eftir Bjørt Samuelsen – Vitan skapar virðisøking. Seta vit stór mál fyri nýmenning, mat­ sjálvbjargni og at nýta alt tilfeing­ ið, so krevur tað, at vit byggja upp førleikarnar til at fremja hetta í verki, heldur Drós í Ólavsstovu, ið er ráðgevi í Mat- og tilfeingishús­ inum, sum skal verða ein miðstøð fyri kleking av góðum hugskotum og menning av nýggjum matvør­ um. Møguleikarnir at fáa meira burturúr tilfeinginum tróta ikki. Føroyar eru ríkt signaðar við til­ feingi - fiskur, aldur laksur og tari. Seyður, mjólk, neyt, epli, rabarbur, annað grønmeti og urtir við meira. – Tað er umráðandi at hava eitt stað at venda sær við sínum hugskotum, og mín uppgáva er at sparra og finna fram røttu vitan­ ina, útgerðina og møguligar sam­ starvspartnarar, og stuðla undir at leggja eina realistiska leið fyri einari vøru, sum kann framleið­ ast og seljast. – Eg fari fegin út til fyritøkur kring landið at tosa við íverkset­ ar, sum arbeiða við spennandi verkætlan ella framleiðslu. Tað er ein týðandi uppgáva at savna vit­ anina og fáa nyttu av royndum hvør hjá øðrum, sigur Drós og vísir á samstarvið millum Matog tilfeingishúsið, iNOVA, Setrið, Íverksetarahúsið við fleiri.

RÁÐGEVING OG UMSTØÐUR AT ROYNA SEG Mat- og tilfeingishúsið húsast saman við iNOVA á Hoyvíks­ vegnum í Havn. Her er væl út­ gjørdur royndarkøkur og starvs­ stova. Ein fyritøka roynir í løtuni at virðisøkja fiskarávøru, ein arb­ eiðir við nýggjari vøru, onkur er komin til framleiðslu, og fleiri liggja framvið við góðum hug­ skotum. – Vit kunnu hjálpa frá hugskoti

til royndarvøru og víðari móti lidnari vøru, og til ber at leiga seg inn í avmarkað tíðarskeið til minni framleiðslur. Menningini av vøruni stendur fyritøkan sjálv fyri. Eg kann stuðla undir eina realistiska leið fyri vøruna, greiðir Drós frá. Tørvur og avbjóðingar hjá einum íverkseta ella fyritøku eru fleiri: Tíð, starvsfólkaorka, fígg­ ing. Atgongd til útgerð og roynd­ arframleiðslu. Vitan um markn­ aðarføring, reinføri, haldføri og góðsku. Lóggáva og krøv til merk­ ing. At kanna marknaðin, duga at selja og taka stigið frá royndar­ køki til størri framleiðslu.

MAT- OG TILFEINGISNETVERK Mat- og tilfeingishúsið arbeiðir saman við Setrinum fyri at stovna eitt mat- og tilfeingisnetverk Food & Bio Cluster Føroyar. Í juni varð skipað fyri stórari verkstovu, har evnið var burðardygg menning av mat- og tilfeingisøkin­ um. Her møttu eini 40 fólk úr vinnuni, almennum stovnum, íverksetar og onnur við áhuga fyri at menna matvøruøkið. Evnini vóru: Gagnnýta tilfeingið best møguligt, Matsjálvbjargni, Ný­ skapan, Fremja staðbundnan landbúnað og Netverk um góðsku­ skipanir og optimering. Ætlanin er at halda fram við hesum arbeiði. Í vár varð eisini skipað fyri grønmetisveltiskeiði í Kollafirði, í Suðuroy og á Sandi, í samstarvi við Búnaðarstovuna, Veltuna, Matkovan og Rótina.

VIRÐISMIKLARI ÚTFLUTNINGUR OG NÝGGJAR VØRUR HEIMA Vørur til útflutnings skulu lúka strong heilsufrøðilig krøv. Avtal­ an við ES avmarkar, hvørjar vør­ ur vit kunnu útflyta, og nógvir tollmúrar eru. At menna útflutn­ ingsvørur er tí ikki heilt einfalt. Hvørjar vørur heldur Drós vera

Vitan skapar virðisøking. Tí er umráðandi at savna og fáa gagnnýtt umstøður og førleikar betri, heldur Drós í Ólavsstovu, ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum. Tekstur og lepar á talvuni eru frá stórari verkstovu, sum var í summar. Mynd: Bjørt Samuelsen

tær mest uppløgdu at leggja orku í? – Vit eiga fyrst at hyggja at teimum rávørum og hjáfram­ leiðslum, sum longu eru tøkar í stórum nøgdum. Her eru møgu­ leikar, sum kunnu setast í verk skjótari enn verkætlanir, ið krevja heilt nýggja framleiðslu. Kunnu vit finna hættir at góðska laksa­ blóð, fiskaskræðu og slógv, so vit lyfta virðið á hesum tilfeingi, ið oftast verður selt til framleiðslu aðrastaðni, spyr Drós og vísir á hávirðisvørur til heilsu- og kosm­ etikkídnaðin, sum fleiri granna­ lond eru komin langt við. Samstundis vísir hon á mongu møguleikarnar at menna nisju­ vørur til heimamarknaðin, ikki minst til vaksandi talið av ferða­ fólki. – Vit eiga at framleiða fleiri føroyskar gerandisvørur. Kanna, hvørjar vørur kunnu framleiðast kappingarført til handilshillar­ nar her heima. Eisini nisjuvørur til ferðafólkini. Tað kann gera okkum meira matsjálvbjargin og veita samfelagnum matvøru­ trygd, sigur Drós.

NÝGGJ MAT­VØRU­ÚT­ BÚGVING OG MØGU­ LEIKAR HJÁ LESANDI Leiðarin í Mat- og tilfeingishús­

inum fegnast um, at tey á Setrin­ um fyrireika eina útbúgving inn­ an matvøruvísindi: – Matframleiðsla er høvuðs­ vinnan í Føroyum, og vit hava tí sjálvandi tørv á fólki við vitan um mat, rávørur og framleiðslu. Føroyskar fyritøkur skulu lúka alsamt strangari krøv til útfluttu vørurnar. Samstundis skulu tær nýmenna og vera kappingarførar. Til tað krevst starvsfólk við vitan um lívfrøði, evnafrøði, fram­ leiðslutøkni, góðsku og vøru­ menning. – Ein føroysk útbúgving í mat­ vøruvísindum tekur støði í okk­ ara egna tilfeingi og tí eisini í teimum serligu avbjóðingunum og møguleikunum, sum okkara vinna hevur. Útbúgvingin eigur at verða ment í tøttum samstarvi við vinnuna, Mat- og tilfeingis­ húsið og aðrar viðkomandi stovnar, sigur Drós og vísir á, at ímeðan Setrið tryggjar akadem­ iska grundarlagið, so ber sam­ stundis til at gagnnýta serútgerð hjá eitt nú iNOVA og at knýta gransking og praktiska vøru­ menning at tørvinum hjá vinn­ uni. Hon heldur, at Mat- og til­ feingishúsið kann vera bindilið ímillum lesandi á Setrinum og vinnufyritøkur, so tey lesandi

arbeiða við veruligum rávørum og avbjóðingum hjá fyritøkum. Og at ein útbúgving í matvøru­ vísindum á Setrinum hevði fing­ ið fleiri at nomið sær hesa út­ búgving – og at verða verandi í Føroyum.

FRAMTÍÐIN NÆRKAST Mat- og tilfeingishúsið varð stovnað í fjør sum ein eind undir Vinnumálaráðnum. Byrjað er við einum fulltíðarsettum starvsfólki, men frameftir er helst tørvur á at útbyggja við tekniskum førleikum og øðrum. Nær sær Drós í Ólavs­ stovu fyri sær, at hesar íløgur í matvøruvísindi og vinnu av álvara fara at síggjast aftur? – Miðsavningin av vitanini og førleikunum er alneyðug, skulu vit gera tey stóru lopini. Vit eru ov fá til, at øll arbeiða hvør sær, og kunnu fáa nógv meira burtur­ úr við at savna førleikarnar og deila vitan og royndir. Mín visjón er, at um fimm ár eru munandi fleiri føroyskar matvørur á hill­ unum, fleiri hjáframleiðslur hava ment seg til hávirðisvørur, og munandi fleiri fyritøkur sam­ starva við granskingarumhvørv­ ið fyri at nýmenna vørur.


16

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Sjófeingi – lykil til matveitingartrygd Norðbúgvar eta alsamt minni fisk og størsti parturin av tilfeinginum verður útflutt. Tað ger okkum sárbær í kreppustøðu. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur tí sett fokus á samstarv um sjófeingi sum liður í mattilbúgving og sum heilsuátak.

FAKTA Um Bente Torstensen:

Eftir Bjørt Samuelsen

N

orska Nofima, ið telist millum fremstu mat­ granskingarstovnar í Evr­ opa, gav í juni út frágreiðingina Nordic Aquatic Food Systems um stóra strategiska týdningin av sjó­ feingi bæði fyri tilbúgving og heilsu. Frágreiðingin var gjørd í samstarvi við fleiri universitet í Norðurlondum, teirra millum Setrið. Bente Torstensen er stjóri á No­ fima, og undir heitinum “Nordiske akvatiske matsystemer – et felles ansvar for bærekraft og mat­ sikkerhet” helt hon fyrilestur á ráðstevnuni Fiskur og framtíðin, sum formansskapurin fyri norður­ lendskt fiskivinnusamstarv undir Norðurlendska Ráðharraráðnum skipaði fyri í juni í Silo.

AT ETA MEIRA FISK = MATTRYGD – Okkum tørvar mattilbúgving og at skilja sárbæri okkara. Vit mugu kortleggja, hvaðani maturin kem­ ur, kenna øll veitingarliðini og vita, hvat hendir, verða hesi kvett. Hvussu tryggja vit øllum økjum í londunum mat og vatn í kreppu­ støðu, spyr Bente Torstensen og greiðir frá, hvussu høvini kring Norðurlond á burðardyggan hátt kunnu tryggja okkum føðina í eini tíð við vaksandi óvissu, veðurlags­ broytingum og trýsti á tær mat­ vøruskipanirnar, sum vit øll eru tengd at. – Vit kunnu og eiga at fáa fólk at eta meira fisk og annan sjómat. Tað er týðandi liður í mattilbúgv­ ingini, sigur Bente og leggur aftur­

Føroyar vóru vertir fyri árliga fundinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri fiskivinnu, alivinnu, landbúnað, matvørur og skógbrúk í juni. Havið var høvuðsevni á fundinum, har ráðharrar og ráðfrýr í Norðurlondum hittust at tosa um felags avbjóðingar og møguleikar innan matvøruframleiðslu, tilbúgving, veitingartrygd og burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi. Londini vóru samd um, hvussu týdningarmikið tað er, at Norðurlond samstarva um felags loysnir í eini tíð við vaksandi óvissu og nýggjum avbjóðingum. Samtykt varð at seta á stovn norðurlendskt samstarv um matveitingartrygd millum matvørumyndugleikarnar í londunum.

at, at hetta eisini snýr seg um búnaðarvørur, ja allan mat, ið vit sjálvi kunnu framleiða. – Vit kunnu gera avtalur og skipanir í friðartíð. Hvørjar mat­ vørur, eitt nú fisk og grønmeti, framleiða vit longu, og hvørjar kunnu vit framleiða meira av? Hvat skulu vit framleiða, sum kann tryggja støðuga matveiting, eisini í krepputíð? Hvussu loka vit gloppið millum hesi? Hetta snýr seg í stóran mun um brúkaraat­ burð, tí brúkarin má vilja keypa og eta framleiddu vøruna. Politiski myndugleikin eigur at stinga hetta greitt út í kortið og tillaga stuðulin til málið, sigur Bente.

PRÍSUR ER AVGERANDI Fá eru búskaparliga so tengd at fiski- og alivinnu sum Føroyar. Býta vit tons av fiski uppá íbúgv­ an, so eiga føroyingar met, vísir norðurlendsk greining. Tað merk­ ir kortini ikki, at allir føroyingar hava lætta atgongd til fisk í ger­ andisdegnum. Uttan innløgufólk í húsinum er fiskur dýrur luksusmatur. Í feskvørudiski í Havn kanst tú keypa toskaflak fyri 289 kr. fyri kilo ella reyðsprøkuflak fyri 190 kr. fyri kilo.

– Fá prísin niður! Tað er alneyð­ ugt, skal tað eydnast at fáa fólk at eta meira fisk. Og so mugu vit læra at gera mat, sum teimum ungu dámar – til dømis taco við fiski, sigur Bente og nevnir norska átakið “Fiskesprell”, sum norsku myndugleikarnir gjørdu fyri at eggja serliga børnum og ungum at eta meira fisk. – Kanningar eru gjørdar um brúkaraatburð hjá ungum. Ung fólk vita væl, at fiskur er sunnur, og tey vilja fegin eta fisk. Men tey halda fisk vera ov dýran og ov krevjandi at matgera. Tí velja tey heldur malið kjøt, høsnarunga ella bíliga pitsu, greiðir norski No­ fima-stjórin frá. Hon gevur eitt dømi um prískapping ímillum tvær handilsketur í Norra, sum gjørdi, at fiskur ta løtuna bleiv nógv bíligari. Sølan av fiski vaks nógv, serliga millum tey ungu, eitt nú lesandi.

POLITISKI MYNDUGLEIKIN HEVUR AM­BOЭINI – Politiski myndugleikin hevur eisini fíggjarlig amboð at lækka prísin á fiski og øðrum sjómati, sum er so avgerandi. Somuleiðis kann tað almenna velja at ganga á odda við at nýta lokalar rávørur

og ymisk sløg av fiskavørum á al­ mennum stovnum sum barna­ gørðum, skúlum, ellisheimum og sjúkrahúsum. – Hvussu fáa vit børn og ung at vilja og at “duga” fisk? Í friðartíð skulu vit leggja greiða ætlan fyri, hvussu vit gera, heldur Bente Torstensen, sum eisini vísir á, at tað serliga eru tey dýraru sløgini sum toskur, hýsa, rækjur og líkn­ andi, ið eru atkomilig í keypsdisk­ unum. Fleiri bíligari fiskasløg verða einans útflutt ella nýtt til fóður, sum kundu verið gjørd lætt­ ari atkomilig sum matvøra fyri vanliga brúkaran í Norðurlond­ um. Norðurlond eru væl skødd til í felag at byggja eina veitingarskip­ an sum liður í tilbúgvingini, tí hvørt land hevur okkurt at lata til felagsskapin. Finnland og Svøríki framleiða nógv timbur, Danmark nógvar landbúnaðarvørur, Føroy­ ar, Ísland og Noreg eina rúgvu av fiski, og Noreg hevur eisini olju og gass. Júst hetta seta Norðurlanda­ ráðið og Norðurlendska Ráðharra­ ráðið ljósið á, nú óunnilig útlit fyri framman gera, at verja, tilbúgving og matveitingartrygd eru komin ovast á dagsskránna.

Bente Torstensen er stjóri á norska Nofima, ið telist millum fremstu matgranskingarstovnar í Evropa og hevur høvuðssæti í Tromsø. Hon hevur í samstarvi við m.a. Fróðskaparsetrið, givið út frágreiðing um stóra strategiska týdningin av sjófeingi bæði fyri tilbúgving og heilsu. Bente Torstensen er doktari í føðslulívfrøði frá Universitetinum í Bergen og NIFES og hevur meira enn 20 ára royndir sum granskari og granskingarleiðari fyri tryggan og sunnan sjómat, fiskaføði og alivinnu í NIFES og Nofima. Bente hevur eisini arbeitt fyri MOWI sum altjóða liðleiðari innan fiskafóður og hevur røkt fleiri norskar og altjóða álitisuppgávur, eitt nú í Norges Matsystemutvalg, European Aquaculture Society (EAS) og Forskningsrådets HAVporteføljestyre.


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

17

Nýmatur og burðar­dyggari nýtsla av tilfeinginum Stórur partur av fiskiveiðuni verður ikki gagnnýttur til matna. Nýmennandi tøkni gevur stórar møguleikar fyri nýggjum matvørum, framleiddar úr rávørum, sum enn ikki eru vanligar at brúka, ella sum í dag fara til djórafóður ella til spillis.

FAKTA Um Charlotte Jacobsen: Charlotte Jacobsen er ph.d. og professari í í lívvirknum evnum, greining og nýtslu (Bioactives – Analysis and Application) á DTU. Hon er altjóða kend fyri granskingararbeiði sítt við omega-3 feittsýrum úr ymiskum tilfeingi og tránan av feitti í mati við omega-3. Hon arbeiðir eisini við menning av nýggjum tilfari úr lítið gagnnýttum plantu- og sjótilfeingi og hevur fingið virðislønir úr fleiri londum fyri arbeiði sítt. Charlotte hevur leitt fleiri danskar og altjóða granskingarverkætlanir og latið úr hondum fleiri enn 340 fakliga virdar greinir og bókatættir umframt at ritstjórna seks bøkur. Á ráðstevnuni Fiskur og framtíðin í Silo, helt hon fyrilestur undir heitinum: Hvussu kann nýmennandi tøkni vera við til at tryggja framtíðar burðadygga nýtslu av havsins tilfeingi.

Eftir Bjørt Samuelsen – Tað er skylda okkara at brúka til­ feingið betri. Fólkatalið í heimin­ um veksur, og vit hava so nógvar góðar grundgevingar fyri burðar­ dyggari nýtslu av tilfeinginum. Hetta sigur Charlotte Jacobsen, ið er ph.d., professari og granskingar­ leiðari á matstovninum á DTU. Charlotte hevur drúgvar royndir við verkætlanum, sum snúgva seg um at gagnnýta til­ feingi bæði frá plantum og úr sjónum. Síðustreymur kallar hon tað, sum eftir er, tá høvuðs­ streymurin, tað er flakini, er skorin til matna í fiskavirking, tí henni dámar ikki orð sum rest­ vøra ella burturkast. Fyri summi fiskasløg fer bróðurparturin til annað enn mannaføði, 80% av sild og brislingi fer til framleiðslu av fiskamjøli og fiskaolju.

VINNA OG GRANSKING SAMSTARVA – Hetta er jú góð rávøra, og tað ber væl til at fáa fulla nyttu av øllum tilfeinginum, sigur hon og greiðir frá um hybridmat ella blendismat, har tað einans er hugflogið, ið set­ ir mørk. Eitt nú ber til at brúka tara og mikroalgur at framleiða burðardyggan blendismat. Mest nærliggjandi er at brúka tilfar, sum vit hava við hondina. Sum dømi nevnir hon Sweden Pelagic, sum brúkar fiskabeinmjøl í ymisk­ um matvørum til vælumtóktan skúlamat. – Matur úr havinum er sunnur og inniheldur stóra mongd av omega-3-fitisýrum. Tí er umráð­ andi at duga væl at verja fiskaolj­ una, so hon ikki tránar, og vit hava gjørt góðar royndir við náturlig­ um antioxidantum í rosmarinúr­ drátti, greiðir Charlotte frá. Á matvørustovninum undir DTU eru meginparturin av verk­ ætlanunum samstarvsverkætlan­ ir, ofta við vinnuna. Tey finna so lesandi, ella lesandi venda sær til teirra við ynski um ávísa verkætl­

Charlotte Jacobsen, ph.d., professari og granskingarleiðari á matstovninum á DTU, hevur drúgvar royndir við verkætlanum, sum snúgva seg um at gagnnýta tilfeingi bæði frá plantum og úr sjónum. Mynd: Jesper Scheel, DTU

an. Á DTU eru tey rættiliga opin fyri góðum hugskotum í tann mun, rúm er fyri teimum. – Tarafyritøkan Ocean Rain­ forest hevur verið partur av ein­ ari verkætlan, men tað er ikki ofta, at føroyskar fyritøkur eru við í teimum verkætlanum, vit arbeiða við, sigur Charlotte. Charlotte undirvísir í matvøru­ tilfari, og kennir tí flestallar næm­ ingarnar knýttar at matvørueind­ ini, og nakrir fáir føroyingar hava gjøgnum árini verið har, ein teirra er Marin Theodora, sum samrøða er við í Vísindavøkublaðnum.

hættir skulu góðkennast til matna. Tá eplini komu úr Suður­ amerika til Evropa í átjandu øld, var hetta nýmatur. Tey vunnu ikki fótafesti í Føroyum fyrr enn fyri áleið 200 árum síðani, og vóru vit millum tey seinastu í Evropa at taka til okkum eplini, sum í dag eru gerandiskostur. Tari er nútíð­ ar dømi um rávøru við stórum potentiali fyri framman. Ella reyð­ æti, sum ætlanir eru um at fara at veiða her heima.

NÝMATUR ER FRAMTÍÐIN

– At menna hættir at brúka rávør­ urnar betri og nýta ónýtta rávøru er eitt risastórt putlispæl. Politik­ ararnir hava dugað væl at latið pening til gransking og menning. Tørvur er nú á at fáa flutt alla vitanina út á marknaðin við veru­ ligum vørum. Neyðugt er eisini at hava størri fokus á burðardygd. – Skal tað eydnast at fáa økt munandi um nýtsluna av hjávør­ um og nýggjum rávørum, er neyð­ ugt, at vit hjálpa fyritøkunum til at menna burðardyggar vørur, sum kanska ikki loysa seg her og

Í ES er Novel Foods, nýmatur, al­ lýst sum matur, ið ikki ella í sera avmarkaðan mun hevur verið nýttur fyri mai 1997. Dømi um ný­ mat kann vera chiafræ ella mung­ bønir, sum í nýggjari tíð er vorðið vanligt í okkara kosti, ella meira eksotisk ting sum krillolja, prote­ inir útvunnin úr smáverum og soppum ella rávøra, sum er við­ gjørd við nútímans tøkni fyri at fremja ávísar eginleikar, til dømis hægri innihald av vitaminum. Nýggjar rávørur og viðgerðar­

FRÁ VITAN TIL MARKNAÐ KREVUR ÁTØK

nú, men í longdini. Neyðugt er at gera nøkur felags átøk, sum krevja nakað av politikarunum, fyritøk­ unum og universitetunum, soleið­ is at nógv meira fæst burturúr úrslitunum, sigur Charlotte Jacob­ sen avgjørd. Hon tekur fram Ísland, har tey hava sett á stovn Iceland Ocean Cluster. Har eru nógvar fyritøkur, sum arbeiða við at menna vørur úr sjófeingi, savnaðar undir sama taki. Eitt fyrimyndarligt dømi um, hvat ið kann koma burturúr. Tí hóast fyritøkurnar kappast, so fáa tær eisini nógv burturúr, at alskyns førleikar eru savnaðir á einum staði. Í Føroyum verður arbeitt við líknandi ætlan. Nær sær Charlotte Jacobsen, sum telist millum royndastu granskarar á økinum, so fyri sær, at nýmatur og blendismatur av álvara fara at verða vanligar á døgurðaborðinum? – Um 5-10 ár kunnu blendis­ matvørur av álvara verða veru­ leiki, um fyritøkur, start-up fyri­ tøkur, lesandi o.s.fr verða stuðlað og eggjað at fáa tað framt, sigur Charlotte Jacobsen at enda.


18

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Finn 5 feilir

Mynd: Adrian Dalsá ©

Granska hetta nærri!

KROSSORÐAGÁTA

eftir Bergur Dalsgaard

er føddur í Sørvági í 1 Hann 1949 og fekk miðlaheiðursløn

kallast tað, ið tekur seg 4 Hvat upp, tá aldur bróta og luft

í Grønlandi og á Sval2 Norðast barði eru luftgranskingarstøðir.

eitur rúmdarbilurin hjá 5 Hvussu NASA, sum lendi á Mars í februar

eitur størsta gransking3 Hvussu arskipið í Norðurhøvum, ið síðan

hvørji bygd er privati gransk6 Íingarstovnurin Sjókovin, ið varð

Granskingarráðsins í 2013?

verður blandað upp í sjógvin?

Hvar eru ætlanir um, at ein slík skal vera í Føroyum?

2021, og sum er á tremur við hátøkniligari útgerð?

2006 hevur havt eitt tól at máta havstreym?

1

bergur

.net 2026

5

2

ARGI

3

4

FRUMEVNI, IÐ EISINI VERÐUR NEVNT TUNGSTEN

56

HERMI

LAND Í 8 AFRIKA KONGSRÍKI

7

SUM TÝSK Á 51

FRUKT YVIRSTÆTTIN FUGLAR

THULIUM ...? FRANCISCO

TIN STRÍÐAST BÓRU VIÐ

STÓRVELDI

DREKKAÍLAT

DOKTARI

ÍBÚGVI

HITT

BÝUR

DANSKT NAVN RUSSISK Á

2

LJÓÐFØRI LAND ÚTGERÐ TIL ALING 2 EINS

AKFØRINI

STÓR SKÁL

VREIÐI

5

HANDVERKARI

SVEIGGJAR

SPARUM ...? VÁR SKÓ

ÚTLENDINGURIN 3,14

IKKI ORÐAÐ FRUMEVNI

1

HEKTARI

FUGLALJÓÐ

2 EINS

OVURSTÓRAR

EIKINØT

HERSKIP LIÐAMAÐKUR

4

LOCH ...?

VØKSTUR

NATRIUM

SPANIA

RÓMV. TAL

FYRISTØÐUFÓLK FISKUR

AM. BÝUR

1. PERS.

6

settur á stovn í 2020 við Unn Laksá sum stjóra?

FORMUR

BINDINDI

SJÁLVLJÓÐ

3

ARBEIÐARIN LUKTAR VÆL TÓNI

KASPAROV

Hvør stovnur hevur hesa mynd í sínum búmerki?

1501

GEVIÐ GÆTUR KJARNASÝRA

GIVNIR

VENJA UPP

501

6

BÍBLIULESTUR NETADRESSA

VIÐGERA SKINN NIKKUL

Í ONGUM KLÆÐUM

FRAMT

DEYVIR

LIVI

Loys kossorðagátuna, finn loyniorðið og vinn eina rundvísing umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra. Send okkum loyniorðið saman við navni, bústaði og telefonnummari á gransking@gransking.fo áðrenn 15. oktobur 2026, og ver við í lutakastinum um vinningin.

LOYSNIRNAR TIL ALLAR GÁTURNAR VERÐA KUNNGJØRDAR Á GRANSKING.FO 15. OKTOBUR.


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

19

Møguleikar at nýmenna kunnu eggja FAKTA ungum granskarum at virka í Føroyum Um Marina Theodoru:

BSc. í matvøru- og føðsluvísindum á KU í samstarvi við DTU (samstarvsútbúgving). Gjørdi bachelorverkætlan um at skapa burðardygt pakkitilfar til matvørur úr føroyskum tara.

Tættari samband millum vinnuna og lesandi uttanlands, gjarna umvegis Setrið, hevði borið samfelagnum nógva nýggja vitan og møguleikar fyri menning, ikki minst á matvøruøkinum, har menningin gongur við rúkandi ferð. Eftir Bjørt Samuelsen – Spennandi størv, har møguleiki er at granska og nýmenna, høvdu eggjað ung­ um granskarum at flutt til Føroya eftir lokna útbúgving. Fleiri lesandi høvdu uttan iva valt at granska og gjørt upp­ gávur í Føroyum, fingu tey møguleikan. Vinnufyritøkur og Setrið eiga at kýta seg nógv meira at skapa sambond við lesandi uttanlands. Tað heldur Marin Theodora Skaalum Joen­ sen, sum í løtuni skrivar høv­ uðsritgerð á lívtøknifyritøkuni Novonesis, sum lesandi í mat­ vørutøkni á DTU. Evnið á høvuðsritgerðini er nýmenning av drekkivørum. Unga Marin hevur longu gjørt vart við seg í nýmenning. Saman við lestrarfelagnum Mika Damm Laursen kom hon gjøgnum nálar­ eygað til Skylab Ignite Program, ið er íverksetaraskeið á DTU. Tær vunnu heiðursløn fyri verkætlan teirra at menna pakkitilfar úr føroyskum tara til matvøruvinn­ una, eitt burðardygt náttúrutilfar. Við heiðrinum fylgdu 25.000 kr. til menning av fyritøku teirra. Taran fingu tær frá Ocean Rain­ forest. – Tørvur er á fólki við hægri útbúgving innan matvøruøkið, og her er so nógv, sum kundi komið burturúr tí nógva tilfeing­ inum, vit í Føroyum hava – fyri vinnuna, fyri samfelagið og fyri universitet okkara, heldur Marin. – Júst tara-framleiðsla er eitt dømi um, at vit í Føroyum kunnu knýta fleiri lesandi at gransking­ arverkætlanum, heldur Marin. Eisini í fiskivinnuni, alivinnuni ella vinnuni sum heild sær hon nógvar møguleikar.

GERA SUM TEY ALTÍÐ HAVA GJØRT Tá eg spyrji hana, hvussu svong føroyska vinnan er eftir at bjóða seg fram við verkætlanum at granska og menna, svarar Marin, at hon ikki kennir nakran lesandi, sum er knýttur at vinnuni her, tó onkur kann vera, men: – Mín kensla er, at hugburðin er eitt sindur: If it ain't broke,

MSc. (cand. polyt) í Engineering Food Technology (matvøruverkfrøði) á DTU. Ger høvuðsritgerð nú og verður liðug í februar. Lestrarstørv:

don't fix it. At føroyska fiskivinn­ an er sera dugnalig til at gera tað, sum tey altíð hava gjørt. Vinnuni tørvar útbúgvin fólk fyri at ný­ menna, men útbúnu fólkini mugu eisini hava nakað spenn­ andi at koma heim til, sigur hon. Marin kennir væl øll argu­ mentini fyri, hví tað kann vera trupult at ganga nýggjar leiðir: væntandi marknaðaratgongd, tollmúrar, vit eru ov fá, tað er ov lítið pláss og so framvegis, men hon heldur, at bæði vinna og uni­ versitet kundu kýtt seg munandi meira. – Eg havi so sjálv ikki møtt nøkrum størri áhuga frá vinnuni ella frá Setrinum. Haldi at tey kunnu gera nógv meira fyri at fáa samband og samstarv við okkum lesandi uttanlands, sigur Marin og vísir til stóra tapið av ungum fólki, sum ongantíð venda heim aftur eftir lestrartíðina.

FØROYSK MATVØRUÚTBÚGVING SKAPAR MØGULEIKAR Marin vónar, at ein matvøruverk­ frøðiútbúgving á Setrinum gerst veruleiki. Eisini her er ein upp­ lagdur møguleiki at spyrja tey ungu lesandi: Hvat halda tit krevst, og hvussu halda tit, at hetta kann gerast? – Setrið kundi verið liðurin ímillum vinnuna og tey lesandi. Ein lesandi uttanlands átti at havt møguleikan at komið við einum góðum hugskoti og fingið hjálp til at ført tað út í lívið í sam­ starvi við vinnuna, hugsar Marin, sum hevur enn eitt ítøkiligt hug­ skot:

Koronaárið 2020 flutti Marin Theodora Skaalum Joensen niður fyri at fara undir lesnað í matvørutøkni á Keypmannahavnar Universiteti - KU. Í løtuni skrivar Marin høvuðsritgerð á Danmarks Tekniske Universitet – DTU - og hevur lestrarstarv á einum av mest framkomnu fyritøkunum innan lívtøkniligar loysnir - Novonesis. Hvagar leiðin gongur eftir masterheitið, veit 25 ára gamla Marin ikki enn. Men hon veit, at hon ætlar sær at lenda eitt stað, har vítt er til veggja, og ríkt rásarúm er fyri góðum hugskotum og menning. Mynd: Christian Green

– Tey kundu lýst eftir fólki, sum eru lesandi innan ávís øki, til dømis matvøruøkið. Hygg - hetta eru verkætlanir, sum vinnan ynskir at fáa framt, ella sum vit ynskja at granska í. Hvør hevur hug at bjóða seg fram? Marin hevur nú frætt um, at royndir áður hava verið gjørdar at fáa lesandi uttanlands at skrá­ seta seg í einari databasu, so yvir­ lit er yvir tey. Men hon hevur ongantíð hoyrt um hetta hesi árini, hon hevur lisið. Sjálv er hon ikki í iva um, hvussu umráðandi tað er, at lesandi fáa tætt sam­ band við vinnuna ella veruliga heimin. – Tú lesur teori, og tá kann tað vera trupult at skilja, hví hetta er neyðugt at læra. Men stendur tú í einari fyritøku við einari veru­ ligari avbjóðing, so mást tú finna útav, hvussu tingini virka, og hvussu hetta ítøkiliga problemið kann loysast. Tá gerst tað ítøkiligt og veruleikakent, heldur Marin, sum vísir á, hvussu fyritøkan og tann lesandi kunnu fáa stórt gagn av samstarvinum. – Sjálv tendri eg uppá hetta at skula loysa eitt problem. At brúka tað eg havi lært - at hugsa innovativt. At hugsa: hvat kundi hetta verið brúkt til, ella hvussu kundu vit gjørt hetta betri? for­ telur Marin eldhugað.

VIL BRÚKA ÚTBÚGVING OG FØRLEIKAR Og spurd hvat, ið skal til fyri at fáa hana at koma til Føroya eftir loknan lestur, er hon skjót at svara: – Eg vil kunna brúka mína út­ búgving og førleikar. Vil hava eitt starv, har eg mennist sjálv, men eisini har eg kann vera við til at menna arbeiðsplássið, vinnuna ella fakøkið sum heild. Tað er ikki freistandi at fáa eitt arbeiði, har eg skal gera tað sama, sum onnur hava gjørt í áravís. Eg vil fegin halda fram at hugsa og arbeiða nýmennandi. At Føroyar eru serstakar og unikar er hon als ikki í iva um. Og tað kann eisini lokka og eggja granskarum at koma til landið, um umstøðurnar annars eru góð­ ar: – Til dømis hevði eg hildið tað verið spennandi at granska í før­ oyskari matmentan ella serfør­ oyskum matvørum, eitt nú í skerpikjøti ella grind, og tað kanst tú illa gera nakra aðra­ staðni enn í Føroyum, sigur hon og leggur dent á, at tað eisini ræð­ ur um at síggja møguleikarnar og leggja viðurskiftini til rættis, so tey, sum fara av landinum at lesa og granska, hava nakað ítøkiligt at venda heim aftur til.

Landbrug & Fødevarer. Arbeitt við nýmennandi verkætlanum innan gastronomi, planturíkar matvørur og vistfrøði. Novonesis, Global Portfolio & Innovation, Human Health. Arbeiðir við kostískoyti við serligum denti á marknaðarviðurskifti og møguleikar fyri menning. Kannar nýggjastu granskingina, tøkniligu menningina og marknaðarrákini til tess at menna gamlar og nýggjar vørur. Høvuðsuppgávan, serritgerðin, sum Marin arbeiðir við: Novonesis, Food & Beverage, Applied Research: Evnið er nýmenning av drekkivørum, og endamálið er at skapa nýggjar drekkivørur og eina matematiska modell, sum kann geva ábendingar um týðandi góðsku- og matvørutrygdarviðurskifti í vørunum.


20

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Tróndur Møller Sandoy heldur saman við Eriku A. Hayfield togendanum í umfatandi kanning um hugin hjá ungum at fara av landinum, og avgerðum hjá parti teirra um at venda heimaftur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Leita eftir søguni um útlongsul og heimlongsul hjá ungum Hví velja ung at fara av landinum at lesa? Hvat eggjar teimum, at flyta heim aftur og hví velja so mong teirra at festa røtur í Danmark? Hetta eru spurningar, sum Tróndur Møller Sandoy, adjunktur á Setrinum, saman við øðrum er farin undir at kanna. Kanningin byggir millum annað á dátuskráir í bæði Føroyum og Danmark, og tað er helst fyrstu ferð nakrantíð, at til ber at sameina dátur av hesum slagi úr tveimum londum. Eftir Bjørt Samuelsen – Vit eru helst tey einastu í verð— ini, sum hava atgongd til so góðar dátur, sigur Tróndur Møller Sandoy, adjunktur á Setrinum, sum saman við Eriku Hayfield, dekani, leiðir verkætlanina, ið hevur heitið: Føroysk ungdóms­ fráflyting, útbúgving, afturflyt­ ing og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd. Verkætlanin byrjaði í fjør og væntast at verða liðug í 2028. Hon er stuðlað av Granskingarráðnum, Betri Stuðulsgrunninum og Fróð­

skaparsetrinum. Tað hevur eydnast Hagstovuni at fáa atgongd til skrásettu dátur­ nar á Danmarks Statistik um før­ oyingar, sum búgva í Danmark. Vanliga verða dátur um landsins íbúgvar, sum hagstovur hava, ongantíð deildar tvørturum landamørk. – Vit vóna sjálvandi, at vitanin gevur nøkur svar, sum kunnu brúkast her heima, men eisini í øðrum oyggjasamfeløgum og út­ jaðarum, har gongdin líkist nógv, sigur Tróndur, ið kallar kanning­ ina slóðbrótandi.

– Hetta er heilt nýskapandi háttur at granska. Fleiri kanning­ ar um frá- og tilflyting eru gjørd­ ar áður, men tá hevur altíð verið hugt eftir fólki, sum antin búðu í Føroyum, ella sum búðu í Dan­ mark. Nú ber til at fylgja einum persóni tvørtur um landamørkini umvegis tað, sum er skrásett um tey í londunum báðum, greiðir Tróndur frá. – Endamálið er at koma djúpri inn í avgerðirnar, sum ung taka, sigur Tróndur og greiðir frá, at tað serliga eru trý viðurskifti, ið tey ynskja at greina: Hví taka nógv ung avgerðina um at fara til Danmarkar at lesa. Hvat hendir, meðan tey lesa uttanlands, tá tey finna sær maka, fáa børn osfr. Og síðani hyggja tey at seinastu avgerðini: Hví velja tey at flyta heimaftur – ella at verða verandi í útlegd.

UNGA ÆTTARLIÐIÐ MANGLAR Vit kenna øll myndina av skeiklaðu fólkapyramiduni. Ein stórur partur av unga ættarliðin­ um vantar, serliga tey í 20’unum

HVØRJAR HENDINGAR ÁVIRKA AVGERÐIRNAR?

Teirra rødd hoyrist ikki, og tey eru ikki við í kjaki, gerandislívi og virkseminum í samfelagnum og í byrjanini av 30’unum. Áleið 40% av hvørjum árgangi flytur av landinum, oftast í lestrarørind­ um. Bert helvtin vendir nakrantíð heimaftur. Tað merkir, at vit missa áleið fimta hvønn unga av einum árgangi. Teirra rødd hoyrist ikki, og tey eru ikki við í kjaki, gerandislívi og virkseminum í samfelagnum. Neyvan er orsøk at ivast í, at hetta ávirkar føroyska samfelagið á ymiskan hátt. Flestu teirra, sum ikki venda aftur, festa búgv í Dan­ mark, hagar tey fóru í lestrarør­ indum.

– Vit vóna at enda at standa við svari, ið sigur okkum, hvørji við­ urskifti eru mest týðandi fyri av­ gerðina hjá ungum at fara av landinum ella at koma heimaftur, sigur Tróndur. Verkætlanin stendur á tveim­ um beinum – einum kvantitativ­ um, sum byggir á vitan úr skráum og spurnakanningum, og einum kvalitativum, har samrøður verða gjørdar við útisetar. Erika Hay­ field hevur ábyrgdina av kvalita­ tiva partinum og fer í vetur sam­ an við Runu Preeti Isfeld undir samrøður við føroyingar niðri. – Fyrst fara vit at lýsa dátur­ nar, sum vit nú hava. At kunna savna so ríkar kvantitativar dátur og knýta tær saman gevur okkum møguleika at leita eftir tí stóru myndini, sigur Tróndur. Hann greiðir frá, hvussu tær kvalitativu kanningarnar fara meiri í dýpd­ ina við færri persónum og kunnu sostatt m.a. geva ábendingar um, hví avgerðir verða tiknar, og hvussu tey ungu grundgeva fyri


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

21

FAKTA Um Trónd: Tróndur Møller Sandoy er adjunktur í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, har hann undirvísir og granskar. Hann hevur ph.d. í búskapi frá CBS - Copenhagen Business School. Granskingin hjá Tróndi snýr seg serliga um útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarbúskap.

Ein stórur partur av unga ættarliðinum vantar í føroysku fólkapyramiduni. Serliga tey ungu í 20’unum eru burturi. Áleið 40% av hvørjum árgangi flytur av landinum. Bert helvtin vendir nakrantíð heimaftur. Talvan fevnir bert um fólk við bústaðartilknýti til Føroyar, tvs fólk, sum annaðhvørt hava búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum.

avgerðum sínum. Við teirri vitan­ ini kunnu granskararnir so venda aftur til tær kvantitativu dáturnar og øvugt, so at háttarløgini stuðla undir hvørjum øðrum. – Vit ætla eisini at leita eftir ymsum broytingum, sum kunnu hava verið við til at ávirka valini hjá ungu føroyingunum. Eru til dømis nakrar hendingar, sum serliga ávirka avgerðirnar? Ella, tað at eitthvørt ikki er hent, hevur tað ávirkað? Saman við serligum hagfrøðiligum háttar­ løgum kunnu vit vónandi røkka hesum, sigur Tróndur, og strikar undir, at hetta krevur eitt sera nærlagt arbeiði. Júst, hvørjum broytingum tey fara at leita eftir, verður bygt á greiningina av kvantitativu dát­ unum. Dømi um broytingar, ið kunnu ávirka, er slíkt sum, at Setrið hevur fingið munandi fleiri útbúgvingar, ella at broyt­ ingar eru hendar á arbeiðs­ marknaðinum, í vinnuni og í samfelagnum sum heild.

HUGAGÓÐ AT SVARA Í næstum fara Tróndur og hini í verkætlanini at kava niður í og greina svarini frá teimum knapt 1800 føroyingunum, sum hava svarað fyrstu spurnakanningini. Góð 3000 fólk vórðu spurd, og heili 59% svaraðu, sum er ser­ stakliga væl rokkið í slíkari kanning. Spurningarnir snúðu seg mill­ um annað um møguleikar í Før­

oyum mótvegis Danmark ella øvugt. Um hugburður hjá familju og vinum hevði ávirkan á avgerð­ ina um at flyta til Danmarkar. Um hvønn týdning onnur viður­ skifti sum løn, maki, arbeiði v.m. høvdu fyri avgerðina. Eisini verða fólk biðin at meta um, hvussu sannlíkt tey halda tað vera, at tey flyta heimaftur innanfyri ávíst áramál. Úr skráunum fáa granskarar­ nir fakta um føroyingar í Føroy­ um og Danmark, sum kyn, aldur, hvar fólk búgva, inntøku, útbúgv­ ing, tjóðskap hjá maka o.s.fr.

eru komnir til Føroya at arbeiða. Eg spyrji Trónd, í hvønn mun, hendan ójavnvágin millum kyn­ ini fer at síggjast aftur í arbeiði teirra? – Vit ætlaðu frá byrjan at deila greiningarnar í kyn. Vit vita, at talið av kvinnum, sum flyta av landinum er hægri enn talið av monnum. Og vit vilja fegin finna útav, um grundgevingarnar hjá kvinnum og monnum fyri at fara av landinum ella at koma heim­ aftur eru ymiskar. Hetta eru vit spent uppá at greina, svarar Tróndur.

KVINNURNAR FESTA OFTARI BÚGV UTTANLANDS

ER MUNUR Á FØROYINGUM OG DANSKARUM – Í DANMARK?

Fleiri kvinnur enn menn flyta og venda ongantíð heimaftur. Sam­ bært tølum frá Hagstovuni so eru knapt 2500 færri kvinnur enn menn í Føroyum – øll tald við, eisini tilflytarar. Meiriluti av monnum hevur verið í Føroyum yvir fleiri ættarlið, í eini 100 ár ella so. Seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum, vóru væl omanfyri 2000 fleiri menn enn kvinnur, men so minkaði munurin spaku­ liga fram móti aldarmótinum. Seinastu árini er hann aftur farin at vaksa. At undirskotið av kvinnum er so nógv vaksið seinastu árini kemur ikki av, at lutfalsliga fleiri kvinnur eru fluttar av landinum ella ikki eru komnar aftur, men fyrst og fremst av stóra vøkstrin­ um í talinum av monnum, sum

Tróndur er við í einari aðrari kanning saman við Mariu Skaal­ um Petersen og Marini Strøm, sum kallast “Faroese immigrants in DK – social and health per­ spectives”. Kanningin hevur ver­ ið í gongd í nøkur ár, og vísindalig grein verður væntandi givin út seinni í heyst. Meðan nýggja kanningin fyrst og fremst snýr seg um føroyingar, sum fara niður at lesa, so fevnir hendan kanningin um allar før­ oyingar í Danmark, eisini tey, sum eru fødd og uppvaksin niðri. Í hesi kanningini hyggja tey fólkafrøðiliga og sosialt eftir før­ oyingum, sammett við danir. Tað kann til dømis vera, um títtleikin av ávísum sjúkum sum hjarta­ sjúkur ella diabetis er hin sami

hjá dønum og føroyskum tilflyt­ arum? Eisini onnur viðurskifti sum inntøka, útbúgving og flyt­ ingarmynstur verða greinað.

VITAN SUM KANN BRÚKAST VÍÐA Á hvønn hátt fer vitanin frá hesum báðum granskingarverk­ ætlanum at geva amboð til at venda gongdini? Til tað svarar Tróndur: – Júst, hvussu úrslitini skulu brúkast, mugu onnur gera av, tí vit koma ikki við loysnunum. Okkara uppgáva er at skapa vit­ anina og at syrgja fyri, at hon er álítandi. – At heili 40 % av hvørjum ár­ gangi fara av landinum, er sjálv­ andi problematiskt í sjálvum sær. Í Íslandi høvdu tey somu avbjóð­ ing, men har er fráflytingin nógv minkað. Vit vóna at koma nærri einum svari uppá, hví hetta fram­ vegis er soleiðis hjá okkum, sigur Tróndur, ið er sannførdur um, at vitanin so avgjørt kann brúkast víða. – Politikarar og onnur hava tikið avgerðir uttan nóg holla vit­ an. Vitanin, vit fara at fáa, kann fylla holini, sum eru, sigur hann og minnir á, at tað, at hópur av ungdómi rýmir, er kend avbjóð­ ing í útjaðarum so manga staðni, og úrslitini tí væntandi og vón­ andi fara at kunna nýtast víða um, sigur Tróndur.

Saman við Eriku Anne Hayfield, dekani, ph.d. og lektara í samfelagsvísindum, leiðir Tróndur verkætlanina “Faroese Youth Out-Migration, Education, Return Migration, and Society: A mixed methods approach”. Við í granskingararbeiðinum eru eisini Runa Preeti Ísfeld, ph.d., námslektari og útbúgvingarleiðari á bachelorstigi í samfelagsvísindum, Juanna Schrøter Joensen, granskingarlektari í búskaparfrøði á University of Chicago, Elena Mattana, lektari í búskaparfrøði á Aarhus Universiteti, og Regin D. Hammer, ph.d. lesandi á Setrinum. Tróndur luttekur eisini í verkætlanini Faroese imigrants in DK – social and health perspectives, sum hann er við at leggja seinastu hond á saman við Mariu Skaalum Petersen, ph.d. og leiðara á Heilsugranskingareindini, og Marini Strøm, ph.d. og lektara í heilsuvísindum á Setrinum.


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

TOYOTA

Keyp ein Toyota - og fá 10 ára garanti

10

10 1 10

UPP TIL

R

Á

G AÁ R A I R ANT

UPP TIL UPP TIL

ÁRA G I A G AARN T N A R A TI

Fá 10 ára garanti og ein 3 ára servicepakka

U

ÁRA G

sansir.fo

22

Les meira á reyniservice.fo

Tá tú keypir ein nýggjan Toyota, fært tú 10 ára garanti. Eisini fært tú ein 3 ára servicepakka við í keypinum*.

ÁRA GARANTI

Støkk inn á gólvið í Havn ella Klaksvík, so kunnu vit vísa tær okkara nýggjastu bilar og greiða nærri frá 10 ára garantinum og 3 ára servicepakkanum.

10 ára garanti (Toyota Relax): 10 ára garanti ella upp til 185.000 km ** Gevur betri tryggleika Fevnir eisini um brúktar bilar Rætt til veghjálp um alt Evropa Fevnir um lutir, sum fáa bilin at koyra*** Fevnir eisini um Lexus

3 ára servicepakki: Ókeypis árligt og hálvárligt eftirlit Ókeypis umvælingar Ókeypis Toyota eykalutir Ókeypis viðlíkahald og skift av bremsum Ókeypis perur og skift Ókeypis viskarar og skift ... og nógv, nógv afturat

*) Galdandi fyri allar nýggjar persónbilar. Galdandi í 3 ár ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Servicepakkin er ikki galdandi fyri vørubilar og skúla- og hýruvognar. **) Tað sum kemur fyrst av hesum. ***) Er galdandi um bilurin kemur til eftirlitsvitjan á Toyota-verkstaði, og um bilurin er yngri enn 10 ár og hevur koyrt færri enn 185.000 km. Fevnir tó ikki um service- og slitlutir, sum verða nátúrliga slitnir undir vanligari nýtslu. Hesir lutir skulu framvegis viðlíkahaldast og skiftast, tá vanligu eftirlitini verða framd. Sí treytir á reyniservice.fo

ÁRA SERVICE PAKKI

ÁRA GARANTI Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40 Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40

ÁRA GARAN


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

23

Altjóða samstarv ger mun

Luttøka í altjóða verkætlanum setur Føroyar á heimskortið. Nýggj vitan og varandi netverk menna bæði starvsfólk og granskingarumhvørvi. Eftir Mariu Húsgarð

V

it hava 15 stovnar, sum fáast við gransking í Før­ oyum. Teir eru smáir, men virksemið er fjølbroytt. Síðan Horizon Europe byrjaði í 2021, hava føroyskir granskarar luttik­ ið í umleið 80 umsóknum í stóru evropeisku stuðulsskipanini. Og síðan Føroyar gjørdust limir í NordForsk í 2023, eru meira enn 40 umsóknir við føroyskari lut­ tøku sendar hagar.

Umframt NordForsk og Hori­ zon Europe, sum Føroyar formliga luttaka í, eru føroyingar við í um­ sóknum, sum verða sendar til aðrar altjóða stuðulsskipanir í Evropa og til norðurlendskar grunnar. Føroyskir granskarar eru eisini partar í stórum altjóða netverkum og luttaka í t.d. arb­ eiðsbólkum undir Arktiska ráðn­ um. Londini rundan um okkum arbeiða miðvíst við at menna gransking og nýskapan. Tey laga

Bárður á Steig, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevði fyrst í septembur fund við Costas Kadis, ES-nevndarlim í hav- og fiskivinnumálum, um samstarvið millum Føroyar og ES. Mynd UFMR

heimligar raðfestingar eftir norðurlendskum og evropeiskum málum og tryggja samstundis karmar hjá granskarum og fyri­ tøkum, sum kappast um altjóða stuðul. Tí nógv arbeiði liggur í einari umsókn, sum hepnast at fáa stuðul. Kappingin millum heimspart­ arnar og tann geopolitiska støðan ávirka í alsamt størri mun tey evni og øki, sum verða granskað. Tað er nokk einki at ivast í, at Evropa gongur á odda og setir kósina í mun til Asia og USA. Kappingin millum heimspartar­ nar sæst kanska best í útboðum í Horizon Europe. Tað er vanligt, at altjóða stuð­ ulsskipanir lýsa við evnum, sum

stór samtøk av luttakarum úr fleiri londum skulu arbeiða sam­ an um. At føroyskir umsøkjarar eru við bæði í norðurlendskum og evropeiskum verkætlanum gevur greiða ábending um, at evnini eru viðkomandi fyri Før­ oyar.

LOYSA UPPGÁVUR Á ALTJÓÐA STIGI Altjóða samstarv hevur stóran týdning fyri Føroyar. Luttøkan í altjóða samstarvi gevur føroysk­ um granskarum møguleika at loysa uppgávur á altjóða stigi og saman við fremstu granskarum úti í heimi. Og hetta dugir gransk­ ingarumhvørvið í Føroyum fram­ úr væl.

Stovnarnir seta mál fyri lut­ tøkuni, og granskarar verða eggj­ aðir til at søkja um stuðul úr al­ tjóða stuðulsskipanum. Altjóða samstarv mennir starvsfólkini, og tey fáa innlit í teirra fakøki í altjóða høpi. Tey fáa møguleika at byggja upp varandi netverk og skipa fyri ráðstevnum í Føroyum. Føroyar síggjast á henda hátt í altjóða høpi. Samstarv innlendis mennist eisini við altjóða luttøku í verk­ ætlanum og netverkum, tí al­ mennu granskingarstovnarnir samstarva eisini við fyritøkurnar í okkara høvuðsvinnum. Hetta víðkar netverkini hjá øllum pørt­ um. Og tað gevur íblástur og fjøl­ táttaðar uppgávur.

Tørvur er á heildarætlan Ein heildarætlan við málum og tilgongdum fleiri ár fram hevði sett føroysku kósina fyri gransking og nýskapan í altjóða høpi. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, sum er sett av lands­ stýrinum at ráðgeva um yvir­ skipaða politikkin fyri gransking, menning og nýskapan, hevur m.a. í ársfrágreiðingum sínum mælt til, at Føroyar skulu hava eina heildarætlan. Ein heildarætlan er ein ætlan, sum ásetir og raðfestir mál og tilgongdir fleiri ár fram. Millum

annað mál um altjóða samstarv. Tað er tørvur á einari heildar­ ætlan fyri føroyska gransking og nýskapan, sum sampakkar við raðfestingar í londunum, sum føroyska umhvørvið samstarvar við. Verður hugt í frágreiðing løg­ mans á ólavsøku 2026 um viður­ skiftini við ES so sæst, at sam­ starvið við ES er ein

høvuðsraðfesting hjá landsstýr­ inum, bæði búskaparliga og á øðrum økjum. Nevnt verður, at formliga samstarvið við ES fevn­ ir um handil, fiskivinnu, gransk­ ing og nýskapan, og at evropeiskt samstarv hevur munandi ávirk­ an á stóran part av føroyska samfelagnum. Gransking og nýskapan eiga at verða raðfest í viðurskiftunum við ES, tí tað er her, at altjóða kósin verður sett á viðkomandi økjum. Til dømis gongur ES á odda í grøna orkuskiftinum, veðurlagsgransking og tryggjar

burðardygg samfeløg. Ein inn­ lendis raðfesting kann geva okk­ um meira burturúr luttøkuni í altjóða verkætlanum og gera, at Føroyar á fyrimyndarligan hátt koma við íkasti og íblástri í hes­ um høpi. Onnur raðfesting kundi verið at fylgt uppskotinum hjá Ráðn­ um fyri gransking, menning og nýskapan um at styrkja gransk­ ingar- og framtakseindina á Fróðskaparsetrinum, so hon eft­ ir avtalu og móti gjaldi kann veita tænastur til aðrar stovnar eisini.

At styrkja tænastuna til allar føroyskar stovnar og fyritøkur umvegis Fróðskaparsetrið hevði gjørt mun. Altjóða samstarv á einum stovni hevur ávirkan á alt umhvørvið og er við til at menna aðrar fyritøkur og stovnar í Før­ oyum. Góðar umstøður í Føroyum gera tað lokkandi hjá bæði føroy­ ingum og útlendingum at koma her at virka.


24

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Íløgur í gransking og menning lækka støðugt Íløgur í gransking og menning í Føroyum eru minkaðar ár undan ári síðani 2022. Tað vísa tøl, ið Hagstovan hevur ment í sam­ starvi við Granskingarráðið. Í 2024 brúktu føroyskir stovnar og fyritøkur tilsamans 336 milliónir krónur til gransking og menning. Tað svaraði til 1,2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Í 2023 fóru 1,4 prosent av BTÚ til gransking og menning, tað vóru 31 milliónir krónur meira enn í 2024. í 2022 vórðu 1,6 prosent av BTÚ brúkt til gransking og menning. Tað eru serliga íløgurnar hjá privatu vinnuni, ið eru minkaðar nógv seinastu árini. Íløgur hjá almenna geiranum og út­ búgvingarstovnum hava verið meira støð­ ugar. Enn er tað tó privata vinnan, ið ger størstar íløgur í gransking og menning.

FRAMLEIÐSLUVINNAN STØRSTU AFTURGONGD Størsta afturgongdin í íløgum til gransking og menning í 2024 var í framleiðsluvinnuni, ið m.a. fevnir um matvøruídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu. Lækkingin í framleiðsluvinnuni var 20 milliónir krónur í mun til árið fyri. Stovnar og fyritøkur í tænastuvinnuni gjørdu í 2024 størstu íløgurnar í gransking og menning. Tænastuvinnan fevnir m.a. um smá- og heilsølu, gisting og matstovu­ vinnu, flutnings- og goymsluvinnu, bankaog tryggingarvirksemi, almenna fyrisiting, heilsuverk og sosialar fyriskipanir. Íløgur í gransking og menning í til­ feingisvinnuni, ið serliga fevnir um fiski­ veiðu og aling, vóru mestsum óbroyttar.


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

25

Størsta minkingin í Norðanlondum Føroyar liggja langt aftanfyri hini Norður­ londini og niðanfyri flestu onnur lond í Evropa, tá gjørt verður upp, hvussu nógv londini brúka til gransking og menning í mun til bruttotjóðarúrtøkuna (BTÚ). Hagtøl úr Norðurlondum fyri 2023 vísa, at Føroyar eru einasta Norðurland, ið ikki hevði vøkstur í íløgum í gransking og menn­ ing samanborið við árið fyri. Flestøll lond í Evropa høvdu vøkstur í íløgunum til gransking og menning í 2023. Størsta minkingin av øllum var í Føroyum. Í 2024 hava nøkur lond ein lítlan vøkstur, meðan onnur hava eina lítla afturgongd. Føroyar hava í 2024 eins og 2023 eina afturgongd uppá 0,2% í mun til árið fyri. Av londum í Evropa hava Svøríki, Dan­ mark, Finnland, Belgia, Eysturríki og Týsk­ land nú rokkið málinum hjá Evroparáðnum um at gera íløgur í gransking og menning fyri 3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur fleiri ferðir í ársfrágreiðingum sínum mælt til, at íløgurnar í gransking og menning, bæði hjá tí privata og tí almenna, verða øktar munandi. Ráðið vísir á, at tað hevur stóran týdning fyri samfelagið at gera íløgur í meira vitanargrundað arbeiði.

Føroyskar fyritøkur liggja frammaliga í nýskapan Føroysku fyritøkurnar lógu frammaliga í nýskapan í tíðarskeiðinum frá 2022 til 2024 samanborið við hini Norðurlondini. Nýggj hagtøl vísa, at meira enn helming­ urin – 61% - av føroysku fyritøkunum fremja eitthvørt slag av nýskapan.

Í 2022-2024 lógu Føroyar á odda í ný­ skapan í Norðurlondum saman við Svør­ íki. Noreg og Finnlandi lógu á ávikavist 60 og 58 prosentum, og Danmark á 48 pro­ sentum. Hagtøl fyri Ísland eru ikki tøk enn fyri hetta tíðarskeiðið.

FØROYAR MINST NÝSKAPANDI AV VØRUM OG TÆNASTUM Føroyskar fyritøkur fremja í nógv størri mun nýskapan av arbeiðsgongdum enn av vørum og tænastum. Nýskapan av arbeiðsgongdum kann til dømis vera nýggjar ella munandi broyttar manna­ gongdir av vøru- og tænastuframleiðslu, útbreiðslu og logistikki, dátuviðgerð ella

samskiftishátti. Helvtin av føroyskum fyritøkum framdu nýskapan í arbeiðs­ gongdum í 2022-2024. Tá ið tað snýr seg um at menna nýggjar vørur og tænastur, liggja føroyskar fyritøkur hinvegin væl aftan fyri granna­ londini. Bert 17 prosent av føroysku fyritøkunum vóru nýskapandi í vørum og tænastum í 2022-2024.


26

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Kunnu vit læra nakað um veður­lags­kreppuna frá listini? Prát um list og vísindi í Norðurlandahúsinum Hvussu kann menniskjað fata søguna hjá jørðini og veðurlagnum, tá søgan fevnir um fleiri milliardir ár – langt út yvir tíðina, vit menniskju kunnu ímynda okkum? Guðrun í Jákupsstovu, bókmentagranskari, og Maja Friis, myndlistakvinna frá Visual Science, hittast til prát um, hvat listin sigur okkum um veðurlag, landslag og tíð. Við støði í gransking, listaligum arbeiði og ítøkiligum landsløgum røða tær um, hvussu list kann víðka okkara vitan um veðurlagsbroytingar­ nar. Hvussu myndir, søgur, filmar og aðrar fagur­ frøðiligar royndir kunnu gera truplar, vísindaligar spurningar lættari at skilja – og hvussu saman­ renningin við listina kann fáa fram nýggjar fatan­ ir í gransking. Á tiltakinum verður eitt nú víst filmsbrot frá listasamstarvinum millum Visual Science og

ískjarnugranskarar frá Niels Bohr instituttinum, og føroyski yrkjarin Lív Maria Róadóttir Jæger lesur Wicked FYSIKK, ið er um byrjan, verðan, kropp og popp, og sambond yvir um tíð. Tiltakið er partur av átakinum Vísindavøka á ferð.

TÁ LIST OG GRANSKING SAMSKAPA – INNSLAG Í SJÓVINNUHÚSINUM Á Vísindavøkuni fara myndlistakvinnan Maja Friis og kreativa framleiðarin Sophie Mønster frá Visual Science Studio at hava eitt gestainnslag í miðlafagnaðinum. Gjøgnum framsýningar, ljóð- og myndainnset­ ingar arbeiða tær við at fáa nýggj mót fram mill­ um list, vísindi og veðurlagsgransking. Verk teirra eru sýnd fram á eitt nú CPH:DOX, BLOOM, Klima­ folkemødet og Aarhus Naturhistorisk Museum. Carlsberg Fondet hevur stuðlað verkætlanina.

Hagvík hevur vitjað á fólkaskúlum kring landið seinastu árini

HAGVÍK Á VÍSINDAVØKU Hagvík er ein lítil føroysk legobygd, sum verður við á Vísindavøkuni í ár. Hagstovan eigur bygdina, ið er ein pinkumynd við kendum húsum og bygningum úr øllum Føroyum. Bygdin skal kveikja áhugan fyri týdninginum, ið hagtøl hava. Í turru tølunum frá Hagstovuni finna vit lív og søgur um verulig fólk. Hagtøl eiga tí at upplivast, heldur Hagstovan. Lívið í Hagvík er hendingaríkt. Smáu býlingarnir eru fullir av søgum um lív og fólk, ið verða stuðlaðar av viðkomandi hagtølum á smáum skermum - beinleiðis úr hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.

Vísindavøkan á ferð á Klaksvíkar bókasavni

VÍSINDAVØKAN Á FERÐ KRING LANDIÐ Vísindavøkan fer í døgunum 14. – 21. septembur á ferð kring landið. Vitjað verður á fimm støðum - í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági.

Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, helt bestu snarrøðuna á Vísindavøkuni í fjør.

HVØR HELDUR BESTU SNARRØÐ UNA?

Á hvørjum tiltaki fara tríggir granskarar at leggja fram úrslit frá sínari gransking. Framløgurnar verða umleið 20 minuttir hvør.

Á Vísindavøku í Sjóvinnuhúsinum verður aftur í ár skipað fyri snarrøðukapping. Granskarar frá ymiskum granskingarstovnum fara at kappast um, hvør best megnar heilt stutt at leggja fram innihaldið á einum granskingar-postara.

Evnini fevna um alt frá oljunýtslu hjá fiskiskipum, ávirkan av aling á firðirnar, fiskidagaskipanina, kvinnurørsluna í 70unum og 80unum, kreppuna í 90unum, handrit á alnetinum og mangt annað.

Granskararnir fáa 2 1/2 minutt at leggja fram granskingarúrslit síni og grundgeva fyri, hví teirra gransking er umráðandi, og hví fólk skulu venda sær til teirra fyri at fáa meira at vita.


Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

Skrá fyri Vísindavøkuna 25. septembur SJÓVINNUHÚSIÐ

13.00

PCD - ein sjáldsom ílegusjúka við hægri títtleika í Føroyum Birna Skaalum Kempf, Heilsugranskingareindin

13.20

Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum Margretha Nónklett, Tjóðsavnið

13.40

Hin fátæka javnvágin – Føroysk fátækrahjálp 1767-1855 Sámal Tróndur Finnsson Johansen, Tjóðskjalasavnið

08.30

Vælkomin á Vísindavøku Annika Sølvará, Granskingarráðið

08.40

Stóra kreppan í 1990unum og fólkaræðið í Føroyum Jens Christian Svabo Justinussen, Fróðskaparsetrið

09.00

Ferð undir havsins botni – Antropologiskar hugleiðingar um fólk og undirsjóvartunlar Firouz Gaini, Fróðskaparsetrið

09.20

Hugburður til barnakoppseting í Føroyum Katrin Eivindardóttir Christiansen, Heilsustýrið

14.00

Umhvørvisligar broytingar í sambandi við botnfiskastovnar á Føroya Banka Ian Salter, Havstovan

09.40

09.40 Artrosa – venjing sum viðgerð Pætur Holm, Skurðdeplin og Fróðskaparsetrið

14.20

10.00

Føðsluevni og dálkingarevni í siðbundum føroyskum mati Bjørg Mikkelsen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Frá ráum dátum til veruliga vitan - metadátugrunnurin Halla Weihe Reinert, Umhvørvisstovan

14.40

10.20

Skógarvøkstur og risagosfjøll – Føroyar fyri 56 milliónum árum síðani Heri Ziska, Jarðfeingi

Nýtsla av fleirstrálu ekkoloddi til nágreiniliga havdýpdarmáting Gethin Wyn Roberts, Umhvørvisstovan (hildin á enskum)

15.00

Elektronmikroskop gevur nýggjar granskingarmøguleikar Karin Habermehl-Cwirzen, Fróðskaparsetrið (hildin á enskum)

15.30

Miðlafagnaður Snarrøðu-kapping Gestainnslag: Tá list og gransking samskapa Visual Science Studio sýnir fram samstarv millum list og gransking. Vinnari av snarrøðukappingini kosin Handan av ársins miðlaheiðursløn

10.40

Havsins talgildi tvíburði Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum

11.00

Umhvørvis DNA og RNA – Uppsjóvarfiskur frá einum øðrvísi sjónarmiði Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Varðin Pelagic og Fróðskaparsetrið

11.20

Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum? Magni Laksáfoss, Sjókovin

11.40

Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur? Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið

12.00

Kvinnuheilsa í broyting – vitan, avbjóðingar og møguleikar Gunnhild Helmsdal, Heilsugranskingareindin

12.20

Bókmentir og tíð - er tíð altíð tað sama? Guðrun í Jákupsstovu, Fróðskaparsetrið

12.40

Nýggjur sjúkrarøktarleiklutur í heilsuverkinum Tordis Tróndarson, Fróðskaparsetrið

SVALIN 9.00 – 15.00

Tiltøk og royndir fyri børn og vaksin Stovnar skipa fyri

9.00 – 15.00

Ymisk tiltøk og royndir fyri børn og vaksin Stovnar skipa fyri

UTTANFYRI 9.00 – 15.00

Tiltøk fyri børn og vaksin Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a.

27


28

Sosialurin

Fríggjadagur 11. september 2026 · Nr. 33

– á ferð 2026

Klaksvíkar Bókasavn Týskvøldið 15. septembur kl. 19

Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið Nærlestur av føroysku fiskidagaskipanini Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið Nýggjur sjúkrarøktarleiklutur í heilsuverkinum Tordis Tróndarson, Fróðskaparsetrið

Bókasavnið við Løkin Mánakvøldið 14. septembur kl. 19

Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling? Ása Jacobsen, Havstovan

Sørvágs Bókasavn Mikukvøldið 16. septembur kl. 19

Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum? Magni Laksáfoss, Sjókovin Dronan – eitt hent amboð hjá jarðfrøðinginum Rakul M. I. Johannesen, Jarðfeingi Stóra kreppan í 1990unum og fólkaræðið í Føroyum Jens Christian Svabo Justinussen, Fróðskaparsetrið

Sands Bókasavn Hóskvøldið 17. septembur kl. 19

Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið

Ecofar verkætlanin um føroyskar firðir Barbara Leone, Umhvørvivsstovan Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum Margretha Nónklett, Tjóðsavnið

Norðurlandahúsið Mikukvøldið 23. septembur kl. 19

Kunnu vit læra nakað um veðurlagskreppuna frá listini? Eitt prát um list og vísindi (hildið á donskum) Guðrun í Jákupsstovu, Lív Maria Róadóttir Jæger, Maja Friis og Sofie Mønster frá Visual Science Studio

else.fo

Lívið í einum dropa – Eygleiðingar av plantuæti á landgrunninum í eina fjórðingsøld (hildin á donskum) Elaine Runge, Havstovan Ein lítil tráður úr Føroyum: handrit á alnetinum Heiðrún Hõdd Guðmundsdóttir, Landsbókasavnið

Miðlatún í Vági Mánakvøldið 21. septembur kl. 19

Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur? Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið Havsins talgildi tvíburði Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum Hin fátæka javnvágin – Føroysk fátækrahjálp 1767-1855 Sámal Tróndur F. Johansen, Tjóðskjalasavnið

Vísindavøkan 2026 verður í Sjóvinnuhúsinum 25. septembur Framløgur, tiltøk og miðlafagnaður á skránni. Framløgurnar verða eisini stroymdar beinleiðis. Tiltøkini eru almenn og ókeypis.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Visindavokubladid2026 by Granskingarráðið - Issuu