Skip to main content

Sjukrakassagrunnurin 2014-2022

Page 1

SJÚKRAKASSAGRUNNURIN – BETRI HEILSA FYRI ØLL


SJÚKRAKASSAGRUNNURIN – BETRI HEILSA FYRI ØLL Útgivið Granskingarráðið Sniðgivið VIRKA Prent Føroyaprent Myndir Finnur Justinussen, Ólavur Frederiksen, Martin Sirkovski/ls.fo Anna Røskva Strøm Randidóttir Shutterstock ISBN 978-99918-3-719-2


STUÐUL TIL GAGNS FYRI ØLL Sjúkrakassarnir áttu 23,5 milliónir kr., tá teir vórðu avtiknir í 2009. Løgtingið gjørdi av, at pengarnir hjá sjúkrakassunum skuldu brúkast til at menna heilsu­ øk­ið í Føroyum. Fæið hjá sjúkrakassunum varð lagt í Sjúkra­kassa­ grunnin. Endamálið við Sjúkrakassa­grunninum var at stuðla átøkum og verkætlanum, ið kundu menna heilsu­ økið í Føroyum. Pengarnir hjá teimum 11 sjúkra­ kassunum kring landið skuldu lutast út til kann­ingar og gransking á ymiskum heilsuøkjum og í øllum landinum.

Sjúkrakassagrunnurin gjørdi avtalu við Gran­ sking­ar­ráðið um at umsita stuðulin úr grunninum. Sjúkrakassagrunnurin er nú tómur, og Gran­sking­ ar­­ráðið hevur gjørt eina frágreiðing um, hvussu stuð­ ul­in er brúktur. Øll, ið hava fingið stuðul úr Sjúkra­ kassa­grunninum, hava havt høvi at siga frá sínum roynd­um og koma við tilmælum um, hvussu stuðul til heilsuøkið kann latast frameftir.

3


SAMANDRÁTTUR Granskingarráðið hevur frá 2014 til 2021 latið til­ sam­ans 29,7 mió. kr. í stuðli úr Sjúkra­kassa­grunn­ inum. Stuð­ulin er lutaður út til trý høvuðsøkir í sam­­svari við leiðreglur hjá nevndini fyri Sjúkra­kassa­ grunnin. Granskingarráðið yvirtók fæið hjá sjúkrakassanum í 2014. Teir 11 sjúkrakassarnir kring landið áttu til­ sam­­ans 23,5 mió. kr., tá teir vórðu avtiknir í 2009. Granskingarráðið yvirtók eisini ábyrgdina av

bygn­­ inginum hjá Havnar Sjúkrakassa í Magnus Heina­­sonar gøtu. Bygningurin varð útleigaður frá 2014 til 2017 fyri tilsamans 500.000 kr. og seldur í 2017 fyri 4,9 mió. kr. Løgtingið játtaði tilsamans 1,6 mió. kr. afturat til Sjúkra­­kassagrunnin í 2018 og 2019. Eingin tøkur peningur er nú eftir í Sjúkrakassa­ grunn­­inum.

Chik Collins, rektari, handaði May-Britt Skoradal ph.d.-prógv eftir verju 7. mai 2021.

4


FÍGGJARYVIRLIT Inntøkur Upprunafæið Húsaleiga Søla av bygningi Løgtingsjáttan Tilsamans

Nýtsla 23,5 mió. kr. 0,5 mió. kr. 4,9 mió. kr. 1,6 mió. kr. 30,5 mió. kr.

Stuðul – høvuðsøki 1 Stuðul – høvuðsøki 2 Stuðul – høvuðsøki 3 Fyrisiting Tilsamans

6,5 mió. kr. 14,6 mió. kr. 8,6 mió. kr. 0,8 mió. kr. 30,5 mió. kr.

STUÐULSØKIR Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 3

Stuðul til upplýsandi tiltøk og kanningar­verkætlanir, ið kunnu menna heilsuøkið

Stuðul til menning av gransking á ella í samstarvi mill­um Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi stovnar á trimum rað­festum heilsuøkjum

Tilsamans 6,5 mió. kr. eru útlutaðar av høvuðsøki 1. Har­av eru 4 mió. kr. av upprunaliga fænum, Løg­tingið hevur játtað 1,6 mió. kr., og 0,9 mió. kr. er lagdar afturat av restfænum. Tilsamans 41 umsóknir um stuðul eru játtaðar av høvuðsøki 1.

Høvuðsøki 2 Stuðul til gransking og menning á fimm raðfestum heilsu­økjum Tilsamans 14,6 mió. kr. eru útlutaðar av høvuðsøki 2. Harav eru 11,8 mió. kr. av upprunaliga fænum og 2,8 mió. kr. frá restfænum. Fimm umsóknarumfør vóru til stuðul av høvuðsøki 2. Tilsamans 21 verkætlanir hava fingið stuðul, har­av eru 8 ph.d. verkætlanir.

Tilsamans 8,6 mió. kr. eru útlutaðar av høvuðsøki 3. Harav eru 7 mió. kr. av upprunaliga fænum, og slakar 1,7 mió. kr. av restfænum. 7 mió. kr. eru játtaðar til virksemi hjá nýggjum gran­skingardepli – Deplinum fyri Heilsu og Almannagransking – ið er skipaður á Fróðskapar­ setrinum í samstarvi við Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Stuðulin er útlutaður til trý raðfest økir í samsvari við leiðreglur frá nevndini fyri Sjúkrakassagrunnin. Harav eru tvær ph.d. verkætlanir. Slakar 1,7 mió. kr. er játtaðar til tjóðarkohortu á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

5


SØGAN Løgtingið gjørdi í 2009 av at avtaka sjúkrakassarnar og í staðin seta á stovn Heilsutrygd at umsita al­ mennu heilsutrygdina. Tá sjúkrakassarnir vórðu av­ tikn­ ir, vóru 11 sjúkrakassar í landinum, ein fyri hvørt lækna­dømi. Sjúkra­kassarnir áttu tilsamans 23,5 mill. kr. í reið­ um peningi og ein bygning í Magnus Heina­sonar­ gøtu í Havn, tá teir vórðu avtiknir. Løgtingið samtykti í mai 2012, at fæið hjá avtiknu sjúkra­kassunum skuldi nýtast til stuðul til átøk og verk­ætlanir, ið kundu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki vóru ein partur av rakstrinum av heilsu­­verkinum annars.

SJÚKRAKASSAGRUNNUR FØROYA GJØRDI LEIÐREGLUR Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Heilsumálaráðið stovn­ aðu í apríl 2013 Sjúkrakassagrunn Føroya. Fæið hjá sjúkrakassunum varð lagt í Sjúkra­kassa­ grunn­in, og grunnurin fekk sum uppgávu at gera leið­reglur fyri, hvussu fæið skuldi brúkast, og síðani av­henda alt fæið til Granskingargrunnin.

Nevndin gjørdi í samráði við Granskingarráðið av, at fæið hjá sjúkrakassunum skuldi lutast út til trý høv­uðsøkir: • Høvuðsøki 1: Stuðul til upplýsandi tiltøk og kanningarverkætlanir, ið kunnu menna heilsu­økið • Høvuðsøki 2: Stuðul til gransking og menning á fimm raðfestum heilsuøkjum • Høvuðsøki 3: Stuðul til menning av gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkra­húsverkið og møguliga aðrar viðkomandi stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum Nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin legði dent á, at atlit skuldi takast til øll økir í landinum, tá stuðul varð játtaður, og at allur peningurin skuldi nýtast í Før­oyum. Eisini gjørdi nevndin av, at ein faknevnd skuldi set­ast at vegleiða og gera tilmæli um, hvussu p ­ en­ing­ urin skuldi brúkast.

NEVNDIN FYRI SJÚKRAKASSAGRUNN FØROYA Jákup N. Olsen, fyri Sjúklingaráðið, nevndarformaður

Sonja J. Jógvansdóttir, fyri fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum

Rasmus Patursson, fyri sjúkrakassarnar

Ingrid S. Henriksen, fyri Landsfelag Pensjónista

Jórun Gaardbo Olsen, fyri sjúkrakassarnar

Ása Olsen, fyri Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum

Gunvør Sigurðsson, fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum

6

Guðrið Andorsdóttir, fyri Heilsumálaráðið


HAVNAR SJÚKRAKASSI OG 10 AÐRIR SJÚKRA­KASSAR KRING LANDIÐ VÓRÐU AVTIKNIR Í 2009.

LØGTINGSLÓG NR. 44 FRÁ 8. MAI 2012 UM BROYTING Í LØGTINGSLÓG UM ALMENNA HEILSUTRYGD §1, stk. 7: Fæið, sum er eftir í føroysku sjúkrakassunum, tá øll viðurskifti sjúkrakassanna eru avgreidd, verður latið sum stovnsfæ í Sjúkrakassagrunn Føroya. Endamál grunsins er at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Grunnurin skal innan 1. apríl 2014 hava gjørt skrivligar leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til, og skal hava útgoldið alt fæið til Granskingargrunnin, ið hereftir hevur ábyrgd av umsitingini av fænum samsvarandi leiðreglunum, ið Sjúkrakassagrunnur Føroya hevur ásett.

7


Annika Sølvará, stjóri í Granskingar­ráðnum, og Jákup N. Olsen, nevndarformaður í Sjúkrakassagrunni Føroya, undirskriva avhendingarskjalið.

Nevndin fyri Sjúkrakassagrunn Føroya

8


GRANSKINGARRÁÐIÐ YVIRTÓK FÆIÐ

FAKNEVND GJØRDI TILMÆLI

Tann 31. mars 2014 avhendaði nevndin fyri Sjúkra­ kassa­grunnin fæið úr grunninum til Gran­sking­ar­ráð­ ið. Nevndarlimirnir í Sjúkrakassagrunninum og stjór­­in fyri Granskingarráðið undirskrivaðu á einum há­tíðarhaldi í Østrøm eitt avhendingarskjal, sum gav Gran­skingarráðnum ábyrgdina av at útluta fæið hjá sjúkra­kassunum í samsvari við leiðreglurnar.

Granskingarnevndin, sum hevði ovastu ábyrgdina fyri virkseminum hjá Granskingarráðnum, setti eina fak­nevnd, sum skuldi geva tilmæli í sambandi við út­ lut­ing av stuðli frá sjúkrakassafænum. Setanarskeiðið var 5 ár frá 1. juni 2014. Faknevndin tók støðu til umsóknir á høvuðsøki 1, sum fevndu um eina upphædd uppá 100.000 kr. ella meira. Fyrisitingin í Granskingarráðnum tók støðu til umsóknir á høvuðsøki 1 undir 100.000 kr.. Faknevndin gjørdi tilmæli til Granskingarnevndina í sambandi við umsóknir á høvuðsøki 2 og avtalur á høv­ uðsøki 3. Granskingarnevndin tók endaliga støðu til umsóknirnar. Setanarskeiðið hjá faknevndini varð eftir áheitan longt til 31. desember 2019. Nevndin varð niðurløgd við ársbyrjan 2020, tá nærum allur peningurin úr Sjúkra­kassagrunninum var útlutaður. Granskingarnevndin tók síðani við ábyrgdini fyri tí avmarkaða restfænum, sum var eftir til høvuðsøki 1 til ársenda 2020, tá Granskingarnevndin eisini varð niðurløgd. Fyrisitingin í Granskingarráðnum hev­ur síðani havt ábyrgd av at umsita restjáttanina.

FÆIÐ VARÐ BÝTT SOLEIÐIS Høvuðsøki 1: Høvuðsøki 2: Høvuðsøki 3: Fyrisiting:

4 mió. kr. 11,8 mió. kr. 7 mió. kr. 0,7 mió. kr.

Granskingarráðið yvirtók eisini ábyrgdina av bygn­­­ing­inum, ið Havnar Sjúkrakassi átti í Magnus Heina­­sonargøtu 20. Bygningurin varð frá 2014 til 2017 útleigaður til alment virksemi fyri tilsamans 500.000 kr. Í 2017 varð hann seldur fyri 4,9 mió. kr. Í apríl 2019 varð restfæið hjá Sjúkra­kassa­grunn­ inum, ið var 5,4 mió. kr., býtt millum tey 3 høvuðs­ øk­ini og til fyrisitingina.

FAKNEVNDIN Aibritt á Plógv, eftir tilmæli frá Heilsumála­ráðnum, nevndarforkvinna

Shahin Gaini. eftir tilmæli frá fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum

Erland Viberg Joensen, eftir tilmæli frá Sjúklingaráðnum

Jaspur Petersen, eftir tilmæli frá fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum (fyri Shahin Gaini)

Mogens Eriksen, eftir tilmæli frá Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum

Turid Horn, eftir tilmæli frá umboðum vegna Meginfelag Sjúkrakassa Føroya

9


GRANSKINGARGRUNNURIN

Granskingarnevndin

Fyrisitingin

Faknevndin fyri Sjúkrakassagrunnin

PENGAR

GRANSKINGARGRUNNURIN

AVGERÐIR

Stuðul til gransking Vinnu ph.d. Minningargrunnur fyri Dánial Niclasen Sjúkrakassagrunnurin

Høvuðsøki 1 Høvuðsøki 2 Høvuðsøki 3

COVID-19 átak Havgransking

Sjúkrakassafæið varð flutt í Sjúkrakassagrunnin. Síðani varð fæið aftur flutt á eina sjálvstøðuga kontu í Granskingargrunninum.

Granskingarnevndin hevði heimild at seta serligar fak­nevndir, sum kundu gera tilmæli til Gran­sking­ ar­nevndina.

Sambært Lóg um gransking hevði Gran­sking­ar­ nevnd­in ábyrgd av at játta allan stuðul úr Gran­ sking­argrunninum.

Tí varð gjørt av at seta eina faknevnd fyri Sjúkra­ kassa­grunnin, sum skuldi gera tilmæli til Gran­ sking­arnevndina um stuðul á Høvuðsøki 2 og 3.

Nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin ásetti í leið­regl­u­ num, at ein nevnd við umboðum fyri ymsar partar á heilsuøkinum skuldi gera av, hvør fekk stuðul.

Á henda hátt bar til at ganga ynskinum hjá nevnd­ ini fyri Sjúkrakassagrunnin á møti, sam­stundis, sum arbeitt varð innanfyri galdandi lógarkarmar.

10


HØVUÐSØKI 1 Høvuðsøki 1 fevnir um stuðul til upplýsandi og menn­ andi tiltøk umframt kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Til høvuðsøki 1 vóru upprunaliga 4 milliónir kr. tøk­ar. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 og 2019 vóru játt­aðar tvær ferðir 800.000 kr. afturat. Í 2019 vórðu 900.000 kr. av restfænum lagdur afturat.

Eingin føst umsóknarfreist var til at søkja um stuð­ul til høvuðsøki 1. Umsóknir vórðu viðgjørdar, so hvørt tær vórðu móttiknar. Tilsamans 41 umsóknir um stuðul frá høvuðsøki 1 vórðu játtaðar. 69% av innkomnu umsóknunum fingu stuðul. Í mars 2021 var eingin tøkur peningur eftir í høv­ uðs­øki 1.

LEIÐREGLUR FYRI HØVUÐSØKI 1 Føroysk áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upp­lýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Før­oyum. Feløg, ið umboða fólk, sum bera brek, sjúkl­ingafeløg, feløg innan eldraøkið og fakfeløg kunnu søkja. Verkætlanir kunnu fevna um, men eru ikki avmarkaðar til: • Upplýsandi átøk • Upplýsandi tilfar • Serlig tiltøk • Ráðstevnur • Smærri kanningarverkætlanir Latast kann í mesta lagi 150.000 kr. til upplýsandi átøk, upplýsandi tilfar, serlig tiltøk og ráðstevnur. Latast kann ímillum 50.000 kr. og 400.000 kr. til kanningarverkætlanir. Kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning kunnu fáa stuðul. Kann­ingin skal gerast saman við fólki, sum í minsta lagi hevur eina miðallanga/langa útbúgving

(bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara. Verkætlanin kann verða 100% fíggjað úr Sjúkra­ kassa­grunni Føroya. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum. Ásett er eitt hægsta mark fyri stuðli til summi sløg av útreiðslum. Stuðul verður ikki veittur til: • Vanligan rakstur í felagsskapunum, harundir løn til starvsfólk • Einstaklingar ella viðgerð, heilivág og hjálpi­ amboð • Ráðstevnuluttøku, skeið, útbúgving og eftirútbúgving • Uttanlandsferðir hjá bólkum ella einstaklingum • Útgerð, so sum lyftir og annað Atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.

11


JÁTTANIR AV HØVUÐSØKI 1 1.

6.

Almenn kunningarátøk 2014/2015 um sálarheilsufyribrigdi

Kanningarverkætlan: Handfaring av støðum við illgruna um fysiskan ágang ella umsorganarsvík av børnum – ein tvørskurðskanning millum tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum

Sinnisbati v/Súsonnu Olsen, forkvinnu Játtan: kr. 52.900 Játtað: 04.09.2014 2.

Skeið um endurvenjing av yvirekstremitetum (hond/arm/akslar) eftir heilatøpp/-bløðing Fysioterapifelagið v/Augustu Mikkelsen, forkvinnu Játtan: kr. 14.000 Játtað: 30.10.2014

Føroya Tannlæknafelag v/Oddmari Færø, formanni, og Unn Jacobsen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 120.000 Játtað: 30.04.2015 7.

Skeið í BBAT

3.

Fysioterapifelagið v/Augustu Mikkelsen, forkvinnu Játtan: kr. 8.000 Játtað: 29.05.2015

Ráðstevna: Norðurlendska vælferðarsamfelagið og tey eldru í samfelagnum

8.

Landsfelag Pensjónista v/Arna Thorsteinsson, formanni Játtan: kr. 53.750 (Fingu kr. 49.560 eftir endaliga uppgerð) Játtað: 31.10.2014

Kanningarverkætlan: Eginumsorgan hjá sjúklingum við hjartasvíkjan í Føroyum Hjartafelagið v/Jensu Heinesen, forkvinnu, og Katrini á Lakjuni, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 139.506 Játtað: 04.06.2015

4.

Autismuráðstevnan 2015 Autismufelagið v/Heidi Aagard, forkvinnu Játtan: kr. 80.000 (Fingu 40.000 eftir endaliga uppgerð) Játtað: 25.03.2015 5.

EPI-743 seminar fyri børn við Føroyasjúku (SUCLA2-deficiency) Føroyafelag fyri Børn/Ung við Føroyasjúkuni v/Turid Askham og Elnu Nón Játtan: kr. 41.460 Játtað: 31.03.2015 12

9.

Ráðstevna um Norðurlendska vælferðar­ samfelagið og føroysku fólkapensjónina Landsfelag Pensjónista v/Arna Thorsteinsson, formanni Játtan: kr. 50.000 Játtað: 21.10.2015


10.

15.

Bók til ung um kroppin, kenslur og kynslív

Kanningarverkætlan: Hagtalsviðgerð og greining av vanlukkutølum frá føroysku sjóvinnuni, soleiðis at hesi kunnu verða brúkt sum grundtilfar til at betra um trygdina á sjónum

Føroya Lærarafelag v/Herálvi Jacobsen, formanni Játtan: kr. 50.000 Játtað: 11.11.2015

11.

Hjartastartaradagur FÁ 3, Áhugafelag undir felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Játtan: kr. 40.000 (Fingu kr. 16.873 eftir endaliga uppgerð) Játtað: 10.12.2015 12.

Bóklingur um cøliaki Cøliakifelag Føroya Játtan: kr. 90.000 Játtað: 10.12.2015 13.

Kanningarverkætlan: Kvinnuhúsfelagið – royndir frá 25 ára arbeiði Kvinnuhúsfelagið v/Ragnhild Olsen, forkvinnu, og Elini Reinert Planck, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 305.760 (Fingu kr. 250.000 eftir endaliga uppgerð) Játtað: 25.01.2016 14.

Bók um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek MBF – Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum Játtan: kr. 95.000 Játtað: 03.02.2016

Maskinmeistarafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið v/Annbjørg á Høvdanum, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 220.420 Játtað: 16.03.2016

16.

Kanningarverkætlan: Títtleikin av demens á eldraøkinum í Føroyum Alzheimerfelagið v/Halldis Joensen, forkvinnu, og Mariu Skaalum Petersen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 398.841 (Fingu 270.474 eftir endaliga uppgerð) Játtað: 29.03.2016 17.

Skeið fyri fysioterapeutar og ergoterapeutar um viðgerð av Parkinsonsjúklingum Parkinsonfelagið v/Durid Johannesen Játtan: kr. 4.000 Játtað: 08.04.2016 18.

Kanningarverkætlan: Sálarheilsan hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum Føroyskir Sálarfrøðingar v/Anniku H. Davidsen, forkvinnu, og Súsonnu Skaale, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 274.064 Játtað: 08.08.2016

13


19.

24.

Kanningarverkætlan: Kanning av effektiviteti av hjálpartólatænastum við amboðinum IPPA (Individually Prioritised Problem Assessment)

Kanningarverkætlan: Munn- og tannheilsan hjá eldri føroyingum

Ergoterapeutfelagið v/Vigdis Nolsøe, forkvinnu, og Turið Jacobsen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 260.000 Játtað: 16.12.2016

Tannlæknafelagið v/Oddmari Færø, formanni, og Biritu Ellefsen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 258.400 Játtað: 18.10.2017 25.

20.

Kanningarverkætlan: Granskingarpartur av størru verkætlanini Betri Vinir Barnabati v/Rúnu Ingunardóttur, verkætlanar­ samskipara, og Tóru Petersen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 150.000 Játtað: 30.08.2017

Kanningarverkætlan: Uppliving hjá føroyskum sjúklingum av viðgerð uttanlands Krabbameinsfelagið v/Duritu Tausen, forkvinnu, og Fríða í Geil Jensen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 89.850 Játtað: 01.11.2017 26.

21.

Stovnssetan av sjálvhjálparbólkum LGBT v/Eileri Fagraklett, formanni, og Jan-Terjé Simonsen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 400.000 Játtað: 30.08.2017 22.

Skeið í lunga-/respiratiónsfyrioterapi Fysioterapeutfelagið v/Sólfríð Skoradal, forkvinnu, og Álvi Hansen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 25.500 Játtað: 20.09.2017 23.

Kanningarverkætlan: Tørvir hjá krabbameins­ sjúklingum í eini sjúkugongd, sæð í einum samfelagsdiagnostiskum perspektivi. Krabbameinsfelagið v/Duritu Tausen, forkvinnu, og Sonju Nielsen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 211.104 Játtað: 18.10.2017

14

Kanningarverkætlan: Hvussu kemur sjúkrarøktin givin av sjúkrarøktarfrøðingum til sjóndar í kliniskari praksis á eini akuttari háteknologiskari skaðastovu/bráðmóttøku í Føroyum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar v/Óluvu í Gong, forkvinnu, og Jórun Højgaard, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 204.357 Játtað: 01.11.2017 27.

Kanningarverkætlan: Sjúklinganøgdsemi við røkt og viðgerð millum innlagdar sjúklingar á psykiatriskari seingjardeild Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar v/Óluvu í Gong, forkvinnu, og Marju Lund Gjógvará, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 225.360 Játtað: 31.01.2018


28.

31.

Kunningarátak: Broyt hvussu tú hyggur, og hygg hvussu tú broytist

Kanningarverkætlan: Hvussu nógv hava stoffskiftissjúku í Føroyum

MEGD v/Tóru við Keldu Játtan: kr. 60.000 Játtað: 02.08.2018

Stoffskiftisfelagið v/Onnu Dahl-Olsen, forkvinnu, og Herborg L. Johannesen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 148.000 Játtað: 08.02.2019

29.

Kanningarverkætlan: Nútímansgerð av eldri kanning fyri psoriasis

Ráðstevna: Developing Dialogue

Føroya Psoriasisfelag v/Kathrinu F. Hansen, for­ kvinnu, og Onnu Katrin Matras, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 398.000 Játtað: 08.01.2019

Felagið Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar v/Birgit Andersen, forkvinnu. Játtan: kr. 47.250 Játtað: 27.08.2019

30.

33.

Ráðstevna: Lívið tætt at sálarsjúku

Kanningarverkætlan: Spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi til fólk við demens

Sinnisbati v/Róu Midjord, forkvinnu, og Turid Mariu Jóhansdóttur, aðalskrivara. Játtan: kr. 30.000 Játtað: 23.01.2019 (Játtanin varð ikki brúkt, fall aftur til grunnin)

32.

Alzheimerfelagið v/Ann-Mari Jensen, forkvinnu, og Mariu Skaalum Petersen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 150.000 Játtað: 09.09.2019

Felagið Hoyr fekk stuðul frá høvuðsøki 1 til at kanna liviumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn. Frá vinstru: Majbritt Jacobsen, verk­ ætlanarleiðari, Ása Olsen, forkvinna í Hoyr, og Ása Róin, fakligur vegleiðari.

15


34.

38.

Kanningarverkætlan: Jod og D-vitamin støði hjá føroyskum barnakonum ásett í kosti, blóðroyndum og landroyndum

Kanningarverkætlan: Hvussu eru lívsumstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn í Føroyum 2020

Ljósmøðrafelag Føroya v/Anniku Hoydal, for­ kvinnu, og Onnu Sofíu Veyhe, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 398.016 Játtað: 05.03.2020

Hoyr – felagið fyri hoyribrekað í Føroyum v/Ásu Olsen, forkvinnu, og Majbritt Jacobsen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 250.596 Játtað: 22.09.2020

35.

Kanningarverkætlan: Heilsustøðan hjá teimum eldru 75+ í Føroyum Landsfelag Pensjónista v/Beate L. Samuelsen, forkvinnu, og Mariu Skaalum Petersen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 308.350 Játtað: 05.03.2020 36.

Kanningarverkætlan: Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum Fakfelagssamstarvið v/Óluvu í Gong, talskvinnu, og Anniku Helgadóttur Davidsen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 319.462 Játtað: 05.04.2020 37.

Kaningarverkætlan: Kvalitetur av hjálpartólaveiting út frá áskoðanini hjá teimum, sum hava hjálpartól Ergoterapeutfelagið v/Vigdis Nolsøe, forkvinnu, og Turið Jacobsen, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 331.700 Játtað: 23.06.20

16

39.

Kanningarverkætlan: Uppilagstur. Samrøðu­ kanning við sjómenn, sum vegna skaða, slit, sjúku ella av øðrum ávum eru noyddir at gevast á arbeiðsmarknaðinum Føroya Fiskimannafelag og Samtak v/Jan Højgaard, formanni, og Sonju Jógvansdóttur, verkætlanar­ leiðara Játtan: kr. 329.391 Játtað: 12.10.2020 40.

Kanningarverkætlan: Fyritíðarpensjónistar í Føroyum – ein livikorskanning 2020-2021 Megd v/Tóru við Keldu, forkvinnu, og Olgu Biskopstø, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 138.188 Játtað: 11.12.2020 41.

Kanningarverkætlan: List og sálarheilsan hjá føroyskum ungdómi, hvørs foreldur hava rústrupulleikar Øll hava rætt til góð barnaár/Blái Krossur v/Alisu Hammer, leiðara, og Súsonnu Skaale, verkætlanarleiðara Játtan: kr. 47.605 Játtað: 11.03.2021


ÚRVAL AV TILFARI FRÁ VERKÆTLANUM Á HØVUÐSØKI 1

CØLIAKI

Soleiðis gert tú

SÁLARHEILSAN HJÁ FØROYSKUM MIÐNÁMSSKÚLANÆMINGUM Frágreiðing og tilmæli

Autismu­ ráðstevna

2015 17. & 18.sept.

Norðurlandahúsið Súsanna Olafsdóttir Skaale & Annika Helgadóttir Davidsen

Tórmóður Stórá

Kvinnuhúsið

Pernille Aalund Jensina Olsen

1990–2015

Bent Madsen

Theo Peeters

Frágreiðing og tilmæli

Støðan hjá avvarðandi at persónum við demens í Føroyum Ein frágreiðing um spurnakanning gjørd á vári 2020 millum avvarðandi at persónum við demens

Maria Skaalum Petersen, granskari, Sára Reinert & Elisabeth Anthoniussen, masterlesandi

17


HØVUÐSØKI 2 Høvuðsøki 2 fevnir um stuðul til gransking og menn­­ing innan raðfest økir, sum kann menna heils­ u­øk­ið í Føroyum. Í tíðarskeiðnum 2014-2017 vóru 11,8 mió. kr. tøk­­ar til høvuðsøki 2. Tann 1. apríl 2019 varð restfæið úr Sjúkra­kassa­ grunn­inum leysgivið og boðið út saman við avlopi frá tveimum steðgaðum verkætlanum. Tilsamans vórðu 2,8 mió. kr. lagdar afturat í 2019. Stuðul varð útlutaður í 5 umførum. Um­sókn­ar­ freistir vóru 1. september í 2014, 2015, 2016, 2017 og 2019.

18

Tilsamans 21 játtanir vórðu latnar til verkætlanir av høvuðsøki 2. Harav vóru 8 ph.d. verkætlanir. Tvær verkætlanir steðgaðu fyri tíð. Avlopsstuðulin varð játtaður til nýggjar verkætlanir. 32 prosent av innkomnu umsóknunum fingu stuð­ul. Í januar 2020 var eingin tøkur peningur eftir í høv­uðsøki 2.


LEIÐREGLUR FYRI HØVUÐSØKI 2 Granskarar kunnu saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan fimm raðfest heilsuøkir, har t.d. epidemiologi og ílegu­gransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skip­anum ella tænastum. Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, sam­ starvs­verkætlanir, ph.d. verkætlanir og post.doc. verk­ætlanir innan raðfestu økini. Raðfestu økini eru: • Heilsa sum sosialt fyribrigdi Kanning av sosialum viðurskiftum, sum ávirka heilsu og sjúku, og hvussu sosialir trupulleikar, sum fylgja av sjúku, kunnu bøtast. Her kunnu sam­felagsviðurskifti og ávirkan á heilsustøðu verða greinað • Heilsa sum medisinskt fyribrigdi Kanning av medisinskum viðurskiftum, sum ávirka heilsu og sjúku, td. autoimmunar sjúkur, neuro­degenerativar sjúkur og giktasjúkur • Hjartasjúkur Gransking/kanning av sjúkum í hjarta og blóð­rensli, orsakum til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð

• Krabbamein Epidemiologiskar kanningar og onnur gransking innan krabbameinsøkið • Sálarfrøðilig heilsa Gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyri­byrgjandi tiltøk Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til 2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða lat­ið upp til 100% í stuðli til granskingar­verkætlanir fíggj­aðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá øðr­um gevur fyrimun. Overhead kann í mesta lagi vera 10% av løn­ar­út­ reiðsl­unum. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, und­antikið útreiðslur til ferðing, skeið og ráð­ stevnur. Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja verkætlan innan raðfestu økini, er 150.000 kr., og latast kann í mesta lagi 1.500.000 kr. Miðast skal eftir at býta avsetta stuðulin nøku­ lunda javnt millum raðfestu økini. Atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.

STUÐULSYVIRLIT 2014

6 mió kr.

7 verkætlanir (28 umsóknir)

2015

3,2 mió kr.

6 verkætlanir (13 umsóknir)

2016

0,6 mió kr.

1 verkætlan (3 umsóknir)

2017

2 mió kr.

2 verkætlanir (7 umsóknir)

2019

4 mió kr.

5 verkætlanir (14 umsóknir)

19


JÁTTANIR AV HØVUÐSØKI 2 HEILSA SUM SOSIALT FYRIBRIGDI

HEILSA SUM MEDISINSKT FYRIBRIGDI

1.

1.

Ph.d. verkætlan um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum

Ph.d. verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi

Poula Patursson, Landssjúkrahúsið Játtan: kr. 986.305. Játtað: 2014

Gunnhild Helmsdal, Landssjúkrahúsið Játtan: kr. 1.209.051 (Verkætlanin steðgaði, og mesti stuðulin fall aftur til grunnin) Játtað: 2014

2.

Ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi Anna Sofía Fjallheim, Fróðskaparsetrið Játtan: kr. 569.596. Játtað: 2014 3.

Ph.d. verkætlan um lívsfatanina hjá ungum, sum eru uppvaksin við sálarsjúkum foreldrum Kristianna Dam, Fróðskaparsetrið Játtan: kr. 312.638 Játtað: 2015 4.

Verkætlan um sambandið millum kost og rørslu hjá føroyskum tannáringum og sosiobúskaparligu og heilsuligu støðuna hjá familjuni Marin Strøm, Fróðskaparsetrið Játtan: kr. 536.736 Játtað: 2015

2.

Verkætlan um ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum Amanda Gratton Vang, Landssjúkrahúsið og Granskarasetrið iNOVA Játtan: kr. 890.171 (Ein partur av stuðlinum fall aftur til grunnin) Játtað: 2014 3.

Verkætlan um grønstar í Føroyum Thomas Rosenberg og Elin Holm, Landssjúkrahúsið Játtan: kr. 313.360. Játtað: 2014 4.

Verkætlan um at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran, har bakteriur eru funnar í blóðnum Shahin Gaini, Medisinski Depilin, Landssjúkrahúsið Játtan: kr. 318.536 (Verkætlanin steðgaði, og mesti stuðulin fall aftur til grunnin) Játtað: 2015

20


HJARTASJÚKUR 5.

1.

Verkætlan um genetisku orsøkirnar til Alzheimers sjúku í Føroyum

Verkætlan um heilsufremjandi árin av rørslufótbólti hjá fólki, ið eru í vanda fyri at fáa diabetes 2

Maria Skaalum Petersen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Játtan: kr. 667.421. Játtað: 2015

Magni Mohr, Fróðskaparsetrið Játtan: kr. 446.200. Játtað: 2014

6.

2.

Ph.d. verkætlan um tarmbrunasjúkur í Føroyum

Verkætlan um at fyribyrgja hjartasjúkur við neyvari skreening av nýføðingum

Turid Hammer, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Játtan: kr. 1.217.022 Játtað: 2015

Katrin Eivindardóttir Danielsen, Landssjúkrahúsið Játtan: kr. 953.715. Játtað: 2017

7.

3.

Verkætlan um mikrobiom og Parkinsons sjúku

Ph.d. verkætlan um ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku

Maria Skaalum Petersen, Deildin fyri Arbeiðsog Almannaheilsu og Fróðskaparsetrið Játtan: kr. 851.734 Játtað: 2019

Jacobina Kristiansen, Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið Játtan: kr. 816.745 Játtað: 2019

8.

Verkætlan um grundir til og kostnað av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum Turið Hammer, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Játtan: kr. 828.856 Játtað: 2019

4.

Verkætlan um skeiðið frá føðing til ellisár – Íløga í granskingartilfeingi til at lýsa heilsu hjá føroyingum frá millumkrígsárunum Sjúrður F. Olsen, Fróðskaparsetrið Játtan: kr. 398.648 Játtað: 2019

9.

Ph.d. verkætlan um heilsustøðuna hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrið Játtan: kr. 1.076.896 Játtað: 2019 21


Sjúkrakassagrunnurin hevur eisini latið stuðul til COVID-19 gransking í Føroyum. Ein kanning av sálarheilsuni hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkum fekk stuðul frá Høvuðsøki 1, og avlop frá Høvuðsøki 2 varð flutt til eitt serligt COVID-19 átak hjá Granskingarráðnum.

KRABBAMEIN

SÁLARFRØÐILIG HEILSA

1.

1.

Verkætlan um at kanna, um tað finnast serligir føroyskir variantar av bróstkrabbagenum

Verkætlan um at geva skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi eftir føðing í Føroyum

Noomi O. Gregersen, Fargen, Ílegusavnið Játtan: kr. 567.000. Játtað: 2016

Sanne Storm, Landssjúkrahúsið Játtan: kr. 1.499.016 Játtað: 2014

2.

2.

Ph.d.-verkætlan við kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum

Verkætlan um genetisk frávik í Føroyum, sum økja vanda fyri at fáa panikkangist

Marnar F. Kristiansen, Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið Játtan: kr. 1.120.010 Játtað: 2017

Noomi O. Gregersen, Fargen, Ílegusavnið Játtan: kr. 184.223 Játtað: 2015

22


23


HØVUÐSØKI 3 Høvuðsøki 3 fevnir um stuðul til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkra­húsverkið og møguliga aðrar viðkomandi før­ oysk­ar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum. Til høvuðsøki 3 vóru upprunaliga 7 mió. kr. tøkar.

Í 2019 vórðu slakar 1,7 mió. kr. av restfænum lagdar aftur­at. Í mars 2021 var eingin tøkur peningur eftir í høv­ uðs­­øki 3.

LEIÐREGLUR FYRI HØVUÐSØKI 3 Stuðul verður latin til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkra­hús­ verk­ið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovn­ar á trimum raðfestum heilsu­økjum. Avtala verð­ur gjørd við viðkomandi stovn/ar. Tey raðfestu økini eru: • Master útbúgving (ígongdsetan) Granskingarnevndin kann gera avtalu við Fróð­skaparsetur Føroya um stuðul í sambandi við, at Fróðskaparsetrið setur í gongd master­út­ búgv­ing/ar í heilsuvísindum og sosialum arbeiði. Hes­ar útbúgvingar kunnu t.d. vera fyri bio­ana­lyt­ ik­arar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, jarð­ar­ møð­ur, lærarar, námsfrøðingar, sosial­ráðgevar, radio­grafar og sjúkrarøktarfrøðingar. Tørvur er á førleikamenning og uppstigan av fólki við miðallongum útbúgvingum innan heilsu- og al­mannaverk, so vit fáa eina meira munadygga og fjøltáttaða gransking í og vitan um heilsu­ støð­una hjá føroyingum. Av tí at livikor, vanda­ tættir og fólkasjúkur eru so nær tengd at hvørj­um øðrum, er neyðugt við eini heildarfatan av heilsuviðurskiftunum og harvið við miðvísum, muna­dyggum og samskipaðum heildartiltøkum.

24

• Serlig sjúkrakassa-ph.d. skipan Stuðul verður latin til eina ella fleiri ph.d. verk­ ætl­anir innan heilsuvísindi, fólkaheilsu ella sosi­ala heilsu, t.d. sjúkrarøkt, læknavísindi ella sosi­alvísindi. Ph.d. lesandi, ið fáa stuðul, skulu vera innskrivaði á Fróðskaparsetri Føroya. • Vísindastarvsfólk í heilsuvísindum/fólkaheilsu/ sosialari heilsu Sum liður í at menna gransking á ella gran­sking­ ar­samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar við­komandi føroyskar stovnar, sum skal menna heils­uøkið, kann Granskingarnevndin gera av­talu um stuðul til virksemið hjá leiðandi vís­indastarvsfólkum í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu. Atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økj­um í landinum.


AVTALA UM STUÐUL TIL GRANSKINGARSAMSTARV Granskingarráðið hevði saman við umboðum fyri Gran­skingarnevndina drúgvar samráðingar við Fróð­ skap­arsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu um, hvussu besta sam­ starvið fekst burtur úr játtanini við teimum treyt­um, sum vóru settar fyri stuðulin. Teir tríggir stovnarnir ynsktu at nýta játtanina frá høv­ uðsøki 3 í uppbyggingini av einum nýggjum depli fyri heilsu- og almannagransking. Tann 8. desember 2015 varð avtala um stuðul til at menna granskingarsamstarv á heilsuøkinum und­

ir­ skrivað millum Granskingarráðið øðrumegin og Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deild­ ina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hinumegin. Sambært avtaluni skuldi alt fæið í høvuðsøki 3 – 7 mió. kr. – latast til granskingarsamstarvið at nýta eftir nærri avtalu tey næstu 5 árini. Stuðulin skuldi být­ast til tey trý økini, ið leiðreglurnar áseta. Stuðulin til nýggja granskingarsamstarvið var ikki av­markaður til teir tríggjar stovnarnar, ið skrivaðu und­ir avtaluna við Granskingarráðið. Aðrir stovnar skuldu eisini hava møguleika at koma upp í sam­ starvið.

25


DEPILIN FYRI HEILSUOG ALMANNAGRANSKING Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking varð sett­ ur á stovn sama dag, sum avtalan um gran­sking­ar­ sam­starv varð undirskrivað. Depilin hevur m.a. til enda­máls at menna heilsuvísindaliga gransking og út­búgving í Føroyum. Depilin er skipaður á Fróðskaparsetrinum. Hann byrjaði sítt virksemi í 2016. Magni Mohr, dekanur og professari á Fróð­skap­ar­ setr­inum, varð settur sum leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking. Í mai 2017 vórðu tvey vísindastørv sett, sum skuldu vera berandi í toyminum í Deplinum fyri Heilsu-og Almannagransking. Í apríl 2019 tók Maria Skaalum Petersen, granskari og lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum, við sum depilsleiðari. Í desember 2019 kom Ílegusavnið upp í sam­ starvið.

Sambært uppgerð í desember 2020 eru fýra ph.d. verk­ætlanir staðsettar á Deplinum. Depilin hevur boðið út tvey ph.d. skeið og hevur skip­að fyri tveimum framløgudøgum, har føroysk heilsu­gransking varð løgd fram. Seinastu árini eru komnar 80-100 vísindaligar grein­ar út árliga í altjóða tíðarritum frá stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Al­manna­gran­ sking.

Stýrið fyri Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking Jan Rasmussen, Landssjúkrahúsið Pál Weihe, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya Guðrið Andorsdóttir, Ílegusavnið

Frá Granskingardegi á Landssjúkrahúsinum, har úrslit frá stuðlaðum verkætlanum vóru løgd fram. Frá vinstru: Sonja Nielsen, Birna Mohr Joensen, Sanne Storm, Tóra Róin og Katrin á Lakjuni.

26


DEPILIN FYRI HEILSU OG ALMANNAGRANSKING C E N T E R O F H E A LT H S C I E N C E

BÝTI AV STUÐLINUM TIL RAÐFESTU ØKINI Í HØVUÐSØKI 3 1.

Masterútbúgving 3,6 mió. kr. vórðu settar av í tíðarskeiðinum 2016 – 2020 til setan av einum vísindafólki við lekt­a­ra­ før­leika ella professaraførleika, sum skuldi vera við til at menna, reka og góðskutryggja eina nýggja master­útbúgving í fólkaheilsu (MSc Public Health) á Fróðskaparsetrinum. Endamálið við útbúgvingini skuldi vera at geva før­oyskum almanna- og heilsustarvsfólki í primera og sekundera geiranum førleikar at greina og menna egið fakøki og at seta í verk gran­sking­ar­ verk­ætlanir ella gerast partur av størri gran­sking­ar­ verk­ætlanum. Umsøkjarar skuldu hava miðallanga útbúgving sum bachelor ella professiónsbachelor, eitt nú sum sjúkra­røktarfrøðingur, ljósmóðir, námsfrøðingur, lær­ari, sosialráðgevi, ergoterapeutur, fysi­o­tera­peut­ ur ella bioanalytikari. Marin Strøm, ph.d., fekk til uppgávu at vera út­ búgv­ingarleiðari fyri masterútbúgvingina. Útbúgvingin Master í fólkaheilsu (MSc Public Health) varð skipað sum hálvtíðarlestur yvir 4 ár, so lesandi høvdu møguleika at førleikamenna seg

og varðveita tilknýtið til sítt fakøki. Ætlanin var, at tak­ast skuldi inn til útbúgvingina annaðhvørt ár. Útbúgvingin hevði upptøku til lesnað fyrstu ferð í august 2016. Tá vórðu 24 lesandi innskrivað. 1. mai 2017 varð Maria Skaalum Petersen, MSc, ph.d., sett í 5 ára starv sum lektari í heilsuvísindum. Á vári 2018 varð avgjørt at broyta heitið á út­búgv­ ing­ini til Master í heilsuvísindum, tí tað kundi fevna breiðari. Innihaldsliga varð útbúgvingin ikki broytt. Síðani januar 2019 hevur eisini verið møguligt at lesa Master í heilsuvísindum fulla tíð í 2 ár við lest­rarstuðli frá Studna. Í 2018 vórðu 25 lesandi innskrivað. Í 2020 vórðu aftur 25 nýggj lesandi innskrivað. Síðani 2016 eru útskrivað 24 masterprógv, har 10 prógv eru í fólkaheilsu og 14 í heilsuvísindum. Øll tey lesandi, sum hava verið og framvegis eru inn­skrivað til útbúgvingina, eru kvinnur. Masterútbúgvingin er í dag rótfest á Setrinum, og Setr­ið ætlar at bjóða útbúgving út, so leingi grund­arlag er fyri tí.

27


2.

3.

Sjúkrakassa-ph.d

Vísindastarvsfólk

0,9 mió. kr. vórðu settar av til partvísa fígging av ph.d. lesandi í fólkaheilsu/sosialari heilsu/ heilsuvísindum.

2,5 mió. kr. vórðu settar av í tíðarskeiðinum 2016 – 2018 til eitt lektara- ella professarastarv í heilsu­ vís­indum/fólkaheilsu/sosialari heilsu. Endamálið við starvinum var at menna granskingarsamstarvið mill­um stovnarnar.

Tvær ph.d. verkætlanir eru partvíst fíggjaðar av høvuðsøki 3: 1. Fótbóltsvenjing sum fyribyrging og viðgerð av lívsstílssjúkum May-Britt Skoradal, MSc í sjúkrarøkt Játtan: kr. 300.000 2. ALS í Føroyum – ein arvafrøðilig og umhvørvislig kanning Malan Johansen, MSc í lívfrøði Játtan: kr. 600.000

1. februar 2017 varð Amanda Gratton Vang, MSc, ph.d., sett í 3 ára starv sum adjunktur í heilsu­vís­ indum.

BÝTI AV RESTFÆI Í HØVUÐSØKI 3 Tjóðarkohorta Í mars 2021 varð restfæið, ið var slakar 1,7 mió. kr., lat­ið Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking sum prinsipiell játtan til stovnseting av eini tjóð­ar­ kohortu. Ein kohorta er ein bólkur av fólki við felags eyð­ kenn­um, ið verða fylgd av granskarum í eitt tíð­arskeið. Ein tjóðarkohorta við vaksnum fólki fer at geva gran­skarum møguleika at greina heilsustøðuna hjá føroyingum bæði nú og seinni.

28

Ein tjóðarkohorta staðsett á Deplinum er sam­ stundis eitt átak, sum kann tryggja framtíðina hjá Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking. Før­oyar eru sermerktar á fleiri økjum, t.d. genetiskt, men eisini við høgum livialdri, tøttum sosialum sam­bondum o.s.fr. Ein grundleggjandi kanning av einum stórum parti av fólkinum fer at gera tað sannlíkt, at fleiri grunnar vilja stuðla seinni kann­ingum.


EFTIRMETING Spurnarbløð eru send øllum, sum hava fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum. Eisini limir í nevndini í Sjúkra­kassagrunninum, faknevndini, Gran­sking­ar­ nevnd­ini og Granskingarráðnum, hava fingið spurn­ ar­bløð.

HØVUÐSØKI 1 17 móttakarar av stuðli frá høvuðsøki 1 hava svarað. 76% meta, at stuðulin hevur styrkt førleikar/vitan á teirra øki rímiliga nógv ella sera nógv. 82% halda, at verkætlanin hevur gagnað teirra mál­bólki rímiliga nógv ella sera nógv. 86% siga, at ítøkilig úrslit, t.d. faldarar, bøkur og ráð­stevnur, eru komin burturúr verkætlanini. “Tá talan ikki hevur verið um gran­sking­ar­verk­­­ ætlan­ir, men stuðul til ráðstevnur og útvegan av til­fari, so hevur tað verið gull vert at hava hendan møgu­leik­ an. Tað er sera keðiligt, at tann møgu­leik­in ikki long­ur er til, nú grunnurin er tómur.” “Tað hevur verið gott, at felagið kundu fáa møgu­ leika at skaffa føroyskt tilfar til vega um cøli­aki, sum so var givið út í einum vøkrum og væl­gjørdum bók­ lingi. Við honum hevur felagið fing­ið eitt gott amboð til at fáa boðskapin um cøli­aki út millum manna. Til­far­ið hevur eisini verið grundarlag undir, at vit hava kunn­að gjørt fel­agnum eina heimasíðu.”

”Tá talan ikki hevur verið um granskingarverkætlanir, men stuðul til ráðstevnur og útvegan av tilfari, so hevur tað verið gull vert at hava hendan møguleikan.” 88% halda, at fyrisitingin hjá Granskingarráðnum hev­ur verið góð ella sera góð. ”Tað var sera greitt, hvørjar treytirnar vóru, og vit fingu skjóta afturmelding. Eisini at blíva kon­takt­að­ur persónliga var ein góð kensla.”

”Góð vegleiðing viðvíkjandi umsóknini, og skjót og góð málsviðgerð. Eisini vinarlig og blíð at sam­skifta við.”

“Vit kundu hugsað okkum at gjørt fleiri verk­ætl­an­ir fyri at fáa evidensgrundaða vitan um, hvussu støð­an hjá fólki í Føroyum, sum bera brek, í veru­leik­anum er, fyri at brúka tað sum grundarlag und­ir okk­ara átøkum. Tí mæla vit til, at grunnurin fær fígging, so tað framhaldandi verður møguligt at søkja um gran­skingarstuðul til minni verk­ætl­anir á heilsu­øk­inum.” Tilmælir um framtíðar stuðul og verkætlanir á heilsu­økinum eru m.a.: ”Talið av umsøkjarum hevur verið stórt og vísir hetta júst stóra áhugan fyri at granska innan før­oyska heilsu­økið. Umhugsast eigur tí at skipa ein al­mennan stovn, sum framhaldandi kann veita pen­ing til heilsu­gran­sking til gagn fyri okkum øll.” “Tað er umráðandi at hava henda møguleika, tí at gran­sking er trupul at raðfesta í vanligari ar­beiðs­tíð. Og lopið til eina ph.d. er langt. Nógvar áhuga­verdar verk­ætlanir hava verið gjørdar á heilsu­økinum, og er tað við til at menna økið sum heild.” “Vit kundu hugsað okkum at gjørt fleiri verk­ætl­an­ir fyri at fáa evidensgrundaða vitan um, hvussu støð­an hjá fólki í Føroyum, sum bera brek, í veru­leik­anum er, fyri at brúka tað sum grundarlag und­ir okk­ara átøkum. Tí mæla vit til, at grunnurin fær fígging, so tað framhaldandi verður møguligt at søkja um gran­ skingarstuðul til minni verk­ætl­anir á heilsu­øk­inum.”

29


HØVUÐSØKI 2 10 móttakarar av stuðli frá høvuðsøki 2 hava svarað. 9 stuðulsmóttakarar meta, at: Stuðulin hevur styrkt teirra førleikar/vitan rímiliga nógv ella sera nógv. Stuðulin er komin almenninginum til góðar í rími­liga stóran ella sera stóran mun. “Vitan um, hvussu vit eldast væl, hevur alstóran týd­ning, nú vit gerast eldri og liva longri, og neyð­ugt er við vitan, sum byggir á vísindaligt grund­ar­lag. Hendan vitan hevur ikki verið tøk í Føroyum, men ph.d. verkætlanin, sum m.a. er fíggjað úr Sjúkra­kassa­ grunninum, ger, at vit nú hava ein eina­standandi møgu­leika at kanna kognitivu og lik­amsligu heilsu­støð­ una hjá eldri føroyingum og hvussu heilsan broyt­ist yvir eitt 10 ára skeið – frá 70-74 ár til 80-84 ár.” ”Verkætlanin hevur gjørt, at krabbameinsskráin og gran­sking innan krabbameinsøkið kann vera á ein­um hægri stigi frameftir.” “Ph.d. verkætlanin hevur elvt til nýggja vitan til gagns fyri íbúgvarnar í Føroyum, til dømis er Colitis-Crohn felagið uppstartað aftur í mars 2020. Verk­ætl­an­in hevur eisini verið við til at skapa eitt internationalt fok­us ígjøgnum tær vís­inda­ligu greinarnar, sum eru út­givnar í sambandi við ph.d. verkætlanina.” “Reint ítøkiliga hava nógv fólk verið við í verk­­ ætlan­ini, og helvtin av teimum hava vant regluliga, og eru komin í nógv betri konditión enn áðrenn. Hetta vita vit er sera gott fyri lívsgóðsku hjá fólki og ger eis­ini, at tey liva longri, um tey halda fram við venj­ing­ini.”

“Verkætlanin hevur verið við til at betra um krabbameinsskránna, so møgu­leik­arnir at granska verða fleiri, og dygdin av tøl­um úr krabbameins­skránni verður betri.”

30

9 stuðulsmóttakarar siga, at ítøkilig úrslit eru kom­in burt­urúr verkætlanini í rímiliga stóran ella sera stór­an mun. “Ph.d. verkætlan er enn í gerð, men vísindaligar út­gávur eru á veg, sum kunnu vera við til at menna eitt munagott fyribyrgjandi og heilsufremjandi ­ar­beiði í einum aldrandi samfelag.” “Fíggingin úr Sjúkrakassagrunninum hevur ver­ið stór­ur partur av fíggingini av ph.d. verk­ætl­an­ini hjá mær, Cancer Epidemiology in the Faroe Islands. Onk­ur grein er útgivin, men fleiri eru á veg. Umframt hetta hevur ph.d. verkætlanin verið við til at betra um krabbameinsskránna, so møgu­leik­arnir at granska verða fleiri, og dygdin av tøl­um úr krabbameins­ skránni verður betri.”

”Mínar royndir hava verið góðar. Har er ein góð­ur og jaligur dialogur við fyrisitingina, og eru iva­mál, verða tey svarað skjótt og greitt.” Allir stuðulsmóttakararnir halda, at fyrisitingin hjá Gran­skingarráðnum hevur verið góð ella sera góð. ”Vegleiðing og málsviðgerð hjá Gran­sking­ar­­ráð­num hava verið framúrskarandi. Ivamál og spurn­ing­ar, tú sum umsøkjari hevur havt, eru skjótt og væl av­greiddir, og kunningin sum heild hev­ur verið sera góð.” ”Mínar royndir hava verið góðar. Har er ein góð­ur og jaligur dialogur við fyrisitingina, og eru iva­mál, verða tey svarað skjótt og greitt.” “Í innleiðandi fasuni, tá protokollin skuldi skriv­ast, var gott at at fáa eitt prát um verkætlanina og um prakt­isk viðurskifti henni viðvíkjandi. Sum tíð­in leið, og man sendi fyrispurningar (oftast via mail), fekk man svar aftur – skjótt og nøktandi. Hetta var sera moti­verandi, tí so kundi arbeiðið halda fram bein­an­ veg­in. Tað hevur eisini verið sera gott at fingið feed­back uppá tær umsóknir, sum ikki rukku til eina játt­an.”


Tilmælir um framtíðar stuðul og verkætlanir á heilsu­økinum eru m.a.: “Tað hevði verið ynskiligt, at tað áhaldandi verð­ur lat­in stuðul til gransking innan krabba­meins­økið í Før­oyum, so vit áhaldandi kunnu menna hetta øki.” “Sjúkrakassagrunnurin hevur havt sera stóran týd­ning fyri heilsugransking. Sjúkrakassafæið hev­ur stuðl­að nógvum verkætlanum, bæði ph.d. verk­ætl­an­um og øðrum verkætlanum. Hendan inn­spræningin av fígging júst til heilsugransking er ein av orsøkunum til, at gransking innan heilsu­øk­ið hevur ment seg so nógv seinastu árini. Tí er tað mítt ynski, at fígging fram­ haldandi verður sett í Sjúkrakassagrunnin ella líkn­ andi, sum burturav er til at fíggja heilsugransking.” “Eg haldi tað vera sera umráðandi, at tað er onk­ur grunn­ur í Føroyum, sum veitir stuðul til gran­sking­ar­ verkætlanir á heilsuøkinum. Tað er ein sera hørð kapp­ing at fáa stuðul í Gran­sking­ar­ráð­num, sum jú gev­ur stuðul til alla gransking, sum er í Føroyum. Ant­in skal játtanin til Gran­sking­arráðið økjast mun­andi ella skal okkurt líkn­andi Sjúkra­kassa­ grunninum stovn­ast aftur.” “Eg mæli til meira registergransking í Føroyum, av tí at vit langt frá eru á einum støði, sum kann sam­an­ ber­ast við okkara grannalond. Samstundis eru vit eitt land við fáum íbúgvum og harvið hevði regi­ster­gran­ sking innanfyri heilsuøkið kunna ver­ið eina­stand­andi og verið við til at draga altjóða áhuga inn­an­fyri register­gransking í heilsu til Før­oya.”

“Stuðulin hevur gjørt tað møguligt at seta eina master­útbúgving á stovn, sum hevur koyrt ómetaliga væl.” HØVUÐSØKI 3 Tvey umboð fyri Depilin fyri heilsu- og al­manna­ gran­sking hava svarað.

Tey meta, at stuðulin í sera stóran mun hevur styrkt førleikar og vitan á heilsuøkinum, er komin al­ menninginum til góðar og hevur givið ítøkilig úr­slit. ”Stuðulin hevur gjørt tað møguligt at seta eina master­útbúgving á stovn, sum hevur koyrt ómetaliga væl. Eisini hevur setanin av nýggjum starvs­fólkum økt um granskingarvirksemið.” ”Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking, sum hev­ur til endamáls at menna heilsuvísindaliga gran­ sking og útbúgving í Føroyum, er úrslit av stuðli frá Sjúkra­kassagrunninum. Hesin depil hev­ur m.a. við­ført betri og tættari samstarv millum stovn­arnar. Hett­ar kemur m.a. til sjóndar í vís­inda­ligum greinum, har granskarar frá stovnunum eru við.”

“Tað er avgerandi, at líknandi møguleikar koma aftur fyri at kunna halda sama støði og menna øk­ið víðari.” Tilmælir um framtíðar stuðul til heilsugransking eru m.a.: ”Fíggingin frá Sjúkrakassagrunninum hevur havt av­gerandi leiklut í, at heilsugransking er í blóma í Før­oyum. Fígging hevur verið til staðar, sum hevur ver­ið oyramerkt til heilsugransking í breið­astu merk­ing, og tí eru nógvar gran­sking­ar­verk­ætlanir farnar í gongd seinastu árini, sum møgu­liga ikki vóru farnar í gongd annars ella seinni. Hesar royndir vísa, at um ein vil stimbra heilsu­gransking, er økt fígging, oyra­merkt til heilsu­gransking, ein týðandi vegur fram.” ”Tað er altavgerandi at fáa meira stuðul til heilsu­ gran­sking. Sjúkrakassagrunnurin hevur yvir­skipað havt ómetaliga stóran týdning fyri heilsu­gransking og út­búgving og hevur eisini t.d. ment Fróðskaparsetrið sera nógv. Tað er avgerandi, at líknandi møguleikar koma aftur fyri at kunna halda sama støði og menna øk­ið víðari.”

31


NEVNDIN Í SJÚKRAKASSA­ GRUNNINUM, FAKNEVNDIN, GRANSKINGARNEVNDIR 2011-2020 13 nevndarlimir, ið á ymsan hátt hava varað av stuðlinum, hava svarað. Allir nevndarlimir halda, at: Stuðulin hevur styrkt førleikar og vitan innan heilsu­gransking rímiliga nógv ella sera nógv. Stuðulin hevur styrkt samstarvið millum grans­ kingar­stovnar rímiliga nógv ella sera nógv. 92% av nevndarlimunum halda, at stuðulin hevur givið ítøkilig úrslit innan heilsugransking í rimiliga stóran ella sera stóran mun. 62% av nevndarlimunum halda, at stuðulin hevur styrkt heilsuna hjá føroyingum í rímiliga stóran ella sera stóran mun. 85% av nevndarlimunum halda, at stuðulin er komin øllum landinum til góðar í rímiliga stóran ella sera stóran mun.

32

77% av nevndarlimunum halda, at nyttuvirðið av Sjúkrakassagrunninum hevur verið nóg sjónligt. 92% halda, at samstarvið við Granskingarráðið hev­ur verið gott ella sera gott. ”Stjórin í Granskingarráðnum hevur verið væl­virk­ andi bindilið millum Faknevnd og Gran­sking­arráð.” Tilmæli um framtíðar stuðul til heilsugransking: “Tað hevði munað væl at gjørt ítøkilig átøk fyri at fáa ment heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróð­skap­ar­ setr­inum enn meira. Her verður hugsað um at styrkt vís­indaligu førleikarnar hjá sjúkra­røkt­ar­frøð­ingum. Tað kundi verið bæði ph.d.- og post.doc.-verkætlanir.” “Tað er átrokandi at finna orsøk/ viðurskifti, sum ávirka okkara ungu á negativan hátt, soleiðis at tey mis­trívast og ikki fáa eitt gott og virkið lív. Sam­stund­is er tað umráðandi at koma við nøkrum upp­skot­um til batar á hesum trupuleika, sum eru bygd á rela­teraðar verkætlanir og gransking.”


EFTIRMETING HJÁ GRANSKINGARRÁÐNUM Áðrenn nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin avhendaði fæið úr grunninum til Granskingarráðið tann 31. mars 2014, samskifti Granskingarráðið við nevndina fyri Sjúkrakassagrunnin um lógarkarmarnar hjá Gran­ skingarráðnum, sum settu mørk og krøv til fyri­­ sitingina av fænum. Eisini samskiftu vit um, hvussu nevndin kundi seta hóskandi karmar fyri, hvat fæið skuldi brúkast til.

Serliga Høvuðsøki 1 hevur givið nógv í mun til upp­hæddirnar, sum vóru tøkar. Her er arbeitt við til­tøk­um og evnum, sum eru nær borgarunum og heilsu­ starvsfólkum, men sum vanliga ikki eru við í kann­ingum og gransking. Tað gevur nýggjar vinklar og áhuga fyri at menna heilsuøkið í breiðastu merk­ing kring alt landið. Tað hevur borið til at sett hol á at kanna øki, sum áður ikki hava verið granskað yvir­høv­ur. Nyttuvirði Tað eru komin nógv spennandi og týdningarmikil úrs­lit og vitan burturúr tiltøkunum og verk­ætl­an­ unum, sum eru stuðlaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Serliga Høvuðsøki 1 hevur givið nógv í mun til upp­hæddirnar, sum vóru tøkar. Her er arbeitt við til­ tøk­ um og evnum, sum eru nær borgarunum og heilsu­ starvsfólkum, men sum vanliga ikki eru við í kann­ingum og gransking. Tað gevur nýggjar vinklar og áhuga fyri at menna heilsuøkið í breiðastu merk­ing kring alt landið. Tað hevur borið til at sett hol á at kanna øki, sum áður ikki hava verið granskað yvir­høv­ur.

Áhugin fyri at søkja stuðul til gransking frá Høv­ uðs­­øki 2 var sera stórur. Tað var ásett í leiðreglunum, at tøki stuðulin skuldi býtast nøkulunda javnt á 5 økj­ um. Umsóknirnar til hesi økini vóru tó sera ójavnt býttar, har áhugin fyri medisinska økinum var nógv tann størsti. Hetta er eisini økið, har vit framm­ an­ undan høvdu mestu og dyggastu granskingina. Hetta gav okkum nakað av høvuðbrýggi, tí sam­ stund­is skuldi stuðul latast til tær bestu verk­ætl­an­ir­ nar. Tað eydnaðist tó samanumtikið at fáa arbeitt við øll­um økjunum. Stuðulin frá Høvuðsøki 3 hevur m.a. havt við sær, at masterútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum er ment til eitt fast tilboð. Tað fer at geva stórar ringvirkningar við áhaldandi førleikamenning av heilsustarvsfólkum og fyrisitingarfólkum á heilsuøkinum. Úrslitini av stuðlinum til at styrkja samstarvið mill­ um verandi granskingarumhvørvi eru farin at síggj­ast, hóast tað enn tykist at vera nakað eftir á mál til eitt umhvørvi, sum megnar at fáa til vega stórar stuð­ulsupphæddir úr útlendskum grunnum til verk­ ætl­anir. Økið er enn merkt av, at talan er um fáar per­ sónar, sum hava nógvar ymsar uppgávur og ábyrgd­ir í samfelagnum.

Royndir og avbjóðingar Í baksýni undirmettu vit fyrisitingarkostnaðin eitt sind­ur. Granskingarnevndin fekk fleiri nýggjar upp­ gáv­ur við Sjúkrakassagrunninum, uttan at tey fingu eyka samsýning. Hetta var ikki heilt rímiligt. Størsta avbjóðingin vísti seg í mannagongdini at taka støðu til umsóknir. Tað var eitt ynski hjá nevnd­ ini fyri Sjúkrakassagrunnin, at ein nevnd við um­boð­ um fyri ymsar partar á heilsuøkinum skuldi gera av, hvør fekk stuðul. Sambært lóg um gransking var tað bert Granskingarnevndin, sum kundi avgera hetta. Gran­skingarnevndin hevði tó heimild at seta serligar 33


fak­nevndir, sum kundu gera tilmæli til Gran­sking­ar­ nevnd­ina. Tí varð gjørt av at seta eina faknevnd, sum skuldi gera tilmæli til Granskingarnevndina um stuð­ul á Høvuðsøki 2 og 3. Faknevndin tók sjálv støðu til kanningarverkætlanir á Høvuðsøki 1, meðan fyrisitingin kundu taka støðu til umsóknir undir 100.000 kr. Umsóknir um granskingarstuðul á Høvuðsøki 2 vórðu fyrst mettar av uttanhýsis serfrøðingum. Síð­ ani metti Faknevndin um umsóknirnar samlað og gjørdi tilmæli til Granskingarnevndina, sum tók enda­liga støðu. Hendan mannagongdin við tveimum nevndum rigg­aði ikki nóg væl at byrja við. Granskingarnevndin hevði í veruleikanum lítlan møguleika at taka støðu til umsóknirnar, tí hon kundi annaðhvørt góðkenna ella vraka tilmæli, ikki gera broytingar. Gran­sking­ar­ nevnd­in hevði mest eftirlit við, at tilmælini vóru væl grund­að. Faknevndin var tann, sum reelt gjørdi av, hvør fekk stuðul, uttan tó at hava endaliga orðið. Við nøkr­um royndum og samskifti millum nevndirnar kom arbeiðið í eina góða legu. Læran var, at ábyrgdin skal liggja hjá einari nevnd. Størsta fakliga avbjóðingin á Høvuðsøki 2 var, at gran­skingarstovnarnir og granskararnir ikki allir vóru líka klárir at taka ímóti so nógvum verkætlanum í senn. Serliga var tað trupult at liva upp til øll mynd­ ug­­leikakrøvini í mun til loyvir frá Vís­inda­sið­semis­ nevnd­ini og Dátueftirlitinum. Hetta seinkaði fleiri verk­ætlanum sera nógv. Nú sær út til, at umhvørvið er munandi sterkari á hesum økinum eisini. Arbeiðið við Høvuðsøki 3 var tað truplasta og drúgv­asta fyrisitingarliga. Hetta er helst eisini tann part­urin, sum hevur størst langtíðarárin á heilsu­ gran­sking í Føroyum, tí endamálið var at styrkja sam­starvið millum verandi granskingarumhvørvi.

34

Niðurstøður Samanumtikið er søgan um sjúkrakassafæið ein sól­ skins­søga. Avgerðin at bjóða okkum fram at fyrisita fæið var eftir okkara tykki røtt, tí vit høvdu karmarnar og neyð­ugu royndirnar til at gera hetta. Tað hevur verið nógv munadyggari fyri samfelagið enn at skipa eina nýggja fyrisiting til hetta í eitt avmarkað tíðarskeið. Hetta var fyrstu ferð, at Granskingarráðið tók ímóti pengum at umsita, sum ikki vóru játtaðir til Gran­skingargrunnin. Seinni eru aðrar játtanir eisini fingn­ar at umsita. Fyrisitingin av hesum játtanum hev­ur givið okkum virðismikla vitan og royndir, sum vit hava tikið við í nýggju lógina um ráðgeving og stuð­ul til gransking. Tað hevur mest verið ein góð uppliving hjá Gran­ sking­arráðnum at umsita sjúkrakassafæið. Vit hava víst, at tað ber til at fyrisita fleiri stuðulsskipanir und­ir sama taki, uttan at blanda hesar saman. Vit hava eisini víst, at tað ber til at styrkja eitt gran­sking­ ar­øki munandi við at gera strategiskar íløgur á einum øki í eitt áramál. Yvirskipaða endamálið, ið var at veita øllum pørt­ um vissu fyri, at sjúkrakassafæið fór at verða brúkt á heilsu­ økinum eftir ávísum leiðreglum, hevur eftir okk­ara tykki eydnast heilt væl, hóast fleiri spurningar og avbjóðingar hava verið á vegnum. Royndirnar serliga frá Høvuðsøki 1 við at lata stuð­ul til at kanna viðurskifti á heilsuøkinum, sum áð­ur ikki hava verið granskað yvirhøvur, høvdu verið spenn­andi at roynt á øðrum økjum eisini.


FAKTA UM SJÚKRAKASSAGRUNNIN • Teir 11 sjúkrakassarnir kring landið áttu virðir fyri næstan 30 mió. kr., tá teir vórðu avtiknir. • Granskingarráðið fekk fæið hjá sjúkrakassunum at umsita í 2014. • Fæið skuldi nýtast til at menna heilsuøkið í Føroyum • Granskingarráðið hevur latið tilsamans 29,7 mió. kr. í stuðli úr Sjúkrakassagrunninum. • Dentur hevur verið lagdur á at býta stuðulin javnt millum heilsuøkini og til gagns fyri øll økir í landinum. • 41 áhugafeløg hava fingið stuðul til upplýsandi tiltøk og kanningarverkætlanir, ið kunnu menna heilsuøkið. Nógv ítøkilig úrslit, t.d. faldarar, bøkur og ráðstevnur, eru komin burturúr. • 21 granskarar hava fingið stuðul til gransking og menning á fimm raðfestum heilsuøkjum. Harav eru 8 ph.d. verkætlanir. • Fróðskaparsetrið hevur fingið stuðul at seta í gongd masterútbúgving í heilsuvísindum og fólkaheilsu. Síðani 2016 eru 24 masterprógv útskrivað. • Ein nýggjur Depil fyri Heilsu- og Almannagransking er skipaður við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum. Depilin hevur til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

GRANSKINGARRÁÐIÐ Bryggjubakki 12 Postsmoga 259 FO-110 Tórshavn

Tel. +298 567800 www.gransking.fo gransking@gransking.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Sjukrakassagrunnurin 2014-2022 by Granskingarráðið - Issuu