












Les meira á liv.fo/vinna
![]()













Les meira á liv.fo/vinna
Sum arbeiðsgevari kanst tú leggja lunnar undir fíggjarliga trygdarnetið hjá tínum starvsfólkum.
Fá eitt óbindandi prát við ein av okkara tryggingarráðgevum, fyri at finna fram til tínar møguleikar.
Vit sita klár á tlf 31 11 11 ella send okkum teldupost á liv@liv.fo
The Faroese are everywhere! Is an expression we often hear, after all, it is fairly common for Faroese people to run into other Faroese people on far-flung shores.
Precisely this – that the Faroese are everywhere – is a bit of a theme in this edition of Atlantic Review.
We have, for example, talked with Greta Svabo. The musician moved to France a few years back with her husband and daughter. They have a little bed & breakfast, and, naturally, she makes music. Later in the year she will be launching her first album: ‘Beautiful Obscenery’.
Across the Channel, in England, the young talented football player Géza David Turi has settled in Grimsby. He left the Faroese club Víkingur for Grimsby Town a year ago to spread his wings as a professional footballer. Géza, who is originally from Hungary, at long last received his Faroese passport
last year and the national coaches wasted no time. The young player has already had his debut minutes and scored his first goal for the Faroese squad. Turn the pages for a reportage on Géza and his path so far.
It may not be quite as surprising that there are Faroese people in Copenhagen, which remains the number one study destination for Faroese youth, but they are making their mark. We have met three creative women from Klaksvík who all live and work in the Danish capital. Creativity is at the heart of what they do. Rosa Heinesen is a furniture carpenter, production technician and product developer and has her carpentry workshop in central Copenhagen. In 2023 Sheila Simonsen, in collaboration with two colleagues, opened Samværk in Istedgade. It can be described as a collaborative knitting universe, which she manages alongside her work as a psychomotor therapist. And then there is stylist Ann Leivsgarð, who has a studio in the heart of town. Her popular hair studio is the result of grit and discipline and now she is dreaming of opening a second hair salon in the Faroe Islands. You will find the portraits of these three dynamos on page 42.
From Copenhagen back to the Faroe Islands, and into space. Uni Árting is a geologist at Faroese Geological Survey and member of NASA’s Mars 2020 Science Team, which means that he gets to geekout with the Mars rover, Perseverance. We met Uni, who last year received the Faroese Research Council’s Media Award, for a chat about how his fascination with the underground has blasted him off to distant planets in search of life. Someone who has returned to the Faroe Islands after many years abroad is the actor Kristina Sørensen Ougaard. In 2011 she co -
founded Det Ferösche Compagnie, and now works as a freelance actor. Read on to find out how Kristina believes theatre can change the world.
Last, but not least, we visited the Faroese Home Economics school Rótin in Klaksvík. In summer 2025 the school moved into new purpose-built facilities in the heart of town, a haven for creativity and sustainability springing from ageold craft traditions.
All this and more is here for you to enjoy in this year’s first edition of Atlantic Review.
Happy New Year, happy reading and happy travels.


You’re flying over it. We’re bottling it.

pH 8.3 at Source
The only Natural Mineral Water from the Faroe Islands.
Mount Kirvi’s source was discovered by chance — deep within a 55-million-year-old basalt mountain range in the Faroe Islands
At the foothill, we gently bottle the purest natural mineral water using little more than gravity.
With its high pH value of 8.3 and unique mineral composition, Kirvi is believed to be among the world’s finest and healthiest waters.
That’s uniqueness.

Innihald / Contents:
08 Greta Svabo Bech
– spakmælta stjørnan
Greta Svabo Bech – truer than ever
22 Gamlar siðvenjur
við nýggjum kørmum Old traditions in new settings
32 Géza David Turi: Eg kenni meg sum føroying
Géza David Turi: I feel Faroese
42 Skapandi sálir úr Klaksvík seta dám á miðbýin í Keypmannahavn
Creative souls from Klaksvík making their mark


54 Marsmaður í Havn Spaceman from Tórshavn
66 Sjónleikur kann broyta verðina til tað betra Theatre can make the world better
80 Søgan hjá Atlantic Airways
90 Barnasíðan Children’s page
91 Krossorð & Sudoku Crossword puzzle and Sudoku

unning um prentstað og svanamerki á prentlutum

Allir prentlutir eiga at hava prentstað á. Tí verður heitt á tykkum, sum lata okkum prentkláran pdf, um at minnast til at seta á prentlutin: Prent: Føroyaprent.
svanamerki
Svanamerkið er búmerkið hjá Norðurlendsku umhvørvismerkingini og er eitt skrásett og vart vørumerki. Tað eru tí reglur fyri, hvussu tað skal síggja út á prentlutinum, og hvussu tað má brúkast. Svanamerkið kann takast niður av heimasíðu okkara www.foroyaprent.fo.
ATLANTIC REVIEW is published by Atlantic Airways, Vagar Airport, FO-380 Sørvágur, tel. +298 34 10 00. Advertising: atlanticreview@atlantic.fo. Editor: Ingrid Bjarnastein – ingrid@atlantic.fo.
Layout: Jensia Gaardlykke Rossum – jensia@atlantic.fo. Responsibility: Jóhanna á Bergi. Proof and translation: Sprotin.fo. Printed by: foroyaprent.fo. This publication may only be reproduced in agreement with the publishers. Cover: Uni Árting. Photo by: Erla Ziskasen
Dømi: Fylg dømunum her. Minst til at búmerkið eisini kann vera svart.


Tað er ikki altíð neyðugt at rópa hart fyri at verða hoyrd – ella fyri at gerast altjóða viðurkend tónlistakvinna. Tað er 37 ára gamla Greta Svabo Bech gott dømi um.
Spakmælta kvinnan við ljósabláu eygunum er einasti føroyingur, ið higartil er tilnevndur til eina Grammy heiðursløn. Tað var í 2011. Nú, 15 ár seinni, er hon klár við nýggjari plátu,
‚Beautiful Obscenery’, ið – so undarligt tað ljóðar – er hennara fyrsta heildarútgáva.
Plátan skilmarkar eina nýggja byrjan fyri Gretu
–Tú mást orsaka, at eg alla tíðina leiti eftir føroysku orðunum, umber Greta Svabo Bech alt fyri eitt, tá ið hon setir seg niður at práta.
– Eg noyðist at týða alt í høvdinum fyrst, áðrenn eg kann siga tað hart, ið eg ætli mær. Trupulleik in er bara í løtuni, at eg veit ikki ordi liga, hvørjum máli eg hugsi á, legg ur hon skemtandi afturat upp á sín eyðkenda og spak mælta máta. Greta er á ongan hátt ein persónur, ið krevur at verða hoyrdur og sæddur, tá ið hon stíg ur inn í eitt rúm.
Tað er nú ikki so undarligt, at mál ini detta um hvørt annað í høvd inum á Gretu. Hon er aftur í Føroy um fyri fyrstu ferð í trý ár í sambandi við, at hon hevur spælt á G! Festival inum. Í 2022 skryktu Greta og enski maður hennara, tón leika fram leiðarin Fred Ruddick, tjald hælir nar í Miðvági upp við rót og fluttu til útsynningspart in av Frak landi at búgva.
– Eg tosi enskt við mannin, føroyskt við dóttrina, og so royni eg at læra meg franskt.
Greta leggur heldur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hon verður spurd, hví tey valdu at flyta til Frak lands.
– Vit vildu gjarna búgva, har tað er heitari, svarar hon forherðað, áðrenn hon útgreinar.
– Mær hevur eisini altíð dámt væl at vera mitt í Evropa, har
tú kanst koyra millum lond. Vit koma ikki uttanum, at vit eru rætti liga avskor in í Føroyum. Tú kanst bara koyra so langt, áðrenn tú hevur verið runt og mást í eina ferju. Og so hevur mítt lív altíð hingið saman av átta ára ring rásum, tí eg eri flutt hvørji átta til tíggju ár, frá tí eg var smágenta. Hóast eg var glað fyri at búgva í Miðvági og var byrjað at dyppa og vera meira sosial, so føldist tað eisini, sum tað var tíð at fara víðari.
Síðani tey fluttu til Fraklands, hava Fred og Greta fingið dóttrina Bellu, ið er trý ár, og so hava tey keypt ein stóran garð í bygdini Duras, sum liggur tætt við Bordeaux og er vínøki.
– Tað er countryside living, staðfest ir Greta. – Vit hava eitt hús, har vit sjálvi búgva, og so hava vit eisini eitt gestahús við svimji hyli, sum vit leiga út gjøgnum Airbnb. Vit hava eisini innrættað eitt tón leika studio. Av tí at mínar tón leikar røtur eru so knýttar at samstørv um, so virkaði tað upplagt, at onnur eisini kundu koma at arbeiða her. Flytingin og familjuøkingin hava gjørt, at Greta Svabo Bech hevur verið tón listarliga rættiliga friðarlig í nøkur ár.
– Mínar vinkonur fingu tað at hava børn at síggja øgiliga lætt út, men tað er tað slett ikki. Eg veit ikki, hvar tíðin fer, sigur Greta
við einari blanding av álvara og skemti.
– Hinvegin ynskti eg mær altíð eitt bed and breakfast, tá ið eg var yngri, og tað kann eg nú, samstund is sum eg eisini fái arbeitt við tón leik inum. Í grundini hevur tað eisini verið deiligt at royna okkurt annað og fjøltáttað í eina tíð.
Greta hevur nú fingið fótin fyri seg aftur tónlistarliga og er klár við nýggjari plátu, ‚Beautiful Obscenery‘, sum – so undarligt, tað kann ljóða – er hennara fyrsta heildarútgáva.
– Eg haldi, at tað kravdi, at Bella varð fødd, at eg kom hartil, at eg innspældi eina heila plátu. Tíðin gerst øgi liga dýrabar, tá ið tú fært børn, so avbjóðing in var, at alt, ið eg skrivaði og tók upp, skuldi kennast natúrligt og rætt, og so skuldi tað gerast einfalt, sigur Greta, áðrenn hon útgreinar. – Tónlistarliga havi eg altíð roynt at skapað okkurt, ið skuldi vera øðr vísi og skilja seg burtur úr rúgv uni. Tað hevur havt við sær, at eg til tíðir havi yvirfram leitt mín tón leik. ‚Beautiful Obscenery‘ gongur beint ímóti hesum. Millum annað eru ongi beats (trummur) á plátuni, og tað hevur verið spennandi at roynt. Í so máta skil markar plátan eina nýggja, tón listarliga byrjan fyri meg.









„Eg vil gjarna hava,
at hesir sangirnir kennast sum at ferðast á markinum millum gerandislívið og
dreymaverðina.“
Svabo Bech
Upptøkurnar til plátuna hava
Greta Svabo Bech og Fred Ruddick gjørt í upptøkuhølinum heima í Fraklandi, og tær eru gjørdar spontanar løtur og innspældar á band við einari gamlari, analogari bandmaskinu. Tað eru fyri tað mesta tey bæði, Greta og Fred, ið spæla øll ljóðførini, men tey hava eisini fingið hjálp frá Ragnari Finsson og Mikael Blak.
– Tónlistarliga er hetta væl friðarligari enn tað, ið eg áður havi útgivið. Eg havi hugsað plátuna sum eitt tón listarligt klemm. Eg royni at loyva mær sjálvari at vera viðkvom ella viðbrek in á hesari útgávuni. Er tað nakað, sum tað at gerast mamma hevur lært meg, so er tað, at tað er styrki í at vera viðbrek in.
Íblásturin til stílskiftið stavar
eisini frá tíðini í Føroyum, tá ið Greta bleiv hug tik in av at spæla inni ligar stovu konsert ir.
– Stovukonsertirnar tvingaðu meg at útseta sangir nar á ein meira inni ligan og minimalistisk-
an máta, og tað dámdi mær væl, og tað hoyrist aftur á plátu ni. Sang ir nir skulu, bæði tá ið tað kemur til ljóð og tekst, lýsa innara landslag ið í einum menniskja, sum í roynd og veru alla tíðina er í broyt ing. Sangirnir eru undirspæld ir heldur enn yvirspæld ir, og plátan er sum ein sangdagbók við yrking um, søgum og millumbilum, greiðir Greta frá, áðrenn hon útgreinar:
– Eg vil gjarna hava, at hesir sang ir nir kennast sum at ferðast á mark inum millum gerandislív ið og dreymaverðina. Tað er kenslan av at standa uttan fyri og hyggja inn, og at vera innan fyri og hyggja út. Eg elski eisini tankan um tað vakra, ið fer til grundar, men eisini gand in í tí gerandisliga.
MEIRA GRETA
ENN NAKAÐ ANNAÐ
Tónlistarliga kennist nýggja úttrykkið meira í samsvari við, hvør Greta í grundini er, enn nakað annað, ið hon áður hevur gjørt, heldur Greta sjálv.
– Eg havi altíð óttast, at um eg gjørdi akustiskar upptøk ur, so fóru tær at vera ov keði ligar. Men eg kann ikki renna undan, at tá ið alt kemur til alt, so eri eg sangari og sangskrivari, og tað er júst tað, ið kemur fram á ‚Beautiful Obscenery‘
Orðaspælið í plátuheitinum stavar eisini frá tíðini, Greta búði í Føroyum.
– Mær dámar væl mótsetningar, og tá ið mann býr í Føroyum, so kann mann møðast eitt sindur av at hoyra tær somu klisjeirnar um, hvussu vakurt tað er í Føroyum. ‚Wauw! Such beautiful scenery‘. Tí byrjaði eg at spæla mær við orðunum ‚Beautiful Scenery‘, ið merkir vakurt landslag, og so ‚obscene‘, ið merkir andstyggi ligt,
og tann málsliga samanbrest in, ‚Beautiful Obscenery‘, dámdi mær væl.
Tekstliga skilmarkar nýggja plátan eisini eitt skifti hjá Gretu. – Fyrr havi eg eisini skrivað í myndum í mínum tekstum, men hesa ferð sigi eg tingini meira beint fram.
Tað var í 2011, at allur heimurin fekk eyguni og oyruni upp fyri Gretu Svabo Bech – í øllum førum fyri rødd hennara.
Greta búði um hetta mundið í Liver pool, har hon las tónleik og heim speki, meðan hon eisini spældi við bólk inum Picture Book. Rætti liga tilvildarliga endaði hon við at leggja rødd til sang in ‚Raise Your Weapon‘ hjá heimskenda, kanadiska tón leika fram leiðaranum Deadmau5.
– Deadmau5 og hansara toymi høvdu hoyrt onkrar sangir hjá Picture Book, sum teimum dámdi, so tað var ordi liga óveru ligt, tá ið tey brád liga spurdu, um eg var áhugað at arbeiða saman við Deadmau5 á einum sangi, ið hann helt, manglaði okkurt. Eg var stór ur fjeppari av tón leik inum hjá Deadmau5, og bara eina viku frammanundan hevði eg verið á konsert hjá honum í Liverpool, so eg játtaði beinavegin.
‚Raise Your Weapon‘, ið Deadmau5 hevur skrivað saman við Skrillex og C. C. Sheffield, gjørdist eitt heimshitt og endaði við at verða tilnevndur til eina Grammy heiðursløn fyri ‚Best Dance Recording‘.
Brádliga gekk tann ókenda
Greta úr Føroy um á reyðu langmott uni uttan fyri Staples Center
í Los Angeles saman við superstjørnum og legendum sum Bruce Springsteen, Adele, Paul McCartney, Taylor Swift, Kanye West, Dianu Ross, Rihannu og øðrum. – Tað var óveruligt, ásannar Greta um upplivingina. – Sum at verða tik in av einari hvirlu og tveitt inn í eina fremmanda verð, og so eins skjótt tveitt út aftur.
‚Raise Your Weapon‘ og samstarvið við Deadmau5 gloppaði nógvar dyr fyri Gretu. Hon upplivdi eisini um hetta mundið í 2013, at amerikanska superstjørnan Cher valdi at spæla inn og geva út sangin ‚My Love‘, sum Greta og hinir báðir limirnir í Picture Book, brøðurnir
á ta elektron isku leiðina heldur enn at finna sína egnu leið.
Samstarvið við Deadmau5 endaði ikki eins væl, og tað byrjaði, men tað venda vit aftur til seinni.
Hóast Greta Svabo Bech er føroysk frá innast til uttast – mamman úr

Los Angeles er yvirdriv in upp á allar mátar, og eg kom hagar úr Liverpool sum lesandi, í nýggjum kjóla og fyri læntar pengar. Bon Iver helt eina takkar talu tað kvøldið, har hann tosaði um, hvussu tilvildarligt tað kendist, at hann var endaður har. Tað var júst soleiðis, ið eg eisini kendi tað.
‚Raise Your Weapon‘ vann ikki Grammy heiðursløn ina, men Skrillex vann á sínum egna sangi við sangi num ‚Scary Monsters and Nice Sprites‘.
Dario og Lorne Ashley BrighamBowes, høvdu skrivað saman. – Eg havi tó altíð verið eitt sindur tvísinnað um ‚Raise Your Weapon‘, tí eg ikki havi skrivað sang in sjálv, hóast eg eisini eri góð við hann. Men eg eri sangskrivari, og eg vil siga mínar egnu søgur við mínum egnu sang um.
Samstundis sum ‚Raise Your Weapon‘ og samstarvið við Deadmau5 gloppaði nógvar dyr fyri Gretu, so heldur hon eisini, at tað gjørdi, at hon tón listarliga fór yvir
Miðvági og pápin úr Vestmanna –so er okkurt óføroyskt yvir Gretu, og tað er ikki so undarligt. – Pápi mín arbeiddi hjá Det Norske Veritas, ið er ein altjóða ráðgevara fyritøka, og hann bleiv flutt ur kring heimin at arbeiða. Mamma mín er kiroprak tor og kundi tískil arbeiða alla staðni, so tað riggaði ordi liga væl upp á tann mátan hjá teimum báðum.
Hetta hevði við sær, at Greta og eldra systir in, Katrin, eru heimsborgarar í orðsins rætta týdningi.

Greta andar eisini djúpt inn, áðrenn hon útgreinar, hvar hon er uppvaksin.
– Well, byrjar hon. – Eg eri fødd í Havn, men flutti trý ára gomul til Portugal saman við foreldrunum. Vit vóru tætt við Estoril í tvey ár, áðrenn vit fluttu til Norðurong lands, fyrst til Newcastle og so til North Yorkshire, har vit vóru í fimm ár. Haðani gekk leiðin til Singapor, har vit búðu í átta ár, áðrenn eg flutti einsa møll aftur til Føroya fyri at finna mínar føroysku røt ur. Úr Føroyum flutti eg so til Liver pool í Ong landi at lesa, meðan familjan flutti víðari. Tey fóru fyrst til Dubai, síðani til Týsk lands, Angola, Malaisia og at enda Dan markar.
Rótleysi uppvøksurin er eisini part ur av upphavinum til málsliga knút in í høvdinum hjá Gretu. Systirin og hon tosaðu enskt í altjóða skúlu num, ið tær gingu á, og føroyskt heima hjá foreldrunum. Vága mál ið hjá mammuni setir tó sín týði liga dám á hennara føroyska mál føri.
– Orðið ‚kúboyn‘ er tað einasta, ið eg sigi á vestmannamáli, men rest in er vága mál, sigur Greta brosandi.
TÓNLEIKUR ER
EITT ALTJÓÐA MÁL
Øðrvísi uppvøksturin hjá Gretu Svabo Bech ger hana eisini til lim í einum serligum klubba við útisetabørnum, ið eru blivin tónlistafólk. Tað er nevniliga rættiliga útbreitt, at útisetabørn, ið hava ein líknandi uppvøkstur sum Greta, leita til tónleikin.
– Kanska er tað ein ‚coping mechanisme‘, svarar Greta, tá ið hon verður spurd um hesa sannroynd, og vísir til tilvitaðar og ótilvitaðar mátar, ið menniskju brúka til at hava tamarhald á strongd, tor før -
um kenslum og øðrum avbjóðandi lívsviðurskift um.
– Tónleikur er eitt altjóða mál, ið øll tosa og skilja, og tí er tað eitt akker, ið tú kanst halda fast í, og sum ger, at tú kanst kenna teg heima allastaðni.
Bartees Strange, ið er føddur og uppvaksin á amerikonsk um hernaðarstøðum í Ong landi, Týsk landi, Grøn landi og USA. Svenska Lykke Li er fødd í heimland inum, men uppvaksin í Portugal, Marokko, Italia og India. Og franska Jain flutti eisini nógv sum barn, tí pápi hennara arbeiddi fyri eitt franskt olju felag. Hon hevur millum annað búð í Dubai, Kongo og Abu Dhabi.
– Tónleikur kann eisini vera mín terapi. Eg havi ongantíð havt fyri neyðini at goldið fyri terapi, tí eg havi havt tónleikin, staðfestir Greta.
„Tónleikur er eitt altjóða mál, ið øll tosa og skilja, og tí er tað eitt akker, ið tú kanst halda fast í, og sum ger, at tú kanst kenna teg heima allastaðni.“
Svabo Bech
Prátið um tónleik fær Gretu at hugsa um, at tað er rættiliga stuttligt, at høvuðsljóðførið hjá bæði Fred og henni er violinin.
– Tað er annars ikki eitt serliga kul ljóðføri, staðfestir Greta brosandi.
Av øðrum útisetabørnum, sum eru vorðin kend tón listafólk, kunnu nevnast amerikanski
RØDDIN BRÚKT
UTTAN SAMTYKKI
Og so venda vit aftur til samstarvið millum Gretu Svabo Bech og Deadmau5, tí herfyri tók tann annars so spakmælta og stillføra Greta blaðið frá munninum og gav Deadmau5 av grovfílini. Í einum videobroti
á sosialu miðlunum talaði hon at, tí Deadmau5 – uttan hennara samtykki – læt aðra songkvinnu, ið framførir undir pallnavninum Lights, mima til hennara rødd í framførslum av ‚Raise Your Weapon‘. – Tegir tú, samtykkir tú, og eg hevði ikki givið mítt samtykki til hatta, staðfest ir Greta avgjørd, tá ið hon verður spurd um orrustuna. Hon viðgong ur tó, at hon fekk ikki blund í eyguni í langa tíð, eftir at hon al manna kunngjørdi skort fleingju na hjá Dead mau5. – Tað er altíð óbehagiligt at kenna seg noydda at tala at, tí Dead mau5 og Lights hava eisini sínar fjepparar. Men tað hevði verið verri einki at sagt, tí tað kend ist, eins og ein partur av mær og mínum sam leika var stol in og brúkt ur uttan mítt samtykki, og tí vildi eg ikki finna meg í.
Orrustan við Deadmau5 bleiv loyst í sátt og semju við fólkini kring kanadisku heimsstjørnuna, og tí er nógv umtalaða videobrotið í dag tikið av aftur netinum, meðan partarnir samskifta um, hvussu semjan skal skilmarkast tónlistarliga.
– Alt, ið eg vildi hava burtur úr at tala at, var at fáa eitt sindur meira virðing um mítt ískoyti til sang in, og tað er júst tað, ið vit nú sam skifta um, sigur Greta.
Nógv bendir tó eisini á, at tann áður so spak mælta og still føra Greta er alt annað enn liðug at tala at, hóast hon nú gevur nýggja plátu út, ið hon lýsir sum eitt ‚tónlistarligt klemm‘. Næsta plátan er longu løgd á bráðpannuna.
– Tað verður ein mót mælispláta, sigur Greta Svabo Bech avgjørd.
– Tað hendir so nógv keðiligt í verðini í løt uni, at eg kenni trongd til at mót mæla.
FAKTA
Greta Svabo Bech er fødd í Føroyum í 1987 og uppvaksin í Portugal, Onglandi og Singapor.
Hon hevur lisið tónleik og heimspeki á lærda háskúlanum í Liverpool.
Greta er einasti føroyingur, ið er vorð in til nevndur eina Grammy virðis løn, og tað bleiv hon saman við kanadiska Deadmau5 við sanginum ‚Raise Your Weapon’
Greta og maðurin Fred Ruddick, ið er tón leika framleiðari, búgva í Duras í Frak landi.
Saman eiga tey trý ára gomlu dóttrina Bellu.
Tey reka eisini bed and breakfast og til hald til artistar, Jardin Acoustique: www.jardinacoustique.com Í 2026 kemur fyrsta heildarútgáva hennara út, ‚Beautiful Obscenery’


Greta
– truer than ever
Greta Svabo Bech is, to date, the only Grammy nominated Faroese musician. Now she is marking a new beginning with her first album ‘Beautiful Obscenery’
In 2022 Greta and her husband, music producer Fred Ruddick, moved from the Faroe Islands to the southwest of France where they run an artist residence and are raising their daughter Bella.
‘My friends made having kids look so easy, but it isn’t. Time just slips by,’ Greta quips, only half in jest. It is one reason why the artist has been a little quiet for a few years.
Now she is ready to break the silence, ‘I think it took Bella’s birth to get me to create a whole album. Time becomes so precious when you have kids.’ Greta wanted a natural expression, which meant keeping it simple, and, although she is best known for her electronic music, these tracks have no beats.
Greta and Fred recorded the album in their own studio, it is testament to spontaneous moments caught on an analogue tape recorder. They play most of the instruments between them, with a hand from Ragnar Finsson and Mikael Blak.
Greta thinks of this quiet creation as ‘a musical hug’, and has allowed her vulnerability to shine through. She draws inspiration from the Faroese concept of ‘living room concerts’, where listeners are invited into private homes for paired back sessions.
These performances spurred Greta to make more intimate and minimalist arrangements, which she found she enjoyed. These new songs describe the ever-changing inner human landscape. The album serves almost like a musical diary.
Greta hopes that they: ‘feel like straddling the border between the everyday and the realm of dreams. That feeling of being on the outside looking in, and on the inside gazing out’. She loves the magic in the everyday.
For the musician, these songs are the truest to her nature so far. At the end of the day, she is a singer-songwriter.
The title, ‘Beautiful Obscenery’, stems from her time in the Faroe Islands. Expressions can sometimes start to feel trite, though they are true, like ‘Wow! Such beautiful scenery’. Greta loves contrasts and with a few twists she turned a cliche into a clash between the beautiful and the obscene.
Overall, her lyrics are also more direct than before.
Greta had her breakthrough in 2011, while studying music and philosophy in Liverpool and playing in the band Picture Book.
By chance, the renowned Canadian music producer Deadmau5 heard their tracks, and, out of the blue, asked Greta to collaborate on a song. She was already a fan and accepted without hesitation.
‘Raise Your Weapon’, which Deadmau5 wrote with Skrillex and C.C. Sheffield, became a global hit and was Grammy nominated in the Best Dance Recording category.
The Faroese student suddenly found herself on a red carpet in LA alongside Bruce Springsteen, Adele and Taylor Swift.
Greta arrived in a new dress and on borrowed money, it felt unreal, ‘like being picked up by a tornado, cast into a strange world, and then cast back out again just as quickly.’
The Deadmau5 collaboration opened many doors. The icon Cher even released a version of ‘My Love’, written by Greta and the other two members of Picture Book, brothers Dario and Lorne Ashley Brigham-Bowes.
Both of Greta’s parents are Faroese, but the singer grew up around the globe from the Faroe Islands to Singapore.
The rootless upbringing may, in part, have contributed to her love of music, ‘It’s an international language, which everyone speaks and understands, and so it serves as an anchor, it makes you feel at home anywhere.’
She also credits it with helping her to process emotion and meet life’s challenges.
One recent challenge forced the soft-spoken artist to speak out on social media. Deadmau5 had another singer mime to Greta’s voice during a performance of ‘Raise Your Weapon’
‘Silence betokens consent, and I never agreed to that,’ Greta underlines. She admits to having many sleepless nights after denouncing Deadmau5, but saying nothing would have been worse, she felt as though a part of her, of her identity, had been stolen.

The team around Deadmau5 is now negotiating an agreement on the song with Greta, so she has taken down her video critique. ‘All I wanted was a little more respect for my contribution to the song, and that’s what we are negating now,’ the singer explains.
But there are plenty of signs that the formerly so quiet Greta is not done speaking out. Her next album is already in the pipeline and it won’t be a hug. ‘It’s a protest album! There is so much rubbish happening in the world right now, I feel a need to protest,’ Greta concludes without hesitation.
Greta Svabo Bech was born in the Faroe Islands in 1987 and grew up in Portugal, UK and Singapore.
Greta studied music and philosophy at Liverpool University.
Greta is the only Faroese person to be nominated for a Grammy. She was nominated alongside Deadmau5 for the track ‘Raise Your Weapon’.
Greta lives in Duras, France, with her husband music producer Fred Ruddick.
They have a three year old daughter, Bella.
They also run the bed and breakfast and artist residence Jardin Acoustique
www.jardinacoustique.com
In 2026 Greta is releasing her first album ‘Beautiful Obscenery’.





I kept seeing it everywhere. On cartons. In fridges. On tables. It took a while to realise it wasn’t something you “discover” — it’s just there. Around these parts, everyone knows Raska. It’s a dairy company. Dairy as in “milk”, yes.
The locals were not really talking about Raska. Yet they were all buying their dairy products from them. Maybe because it is locally produced and affordable. Or maybe because they know what they’ll get. Because for half a century, Raska has been a household name.
I was told that in the 1970s there was a growing demand for fresh milk, which led farmers from all around the islands to join forces. So they founded a dairy company. Today, Raska, or MBM as the locals call it, is a team of dairy workers, quality inspectors, packers, and milk truck drivers, all working closely together to ensure that fresh dairy products maintain the highest quality. From farm to fridge — in just one day.
And I ate dairy every day. I had fish with the best butter sauce of my life. I fuelled up on warm oatmeal made with whole-fat milk (that’s the blue one, “Bóndamjólk”) before a long mountain hike. And after last Sunday’s boat ride, we all gathered round the table and tucked into warm waffles topped with cold whipped cream (“rómi” in Faroese). A finale to the trip.

SKRIVAÐ HEVUR INGRID BJARNASTEIN
MYNDIR: KLARA JACOBSEN
Húsarhaldsskúlin Rótin í Klaksvík er fluttur í spildurnýggj høli í hjartanum av Klaksvík, har karmarnir eru av tí allarbesta. – Arbeiðið her er ikki eitt 8–16 starv. Tú gerst ein stórur partur av lívinum hjá næmingunum, og tað fært tú fleirfalt aftur, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum hevur verið skúlastjóri í meira enn 30 ár
So treyst og steyrrætt stendur tað sum eitt tað fyrsta, tú fært eyga á gjøgnum stóru vindeyguni, tá ið tú kemur inn í matarsalin (Glasstov una) og uppihaldsstovuna í nýggju hølunum hjá Húsarhaldsskúlanum, Rótin, í Klaksvík. Kunoyarfjall. Kavaklætt á toppinum, og tá ið veðrið er skiftandi, eins og tað er henda dagin, vit vitja í Klaksvík, hvørv ur tað viðhvørt heilt, áðrenn tað dagar undan aftur antin í heilum líki ella partvíst. Mitt á Sandinum í Klaksvík, millum lutfalsliga nýggja róðrarneystið og Biskupstorgið, Betesda og skjótt eisini hotell, er Rótin flutt inn í ein spildurnýggjan og nýmótans skúla.
– Vit fara inn her, sigur skúlastjór in, Jóhanna á Tjaldrafløtti, og letur hurðina inn í lærarastovuna upp. – Hetta er eitt rúm, sum vit
ongantíð hava havt fyrr, leggur hon síðani afturat.
Og júst tað sigur eitt sindur um, undir hvørjum umstøðum skúlin hevur húsast til nú. Meira um tað seinni.
Húsarhaldsskúlin, sum í fjør heyst skifti navn til Rótin, hevur meira enn 50 ár á baki. Líka síðani byrjan hevur skúlin verið sera væl umtóktur.
Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum hevur verið skúlastjóri í meira enn 30 ár, er onkursvegna eisini vorðin ein ímynd av sjálvum skúlanum og øllum tí, ið hann umboðar.
– Skúlin er í roynd og veru ein há skúli, har okkara høvuðsfokusøki eru føroysk mentan, mat mentan, handverk og list og heilsa. Í stutt um almenn mentan, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.
– Vit lýsa okkum sjálvi sum ein grønan skúla. Tað verður gingið høgt upp í, at skúlin er burðardyggur, og tað kemur til sjóndar í øllum tí, vit fáast við. Millum annað er skúlin hitaður við sjóhita, og alt ljósið er LED, sum verður tendrað og sløkt við følarum fyri at minka um orkunýtsluna.
Tað er ikki bara, tá ið tað kemur til orku og hitakeldur, at tankin um burðardygd kemur til sjóndar. Tí burðardygd seyrar ígjøgnum alt virk semið á skúlanum.
– Matoyðsl er eisini stórur partur av gerandisdegnum hjá okkum, umframt tað at økja um tilvitið um okkara egna tilfeingi. Vit gera stórt sæð allan mat frá grundini sjálvi, t.d. baka breyð og bollar, og yvirhøvur keypa vit einki liðugt, greiðir skúlastjórin frá.

Nógv orka verður sostatt løgd í at læra næmingarnar at gera heilsugóðan mat. Kostpolitikkurin á skúlanum tekur støði í kostráðunum, og yvirhøvur verður stórur dentur lagdur á bæði mat og rørslu.
– Tað er ongin loyna, at sølan av skundverðum og ovur viðgjørdum mati vinnur meira og meira frama, samstundis sum ung eta minni og minni frukt og grønmeti. Vit hava tí ein kostpolitikk, sum ger tað møguligt at fylgja kost ráðu num, og m.a. hava vit ein kjøt frían dag um vikuna. Og sum heild leggja vit okkum eftir at læra næmingar nar at eta heilsugott og at røra seg.
Grøna tilgongdin sæst eisini aftur í eitt nú handarbeiðstímunum.
– Vit læra næmingarnar at keypa í endurnýtslu, um nýnýtslu og endur nýtslu, har tey seyma úr gomlum ella kanska gera eitt gamalt plagg meira spennandi við eitt nú at brodera á tað, og líknandi.
Síðani fyrst í 90-árunum hevur virksemið á skúlanum verið skipað í eitt heystskeið, ið varir sjey mánaðir, og um várið virkar skúlin sum skeiðsdepil við eini ørgrynnu av styttri skeiðum, har málbólkurin eru vaksin 25 ár og eldri, og
„Í okkara eygum broytast næmingarnir nógv, meðan tey eru her, og tá ið skeiðið er liðugt, fara tey hiðani nógv búnað.“
Jóhanna á Tjaldrafløtti
har skeiðsluttakararnir eru bæði kvinnur og menn.
Sjey mánaða skeiðið er sera væl umtókt, og samanborið við fyrr er nú rúm fyri fleiri næmingum. 36 aftur ímóti 21.
– Vit byrja í august og enda í februar, og hetta langa skeiðið er altíð fult og hevur langan bíðilista. Hóast skúlin er fyri bæði kyn, so skerst ikki burtur, at tað í størstan mun eru konufólk á longra skeiðinum, sigur skúlastjórin og leggur afturat við einum smíli, at tey mann fólk, ið søkja, sleppa inn.
Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu førleikar nir eru, tá ið næmingarnir møta fyrsta dagin. Men munur in frá byrjan til enda er stórur.
– Eg síggi ógvuliga stóran mun á næmingu num, tá ið teir fara heim aftur, samanborið við, tá ið teir byrja. Tey mennast ótrúliga nógv hesa tíðina, tí hetta er onkursvegna fyrsta stigið at flyta heiman, greiðir Jóhanna frá. – Tey læra at taka ábyrgd og at loysa uppgávur í felag. Nógv av arbeiðnum fer fram í bólkum, til dømis hevur ein bólkur av næming um ábyrgd av at gera morgunmat, og at øll koma upp. Tað sama er galdandi við døgurða num; har hevur ein bólkur ábyrgd av, at mat ur in kemur á borðið, og at tað verður fylt upp og ruddað av, og soleiðis gongur tað viku fyri viku.
Listasavn Føroya / National Gallery of the Faroe Islands





„Skúlin leggur seg eftir at læra og menna nakrar grundleggjandi førleikar hjá næmingunum, soleiðis at næmingurin frameftir verður betur førur fyri at standa á egnum beinum.“
á Tjaldrafløtti
Harafturat skulu tey halda sína búeind og felagsøki rein, vera við at skipa fyri hugnakvøldum og yvirhøvur vera ein virkin partur av felagsskapinum.
– Í okkara eygum broytast næm ingar nir nógv, meðan tey eru her, og tá ið skeiðið er liðugt, fara tey hiðani nógv búnað. At arbeiða her er ikki eitt 8–16 starv. Tú gerst ein stórur partur av lívinum hjá næmingu num, og tað fært tú fleir falt aftur. Tú verður góð við næmingar nar, leggur nógva orku í teir – hetta starvið er satt at siga ein lívsstílur.
Við nýggjum kørmum fylgdi eisini eitt nýtt navn við, tí í fjør heyst varð farið frá ‚Húsarhaldsskúla
Føroya‘ til ‚Rótin‘.
– Vit hava ofta fingið skotið í skógvar nar, at vit eru gamaldags og fyri at vilja senda konufólk aftur til kjøtgrýturnar. Tað vilja vit ikki, slær Jóhanna á Tjaldrafløtti fast.
Heldur leggur skúlin seg eftir at læra og menna nakrar grund leggjandi førleikar hjá næmingunum, soleiðis at næmingurin frameftir verður betur førur fyri at standa á egnum beinum. Tey læra at eta eftir árstíðini, at endur- og nýnýta, at hugsa um umhvørvið o.s.fr.
– Her á skúlanum hava kjarnuvirðini altíð verið tey somu, vísir Jóhanna á.
Hon ásannar, at kanska rakar skúlin ein tíðaranda nú við burðardygd, matoyðsli, nýnýtslu og tí lík um, men tá ið tað er sagt, heldur hon, at skúlin eisini megnar og dugir væl at fylgja við tíðini og at laga seg til samtíðina.
– Um vit taka súrdeiggj, sum fekk ordans uppreisn undir koronu, so er tað eitt, vit altíð hava
fingist við her. At eta stuttflutt hevur vigað nógv hjá okkum, m.a. hava vit atgongd til ein rabarbugarð á Viðareiði, eplir á Syðradali, har vit eisini fletta, og so ynskja vit okkum ein lítlan køksgarð, har vit kunnu dyrka okkara egnu urtir. Og nú vit eru komin í nýggja skúlan, verða umstøðurnar til tað eisini betri. So jú, tað kann væl vera, at vit raka ein tíðaranda júst nú.
Eisini tey styttru skeiðini, sum eru á skránni um várið, tá ið langa skúla skeiðið er liðugt, krevja endur nýggjan. Nógvir av skeiðslut takaru num venda aftur ár eftir ár, og tað setir ávís krøv til starvsfólk ini.
– Tað tvingar okkum at hugsa nýtt, tá ið vit hava fólk, ið venda aftur, at vit endurnýggja okkum. Nøkur hava gingið á skeiði hjá okkum í 30 ár, og tað er ein góð drív megi hjá okkum starvsfólkum til at finna upp á okkurt nýtt, bæði tá ið tað kemur til mat og handarbeiði, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti og vísir á, at tey hava hildið eitt nú taraskeið, kokkaskeið fyri børn, reinførisskeið, lívsstílsskeið, skeið í vanabroyting, handarbeiðsskeið av øllum handa slagi og nógv annað.
– Og nú hava vit so møguleika at bjóða enn fleiri skeið út, nú karmar nir eru vorðnir so góðir.
Skúlin hevur til í summar hildið til í einum umbygdum sethúsum á Stoksoyravegi. Har var bara ein skúlastova til teir tá 21 næmingarnar, og hóast tað var hugnaligt og heimligt, vóru arbeiðsumstøðurnar langt frá nøktandi.
– Tað ber als ikki til at samanbera tað, vit hava fingið nú, við tað, ið vit høvdu, sigur Jóhanna á Tjaldra fløtti avgjørd.
Hon og restin av starvsfólkahópinum á skúlanum fegnast sjálvsagt um nýggju og nógv betraðu umstøðurnar og um allar teir hentleikar og møguleikar, sum nýggi skúlin letur upp fyri.
Eitt nú hevur skúlin fleiri skúlastovur, tveir køkar, harav annar er ídnaðarkøkur, og eisini eru serstovur, sum eru bygdar til einstøku enda málini, t.d. seymistova, verk staður og handarbeiðsstova.
Tað er FuglArk, ið hevur teknað nýggja snotiliga skúlan, og tá ið tú gongur runt í skúlanum, sansar tú eisini beinanvegin, hvussu bygning ur in hongur saman sum ein eind, ið hevur eitt natúrligt flow. Í øðrum endanum eru tær kreativu stovurnar – seymistovan, handarbeiðsstovan og ein meira roka lig ur verkstaður.
– Hygg her, hetta er eitt dømi um, hvussu næmingarnir nýnýta, sigur Jóhanna, tá ið vit møta nøkrum næmingum. – Henda unga kvinnan hevur nevniliga seymað eina gamla skjúrtu um til eitt snøgt net.
Tá ið vit eru komin inn í handarbeiðsstovuna sita nakrar ungar gentur og brodera.
– Allir næmingarnir, sum ganga her, fáa møguleika at gera sær síni egnu føroysku klæðir, greiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti frá, meðan handarbeiðslærarin, Paulina Eliasen, leggur teimum lag á.
Víðari frá handarbeiðsstovuni gongur leiðin beint inn í seymistovu na. Við borðum, sum kunnu setast í hædd, seymimaskinum, arbeiðsborði og goymsluplássi eru treyt ir nar heilt øðrvísi nú.
– Fyrr máttu vit rudda alt burtur aftan á hvønn tíma fyri at gera pláss fyri tí næsta. Hetta er reint luksus samanborið við tað, ið vit koma frá, sigur Jenny Kastalag, lærari.








– Øll gransking vísir, at handarbeiði er gott fyri sálarheilsuna, og til dømis hevur tað at binda leingi verið vørumerki hjá føroyskum kvinnum. Júst binding leggja vit stóra orku í her, eitt nú at kasta uppá og at binda. Og so skjótt tær hava fangað teknikkin, so gongur skjótt, sigur skúlastjórin.
Á 2. hædd eru búeindirnar.
Fyri tað mesta er talan um tvímanskømur, men eisini nøkur eina kømur, umframt búeindir til rørslutarnað.
– Tá ið alt kemur til alt, so síggja vit, at eitt óformelt læruum hvørvi og óformell læring hevur ótrúliga stóran týdning. Her hjá okkum skalt tú møta upp til undir vísing og máltíðir og annars uppføra teg ordi ligt. So er tað uppgávan hjá læraru num at skipa undir vísingina soleiðis, at tað vekir áhuga hjá næmingu num, slær Jóhanna á Tjaldra fløtti at enda fast.
Rótin er nýggja navnið hjá Húsar haldsskúla Føroya. Í fjør summar flutti skúlin úr gomlu hølunum á Stoksoyravegi í Klaksvík í spildurnýggj høli, bygd til endamálið.
Skúlin varð settur á stovn í 1974
Pláss er fyri 36 næmingum
Skúlastjóri er Jóhanna á Tjaldrafløtti, og á skúlanum starvast 10 fólk


The old home economics school in Klaksvík moved into purposebuilt facilities this autumn. Though it was established over fifty years ago and teaches ageold crafts, its focus on sustainability chimes with our times
After three decades at the helm, Jóhanna á Tjaldrafløtti has come to embody the school and all it stands for. She describes it as a folk high school in the Nordic tradition centred around Faroese culture, cuisine, craft, art and health.
Sustainability is at the heart of teaching with a focus on reducing food waste by making healthy meals from scratch using, in so far as possible, local ingredients; and reducing textile waste through upcycling, repurposing and recycling.
Since the early 1990s, the school has offered one seven-month autumn course for younger participants. As well as a broad range of spring courses aimed at adults aged 25 and older.
The waiting list for the autumn course is always long, but it now has capacity for 36 participants, up from 21. Everyone is welcome, it so happens that most applicants are women, but the Director adds with a wry smile: ’the men who apply, they get in’.
For many students, the autumn course is a step in flying the nest. Jóhanna enthusiastically describes how they grow at the school: ‘they learn to take responsibility and collaborate. Much of the work is done in groups, for example, one team will be responsible for breakfast and getting everyone up.’
Students are also in charge of keeping their room and common areas clean, organising evening activities and participating actively in all aspects of school life.
This is no 9–5 job, as teachers play a major role in students’ lives.
Still, the Director is in no doubt that she receives manifold what she gives. For her it is a way of life.
With the new facilities the school’s name changed from Húsarhaldsskúli Føroya to Rótin, meaning root. There have been those who have criticised the school as an outdated effort to shove women back into the kitchen. The Director vehemently disagrees, pointing out that the staff teach skills that form the foundations of independent living.
‘The school’s core values haven’t changed,’ the Director points out, the times have caught up. Sourdough baking was taught here before everyone else rediscovered it, and reducing air miles was always in focus with local rhubarb and potato patches.
Still, the school also moves with the times. Many spring course participants return year after year and staff must innovate. They have offered seaweed courses, cooking with children, all manner of craft, as well as courses focused on shifting habits. The larger purpose-built setting opens new possibilities.
Rótin used to be housed in a converted family home. Though it was cosy, it was cramped. Having more than one teaching room is a godsend, as is having an ordinary kitchen alongside an industrial kitchen.
There are also a dedicated sewing room and a workshop now, which means that everything doesn’t have to be packed away each time the lesson changes.
One of the school’s major draws is that everyone on the autumn course has the opportunity to make their own traditional Faroese national costume, under the expert guidance of Paulina Eliasen.
‘Research has demonstrated the health benefits of crafting, and knitting has long been a hallmark of Faroese women. As soon as students learn the basic technique, their skills quickly develop,’ the Director enthuses.
Students are housed on the second floor in a mix of twin, single and adapted rooms.
‘At the end of the day, the informal teaching environment and approach are so important. Here you have to show up to classes, meals and be kind. Other than that, it is up to us teachers to teach in a way that captures each learner’s interest,’ Jóhanna á Tjaldrafløtti concludes.
Rótin is the new name of the home economics school Húsarhaldsskúli Føroya. Last summer the school moved out of the old converted family house at Stoksoyravegur and into new purpose built facilities, it is still in Klaksvík.
The school was founded in 1974 It has places for 36 students
School Director Jóhanna á Tjaldrafløtti leads a staff of 10.

SKRIVAÐ HEVUR JÁKUP BOGI JOENSEN
MYNDIR: SÚSANNA SMITH JOHANSEN
Hann hevur leingi verið millum mest eyðsýndu leikarar í føroyskum fótbólti. Men stríðið at skifta tjóðskap og drúgva bíðitíðin eftir føroyskum passi hava havt við sær, at fyrstu minuttirnir á føroyska fótbóltslandsliðnum hava bíðað eftir sær. Nú eru viðurskiftini komin í rættlag, og 24 ára gamli Géza David Turi, sum hevur røtur í Ungarn, hevur av álvara tikið av møguleikanum við plássi á landsliðnum og sáttmála sum yrkisleikari uttanlands.
– Tað var hart at bíða, men alt stríðið vert, sigur hann
–Tað var ein fantastisk og rørandi kensla og ein ógvuliga stór løta. Mín fyrsti tanki var, at endiliga kom dagurin.
Tað sigur 24 ára gamli landsliðsleikarin í fótbólti, Géza David Turi, um løtu na, tá ið hann miðskeiðis í seinna hálvleiki í landsdystinum móti Kroatia á Tórsvølli í september í fjør kom á vøll in í sínum fyrsta landsdysti fyri Føroyar.
Søgan um Géza David Turi er ikki bara søgan um ein fótbóltsleikara við framúr góðum evnum, sum megnaði at vinna seg fram millum teir allarbestu. Tað er eisini søgan um kenslur, tjóðskap, treiskni og tol –um blóð, sveitta og tár. Tað er søgan um dreingin úr Ungarn, sum vaks upp í Norðragøtu, gjørdist danskur ríkisborgari við føroyskum passi og eftir áralangt stríð og drúgva bíðitíð umsíðir fekk dreymin um føroyska fótbóltslandsliðið og yrkisfótbólt uttanlands uppfyltan. Alt tað venda vit aftur til.
Gezá David Turi er føddur í Ungarn hin 6. oktober í 2001. Heimbýurin Szigetszentmiklos er stutt uttan fyri høvuðsstaðnum Budapest, og har búgva á leið 50.000 fólk.
– Tað er ein lítil býur í Ungarn, men fólkatalið svarar til allar Føroyar, sigur Géza og brosar blídliga.
Skiftið í tilveruni kom brádliga á. Mamman, Susan, var skrivstovukvinna, og pápin, sum eisini eitur Géza Turi, var yrkisleikari í fótbólti. Hann var málverji, men lagnan vildi tað so, at hann fekk ikki sáttmálan longdan við ungarska felagið, sum hann umboðaði, tí felagið ynskti sær ein yngri málverja.
Géza eldri mátti tí leita sær aðrar avbjóðingar. Tvinn ir møguleikar vóru í at velja. Annað tilboðið var frá einum felagi á Kýpros, hitt frá einum felagi í einum tá ókendum landi í Norðuratlanshavi. Landið var Føroyar, og felagið var GÍ.
Géza eldri skrivaði sáttmála við føroyska felagið. Hann kom í fyrsta umfari einsamallur til Føroya. Tað var í 2004. Familjan, konan Susan og børnini Fanny og Géza, fluttu til Føroya hálvt annað ár seinni. Tá var hin yngri Géza bara smádrongur, fýra og eitt hálvt ára gamal.
– Eg minnist ikki so nógv úr mínum barndómi í Ungarn og hómi bara so dánt løtur úr barnagarðinum, sigur hann.
Familjan fall væl til í Føroyum og varð verandi. Tey hava øll árini trivist væl í Norðragøtu og eru ein virk in partur av bygdarsamfelagnum. Fótbólturin og felags-
skapur in um liðið í bygdini hava altíð fylt nógv, eisini eftir at GÍ varð lagt saman við LÍF úr grannabygdini Leir vík og fekk navnið Víkingur.
Tað stóð skjótt øllum rundan um felagið og fótbóltsvøllin í Sarpugerði greitt, at smádrongurin við tí fremmanda upprunanum hevði sjáldsama góð evni við bóltinum.
Hann var fastur fúsur á bestu ungdómsliðunum hjá GÍ og Víkingi, og tá ið hann nærkaðist unglingaaldri og hevði aldur til at spæla á føroyska U21-landsliðnum, fóru menn í felagnum at tosa um at útvega spírandi ung linganum føroyskt pass, sum er treyt fyri at umboða landið í altjóða kappingum.
– Sjálvur hugsaði eg ikki tankan. Eg var 18 ára gamal og vildi bara fegin spæla fótbólt sum dreingir flest í hasum aldr inum, sigur Géza.
Tað vóru serliga táverandi venjarin, Sámal Erik Hentze, ella Bagge, sum hann verður róptur, og drúgvi liðfor maðurin á besta liðnum hjá Víkingi og núverandi hjálpar venjar in á A-landsliðnum, Atli Gregersen, sum vóru teir fyrstu, sum av álvara skundaðu undir tilgongd ina at útvega Géza føroyskt pass.
gong ur, at hann stundum var um at kasta frá sær og ikki søkja um passið av nýggjum.
Men á sumri 2024 tóktist ein vend at koma í, tá ið Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Géza og í síni tíð eisini fekk Géza eldra til Føroya, spenti bogan og fór í hernað til tess at fáa Géza føroyska passið. Tá bragdaði endiliga, og ferð kom á tilgongdina. Um árskift ið var leyst og liðugt, og í januar í 2025 kundi Géza David Turi endiliga frøast um at hava fingið føroyskt pass og lykil in inn á føroyska fótbóltslandsliðið.

Tað vardi tó neyvan nakran, at tilgongdin skuldi gerast so drúgv og avbjóðingar so nógvar. Í samfull seks ár varð sam skift aftur og fram við myndugleikar og umsókn in til viðgerar.
– Tíbetur eri eg tolin av lyndi, og tað hevur verið ein fyri munur. Men eg má erliga viðganga, at fyri hvørja ferð, bræv kom í postkassan við noktandi boðum, var vón in um at renna út. Kenslan var ikki góð, og tað var hart at fáa tey boðini, tí dreymurin um landsliðið og yrkisfótbólt uttan lands var í stóran mun tongdur at møgu leika num at fáa føroyskt pass, sigur Géza og við -
PRÁTIÐ TAGNAÐI
Men tað er ikki bara sum at siga tað at koma á landsliðið. Kappingin um plássini er knallhørð, og tað er eingin, sum hevur frípláss, tí passið er føroyskt. Tað veit Géza David Turi um nakar. Hann hevur við eini greiðari ætlan aftan fyri seg og miðvísari venjing lagt nógv fyri í royndini at gerast fótbóltsleikari burturav. Professionellur fótbóltsleikari.
Hann var ikki beinanvegin fastur fúsur á besta mansliðnum hjá Víkingi. Tað kom so líðandi, og sátt mála við Víking og fyrstu minuttirnar í fremstu føroysku fótbóltsdeildini fekk hann, tá ið Eyðun Klakstein var venjari hjá Víkingi og sendi unga mann in á vøll in fyrstu ferð. Tað var í landskappingardysti móti EB/Streymi á longsta degi, 21. juni í koronaár inum 2020.
Og søgan hevur tað við at endurtaka seg.
– Tað stuttliga er, at nú er Eyðun landsliðsvenjari og gav mær fyrstu minuttirnar á landsliðnum, sigur Géza og brosar.
Hann varð fyrstu ferð úttikin til landsliðið til dystir nar móti Kekkia og Montenegro í mars 2025, men kom ikki á vøllin tær ferðirnar. Hann var aftur millum teir kosnu til dystirnar móti Kroatia á heimavølli og Gibraltar á útivølli í september. Tá bragdaði, og síðani hevur hann verið fastur fúsur í landsliðshópinum.

Tey bestu úrslitini skapa vit saman. Hjá Articon samstarva vit við kundar, fakfólk og feløg fyri at loysa verkætlanir – stórar sum smáar – á einum tryggum grundarlagi.
Vit hava serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apterings arbeiði. Frá fyrireiking til úrslit tryggja vit, at arbeiðið verður gjørt við góðsku og varandi loysnum. Tí saman megna vit meira – og skapa úrslit, sum gera mun.



Géza David Turi fegnast stórliga um álitið frá landsliðsvenjaranum, men uppaftur meira um, at prátið um passið loksins er tagnað.
– Eg veit, at fólk spurdu av áhuga og av góðum hjarta, men tað kundi stundum vera strævið at svara sama spurningi aftur og aftur, sigur Géza.
At lata seg í føroyska landsliðsbúnan kennist honum sum søtur vinningur. Og hóast hann ikki smæðist við røtur nar og ungarska upprunan og framvegis hevur tætt samband við familju í Ungarn, er tað ein serlig kensla at umboða Føroyar, sigur hann.
– Eg eri vaksin upp í hesum landi, og eg kenni meg sum føroying, sigur hann.
Tað hevur gingið bæði skjótt og væl hjá
Géza David Turi seinastu árini. Hann hevur vunnið meistaraheitið við Víkingi, hann hevur vunnið seg á føroyska landsliðið, og dreymurin um yrkisfótbólt uttanlands er eisini vorðin til veruleika.
Géza hevur skrivað sáttmála við enska felagið Grimsby Town, sum spælir í fjórðbestu ensku deildini.
Hóast tað er langt lop upp til bestu deildina í Ong landi, Premier League, er skiftið úr Sarpugerði til enskan fótbólt stórt, ásannar hann.
Hann ásannar, at tað er ein ávís mótsøgn í beinhørðu tilveruni sum yrkisleikari og stillføra heimalívinum.
– Vit eru 26 mans í hópinum, og bara 18 sleppa við til dystir nar. Tað er tí hørð kapping um plássini, og tað er neyðugt at kýta seg til venjing hvørja ferð fyri at vinna seg í hópin og á liðið, sigur hann. Hann iðrar seg tó ikki eina løtu um avgerðina at gerast yrkisleikari, tí tað hevur altíð verið stóri dreymur in.
„Vit eru 26 mans í hópinum, og bara 18 sleppa við til dystirnar. Tað er tí hørð kapping um plássini, og tað er neyðugt at kýta seg til venjing hvørja ferð fyri at vinna seg í hópin og á liðið.“
Men honum dámar tilveruna sum yrkisleikari.
Géza David Turi
– Hetta lívið er luksus. Í Føroyum var neyðugt at arbeiða við síðuna av fótbóltinum fyri at vinna til lívsins uppi hald. Nú havi eg bara fótbóltin at hugsavna meg um, sigur hann.
Í Grimsby venja teir næstan hvønn dag í viku og spæla dystir um vikuskiftini og onkuntíð mitt í viku. Teir venja fyrrapartarnar millum klokkan 9 og 13 og hava frí restina av degnum.
Tað merkir tó ikki, at Géza og liðfelagarnir kunnu gera, sum teimum lystir í frítíðini. Yrkisfótbóltur krevur nógv og er fram um alt ein lívsstílur, sigur hann.
– Eg skal ansa væl eftir mær sjálvum, eta rætt og sova væl, so kroppurin alla tíðina er í góðum standi og kann út inna arbeiðið og kynstrini á vøllinum, sigur hann.
Géza letur eisini væl at umstøðunum.
– Eg havi bústað í Cleethorpes í útryðjuni av Grimsby. Eg búgvi ógvuliga væl í íbúð niðri við strondina og sjógvin og livi annars í tí stilla, tá ið venjing og dystir ikki eru á skránni, sigur hann.
Géza David Turi hevur longu upplivað meira í fótbólti enn flestu føroysku javnaldrarnir.
Í ensku steypakappingini, Carabau cup, fall luta kast ið soleiðis út, at Grimsby slapp at royna seg móti enska stór felag num Manchester United.
– Daman, ein vinmaður mín, og eg vóru á matstovu og ótu ein betri bita, tá ið lutakastið var, og tú kanst ætla, at tað var gott lag, tá ið vit drógu Manchester United úr pottinum, sigur Géza.
Hann iðrar seg tó um, at Grimsby var fyrra liðið úr pottinum og fekk heimadyst.
– Tað hevði verið vorðið sum uppliving at sloppið at spælt á Old Trafford, legendariska heimavøllinum hjá Manchester United, sigur hann.
Men tað gjørdi minni í teirri stóru myndini, tí uppliv ing in gjørdist ikki sørt ørandi og óverulig. Tíðindini bórust um alt Evropa, tá ið Grimsby Town heilt óvæntað fekk javnleik 2–2 eftir eitt skiftið at hava verið á odda 2–0 og vann samanlagt á risanum úr Manchester eftir søgu liga drúgva brotssparkskapping. Sjálvur varð Géza skiftur inn um miðjan seinna hálvleik, og hann var eisini millum tryggu skjúttarnar hjá Grimsby í brotssparkskapping ini.
– Eg hevði ikki tær stóru vónirnar um at sleppa á vøllin tann dagin, men tað var stuttligt at fáa ein so avgerandi leik lut, sigur Géza, sum var ógvuliga tryggur úr 11 metra fjarstøðu, tá ið hann snýtti málverjan hjá United til sína høgru og sparkaði til vinstru og í málið.
– Eg var eitt sindur spentur og fjálturstungin, men tá ið eg gekk fram móti blettinum, varð eg róligari og gjørdi skjótt upp við meg sjálvan, hvar eg skuldi seta bólt in, sigur hann um stóru løtuna.

Géza David Turi ber orð fyri at vera sannur snillingur á bóltinum. Eygleiðarar eru á einum máli um, at hann hevur evni sum fáur at vera fastur á bóltinum, hóast hann er undir stórum trýsti.
Sjálvur sigur hann, at ferðin í spælinum í Onglandi er munandi hægri enn í føroysku deildini, og tað ger, at trýst ið er munandi størri. Og tað setir stór krøv til leikarar nar á vøllinum at hugsa skjótari til tess at finna røttu loysnir nar, sigur hann.
Géza David Turi hevur hálvtannað ár eftir av sáttmála num við Grimsby Town og hevur størri dreymar fyri framtíðina.
– Dreymurin er at røkka so langt, sum yvirhøvur ber til. Tað hevði verið stuttligt at sloppið at spælt í bestu ensku deildini, men vegurin er ógvuliga langur, og tí hugsavni eg meg í fyrsta umfari um at gera tað so væl, sum eg kann, í Grimsby, sigur hann.
FAKTA
Géza David Turi er føddur í Szigetszentmiklos, stutt uttan fyri ungarska høvuðsstaðin Budapest, hin 6. oktober 2001.
Hann flutti til Føroya saman við familjuni í 2006, bara fýra og eitt hálvt ára gamal. Familjan hevur øll árini búð í Norðragøtu, og har trívast tey væl.
Í fleiri ár varð samskift við myduguleikar til tess at útvega Géza føroyskt pass, so hann kundi umboða føroyska fótbóltslandsliðið í altjóða kappingum. Tað eydnaðist loksins í januar 2025, og í mars varð hann fyrstu ferð úttikin til føroyska landsliðið. Fyrstu minuttirnar á vølli fekk hann móti Kroatia á Tórsvølli í september.
Géza David Turi hevur í føroysku kappingini umboðað GÍ og seinni Víking, men roynir nú eydnuna sum yrkisleikari í enska felagnum Grimsby Town, sum spælir í fjórðbestu ensku deildini.
Pápin, Géza Turi, eldri, er eisini virkin í føroyskum fótbólti. Hann er málmansvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ og hjá føroyska A landsliðnum, har sonurin nú hevur vunnið sær pláss millum miðvallararnar.











He long had a profile in Faroese football, but the wait for a Faroese passport meant a long wait to start on the national squad. Thanks to talent and grit, Géza David Turi, of Hungarian origin, today proudly dons the Faroese shirt and has a career in English football
‘Incredibly moving,’ is how the 24-year-old describes his first moments on the pitch in the Faroe Islands – Croatia match last September.
Géza’s story is one of talent and discipline, of belonging and tenacity. He was born in Hungary and grew up in Norðragøta and has had to fight not only for his place on the pitch, but for the right to represent his country.
The young footballer moved to the North Atlantic with his family when he was four. His town of birth, Szigetszentmiklos, is about the size of the Faroe Islands with 50,000 residents.
His father Géza Turi senior, a former goalkeeper, signed a contract with the Faroese club GÍ, now part of the merged club Víkingur. He brought his family with him to the village of Norðragøta.
It quickly became apparent that Géza had inherited his father’s talent. He grew up playing for GÍ and Víkingur, and by the time he was old enough for the U21 team then Víkingur coach, Sámal Erik Hentze, and current deputy national coach, Atli Gregersen, started looking into getting him a passport.
At the time Géza hadn’t given much thought to his nationality, he just loved the game.
Nobody suspected it would take 6 years. ‘My patience is a strength, but I must admit that with each rejection my hopes dwindled.’ It was hard, all Géza’s hopes of a career in football largely hinged on a Faroese passport.
In 2025 the passport, at long last, arrived. It was after Jákup í Stórustovu, Géza’s agent, launched a campaign to have the player nationalised.
Of course, the passport was no free pass to the squad, competition is fierce. Hard, targeted training got him that chance. Géza was on the bench his first two games, until he got his first appearance.
Joy and gratitude at having made the team was also coupled with relief, ‘I know people asked out of interest and kindness, but it was sometimes tiring to answer the same question over and over’.
Donning the Faroese shirt feels like sweet victory. Géza is proud and close to his Hungarian roots and
family, and, at the same time, says ‘This is where I grew up, I feel Faroese.’
The last years have been a whirlwind. With Víkingur Géza won the Faroese championships, he is on the national squad, and his dream of an international career has come true with a Grimsby Town contract.
He loves life as a pro, ‘It’s luxury. In the Faroe Islands I had to work alongside football to earn a living. Now I can focus fully on the game.’
It is a life of contrast. He lives quietly by the sea and spends his time mindful of healthy living and sleeping. But on the pitch, there is no holding back, there are 26 men on the team and only 18 get to travel to matches. You must earn every minute on the pitch.
Géza’s most memorable moment in British football, so far, was playing Manchester United.
News spread like wildfire when Grimsby Town beat the legends in penalty shootouts. Géza never expected to be on the pitch, but he was swapped in during the second half and helped secure victory with a penalty score.
Géza already has a reputation as a wizard with the ball. Pundits agree that he has a knack for hanging on to the ball, even under enormous pressure.
The young Faroese player has another 18 months on his contract and dreams big. He would love to play the Premier League, but knows the road is long. For now, Géza is focusing on delivering his finest for Grimsby.
Géza David Turi was born in Szigetszentmiklos near Budapest on 6th October 2001.
He moved with his family to the Faroe Islands in 2006, at four and a half. They all settled very happily in Norðragøta.
It took years of communication with the authorities to secure a Faroese passport for Géza, which allows him to play on the national team. The passport was secured in January 2025, in March he was selected for the squad, and he made his debut against Croatia on Tórsvøllur in September.
Géza David Turi has played for the Faroese clubs GÍ and later Víkingur. He now has a professional contract with Grimsby Town in League 2 in England.
His father, Géza Turi senior, is a stalwart of Faroese football. He is goalie coach for KÍ’s first division team, as well as the Faroese men’s squad, where his son is a midfielder.
Navn: Sheila Simonsen
Útbúgving: Psykomotoriskur terapeutur
Aldur: 48
Hjúnastøða: Gift við Christian Legind
Børn: Milo, 22 ár, Siv 22 ár og Alinka 18 ár
Instagram: samvaerk_cph

Navn: Rosa Heinesen
Útbúgving: Møplasnikkari (2004), Framleiðslutøkningur (2016) BA í vørumenning (2018)
Aldur: 49 (Fødd 20.01.1977)
Hjúnastøða: Gift við Brandi Jacobsen
Børn: Ørvur, 20 ár
Instagram: funiturista.dk

Navn: Ann Leivsgarð
Útbúgving: Hárfríðkari
Aldur: 38
Hjúnastøða: Støk
Børn: Alba, 13 ár og Flóvin 7 ár
Instagram: annleivsgard

SKRIVAÐ HEVUR HANSA HANSEN
MYNDIR: AMY HANSEN
dám á miðbýin
í Keypmannahavn
Tær eru fostraðar har norðuri í Føroyum – í sokallaða fiskivinnuhøvuðsstaðnum Klaksvík – har litbrigdið er eitt bland av tí gráa, bláa og grøna, har skárandi likkurnar og virksemið við bryggjukantarnar seta dámin á róligu ljóðrúmdina, og har tú kanst ganga ein túr eftir øllum gøtunum sama dag.
Tær valdu tó sum so mangar aðrar føroyskar kvinnur, sum fara niður at lesa, at verða verandi í Dan mark. Í kjarnuni í rokaliga, litríka, fjølmentanarliga og til tíðir kaotiska Keypmannahavn hava tær tríggjar nú sín gerandisdag. Tær halda til á gøtum og í grannaløgum, ið eru størri enn øll barndómsbygdin tilsamans. Og hóast tær bert eru tríggjar av næstan 700.000, so skara hesar kvinnurnar burturúr. Uttan iva í eygunum á nógv um dønum, sjálvsagt eisini á nógvum føroyingum og heilt víst hjá okkum úr Klaksvík. Tær hava tikið føroyskan skapanarhug og arbeiðsetikk við sær og seta nú sín serstaka dám á miðbýarmyndina. Sheila við stokku num, Rosa við hamaranum og Ann við saksinum.

Ein gongutúrur eftir Istedgade kann viðmælast. Her er vanligt at síggja festlig mótmælistiltøk, ung ið spæla borðspøl og drekka øl á gongubreytini, langar bíðirøðir uttan fyri handilin, sum selur sisilskan ís, og heimleysar menn, ið skeldast við svangar dúgvur.
Kilometurlanga gøtan, ið fyrr fyrst og fremst varð kend fyri skøkju levnað og sexhandlar, er í dag ein ný mótans vavst ur av luksusbakaríum, gøtulist, endurnýtslu handlum, kiosk um, kirkjum, hotellum, barrum og matstov um. Hóast dámurin á ein hátt er róligur, er henda gøtan sam stundis ein av lívligastu gøtunum í Keypmanna havn, og samanborið við fyrr eitt stað, har barna familjur nar eisini halda til og búgva.
Kemur tú til Istedgade 65, verður tað helst trupult hjá tær ikki at steðga á. Kanska heldur tú, at tú ert kom in til ein handil, ið selur blandað bomm, tí helst er hetta lit ríkasti handil in í gøtuni. Tað er tó skjótt greitt, at handil in ikki selur góðgæti, men tógv.
Samværk eitur hann sambært stóra kongabláa skeltinum, og beint innan fyri dyrnar kanst tú hitta Sheilu. Hon stendur innan fyri gamalsliga diskin av teak-líknandi viði og glasi. Antin hjálpir hon onkrum kunda, ella stendur hon við stokkunum í hond. Framferðin er still og rólig, men hon sigst vera eitt orkuverk av aðrari verð. Og hesin handilin, sum kann geva kundum eina kenslu av at vera komin á gátt hjá ommu, er sprottin úr hennara hugaheimi.
– Eg kann ikki lata vera við at skapa, sigur hon, tá ið hon setur seg niður á bonk in framman fyri stóra vindeygað, sum vend ir út til Istedgade.
Hon fær sær ein lítlan steðg frá arbeiði num, so hon kann greiða mær frá, hvaðani hugur in og hegnið til at skapa stava.
– Klaksvík hevur ongantíð verið ein sokallaður fín kulturellur býur. Mentanin hevur haraftur ímóti lagt upp til hart arbeiði, at bretta upp um armar, samstarva og byggja upp. Sum barn fekk eg tí ta fatan, at tað eru eingi mørk fyri, hvat tú kanst skapa. Tað er haðani, skapanar trongd in kemur.
Hyggur tú teg um í handlinum, sært tú eisini greið tekin um mark leyst hugflog. Gólvið er málað djúpt kongablátt, og veggir nir eru pastell litt ir. Stórir partar av veggu num eru nærum fjaldir av hillum, sum eru fullar av tógvi í óteljandi litum. Í vindeygu num hanga troyggjur, summar hálvbundnar. Lampur nar hava bund nar skermar, á disk inum stendur ein skál við lit rík um ommu kara mellum, og mitt í rokanum stendur ein stór ur posta línsdalmatinari. Innast í handl i num eru nøkur trin upp í ein hugna ligan køk. Har kunnu gestir fáa sær kaffi, te, sodavatn og okkurt aftur við. Her eru smáir krókar, har ein kann seta seg at njóta ein drekka munn og taka hondarbeiðið fram. Úr hátalara num ljóðar hugna lig ur tón leik ur, og lagt er upp til kreativan hugna.
Sheila er annars útbúgvin psykomotoriskur viðgeri. Hennara arbeiði fevnir millum annað um, hvussu heili og kroppur arbeiða saman, og hennara yrkisleið hevur í høvuðsheit um verið á hesum øki og er tað framvegis. At arbeiða við menniskjum á hendan hátt kann vera tungt, og eftir at hava arbeitt fulla tíð í tíggju ár fór hon at kenna seg móða. Eftir koronutíð -
ina vóru fleiri av starvsfeløgu num á viðgerðarstovuni farnar at binda. Sjálv hevði Sheila havt bindisteðg í 20 ár, og starvsfelagar nir Anja og Malene eggjaðu henni at byrja aftur.
– Eg bant nógv sum ung og læt meg tí lokka. Eg bleiv púra bitin, tí bindingin gav mær nýggja javnvág í lívinum, og eg føldi, at orkan kom aftur. Eg hugsaði tá við mær sjálvari: Um eg blívi líka bitin av hesum, sum eg var fyrr, so blívur hetta púra svakt.
Úrslitið er Samværk, sum Sheila, Anja og Malene lótu upp í 2023. Og ein kann kanska spyrja, um tað er svakt at lata eitt litríkt og samvirkið bindiunivers upp á Istedgade, har menn og kvinnur koma at stilla sær sinni, at brúka hendur nar, at vera sosial og at gera sær drekka munn. Um tú spyrt Mary úr Boston, ein av dagsins kundum, er svarið nei. Eftir at hava gingið runt í handl inum eina løtu sigur hon hart: You should open one of these in the states. It would blow up!
Og tað er veruliga nakað serligt við hesum staðnum, sum tey í USA og vit onnur helst hava tørv á í dag. Tí
her hittast fremmand til hugna og prát. Uppi í lítla køk inum sita ein maður og ein kvinna. Tey kenna ikki hvørt annað. Men hann fortelur henni, at hann er farin at binda fyri at minka um sína strongd. Hon hevur stóran búk og vísir honum pinkalítlu ráhvítu opnu troyggjuna, sum hon bindur barninum, sum hon og maður in hava bíðað alt ov leingi eftir.
Ímeðan tey bæði tosa um fertilitetshjálp og strongd, greiðir Sheila frá, at eitt, sum hon vildi bera við sær úr Føroy um til tógvhandilin í Istedgade, var tað natúrliga í at binda.
– Danir hava ikki havt líka sterka bindisiðvenju sum føroy ingar. Summi teirra taka tað í so stórum álvara, tá ið tey binda. Í Samværk royna vit at leggja upp til, at fólk ikki føla, at tey skulu gera tað so lýtaleyst. Tað týdn ingar mesta er at skapa, tí tá kann heilin fara í flow, og tað er so gott fyri sálarligu vælveruna.
– Ikki hugsa so nógv, bind bara, sigur hon, í tí hon reisir seg og fer at hjálpa einum kunda, sum leitar eftir mohair tógvi til eitt turriklæði.


Fert tú útum aftur og hevur hug at ganga víðari, so kanst tú ganga beinleiðis frá Istedgade til Enghave Plads, og haðani er skjótt at ganga yvir til Skjalm Hvides gade, sum er ein friðarlig og smøl múrsteinsgøta. Her er so mikið friðarligt, at tú hoyrir vindin í trøunum, og hvat børnini, sum sparka bólt á spæliplássinum, tosa um. Her verða sansirnir vaktir á ein heilt annan hátt enn, tá ið tú ert longur inni í býnum. Her er róligari, færri fólk og ikki eins nógv virksemi. Og tó, so eru støð, sum fanga uppmerksemið.
So skjótt sum tú ert komin inn í gøtuna, leggur tú kanska til merkis eitt lítið, hugnaligt snikkaravirki í einum av múrsteinshúsunum. Innan fyri stóru vindeygu ni eru mintgrøn ir karmar, sum standa so yndislig ir í ógvisligari andstøðu til restina av rúminum, sum er rátt og rokaligt. Hyggur tú innum, kann tað vera, at tú bert eyga við Rosu. Helst stendur hon við stóru rundsag ina, sum er mitt í rúminum. Hennara
kvinnu ligi vakurleiki stendur eisini í andsøgn við svørtu, maskulinu arbeiðsklæðini, sum hon er í.
Um tú undrast á, hvussu ein klaksvíkskvinna endar sum snikkari í Keypmanna havn, so skalt tú bara spyrja hana. Hon er løtt at fáa í prát og smæðist ikki við at lata teg koma at kenna seg.
– Tað einasta, ið eg nakrantíð havi tímað, er at smíða, sigur Rosa, sum umframt at arbeiða fyri seg sjálva eisini arbeiðir sum fríyrkisfólk fyri størri fyritøk ur. Hon er møplasnikkari, framleiðslutøkn ing ur og vørumennari.
Lívsyrkið fann hon ikki uttan víðari. Hon gongur gjøgnum trappurnar upp í lítla køk in, meðan hon greiðir frá.
– Sum ung visti eg ikki, hvat eg skuldi gera. Eg fór á miðnám, tí tað gjørdu øll hini. Eg hataði at ganga í skúla, og óvitandi um, at eg hevði ADHD, strídd ist eg við skúlagongdini. Eftir miðnám fóru øll niður at lesa víðari. So eg flutti eisini niður. Men eg visti framvegis yvirhøvur ikki, hvat eg skuldi. Eg visti bert, at mær dámdi tað kreativa.
Hon flennir at sær sjálvari, ímeðan hon setur kaffi og te á borðið og greiðir frá, at íblást ur in til at arbeiða við viði á fyrsta sinni kom frá einum vinmanni. – Hann fekst við snikkaravirksemi, og hetta berg tók meg. Eg helt tað vera so lekkurt, at tú kundi arbeiða við nøkr um, har úrslitið var sjónligt næstan beinanveg in. Við í blástri frá honum teknaði eg meg tí til smíð í kvøldskúla.
– Har fann eg so út av, at eg elskaði at arbeiða við viði, sigur hon og skeinkir sær ein temunn og hyggur út gjøg num vindeygað, sum vendir út til ein hugna ligan bakgarð.
– Men tankin kom ikki til mín beinanvegin, at gentur eisini kundu vera snikkarar. At enda spurdi eg tó vin mann in um hetta. Svarið var sjálvsagt, at tað kundu tær saktans. Eg søkti tí inn á tekniska skúla, og innan eina viku visti eg, at hetta skuldi eg gera restina av lív i num.
Alskurin til træ og kreativitet er lættur at fáa eyga á, um tú hyggur teg um í lítla snikkarakøkinum, sum ber brá av hørðum arbeiði. Millum annað stendur ein lítil útgáva av einum træpalli á eini hill. Á pallinum
standa fimm sokallaðar damudukkur, og út frá klæðunum hjá teimum kanst gita tær til, at tað helst eru Spice Girls, sum undirhalda í kaffisteðgunum. Eisini hong ur flættaður, tunnur viður á vegginum, og ein sera hug takandi mynd er eisini at síggja. Á myndini sæst væl kenda supermodellin frá 90-árunum Linda Evangelista. Hetta er tó ikki ein vanlig mynd, hon er gjørd úr viði av ymiskum sløgum og litum, sum eru býtt ur upp í piksil.
– Ja, eg havi nógv hugskot, sigur hon og fær sær ein smakk av heita temunn inum. – Hevði eg bara havt tíð til at seta tey øll í gongd, leggur hon smílandi aftrat.
– Í løtuni loysir tað seg ikki bara at arbeiða fyri meg sjálva. Eg arbeiði tí eisini fyri aðrar fyritøkur, sum senda meg út til ymisk arbeiði, sum uppaftur aðrar fyritøk ur hava tørv á.
Hon setur koppin frá sær og fer aftur til arbeiðis, ímeðan hon greiðir frá, at hon í hesum sambandi smíðar pallar til sjónvarpsfram leiðslur, festivalar og messur av ymisk um slagi, men at hon sum oftast ger van ligt snikkaraarbeiði, umvæling og uppset ing. Í

løtuni arbeiðir hon í Carlsberg Býnum, har útberingarfyritøkan Wolt skal hava nýggjar skrivstovur.
– Eg havi eisini privatar uppgávur, har kreativa síðan kemur meira til sín rætt, sigur hon, ímeðan hon koyr ir ein stóran planka ígjøgnum rundsagina.
– Tað kann eitt nú vera fyri eitt hotell, har eg gevi lív til tað, sum tey síggja fyri sær. Tað er slíkt sum hetta, sum eg ætli at gera meira við í framtíðini. Altso at sniðgeva og skapa meira.
– Træ er veruliga tað besta í verðini, sigur hon við eitt sindur harðari rødd, nú rundsagin rungar, og spøn ir nar flúgva runt í rúminum.
– Eg elski angan av tí, kensluna av at hava tað í hond ini og tað, sum tú kanst brúka tað til, sigur Rosa, sum trýr upp á, at alt hevur eina meining. Eitt nú heldur hon ikki, at tað er púra tilvildarligt, at hon er bliv in snikkari.
– Omma mín, Rosa, vildi vera snikkari. Men hon slapp ikki, tí hon var genta. Hon bleiv seymikona ístaðin. So eg haldi, at tað var helst meiningin, at eg skuldi vera snikkari.


Frá Enghave Plads er skjótt at koma aftur til Ráðhúsplássið, um tú tekur undirgrundarbreytina. Friðurin er nú úti, og fert tú eftir ‚Strøgnum‘, kemur tú skjótt til síðugøtuna Knabrostræde. Har sært tú eitt svart skelti við navninum ‚Ann Leivsgarð‘. Her, millum ørindafólk í túsundatali, ljóðið frá gøtutónleikarum og kirkjuklokkum og angan frá brendum mandlum, kastanjum, kanelsniglum og kaffi, hevur Ann Leivsgarð sína hárfríðkanarstovu.
Kanska sært tú hana standa uttanfyri við kaffi koppinum í hond ini, tað kann vera, at hon við hinari hondini rættar sítt síða brúna hár, so tað situr júst, sum tað skal. Hon skiftir møguliga orð við onkran av grannunum, og allarhelst hóskar hon væl til umhvørvið við sínum kula gøtustíli. Kemur tú innum, kann tað vera, at hon heilsar upp á teg á føroyskum, og spyrt tú, hvussu hon visti, hvaðani tú ert, so svarar hon, at hon sá ella merkti okkurt á tær, sum hon kendi aftur.
Inni í hvítu og stílfullu hárfríðkanarstovuni, har eisini nøkur av teimum kendu leita sær inn, er eingin uppgjørdur fínleiki. Ann kundi tó verið eitt sindur fín upp á tað, um hon vildi, tí eingin ivi er um, at hon hevur klárað seg serstakliga væl. Umframt at brúka síni evni í hárfríðkanarstovuni ferðast hon nevniliga heimin runt sum International Master Educater fyri luksusmerkið Balmain Hair. Hon er ein av fýra topphárfríðkarum, sum Balmain hevur valt út til at læra aðrar hárfríðkarar, hvussu nýggjastu hársniðini skulu skerast, og hvussu Balmain vørurnar skulu nýtast.
Ein freistast til at spyrja hana, hvat skal til, fyri at ein ung kvinna av Ósavegi í Klaksvík fær so góða mót tøku. Ikki bert á eini av vælumtóktu adressu num í danska høvuðsstaðnum, men eisini í altjóða hár fríðkanarsam felag num.
– Eg áni tað ikki, svarar hon, ímeðan hon pakkar seinastu strípuna hjá Oksanu, sum er ein av dagsins fyrstu kundum, inn í stanniol. Hon tekur kaffikoppin í hond ina og gongur yvir til trappuna beint innan fyri høvuðsdyrnar av glasi og greiðir frá, at tað hava verið støður, har dyr eru latnar upp fyri henni, tí onkur hevur sæð okkurt í henni, men fyrst og fremst hevur hon arbeitt bein hart.
Sama hvat hon ger, verður tað nevniliga gjørt til lítar. Tí í Føroyum, sigur hon, hevur ein sjálvstøðug vinnu rekandi ikki ráð til at gera eitt minni gott arbeiði. Tí øll kenna jú øll, og slík tíðindi ferðast skjótt. Og í grund ini er tað eisini so í Keypmannahavn, tí her er heldur ikki so stórt, sigur hon.
– So stutta svarið til spurningin hjá tær er kærleiki til yrkið og beinhart arbeiði.
Tað skal tó ikki ljóða, sum at eingin mótgongd hevur verið á vegnum. Eitt nú hevur hon upplivað at verða útskeldað av einum leiðara hjá Balmain framman fyri øðr um hár fríðkar um.
– Tað var til eina stóra framsýning, og eg dugdi rætt og slætt ikki hársniðið nóg væl. Eg var ov ófyrireikað. Tá ið tíðin var farin, mátti eg lata eina modell frá mær við einum hársniði, sum ikki var nøktandi. Og tá ið eg seinni hoyrdi leiðaran rópa ‚Who did this model?‘, var ikki neyðugt hjá mær at hyggja. Eg visti, at hann tosaði
um mína modell. Eg hugsaði tá, at eg antin kundi pakka míni ting, leggja stóru dreymarnar á hillina og flyta heim aftur, ella eg kundi eta hetta í meg og fara upp aftur á hest in. Eg valdi tað seinna. Eg tók ímóti skolu ni, fór inn á vesið at gráta og fór síðani heim at læra meg hatta hársniðið so væl, at eg nú kann gera tað í svøvni.
– Slíkt mugu tey, sum ætla sær langt, tola, tí tað er ósann líkt, at tú kemur langt uttan okkurt slag av mótgongd, sigur hon, ímeðan hon bjóðar Oksanu yvir til vaskið.
Tað er eyðsæð, at Ann hevur lagt ómetaliga nógva orku í sína yrkisleið, og spyrt tú, um hon nú kann byrja at taka tað eitt sindur róligari, svarar hon nei. Stóri og heilt ítøkiligi dreymurin nú er at lata enn eina hár fríðkanarstovu upp. Hesa ferð í Føroyum.
– Hetta skal helst henda í 2026, sigur hon, ímeðan Oksana fær balsam í hár ið. Spurningurin er so, hvar henda nýggja hár fríðkanarstovan skal vera.
– Á, tað veit eg ikki, kanska við onkran bryggjukant.




In the heart of Copenhagen, three women from Klaksvík have forged their own creative paths: Sheila with her knitting needles, Rosa wielding a hammer and Ann scissors in hand

If you wander down Istedgade behind Copenhagen Central Station, you will find No. 65 hard to ignore. You might think Samværk is a candy shop, but its kaleidoscopic display is spun from yarn.
Sheila at the counter was raised in Klaksvík to believe there is no limit to what you can create, if you work hard together. The shop is testament to boundless creativity with knitted lampshades, jumpers at various stages of completion, and a nook for customers to knit with a hot drink.
A few blocks over from Istedgade, a carpentry workshop sits on Skjalm Hvides gade.
Inside Rosa is working a roundsaw. ‘All I’ve ever really wanted was to use my hammer,’ she confesses. The Klaksvík native is a carpenter, production technician and product developer.
Finding her path took a while. She remembers hating upper secondary school, which she was only in because everyone else was, this was before she learned she has ADHD.
Later, a friend started studying carpentry and the immediacy of the creative process captivated Rosa. She signed up for an evening course, but hesitated, was this a job for women?
Enrolling at technical school gave her the answer, within a week she knew woodwork was her calling.
Rosa’s workshop is crammed with creative pieces, including a portrait of Linda Evangelista made from tiny wood pieces, like pixels. Her preferred assignments are when she is commissioned to bring a client’s vision to life using her own designs. But paying the bills means also taking jobs such as building stages for festivals or TV sets.
„It’s not perfection, but creation that matters.“
Simonsen
As a psychomotor therapist, which is all about how body and brain interact, Sheila’s job can be draining. When her colleagues, Anja and Malene, started knitting during the pandemic, they encouraged her to return to the craft after 20 years.
The Faroese knitter found it restored her balance and energy, and wants to convey how natural knitting is: ‘Danes don’t have as strong a knitting culture. They can take it too seriously. It’s not perfection, but creation that matters.’
Samværk is the three colleagues’ joint dream of a place where knitters can share and find their flow.
‘I love the scent and feel of wood in my hand,’ Rosa enthuses. She believes there is a reason for everything: ‘My grandmother, Rosa, wanted to be a carpenter. She wasn’t allowed to, because she was a girl. So, she became a seamstress. This was probably always my destiny.’


ANN LEIVSGARÐ
If your hair needs a little care, it is only a quick trip over to Knabrosstræde off Copenhagen’s pedestrian thoroughfare, Strøget. You will soon spot a black sign emblazoned: Ann Leivsgarð.
Perhaps you will catch the stylist chatting with a mug of coffee. Inside her sleek salon there is no pretence, though Ann has plenty of reason to boast, with famous clients and status as an International Master Educator for Balmain Hair. She is one of only 4 stylists selected by Balmain to teach the latest styling trends and how to use the company’s high end products around the globe.
When asked how she got this far from Klaksvík village of 5000, Ann explains how she always commits fully, in a small place you can’t afford to do a shoddy job. Everyone knows each other and news travels fast.
The same is essentially true in Copenhagen. Ann has worked hard and it hasn’t all been easy. She recalls getting a dressing down by a Balmain manager in front of her colleagues, ‘It was a big show and I simply didn’t know the style well enough.’ She had a choice: pack up or get back on the horse. So, she had a cry in the bathroom, went home and practiced until she could do the style in her sleep.
You have to get up again, there will always be setbacks. And there is no slowing down. Ann’s dream for next year is another salon, this time in the Faroe Islands.
Name: Sheila Simonsen
Education: Psychomotor therapist
Age: 48
Relationship status: Married to Christian Legind
Children: Milo, 22, Siv 22 and Alinka 18
Instagram: samvaerk_cph
Name: Rosa Heinesen
Education: Furniture carpenter (2004), Production technician (2016) BA in Product Development (2018)
Age: 49
Relationship status: Married to Brandur Jacobsen
Children: Ørvur, 20 ár
Instagram: funiturista.dk
Name: Ann Leivsgarð
Education: Hair Stylist
Age: 38
Relationship status: Single
Children: Alba, 13 and Flóvin 7
Instagram: annleivsgard

Tórshavn’s most charming knitwear shop.
Knitwear by Faroese Fashion Brands: Shisa Brand and Steinum.
While on board, learn more about Faroese wool, sheep and knitting in the film ‘The Wool Islands’, featuring our shop and brands.
Niels Finsensgøta 27 Tórshavn IG / FB: ullvoruhusid ullvoruhusid.com



SKRIVAÐ HEVUR SÍMUN CHRISTIAN OLSEN MYNDIR: ERLA ZISKASEN
Søgan um, hvussu áhugi fyri undirgrundini sendi Una Árting út til fjarar gongustjørnur at leita eftir lívi
Áeini rustreyðari gongustjørnu meir enn 200 milliónir kilometrar burturi koyrir eitt forvitið akfar. Í einum bláum húsum í Havn situr ein eins forvitin maður. Maðurin eitur Uni Árting, akfarið eitur Perseverance, og sambandið teirra millum er úrslitið av áralongum áhuga fyri jarðfrøði – øllum, sum er undir okkum – og vantandi evnum at siga nei.
Síðan 18. februar í 2021 hevur ein einsamallur rúmdar vallari reikað á Mars. Ágrýtin livir tonstungi kjarnorkudrivni rovarin upp til navnið. Í skjótt fimm ár hevur Perseverance lagt upp ímóti 40 kilometrum aftur um seg, og alsamt sendir hann alskyns dátur aftur til jørðina,

har hundraðtals vísinda fólk eru til reiðar at taka ímóti og granska út í æsir.
– Tú kanst sita og fjarstýra bilinum niður í millimetrar og hyggja at grundevnum í mineralunum har uppi. Tað er púra sjúkt. Tann parturin er mega spennandi, sigur Uni Árting, sum fyri kortum fekk miðlaheiðursløn ina hjá Gransk ingar ráðnum. Tað er týðiligt, at honum dámar at tosa um sítt fak. Í roynd og veru heldur hann tað vera eina skyldu – vitan í sær sjálvum er einki verd – og partvíst tí situr hann í einum fundarhøli á
Jarðfeingi og greiðir neyvt frá, hóast hann als ikki hevur stundir.
Sum partur av marstoyminum hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA fingu Uni Árting og onnur vísindafólk ríkiligt høvi til at tosa hin 10. september í 2025, tá ið greinin ‚Redox-driven mineral and organic associations in Jezero Crater, Mars‘ var givin út í viðurkenda tíðarritinum Nature. Heitið sjálvt avdúkar ikki nógv, men í heimsins tíðindamiðlum vóru yvirskriftirnar greiðar. ‚Lív frá fyrndini funnið á Mars‘ stóð til dømis at lesa á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, og boð vóru skjótt eftir føroyingunum báðum Una Árting og David Arge Klevang, sum eisini er partur av marstoyminum ígjøgnum DTU Space í Keypmannahavn, at greiða frá og greina slóðbrótandi fundið á Mars. Hvørki greinin ella bráðtíðindini komu kortini óvart á teir báðar. Teir høvdu bíðað eftir sjálvari avdúkingini í longri tíð.
– Tað hevur verið ein múrur uttanum, men innan fyri hevur tað verið øgiliga opið. Tú fært fylgt við, tað er stutt ligt at síggja dáturnar, og alt verður vent á innan hýsis fundum. Tú kanst seta spurningar og leggja fram iva mál, um tú hevur okkurt. So tað hevur verið øgiliga spennandi at síggja eina so týðandi grein blíva til, sigur Uni Árting.
Gott ár frammanundan hittist alt marstoymið í Pasadena, Kalifornia, og skjótt gjørdist greitt, at okkurt serligt var á vási.
Lív hevur einaferð verið á Mars. Tað er í roynd og veru tað, royndirnar tykjast staðfesta, og hóast hetta ljóðar kollveltandi onkursvegna, kom tað ikki púrasta óvart á Una Árting og tey mongu vísindafólkini í marstoyminum.
– Tú hevði jú sæð partar av ábendingum um lívfrøði ligt virksemi, og á júst hesum staðnum renna fleiri av faktor unum saman. Tað sær soleiðis út fysiskt, mineralevna frøðin er soleiðis, og her eru spektraldátur frá SHERLOC tólinum, sum líkjast lív frøði lig um mýlum. Alt spælir saman á júst hasum staðnum.

– David var við eisini, hann hevði leigað bil, og vit høvdu koyrt eitt sindur í Los Angeles fyrr um dagin, for telur Uni Árting.
Perseverance hevði júst verið við ‚Bright Angel‘ –eina staðni á áarbakka num við fyrndaránna Neretva Vallis, har granskarar frá byrjan mettu møguleikarnar vera sera góðar at finna eitthvørt áhugavert, og nýggju dát ur nar av Mars livdu sanniliga upp til vónirnar. – Tað bleiv ordiliga spennandi. Fólk fóru út á fundir, og vit fingu leiðreglur um, hvat vit kundu og ikki kundu siga, sigur Uni Árting. Síðan var ein tíðindafundur í sambandi við eina ráðstevnu á Caltech – California Institute of Technology, har úrslitini vórðu løgd fram longu tá.
– Tú sært nakrar blettir, sum ikki eru stein renn ingar. Men tá ið tú hevur bakteriur í einum fornheimi við ongari ilt, bróta tær millum annað organisk evni niður og skilja soleiðis ymisk onnur grundevni úr. Og tað eru tey grundevni ni, sum vísa seg onkursvegna sum sirklar í gróti, og sum peika ímóti primitivum lívi av onkr um slagi, greiðir Uni Árting frá.
‚A potential biosignature‘ er almenna linjan hjá NASA. Talan er um møgulig tekin um lív frøði ligt virk semi, men veru lig vissa fæst kortini ikki, fyrr enn tú hevur sjálvar roynd ir nar í hond ini. Higar til hevur marsbilur in gjørt 30 av 38 ætlaðum royndarboring um í og kring Jezero spreingiholið, og ætlanin er, at tær ein dag skulu kannast á jørðini.
– Sjúkt! So einaferð í eg-veit-ikki-nær – nøkur og 30‘unum – lenda tær vónandi við øllum hesum baktusunum á. So útspæla vit allar teir ringastu scififilmar nar, flennir Uni Árting.
Perseverance hevur nú koyrt á mars í umleið 1700 ‚sols‘ ella marsdagar. Tað svarar til einar 1750 dagar á jørðini, og afturumlagda strekkið er neyvt kortlagt. Ymisku støðini hava fingið nøvn, og fyri Una Árting hevur Hans Amundsen Memorial Workspace serligan týdning. Júst hetta staðið er nevniliga kallað upp eftir norskum jarðfrøðingi. Norðmaðurin, sum doyði brádliga í Føroyum á sumri í 2023, fekk av fyrstantíð føroyska jarðfrøðingin upp í mars-verkætlanina hjá NASA.









Hólm is an independent Corporate Finance firm working in the Faroe Islands and the Nordic region.
We harness our local insights and global expertise to offer tailored consultancy on Mergers and Acquisitions, financial restructuring, debt advisory and other areas of Corporate Finance.
We are here to discuss how we can add value to your ideas.
Hólm Corporate Finance holm@holm.fo
J.H. Schrøtersgøta 13 100 Tórshavn Faroe Islands

AV OYGGJARVEGNUM TIL MARS
Áhuga fyri steinrunnum tilfari fekk Uni Árting longu sum smádrongur. Saman við nøkrum vinmonnum plagdi havnarmaðurin, sum er vaksin upp í Kongsgili, har hann framvegis býr, at savna steinar og tinnur, og skjótt vóru bæði hillar og vindeygakarmar á tremur við gróti.
– Vit vóru nokk so tíðliga áhugaðir í at hyggja niðureftir, segði Uni Árting í sendingini Vikugesturin hjá Kring varpinum, og viðhvørt gekk leiðin niðan á Oyggjar vegin á rannsóknarferð. Í mun til onnur sløknaði hesin áhugin ongantíð hjá Una Árting. Í gomlu miðnámsskúlabóku num eru kapitlar nir um jarðfrøði fyltir við viðmerk ing um og gulum strik um.
Tað var einki at ivast í; leiðin gekk á lærda há skúlan í Keypmanna havn.
– Eg eri heppin onkursvegna, at eg bara fór eftir tí, sum eg hevði hug til.
Tað er ofta gott, sigur Uni Árting, sum í 2004 kom aftur til Føroya eftir loknan lestur.
Um sama mundið stóð Hans Amundsen á odda fyri AMASE verkætlan ini.
Uni Árting, sum nú hevur verið við í vísindatoyminum í trý ár. Síðan Hans Amundsen doyði, hevur Uni Árting yvir tikið nakrar av uppgávunum hjá norska jarðfrøðingi num.
Uni Árting stríðist eitt sindur við at rita inn – trygdin er í hásæti, men tað kundi gingið skjótari, heldur hann, og so við eitt er hann innanfyri við atgongd til dáturnar frá Perseverance.
„Í eini tíð, har
sundurlyndi valdar, og tú brýtur niður altjóða felagsskapir, er tað eisini stuttligt og gevandi at vera partur av einum altjóða toymi, sum í felag arbeiðir við eini so stórari verkætlan.“
Norðmaður in hevði vent oljuvinnuni bak ið og stóð nú á odda fyri rannsóknar ferðum til Svalbard, har enda málið millum annað var at gera alskyns roynd ir við komandi marsmissiónum í huga. Um støður nar í norska oyggjaflokk inum norðan fyri pólkringin minna um tær á Mars, og fleiri ár upp í slag ferðaðist vísindatoymið til berligu oyggjar nar. So líðandi gjørdust treytir nar frá norsku myndug leiku num tó so mikið strangar, at Hans Amundsen fór at leita eftir nýggjum hóskandi staði til royndirnar. Tað var tá, hann kom í tankar um Føroyar, har hann í nítiáru num hevði arbeitt í sambandi við oljuleiting. Í 2014 kom norðmaðurin so til Føroyar við einum toymi. Hann kendi Turid Hátún Madsen á Jarðfeingi, og Uni Árting varð boðin við út í Tindhólm á Sørvágsfirði. Hann hevur yvirhøvur ringt við at siga nei, og longu á bát inum á veg út fullu teir í gott prát, og so var leyst og liðugt. Vinabandið og samstarvið teirra millum helt fram næstu árini, og tá ið Hans Amundsen seinni gjørdist týðandi partur av Mars 2020 missión ini, fekk hann føroying in við í hópin. – So hvørt sum tann missiónin varð til veruleika, og Perseverance lendi á Mars, sá hann, at tað hevði verið gott at tosa við onkran jarðfrøðing, sum skilti tað sama sum hann og hevði sæð tað sama sum hann, fortelur
Uni Árting
Millum 30 og 40 fólk eru við á sonevnda RIMFAX toym inum. Marsrovarin er á tremur við hátøkni, millum annað PIXL-myndatólinum, sum David Arge Klevang hevur verið við til at menna á DTU Space. Tað situr fremst á rovaranum uttast á einum tveir metra longum armi og sær evnafrøðiligu samansetingina í tilfari á yvir flatuni á Mars. RIMFAX, hinvegin, situr aftast og ‚hyggur‘ niður gjøgnum yvirflatuna. Talan er um ein georadara, sum skjýtur radiobylgjur niður í undirgrund ina fyri hvørjar 10 cm, bilurin flytur seg. Soleiðis kanst tú síggja einar 20–40 metrar niður í undirgrundina júst har, sum bilurin koyrir. Uni Árting og hini í toyminum fáa tískil ein tvørskurð at hyggja at og tulka á ymsan hátt. Aftur ímóti øðrum vísinda fólkum í Marstoyminum, ið hyggja at ela lítlum smá lutum, arbeiðir Uni Árting meir við størru heild ini. Hann fæst millum annað nógv við at lýsa fysisku um støður nar og koma við boðum upp á, hví tað sær út, sum tað ger, út frá dátu num frá RIMFAX og hinum topptunaðu tólunum á Perseverance. Har kemur vitanin úr føroysku undirgrund ini jarðfrøðing inum til góðar, tí tað vísir seg, at Føroyar og Mars ikki eru so ólíkar. Harumframt verður kósin hjá rovaranum alsamt sett út í kortið. Upprunaliga ætlanin verður lagað til, so hvørt sum nýggj vitan og nýggir spurningar leggjast afturat.
– Men tað eru vísindatoymi fyri hvørt tól á bilinum, sum siga: ‚Hetta skulu vit ikki. Vit vilja heldur hetta.‘ So vit kunnu ynskja okkurt, og so verður avgerðin tikin oman fyri okkum í hierarkinum. Hetta er ein dag lig gongd, og bilurin stendur ongantíð stillur, uttan tá ið sólin leggur seg ímillum jørðina og Mars.


Perseverance hevur ikki ligið á løtu síðuni síðan gyltu løtuna við ‚Bright Angel‘ á sumri í 2024. Missiónin heldur fram, bilurin hevur tikið fimm boriroyndir síðan, sum hann innsiglar og leggur frá sær klárar til avheintingar eina ferð í framtíðini. Frá legugrýti og bleytum løgum í fyrndaránni til hart grundfjall við spreingiholsveggin.
– Vit hildu kanska, at vit ikki fóru at síggja líka nógv við okkara dátum har, men tað gert tú faktiskt, so tað er mega spennandi, greiðir Uni Árting frá.
Eitt annað týðandi endamál við 2020-verkætlanini er at menna tøkni og kanna møguleikarnar fyri mannaðum rúmdar ferðum til Mars. Millum annað hevur bilur in eitt tól, sum framleiðir súrevni burtur úr tunnu atmosfer uni á reyðu gongustjørnuni.
Framtíðarútlitini eru spennandi og ótrúliga fløkt. Eitt er at fáa borikjarnar av Mars og aftur til jørðina. Uppaftur annað er at senda menniskja longur út, enn tað nakrantíð hevur verið fyrr. Tað er eisini sera kostnaðar mikið, og tí kann kollveltandi úrslitið av verkætlan ini higartil eisini fáa stóran týdning viðvíkjandi fígging frameftir.
Ímeðan heldur forvitni rúmdarvallarin ferðina fram og sendir alsamt feskar dátur av Mars til eins forvitin vísindafólk á jørðini. Eisini til Una Árting, sum framvegis hevur tað sum eitt barn í eini bommhandli.
– Eg var ræðuliga spentur, tá ið eg slapp inn í hetta av fyrstantíð. Púra svakt spentur. Eg havi altíð elskað Star Trek og annað scifi. Tann fasinatiónin er øgilig, viðgongur Uni Árting.
– Í eini tíð, har sundurlyndi valdar, og tú brýtur niður altjóða felagsskapir, er tað eisini stuttligt og gevandi at vera partur av einum altjóða toymi, sum í felag arbeiðir við eini so stórari verkætlan. Í so máta hevur tað eisini stóran týdning.
Navn: Uni Árting
Føddur: 1976
Útbúgving: Jarðfrøðingur á Keypmannahavnar universiteti 2004
Starv: Jarðfrøðingur á Jarðfeingi síðan 2004
Adjunktur í jarðfrøði á Fróðskaparsetrinum 2012–2022
Eksternur undirvísari síðani 2022
Parttíðar granskarastarv á Oslo Universiteti síðani 2025
Limur í Mars 2020 Science Team hjá NASA
Pre-order your meal for your next flight
Tú fært eitt størri úrval av mati at velja ímillum, tá ið tú bíleggur frammanundan. So tryggja tær júst tað, tú ynskir tær, á heimasíðu okkara áðrenn fráferð.
Pre-ordering gives you access to a wider selection of meals. Ensure you get your preferred choice by pre-ordering on our website before your departure.

atlanticairways.com

This is the tale of how a passion for the underground sent a Faroese geologist on a quest for life on Mars
On the red planet 200 million kilometres away, a curious vehicle is roving. In a blue house in Tórshavn an equally curious man is watching. The man is Uni Árting, the rover is Perseverance. They are linked by a passion for geology.
Perseverance has been sending data back to researchers on Earth for five years now. They are studying every detail, ‘It’s mad exciting,’ Uni enthuses. It’s clear he loves to talk about his field. That recently earned him the Faroese Research Council’s Media Award.
Uni has had ample chance to talk about Mars since the article ‘Redox-driven mineral and organic associations in Jezero Crater, Mars’ was published in Nature in September 2025. Global headlines blared: ‘Life Found on Mars’.
As part of the DTU Space Mars team, alongside fellow Faroese researcher David Arge Klevang, the reveal was no surprise to Uni. A year earlier they had met with the Mars team in California. Perseverance had just visited the banks of the ancient river Neretva Vallis, long deemed promising, ‘The data was incredibly exciting (…) we received strict instructions about what we could and could not say.’
The science does appear to confirm that there was once life on Mars. It feels revolutionary, but not entirely unexpected for Mars researchers, who already had their theories.
In a nutshell, circular markings in rocks on Mars are indicative of elements that could have been secreted by bacteria breaking down organic matter in an ancient world without oxygen. ‘A potential biosignature’ of primitive life is the official NASA line.
We cannot know for certain, however, until the Perseverance samples are brought to Earth. ‘At some point in the 2030s we’ll get a delivery of cores with shedloads of bacteria. Then we can play out our worst sci-fi movies,’ Uni laughs.
Perseverance has covered various areas on Mars, including Hans Amundsen Memorial Workspace, which is named after the Norwegian geologist who brought Uni into the Mars project, but passed away suddenly in the Faroe Islands in the summer of 2023.
The Faroese geologist has been collecting fossils since childhood. He roamed the area around Kongsgil with his friends, who gradually lost interest, but he never
hesitated. After graduating in Geology from Copenhagen University in 2004, he returned to the islands.
Uni met Hans Amundsen when the Norwegian turned his interest to the Faroe islands as a location with conditions reminiscent of Mars. He was preparing for the Mars mission. Shared interests turned to friendship over the years and an invitation to join the Mars mission. Hans saw the value in discussing Perseverance’s trajectory on Mars with a geologist who understood and had seen the same conditions.
Uni is on the RIMFAX team, which studies images from a georadar that feeds a cross-section up to 20–40 metres deep of the Mars underground back to Earth. This is where knowledge about the Faroese underground comes in handy, which, as it turns out, it is not that different from Mars.
One key purpose of the project is to develop technology that might enable manned missions to Mars. The vehicle has equipment capable of generating oxygen from the planet’s thin atmosphere.
However, getting data and retrieving drill cores from Mars is one thing, another is sending a human further into space than ever before. It will be complex and costly, a truth that makes the eye-catching results so far all the more significant.
In the meantime, the data keeps coming and Uni feels like a kid in a candy shop.
‘I was mad excited from the get go. I always loved Star Trek,’ Uni admits, before concluding, ‘at a time of disunity and attacks on international organisations, it is encouraging and enriching to be part of an international team working on a large joint project. That matters.’
Name: Uni Árting
Born: 1976
Degree: Geology, University of Copenhagen, 2004
Work: Geologist at Jarðfeingi since 2004.
Lecturer in Geology, University of the Faroe Islands, 2012–2022,
External lecturer since 2022.
Part time researcher, Oslo University, since 2025. Member of NASA’s Mars 2020 Science Team.

ÁHilton hava vit ment røttu karmarnar, sum sameina nútímans tøkni við nærlagdari tænastu. Okkara 4-stjørnaðu fundar- og ráðstevnuhølir eru sniðgivin so, at rúm, ljóð og ljós skapa ein pall til dygd og professionalismu.
Til hátíðarhald standa veitsluhølini klár. Her fáa brúdleyp, móttøkur og starvsfólkaveitslur eitt innrættað stað, har hvør smálutur er gjøgnumhugsaður – frá dygdargóðum mati til tænastu.

Okkara fundar- og veitslupakkar kunnu fevna um alt frá fundar- og veitslutænastu til gisting á hotellinum.
Hjá okkum er tað ómakaleyst.




Vælkomin í Hólmin Okkara nýggja veitsluog fundarhøli á Hilton. Nú eru okkara veitsluog fundarkarmar blivnir enn betri. Hølið er væl útgjørt við bæði ljósi og ljóði til dansigólvið, umframt barr, vesi og egin inngongd og útiøki.
Alt, ið skal til fyri bestu upplivingina – frá fundi til veitslu.



SKRIVAÐ HEVUR REBEKKA MANUELA BEHRENS
MYNDIR: ERLA ZISKASEN

Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari og dansari, spældi í fjør heyst leikin ‚Prima Facie’. Ein leikur um rættvísi, vald og kynsligan harðskap. Ein leikur, sum hevur elvt til nógv kjak í Føroyum og uttanlands. Men fyri Kristinu er ‚Prima Facie’ eisini ein leikur, sum kann flyta okkurt. Tí fyri hana er sjónleikur ikki bara uppliving og undirhald, men ein máti at geva fólki vitan og innlit. Og tað er júst har, hon heldur, at leiklistin kann gera mun: við at broyta verðina til tað betra
Hon trínur fram á pallin. Kristina Sørensen Ougaard. Og verður verandi har í gott og væl 100 minuttir út í eitt. Leikurin, vit hyggja at, eitur ‚Prima Facie‘ Vit eru í Perluni í Havn. Einum lítlum snórabeinum betongbygningi, sum bæði er sterilur og ráur. Ikki serliga hugna lig ur. Men júst í kvøld tæn ir hann sínum endamáli, tí ‚Prima Facie‘ er ógvu liga ráur – og stundum eisini kantutur og kaldur eins og betong ið í Perluni.
Hóast Kristina stórt sæð er einsa møll á palli og skal tosa út í eitt alla tíðina, hevur hon tak á øllum á skoðar unum.
Leikurin snýr seg um Tessu Ensler, ein sak førara, sum er høgt í met um, og sum hevur bygt sína karrieru á trúnna á, at lógin er objektiv, og tey, sum hava prógvið við sær, vinna. Hon vinnur at kalla hvørja ferð mál, har hon verjir menn, sum eru ákærdir fyri kynslig brotsverk. Tó broytist øll hennara fatan, tá ið hon sjálv verður fyri kynslig um brotsverki. Tá ið hon sjálv skal ígjøgnum rættarskipan ina, má hon ásanna, at skipan in ikki altíð megnar at verja tey órættaðu. Í stutt um er talan um ein leik, sum snýr seg um rætt vísi, vald, sann leika og kynsligan harðskap.
‚Prima Facie‘ er ein leikur, sum ikki bara hevur vakt ans í Føroyum, men eisini um allan heim. Leik ur in, sum uppruna liga er ensk ur, er um sett ur til fleiri mál og spældur í meira enn 30 londum. Eftir at leik ur in varð sýndur her í Føroy um, varð skipað fyri pallborðsfundi um, hvørt føroyska rættarskipan in megnar – ella ikki megnar – at hand fara tey menniskju, ið standa mitt í einum slíkum máli.
– Eg eri fegin um, at leikurin hevur vakt so stóran ans, tí tað var eisini ætlanin, greiðir Kristina Sørensen Ougaard frá.
Hon er júst flutt aftur til Føroya eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár. Tó hava vit í Føroyum sæð hana í jøvnum millumbilum, tí hon hevur ferðast heim at standa á palli til nakrar av teimum best umtóktu leiku num, vit hava sæð í Føroy um seinnu ár ini.
– Mamma hevði sæð eina lýsing í bløðunum um balletttíma. Eg hevði onga fatan av, hvat ballett var, men segði ja til at fara, greiðir Kristina frá.
Og tað vísti seg at vera eitt ja, sum skuldi seta eina lívsleið í gongd. Hon gjørdist púra bitin av dansinum, og síðani teknaði hon seg til allan dans, Elsa Maria Bærendsen bjóðaði: Jazz, ballett og modernaðan dans.
„Eg havi ongantíð – kanska líka so gott –havt eina langtíðarætlan. Eg fari hagar, sum lívið tekur meg.“
Kristina Sørensen Ougaard
LISTIN HEVUR ALTÍÐ
VERIÐ PARTUR AV LÍVINUM
Kristina Sørensen Ougaard er sjónleikari og dansari, uppvaksin í Havn. Hon hevur arbeitt sum fríyrkissjónleikari í nógv ár og er ein av stovnarunum av leiklistabólkinum Det Ferösche Compagnie (DFC). Hon hevur spælt bæði í Føroy um og uttanlands – millum annað á The Barbican í London, umframt í øðrum leikhúsum og sjónleikarafestivalum úti í heimi. Áhugin fyri sjónleiki hevur eftir øllum at døma altíð verið har. Eitt, sum hevur gjørt serliga stóran mun hjá Kristinu, var, tá ið hon níggju ára gomul fór at ganga til ballett hjá Elsu Mariu Bærendsen.
Soleiðis byrjaði alt við dansinum. Og síðan kom tón leik ur in – eitt grundarlag, sum á ein hátt ligg ur undir øllum tí, Kristina arbeiðir við í dag. Hon gekk til klaver og samanspæl í fleiri ár hjá Connie Kjeldsen og Stamen Stanchev á Musikkskúla num. Eftir nøkur ár vendi hon sær ímóti sjón leiki. Fyrst hjá Rosu á Rógvi og seinni hjá Hedvig Westerlund í Sjón leikarhúsinum.
Sum tannáringur stovnaði hon sjón leikarabólk in Brim saman við øðrum ung um, og seinni leikbólk in Spírar. Síðani tá hevur hon arbeitt við fjølbroyttum uppgávum sum fríyrkisfólk bæði heima og uttan lands.
– Tað var eitt frítt og spennandi tíðarskeið, har Sjónleikarhúsið gjørd ist okkara annað heim. Vit brúktu sera nógva tíð har.
Tá ið Kristina skuldi velja útbúgv ingarleið, stóð valið millum dans og sjón leik. Hon valdi dansin fyrst, tí hon helt, at tað var nakað, hon skuldi royna, meðan hon var ung. Sjón leik ur in kundi bíða.
– Eg søkti inn á tann besta dansiskúlan, eg visti um: The Place – London Contemporary Dance School. Og tíbetur slapp eg inn. Tíðin á skúlanum var lærurík, intens og – ikki minst – kropsliga krevjandi. Men eg saknaði for teljing ina og karakter in, meðan eg gekk á dansiskúla num, greiðir Kristina frá.
Visti tú, at tú hevur heili fýra ymiskar møguleikar at flúgva beinleiðis til sól og summar við Atlantic Airways?

Gran Canaria
Frá 17. desember 2025 til 31. mars 2026

Tenerife
Frá 7. oktober 2026 til 4. november 2026

Barcelona
Frá 24. juni 2026 til 23. september 2026

Mallorca
Frá 23. juni 2026 til 11. august 2026

Les meira og keyp ferðina á atlantic.fo

Tískil valdi hon seinni at lesa víðari innan fyri sjónleik og tók eina master í European Classical Acting á Drama Centre London.
At vera sjónleikari er eisini merkt av óvissu, tá ið tað kemur til arbeiðsmøguleikar. Kristina hevur ongantíð havt eitt fast starv sum sjónleikari, men tó hevur hon verið við í eini ørgrynnu av verkætlanum. Tað hevur ikki fingið hana at skifta yrkisleið, tí hon brennur so nógv fyri yrkinum.
– Eg havi ongantíð – kanska líka so gott – havt eina langtíðarætlan. Eg fari hagar, sum lívið tekur meg. Nú havi eg arbeitt sum fríyrkissjón leikari í 15 ár, og tað hevur gingið, sigur hon.
Ofta veit hon ikki, hvat hend ir um tríggjar mánaðir – og onkuntíð er tað eisini óvist, hvaðani pening ur in til næstu húsaleigu kemur. Men við árunum hevur hon lært at hava álit á, at okkurt fer at vísa seg. Tað hevur tað altíð gjørt higar til.
Fríløturnar millum verkætlanir nar hava tí eisini fingið størri virði.
– Fyrr gjørdist eg stúrin, tá ið einki arbeiði var. Tað hongur eisini saman við tí samfelagnum, vit liva í, har alt skal ganga skjótt fyri seg, og vit alla tíðina skulu vísa á úrslit. Men eftir mong ár í yrki num veit eg nú, at tað er neyðugt at steðga á og lata tað, eg havi arbeitt við, sodna. Verkætlanir eru ofta intensar. Tá ið tær eru lidnar, má eg fylla goymsluna aftur til næstu uppgávu. Tað geri eg eitt nú við at hyggja at filmum, lesa bøk ur, fara á lista fram sýn ingar og ikki minst hyggja at sjón leiki, so eg kann fáa íblást ur, greiðir Kristina frá.
Eitt óstøðugt arbeiðslív kann vera einsligt. Tó ikki hjá Kristinu, tí í 2011 var hon við til at stovna Det Ferösche Compagnie (DFC). – Um tað mundið vóru vit øll, Búi Dam, Kjartan Hansen, Sámal Blak og Jens L. Thomsen, í Det Ferösche Compagnie úti í heimi og lósu í ymsum londum. Tað var júst tað at lesa uttan lands, sum fekk okkum at kenna okkum –paradoksalt nokk – uppaftur føroyskari. Tá ið tú ert burtur, legg ur tú betur til merkis, hvør tú ert og hvaðani. Og so møttust vit eina summar feriu í Føroyum og hildu, at tað hevði verið feitt at skapa okkurt føroyskt – okkurt, sum ikki bara var ein eftirgerð av øðrum.
Det Ferösche Compagnie (DFC) hevur eina greiða missión: At siga tær søgurnar, sum hava týdning fyri okkum sum tjóð og sum føroyingar. Søgur, sum eru lokalar, men samstundis universellar. Og øvugt, søgur, sum eru universellar, men sum hava eitt føroyskt útgangsstøði.
– Eitt, sum serliga vakti ans, tá ið vit júst vóru byrjað, var leikur in ‚Operation Valentine‘, sum er heit ið á bretsku hersetingini av Føroyum undir seinna veraldarbardaga. Eisini hava vit sett stór verk upp, so sum ‚Hamlet‘ og ‚King Lear‘, tó hava vit altíð funn ið ein føroyskan kontekst. Tá ið vit spældu ‚Hamlet‘, løgdu vit jarðar ferðina inn sum eina dramaturgiska rammu. Jarðar ferð er jú serstøk í Føroy um; and lát verða lisin upp í út varpinum, og vit steðga á, tá ið líkbilurin við jarðar ferðar fylgi num kemur framvið. Eisini er tað sjáldan, at tað ikki eru fullar kirkjur ella sam komur, tá ið jarðar ferðir eru. Onkursvegna vilja vit føroy ingar
„Eftir
mong ár í yrkinum veit eg nú, at tað er neyðugt at steðga á og lata tað, eg havi arbeitt við, sodna.“
Kristina Sørensen Ougaard
siga eitt kollektivt far væl. Og so eru Føroyar bara so smáar, at vit merkja nærum øll, tá ið onkur fer. Verkini hjá DFC hava fingið sera góða mót tøku uttan lands. Hóast leik ir nir eru sprotn ir úr føroyskum jørðildi, kunnu fólk um allan heim kenna seg aftur í evnunum og menn iskju num í teimum. Júst tað at sleppa at fortelja søgurnar úr egnum landi hevur so stóran týdn ing. Kanska nógv størri, enn vit geva okkum far um. – Vit síggja í dag, hvussu kríggj og vald fer fram. Tað fyrsta, sum verður álopið, er mentanin hjá einum landi. Tað sóu vit eitt nú, tá ið russar fóru inn í Ukraina. Tað fyrsta, sum bleiv álopið, vóru søvn, sjón leikarhús og aðr ir mentanarstovnar. Hetta er tilvitað, tí tað er so sárt og súmbolskt at leypa á júst hetta. Tað er ein máti at skerja samband ið til samleikan og strika vitan ina og minnið um land ið. Tað er júst tí, at tað gerst uppaftur týdn ingar miklari hjá okkum at varðveita okkara egnu rødd og okkara egnu narrativ. Vit mugu siga okkara søgur, greiðir Kristina frá.
Kristina Sørensen Ougaard er júst flutt til Føroya eftir at hava búð í Keypmannahavn og London í nógv ár. Síðani hon flutti heim, hevur hon havt úr at gera til arbeiðis og er tískil ikki komin upp á pláss í íbúðini her í Føroyum enn.
– Hóast eg havi búð uttanlands meira enn helvtina av lívinum, so eru Føroyar mítt heim. Røturnar eru her. Og nú ið eg eigi ein son, sum skal byrja í skúla, so passar tað eisini betur at vera her. Tá ið eg flutti heim, skuldi eg í gongd við ‚Prima Facie‘ og síðani ein leik á Tjóðpall inum – so eg havi ikki rætti liga kent, at eg ‚eri flutt til Føroya‘, tí eg havi verið so upptikin. Enn kennist tað nærum, sum eg eigi at fara avstað aftur.
‚PRIMA FACIE’
Vit eru aftur í Perluni í Havn, har leikurin ‚Prima Facie‘, júst er liðugur. Kristina, sum hevur staðið á palli í góðar 100 minuttir út í eitt, er júst farin av pallinum aftur. Tað gongur ikki long tíð, so hava fólk klappað hana inn aftur. Eitt megnarverk, sum hevur breitt seg sum ringar í vatni í Føroyum. Tí nú hava fleiri stovnar og enn fleiri fólk tikið evnið í leikinum upp á tungu. Hóast Kristina ikki hevur búð í Føroyum leingi, hevur leikurin ‚Prima Facie‘ longu gjørt mun. Og tað hevur ikki verið uttan harða og drúgva venjing.
– ‚Prima Facie‘ var eitt maraton at spæla: 80 síður, skjót ferð og eingir steðg ir. Fyrireikingin er sostatt týdn ingar mikil – teksturin skal sita orð fyri orð. So møtast vit aftur, byrja við fyrstu senuni og arbeiða okkum ígjøgnum alt verkið. Í hvørjari verkætlan skulu vit saman finna tað seniska úttrykkið: ljóðuniversið, rørsluna, røddina og tónan, greiðir Kristina frá.
Í løgfrøðini verður hugtakið ‚prima facie‘ brúkt um eina fyribils niðurstøðu, sum sær út til at vera sonn – inntil annað verður prógvað. Tað er ikki bara heitið á leikinum, men eisini fatanin hjá Kristinu, tá ið tað snýr seg um sjálva leiklistina. Fyribils er tað prógvað – aftur og aftur – hvussu stóran týdning leiklistin hevur fyri eina tjóð og menniskju sum heild.
– Fleiri hava tosað um, at leiklist in er um at doyggja út, tí hon ikki fylgir við ferðini í dag. Vit kunnu jú líka væl sita heima í sofuni og sappa. Men júst tí haldi eg, at sjón leik ur in hevur so ómetaliga stóran týdn ing. Tað er ein av fáu uppliv ing unum, har vit framvegis møtast og uppliva nakað kollek tivt beint her og nú. Telefonir nar eru sløktar, og tað, sum hend ir, snýr seg ikki um okkum sjálvi. Vit eru saman um eina søgu og eina orku, sum fyllir rúm ið í hesi løtu. Tað fært tú ikki gjøgnum ein skíggja. Vit eru menniskju, og vit hava hvør brúk fyri øðrum. Og tann tørv ur in fer, eftir míni fatan, bara at vaksa.
Leiklistaøkið í Føroyum hevur til fyri stutt um verið merkt av einum boykotti, har leik listafólk vístu sína ónøgd um ymisk viðurskifti á øki num. Enn hava vit í Føroyum einki tjóðleik hús fingið. Kortini metir Kristina, at leiklistin í Føroy um er ávegis til at gerast betri.
Tó leggur hon afturat, at hon heldur lítið um, at vit ikki hava eitt tjóðleik hús í Føroyum. Hon eftirlýsir ikki eitt stórt hús, men bara eitt hús, sum kann vera ein góður karmur um sjónleikin í Føroy um.
– Eg haldi, at tað sendir eitt øgi liga sterkt signal, júst tað, at vit ikki hava eitt tjóðleik hús. Eg haldi, at ein og hvør tjóð við virðing fyri sær sjálvari hevur eitt tjóðleikhús.
Ein tignarligan bygn ing, og eg haldi, at tað sigur øgi liga nógv, at vit ikki hava ein. Tá ið eg hugsi um tað, kann eg blíva ordi liga ill.
Tó er tað ein uggi, at Kristina nú er flutt heim til Føroya, sam stundis sum aðrir dugna lig ir sjón leikarar eisini eru. Her kunnu nevnast Kjartan Hansen og Sofía Nolsøe Mikkelsen. Kristina sigur, at hon vil heldur enn gjarna vera við til at lyfta leik list ina í Føroyum, tí tað hevur so stóran týdn ing fyri hana og ikki minst okkum øll. – Fyri meg er leiklistin ein máti at skilja verðina, onnur menniskju og í roynd og veru eisini meg sjálva. Vit fáa ein sympatiskari heim, tá ið vit skilja hvør annan betur. Og fyri at skilja nakað mugu vit hava innlit. Tað fáa vit gjøgnum søgur. Teatur er ein av elstu hátt unum at siga søgur. Tí fara vit ongantíð at gevast við tí. Tað er ótrú liga týdn ingar mikið, at vit gera tað á føroysk um fyri føroysk um á skoðar um, tí tað er við til at skapa okkara sam leika og mentan. Eg trúgvi, at list og sjón leik ur kann broyta verðina. Og tað vil eg gjarna vera við til gjøgnum teir leik ir nar, eg eri við í, sigur Kristina Sørensen Ougaard at enda.
FAKTA
Navn: Kristina Sørensen Ougaard
Aldur: 46 ár
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: bachelor í samtíðardansi
úr The Place / London Contemporary Dance School og eina master í European Classical Acting úr Drama Centre London.
Starv: Fríyrkissjónleikari


Last autumn Kristina Sørensen Ougaard stunned audiences in the play ‘Prima Facie’. The tourdeforce tackling sexual violence and access to justice gave rise to heated debate. For the actor this was the essence of theatre: insights that can shift society
In this one-woman-play by Suzie Miller, Kristina stepped into the shoes of defence barrister Tessa Ensler who regularly defends men accused of sexual violence, until she herself one day has to report a rape.
The performance inspired a round-table discussion about how the Faroese justice system handles cases of sexual violence.
‘All this attention, that was the plan,’ Kristina explains.
The actor and dancer grew up in Tórshavn and has held stages around the world – including at The Barbican in London.
It all began when she was 9 in Elsa Maria Bærendsen’s ballet classes. Dance was Kristina’s first passion. Then came music, the piano was her main instrument and, as a teenager, theatre. Her first drama teachers were Rosa á Rógvi and Hedvig Westerlund.
At university she wanted to try dance first, while she was young. Completing a BA at The PlaceLondon Contemporary Dance School was both demanding and inspiring. In the end, however, she missed narrative and character and embarked on an MA in European Classical Acting at Drama Centre London.
Kristina’s career is a string of projects, ‘I’ve never had, luckily perhaps, a long-term plan. I go where life takes me.’
That does spell uncertainty about the next paycheque. Yet over the years, the artist has learnt to trust that something will come along, it always seems. This faith in the future now allows her to take the time between gigs to process and replenish with visual art, books, films and, of course, watching plays.
Freelancing can be lonely, but Kristina is part of a theatre group. In 2011 she cofounded Det Ferösche Compagnie (DFC) with fellow Faroese artists Búi Dam, Kjartan Hansen, Sámal Blak and Jens L. Thomsen. They were all abroad at the time, which, paradoxically, made them feel more Faroese, noticing more about their identity and belonging. So, they decided to create something uniquely Faroese.
The DFC mission is to: Tell the stories that matter to the Faroese. Local, but universal. And tell universal stories from a Faroese vantage point.
They staged ‘Hamlet’ and framed it with a funeral. In death, the Faroese practice a collective farewell — from notices on prime-time radio and full church pews, to how traffic stops and drivers step out of their vehicle when a funeral procession passes by.
Plays by DFC have had rave reviews abroad. Though they spring from Faroese soil, the characters and themes are familiar.
Having the opportunity to tell the stories of her homeland matters to Kristina, ‘In wars the enemy’s culture comes under attack first.’ She argues that attacks, such as those seen in Ukraine on theatres, are deliberate attempts to sever ties to identity and erase national memory.
Speculation about the imminent demise of theatre is rife. After all, it seems out of step with today’s rhythm, we all have the option to stream whatever we fancy from our couch.
For Kristina, this is exactly why theatre is crucial, ‘It’s one of the few moments where we still meet and experience something collectively in the here and now. Phones are off and it’s not about us. We come together around a story and that energy filling the room. You don’t get that through a screen. We’re human and we need each other.’

The actor laments the lack of a Faroese National Theatre, as having one would signal self-respect for Faroese stories and audiences. She believes theatre is a way to understand the world and more understanding makes for a better world. Stories give us insight and theatre is one of the oldest forms of storytelling.
‘I believe art and theatre can change the world. I want to be part of that through the plays I’m in,’ Kristina concludes.
FACT SHEET
Name: Kristina Sørensen Ougaard
Age: 46
Residence: Tórshavn
Family: A son aged 7
Education: Bachelor in Contemporary Dance from The Place / London Contemporary Dance School and an MA in European Classical Acting from Drama Centre London.
Work: Freelance actor

Lash Idôle Mascara Duo 359 DKK / 48 EUR
ANTHON BERG
Gold Box 155 g 99 DKK / 13 EUR

CAROLINA HERRERA

Jing Scented Candle 290 g 159 DKK / 21 EUR



Vip Rosé Eau de Parfum 50 ml 599 DKK / 80 EUR
LAKRIDS BY BÜLOW
BÜL Milkshake 270 g 149 DKK / 20 EUR


Karma Natural Deodorant Spray 75 ml 64 DKK / 9 EUR

Elixir Ultime L’Huile
Originale Hair Oil 30 ml
219 DKK / 30 EUR

Le Beau Eau de Parfum 125 ml
789 DKK / 106 EUR


Biella Piccolo ring
799 DKK / 107 EUR
Biella Piccolo Necklace
639 DKK / 86 EUR
Lip Comfort Oil Lip Gloss Set
329 DKK / 45 EUR


Music Creator 38g
155 DKK / 21 EUR


DubaiStyle 145 g
135 DKK / 8 EUR


1987
FELAGIÐ STOVNAÐ
Fyrst í november leggur Lasse Klein, landssýrismaður, uppskot fyri løgtingið um at stovna føroyskt flogfelag. Landsstýrið skal eiga 51 prosent í felagnum, og danska Cimber Air skal eiga 49 prosent. Tann 10. november sama ár verður Atlantic Airways formliga sett á stovn.

1988
FYRSTI TÚRURIN
Atlantic Airways flýgur sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmarkar. Løtan er hátíðarlig, tá ið nýggja flogfarið fer avstað við fyrstu ferðafólkunum við kós ímóti Keypmannahavn. Føroyskur hugni og føroyskar flogternur seta sín serliga dám á umborð.

1990
ATLANTIC REVIEW
Atlantic Review kemur út á fyrsta sinni. Blaðið leggur frá fyrsta degi dent á at lýsa Føroyar og føroyingar í væl frágingnum greinum við góðum myndum.
1992
Búskaparliga skrædlið í Føroyum rakar eisini flogvinnuna, og landsstýrið setir 75 mió. kr. í nýggjum partapeningi í felagið, og Cimber Air fer úr felagnum. Við hesum inntrivinum og nýggja hangarinum í Vágum styrkist grundarlagið.
FJØLBROYTTARI VIRKSEMI
Strandferðslan hevði upprunaliga tyrluflúgvingina millum oyggjarnar um hendi, men hetta árið ger landið avtalu við Atlantic Airways um at standa fyri flúgvingini. Virksemið hjá felagnum verður nú fjølbroyttari.
FYRSTA AVLOPIÐ
Fyrsti stjórin í felagnum, Heri Mortensen, fer frá, og Magni Arge tekur við sum stjóri. Felagið fer undir at flúgva til Íslands í samstarvi við Air Iceland. Fyri fyrstu ferð hevur Atlantic Airways avlop á rakstrinum og setir sær fyri at menna flogleiðir til øll grannalondini.
TIL GRØNLANDS
Uppaftur meiri ferð kemur á virksemið hjá felagnum, tá ið farið verður undir flúgving millum Ísland og Grønland í samstarvi við íslendingar. Felagið flýgur eisini nakrar leigutúrur millum Keypmannahavn og Bosnia, har borgarakríggj herjaði millum 1992 og 1995. Atlantic Airways er fyrsta norðurlendska felagið, sum tekur uppaftur flúgving til Bosnia.
Flúgvingin hjá felagnum er nógv økt, og felagið fær tørv á einum flogfari afturat, sum í fyrstu syftu verður leigað til Føroya. Sjøtul verður settur á rutu til Skotlands, og túratalið millum Føroyar og Danmark verður økt.
Felagið fær tørv á eini varandi loysn viðvíkjandi flogførunum, tí víðkaða flúgvingin fær stóra undirtøku millum manna, og felagið fer eisini undir at flúgva til Noregs. Farið verður til samráðingar um at keypa næsta flogfarið í oktober, og sáttmáli verður undirskrivaður um at lata felagnum flogfarið í februar í 2000.
Atlantic Airways fær annað flogfarið í flotan 2. februar. Flogfarið er av slagnum British Aerospace eins og fyrsta flogfarið. Felagið brynjar seg eisini til at gera sáttmálar um flutning millum Aberdeen og Vágar í sambandi við oljuleitingar kring Føroyar og bjargingararbeiði fyri Fiskimálaráðið.
STÓRIR SÁTTMÁLAR
Sambært sáttmála við Fiskimálaráðið skal felagið fáa til vega nýggja bjargingartyrlu og næstu 10 árini standa fyri leiting og bjarging kring Føroyar. Bjargingartyrlan Bell 412 kemur til Føroya sjálvan flaggdagin. Felagið ger eisini avtalu við Amerada Hess, BP og Statoil um at flúgva manningar úr Aberdeen til Vágar og saman við Bristow Helicopters standa fyri flutningi út á boripallarnar. Eisini verður farið undir beinleiðis ferðir úr Føroyum til London.

Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways fer á fyrsta sinni upp um 100.000. Hetta er stór øking samanborið við 1995, tá ið talið var um 50.000. Íroknað ferðafólkatalið eru tey, sum flúgva við tyrlunum innlendis. Tey eru sjey prosent av øllum ferðafólkunum, og tey, sum flúgva við flogførunum, eru 93 prosent. Økta útboðið skapar øktan eftirspurning.
2004
KAPPINGIN HARÐNAR
Kappingin millum Atlantic Airways og Mærsk Air harðnar, tá ið Mærsk setir í verk skipan, sum noyðir fólk at flúgva við øðrum felagnum fyri at fáa ókeypis ferð. Atlantic Airways svarar aftur, og tey flestu taka av Súluskipanini. Mærsk gevst í oktober, og Atlantic Airways verður einsamalt um flúgvingina. Felagið keypir triðja flogfarið og fer at flúgva fyri Aker í Noregi. Felagið flýgur eisini leiguflúgving millum Keypmannahavn og italsku býirnar Perugia og Ancona.
2005
AIRBUS VITJAR
Fyri allarfyrstu ferð setir eitt flogfar av slagnum Airbus seg í Føroyum. Fleiri hava ivast í, um eitt so stórt
flogfar kundi lenda á breytini í Vágum, men innflúgving og lending verða avgreidd uttan trupulleikar. Vitjanin er ein fyriboðan um nýggjar tíðir í Atlantic Airways. Felagið keypir fyrsta Avro RJ flogfarið frá Swiss. Flogfarið tekur fleiri ferðafólk og røkkur longri enn British Aerospace flogførini. Felagið vinnur heiðurin ‚Ársins Átak‘ á Vinnudegnum.

2006
FØROYSK KAPPING
Atlantic Airways fær kapping frá nýggja føroyska flogfelagnum, FaroeJet. Felagið fer undir flúgving í mai og heldur fram til desember, tá ið felagið noyðist at gevast. Eginpeningurin er tá uppi. Atlantic Airways yvirtekur flogfarið hjá FaroeJet og flýgur túsundtals strandaðar jólagestir heim úr Danmark. 10. oktober fer eitt flogfar hjá Atlantic Airways út av flogvøllinum í Stord í Noregi. Fýra fólk lata lív, teirra millum flogternan Guðrun Hervør Joensen úr Bø, 41 ára gomul.
2007 Á PARTABRÆVAMARKNAÐIN
Felagið keypir tvey Avro RJ flogfør aftrat frá Swiss og skrivar sáttmála við SAS um umfatandi flúgving millum Keypmannahavn og eitt nú

London og Stavanger. Ein triðingur av Atlantic Airways verður einskildur, og felagið verður skrásett á partabrævamarknaðinum í Íslandi, ICEX. Eftir skrásetingina er felagið hvønn dag til próvtøku á fíggjarmarknaðinum, har íleggjarar kunnu keypa og selja partabrøv í felagnum. Felagið verður heiðrað sum ársins lærupláss í danska kongaríkinum.
2008
AIRBUS BÍLAGDUR
Atlantic Airways ger 30. januar sáttmála við Airbus um at byggja eitt nýtt flogfar av slagnum Airbus 319. Flogfarið verður munandi størri enn British Aerospace flogførini, sum hava verið brúkt síðan byrjanina, og hevur pláss fyri 144 ferðafólkum. Flogfarið fer eisini at kunna flúgva nógv longri teinar beinleiðis, eitt nú til londini við Miðjarðarhavið. Um várið kemur nýggj Augusta Westland 139 tyrla í flotan.
REPA SEGLINI
Felagið hevur á fyrsta sinni hall síðan 1994. Fíggjarkreppa, minkandi virksemi og kreppa í altjóða flogvinnuni eru orsøkin til hallið. Felagið hevur sett umfatandi tiltøk í verk at laga virksemið til. Tá ið flest fólk vóru í starvi, vóru 285 starvsfólk í felagnum, og sjey flogfør flugu um 15.000 tímar. Tvey
flogfør fara úr flotanum, túrarnir fækka, leiguflúgvingin minkar munandi, og starvsfólkatalið minkar niður í 165.
Atlantic Airways hevur aftur avlop á rakstrinum. Avlopið er 12,3 mió. kr. eftir skatt samanborið við 6,6 mió. kr. í halli árið fyri, hóast øskuskýggj úr Eyjafjallajøkli í Íslandi leggur flogferðsluna lamna í fleiri vikur. Eginpeningurin er nú 227 mió. kr. og solvensurin 56 prosent. Partaeigararnir fáa 7,5 mió. kr. í vinningsbýti.

2011
Sáttmáli verður gjørdur um at selja Augusta Westland 139 tyrluna. Longda flogbreytin í Vágum verður tikin í nýtslu í desember, og felagið røkkur einum av bestu úrslitunum higartil. Felagið fær eisini silvursteyp, tá ið heiðurslønir fyri bestu lýsingarátøk verða handaðar í gamla keypsskálanum í Keyp -
mannahavn. Átakið marknaðarførir ikki bara felagið í donskum miðlum, men allar Føroyar.

2012
AIRBUSSURIN KEMUR
Hátíðardámur er á flogvøllinum, tá ið nýggja Airbus 319 flogfarið kemur til Føroya úr Hamburg. Umboð fyri m.a. Føroya landsstýri og felagið eru við á hesum fyrsta túrinum. Hópur av fólki tekur ímóti. Sjøtul verður settur á eina nýggja tíð í føroyskari flúgving við nýggjum flogfari og slóðbrótandi navigatiónstøkni, sum tryggjar økt reglusemi. Felagið fer at flúgva til Barcelona og fær bronsumerki sum ársins evropeiska flogfelag frá European Regions Airline Association. Felagið stendur fyri tyrluflúgving í sambandi við oljuleiting hjá Statoil og er við í fleiri truplum bjargingarátøkum.
Felagið kann hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin síðan fyrsta flogtúrin millum Vágar og Keypmannahavn. Eginognin hjá felagnum er 247 mió. kr., og føroyingar kunnu nú eisini flúgva beinleiðis til Milano aftrat Barcelona. Felagið ger fleiri sáttmálar um leiguflúgvingar suðureftir úr Danmark, og næstu
Airbus-flogførini væntast í flotan í juni og oktober. Felagið fer undir leiguflúgving í Kili. Magni Arge fer frá sum stjóri, og Jørgen Holme verður fyribilsstjóri í felagnum.
FERÐAFÓLK NUMMAR 3.000.000
Løgtingið samtykkir at keypa triðingin av Atlantic Airways, sum varð einskildur í 2007, aftur, og sostatt eigur landsstýrið nú aftur alt felagið. Seinasta BAE-Avro RJ100 flogfarið fer úr flotanum, og Atlantic Airways brúkar nú bara Airbus. Ferðafólk nr. 3.000.000 við Atlantic Airways fer á flog seinast í november.

NÝGGJAR TYRLUR
Atlantic Airways skiftir tyrluflotan út og keypir tvær nýggjar Leonardo AW139 tyrlur í staðin fyri tær 20 ára gomlu Bell 412 tyrlurnar. Nýggju tyrlurnar eru betur útgjørdar til bjargingararbeiði og eru yvirhøvur betri og rúmligari. Í juni verður skrivað undir avtalu við flogverksmiðjuna Airbus um ein nýggjan Airbus A320. Jóhanna á Bergi verður sett sum stjóri í Atlantic Airways, og hon tekur við starvinum 1. september.
Atlantic Airways tekur stig til at bjóða ungum og lesandi at ferðast fyri serligan prís við ungdóms- og lestrarferðaseðlinum SVEIGGJ. Súluskipanin verður endurstovnað, eftir at SAS sigur upp EuroBonusav taluna, og nýggja Airbus A320 flogfarið kemur í flotan í desember. Eisini fer Atlantic Airways undir beinleiðis vetrarflúgving til Gran Canaria og kann nú bjóða føroyingum sól um veturin.

leigu av tveimum nýbygdum Airbus A320neo. Tað fyrsta flogfarið skal vera klárt fyrsta ársfjórðing í 2019. Neo flogførini brúka minni olju og hava minni útlát enn vanlig Airbus flogfør. Í februar verður kunngjørt, at Atlantic Airways og LÍV fara undir stórfingna hotellverkætlan við Staravegin í Havn, og seinni sama ár verður Martin Restorff settur sum stjóri.
2017
30 ÁR Á FØROYSKUM VEINGJUM
Atlantic Airways fyllir 30 ár, og í hesum sambandi fáa flogfør og tyrlur nøvn eftir mætum listafólkum. Flogførini fáa nøvnini William (Heinesen), Elinborg (Lützen) og Ingálvur (av Reyni). Tyrlurnar eita Sámal (Joensen-Mikines) og Ruth (Smith). Í hesum sambandi verður stuðulsskipanin Listaflog eisini sett á stovn, sum á hvørjum ári letur 100.000 kr. til eina ella fleiri listaverkætlanir og/ella listafólk.
2018
NEO-FLOGFØR OG HOTELL
Avtala verður undirskrivað við amerikanska felagið um langtíðar-

Í juni skrivar Atlantic Airways undir avtalu við Airbus um at keypa tvey nýggj Airbus A320 flogfør, og bert ein mánað seinni kemur fyrsta neo-flogfarið til Føroya. Árið gerst somuleiðis metár við sløkum 340.000 ferðandi.
2020
KORONA STEÐGAR FLOGFERÐSLUNI
Koronufarsóttin leggur allan heimin lamnan, og koronukreppan merkist av álvara í flogvinnuni. Túratalið og ferðamálini hjá Atlantic Airways verða nógv skerd, og tí verður neyðugt at siga uml. 90 fólkum úr starvi. Flogfelagið fær 100 mió. krónur í fíggjarligum styrki frá landinum fyri at tryggja gjaldførið. Í oktober letur Hilton Garden Inn Faroe Islands dyrnar upp á fyrsta sinni, og fyrstu tíðina eru tað serliga føroyingar, ið vitja og gista á hotellinum.
2021
SPAKULIGA UPP Í FERÐ
Á sumri 2021 fer spakuliga at ganga framá eftir koronuheimsfarsóttina. Flogið verður til átta ferðamál, og ferðafólkatalið fer so spakuliga aftur at vaksa. Seinasta Airbus A319 flogfarið í flotanum varð útleigað til felag á Kanarisku oyggjunum.

2022
LUFT UNDIR VEINGIRNAR
Ferð kemur nú veruliga á virksemið aftur, hóast korona fram-
vegis órógvar fyrstu mánaðirnar í árinum. Tó ikki meira enn so, at árið gerst tað besta síðani metárið 2019 við uml. 350.000 ferðafólkum. Fyrst í juni skrivar Atlantic Airways undir avtalu við fronsku fyritøkuna Thales um at keypa spildurnýggjan, nýmótans tyrlusimulator.

28. mars eru 35 ár liðin, síðani Atlantic Airways fleyg fyrsta túrin. Hetta verður hátíðarhildið á flogvøllinum við lagkøku og kaffi til tey ferðandi og gestir annars. Og 22. august verður søga skrivað, tá ið fyrsti rututúrur millum Vágar og New York, Stewart International Airport, verður flogin.
Árið byrjar við, at Atlantic Airways ger eina loftbrúgv til Berlin í sambandi við EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum í januar, har Føroyar luttaka fyri fyrstu ferð. Uml. 5.000 føroyingar eru savnaðir í týska høvuðsstaðnum, har spælarar og fjepparar fáa eina uppliving fyri lívið. Í november/desember flýgur Atlantic Airways eisini A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti við fjepparum til Basel í Sveis, har tær somuleiðis luttaka í sínum fyrsta EM-endaspæli. Enn eitt SÓL-

ferðamál verður sett á rutukortið, tá ið farið verður undir flúgving til størstu kanarisku frítíðaroynna, Tenerife. Flogið verður í og rundan um heystfrítíðina.
Spildurnýggi simulatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, verður alment tikin í nýtslu. Simulatordepilin hýsir tveimum nýmótans og framkomnum simulatorum, einum til tyrlur og einum til Airbus-flogfør. Eisini fær Atlantic Airways Aviation Academy heiðurin ‚Árins átak‘ á vinnudegnum.
Ongantíð áður hava so nógv fólk flogið á føroyskum veingjum, tí í 2025 setti ferðafólkatalið á rutuflogførunum hjá Atlantic Airways met við fleiri enn sløkum 380.000 ferðandi.
Quota for travellers 18 years or older: Kvota fyri ferðandi 18 ár og eldri:
You can bring one of the examples below to the Faroe Islands.
Tú kanst taka eitt av dømunum við til Føroyar.
You can bring only one of the products below to the Faroe Islands.
Tú kanst bert taka eina av vørunum niðanfyri við til Føroyar.
1L Spirits Spiritus
4,5L
2,25
2,25
200 stk (1 karton / carton) Cigarettes Sigarettir
250 g Snuff / Tobacco Snús / Tubbak
200 stk (1 karton / carton) Cigarillos Sigarillos
250 g Cigars Sigarir
RAKIVATN, SJOKULÁTU OG SODAVATN
You can bring all of the examples below to the Faroe Islands.
Tú kanst taka øll dømini við til Føroyar.
50 g Perfume Luktilsi
25 cl Aftershave Rakivatn
3 kg Chocolate Sjokulátuvøra
10 L Soda Sodavatn





Mykines
SØRVÁGUR
Streymoy
TJØRNUVÍK RUNAVÍK
KLAKSVÍK
Borðoy
Vágar
TÓRSHAVN
Koltur
Think of the world’s
Nólsoy
Sandoy
Now think about how few of these 7 billion people have visited the Faroe Islands.
Think of the world’s population. Now think about how few of these almost 8 billion people have visited the Faroe Islands.
You are actually part of a very small and exclusive group of people in the whole world who have the opportunity to visit these small islands in the North Atlantic Ocean. Lucky you!
You are actually part of a very small and exclusive group of people in the whole world who have the opportunity to visit these small islands in the North Atlantic Ocean. Lucky you! We also feel fortunate to be able to invite you to our country.
We are pleased you have decided to visit us and we want you to enjoy your stay to the fullest. Following these simple yet essential guidelines will help to ensure an enjoyable and unforgettable journey in the Faroe Islands.
Skúvoy
We also feel fortunate to be able to invite you to our country. We are pleased you have decided to visit us and we want you to enjoy your stay to the fullest.
Stóra Dímun
Lítla Dímun
Following these simple yet essential guidelines will help to ensure an enjoyable and unforgettable journey in the Faroe Islands.
Guidelines:
GUIDELINES:
Suðuroy
• Respect and preserve nature, as it is fragile and should be protected for future generations.
• Be mindful of sheep and birds you may encounter in the fields - or on the roads!
• Remember to bring your rubbish with you after hiking in the mountains.
– Respect and preserve nature, as it is fragile and should be protected for future generations.
• Be particularly careful when hiking in areas with loose stones and rocks.
• Refrain from walking too close to the cliffs, especially in wet areas when the ground can be slippery.
– Be mindful of sheep and birds you may encounter in the fields – or on the roads!
– The weather can be unpredictable and change rapidly. It is a good idea to always wear layered clothes suitable for the weather.
• Check the weather forecast to see if conditions are favourable for walking/hiking.
• The weather can be unpredictable and change rapidly. It is a good idea to always wear layered clothes suitable for the weather.
– Remember to bring your rubbish with you after hiking in the mountains.
– Be thoughtful of the locals and respect their privacy as much as possible.
• Be thoughtful of the locals and respect their privacy as much as possible.
– Be particularly careful when hiking in areas with loose stones and rocks.
• If you plan on flying a drone, please read and follow the guidelines on www.visitfaroeislands.com under Plan Your Stay.
• Lastly, remember to close your eyes and take a deep breath of the freshest air in the world!
– Refrain from walking too close to the cliffs, especially in wet areas when the ground can be slippery.
– Check the weather forecast to see if conditions are favourable for walking/hiking.
EMERGENCY:
– If you plan on flying a drone, please read and follow the guidelines on www.visitfaroeislands.com under Plan Your Stay.
– Lastly, remember to close your eyes and take a deep breath of the freshest air in the world!
For more information visit www.visitfaroeislands.com
Set orðini inn, so tey passa aftaná hvørt annað. Finn fyrst eitt orð, sum byrjar við seinna partinum av HÚSDJÓR .
Halt áfram til seinasta orðið, sum endar við HÚS.

2. Kettumatur
3. Føroyar er okkara ...?
4. Tey, ið ráða í Føroyum
5. Høgra síða á skipi
6. Ítróttagrein við bólti

7. Tvey, ið brúka ketsjarar
8. Høvuðsstaður í Evropa
9. Har kannst tú keypa leskandi føði
Tekningarnar passa saman tvær og tvær, sum tær ríma. Uttan ein... hvør fyri ein er tað?

eftir Bergur
Fá orðini niðanfyri til at passa inn í puntarnar.
ROSINAN RÚTURIN RÆTTAÐI
SVARTUR TRANTUR
Dugir tú at síggja, hvat er á hesi myndini? Legg lit á økini, ið eru merkt við einum prikki!



bergur .net 2025
1
ÍTRÓTTAFÓLK FLAKKI
Hesin býur í Noregi, norðanfyri Stavanger, er kendur fyri sítt sermerkta, ljósareyða ráðhús.
Í hvørjum býi kanst tú uppliva kendu dómkirkjuna St. Machar’s Cathedral?
Hvussu kallast rúm har frammi á skipi, har manningin svevur, etur og heldur til?
Hvussu eitur heimsins hægsti fjallaryggur, ið liggur í Asia?
Ferðamál og slott í Keypmannahavn, ið varð bygt í 1750-árunum, og sum er uppkallað eftir konu Fríðrik 3.
Hesin høvuðsstaður, sum verður kallaður »tann ævigi býurin«, varð longu bygdur 700 ár fyri Kristi føðing. 1 4 2 5 3 6
GRØNMETI FISKUR 2 EINS HEIM
2 ÓÐ GONGUSTJØRNA KENN. STAVIR (SKIP) BRENNIVÍN GJØRT ÚR PÁLMASEVJU FINGU EYGA Á 3 AMBOÐIÐ
4 LONGST ÚTI FREMMANDAR
5 FRIÐUR SKREIÐA ILSKA SETA VIÐ NERTA AM. BÝUR ÓRAR FLENT
BÓLTAR
DJÓR
LEIKA TIL SMÁBØRN
SVAKT LONGRI INN SPARUM ...? VÁR SKÓ 2 EINS LUKKULIGIR HERMIR ...? BÍTUR BEST
SKORTFLEINGJAN
UKRAINA FISKUR HANDIL FÝRA
6

S U d o k u eftir Bergur Dalsgaard
KORTIÐ TOKA
HEITI KOYRA
INDISKT BREYÐ ÓKÓKAÐ SILVUR NUMMAR EIGARI GRANSKI
STJÓRNARLIMURIN
Airbus 320Neo: RCK
Ingálvur av Reyni (1920–2005) varð tann fyrsti abstrakti málarin í føroyskari list. Ígjøgnum sítt langa lív eydnaðist honum at endurnýggja seg sum fáur við franskari list sum leiðarstjørnu. Ein litføgur naturalisma varð á leið 1960 skift út við heldur daprar kubistiskar málningar. Frá 1980-árunum kom ein abstrakt ekspressionisma í einum svørtum og dramatiskum úttrykki, sum snýr seg um náttúru og menniskja, kropp og litevni. Heimafturkomin eftir útbúgving í Danmark livdi og virkaði Ingálvur av Reyni alt lívið í Havn.
Ingálvur av Reyni (1920–2005) was the first Faroese abstract painter. During his long life and with French art as his leading star, he was able to renew himself as few others can. A colourful naturalism was replaced with a dark, brooding cubism around 1960. An abstract expressionism, dominantly black and dramatic, dealing with nature and people, body and colour, followed in the 1980s. After returning home on finishing his education in Denmark, Ingálvur av Reyni lived his whole life in Tórshavn.
Airbus 320Neo: RCL
Tita Vinther (1941–2019) ognaði sær holla vitan um føroyska og norrøna ullarmentan, virkaði úr lagdi, litaði við mosa, korka, skónum og plantum. Hugfloygda myndaveving hennara er eyðkend av, at føroyska ullin kemur til sín rætt. Við støði í brúksvevnaðinum menti hon eina fríari listaliga heild, har mynstur og myndandi formar úr siðbundnu ullarmentan føroyinga vóru berandi lutir. Umframt ull tók hon upp annað tilfar – eitt nú tagl og mannahár. Tita var fødd í Finnlandi, vaks upp í Danmark og Finnlandi, búsettist 20 ára gomul í Havn og virkaði her restina av lívinum.
Tita Vinther (1941–2019) spent a lifetime studying Faroese and Nordic wool culture. She worked wool from unprocessed tufts to pieces of art using moss, lichen and plants as dye. Her imaginative pictorial weaving gave Faroese wool pride of place. From a background in craft weaving, Tita developed a free artistic whole. Patterns and shapes from traditional Faroese wool culture became the backbone of her approach. In addition to wool, the artist used materials like switch and human hair. Tita was born in Finland, grew up in Denmark and Finland, moved to Tórshavn aged 20 and worked in the archipelago the rest of her days.
Airbus 320: RCJ
William Heinesen (1900–1991) er víða gitin sum rithøvundur og telist millum teir stóru í norðurlendskum bókmentum. Hann lýsti sína list sum „myndakrutl“, men hon er meir enn tað. Fyri tað mesta nýtir hann litkrit í fyrstu verkunum og avmyndar romantiskt huglag úr føroyska fjallaheiminum, gykl um tann alheim, ið fólkatrúgv hevði skapt, og speiskar samfelagsviðmerkingar. Tey seinastu tíggjuáraskeiðini koma evnini til pappírsklipp til sjóndar, har hugflog og prýðing og litfagnaður sameinast. Eitt høvuðsverk er myndprýðingin av kommunuskúlanum í heimbýnum Havnini.
William Heinesen (1900–1991) is best known as an author, one of the great in Nordic literature. He saw his art as nothing but drawing pictures, but there is more to it. Pastels dominate the early works, which motifs are the romantic ambience of Faroese mountainscapes, phantasies from local folklore and satirical social commentary. During his last decades, his paper cuttings blossomed, where fabulation, decoration and a love for colour are united. His magnum opus is the decoration of a municipal school in his hometown, Tórshavn.
Airbus 320: RCM
Elinborg Lützen (1919–1995) var tann fyrsti og leingi tann einasti grafikarin í føroyskari list. Henni dámdi best at arbeiða við linoliumsskurði, og úr tí fekk hon gandað eitt ríkidømi við ymiskari skurðtøkni og avbrigdum av svørtum. Frá ekspressionistiskum ævintýramyndum flutti listakvinnan seg yvir í klassiskt úttrykk við myndevnum úr bygdum og gerandisdegnum. Seinni fór hon yvir til surrealistiskar gyklmyndir úr einum duldarfullum undirheimi, ofta niðansjóvar: Føroyar undir vatnskorpuni. Listakvinnan livdi og arbeiddi meginpartin av lívi sínum í Klaksvík.
Elinborg Lützen (1919–1995) was the first and for a long time the only Faroese printmaker. Her favoured technique was the linocut, from which she elicited great riches with a varied cutting technique and black tones. From expressionistic fairy tale pictures, she moved over into a classic expression of motifs of villages and common life. These were followed by surrealistic phantasies of a mythic underworld, often under-sea: Submarine Faroes! The artist lived and worked for most of her life in Klaksvík.

Agusta Westland 139: OY-HIH
Ruth Smith (1913–1958) er koloristurin í fyrsta føroyska málaraættarliðinum. Fyrst og fremst var hon impressionistur, sum eymliga lýsti, hvussu litir koma til lívs í ljósi. Ein sterkur og livandi málingarháttur ber samstundis boð um eitt sinni við spenningi í. Á tann hátt vórðu náttúra og sinnalag bregdað saman í eina hægri eind í hennara list. Eftir lokna útbúgving í Danmark búsettist Ruth Smith saman við húskinum í Suðuroy. Sum listafólk livdi hon í einingi, og hon andaðist brádliga undir umstøðum, eingin kennir til fulnar.
Ruth Smith (1913–1958) is the colourist among the first generation of Faroese painters. An Expressionism with a fine sense of portraying the play of colours in light was her point of departure. An intense and expressive painting style is at the same time a testimony to a tense disposition. In this way, nature and mind meet in her art in a higher unity. On finishing her education in Denmark, Ruth Smith settled with her family in her home island of Suðuroy, where she lived as an isolated artist and died unexpectedly under unsolved circumstances.

Agusta Westland 139: OY-HIL
Sámal Joensen-Mikines (1906–1979) er tann fyrsti veruligi, føroyski listamálarin. Hjá honum fær listin sína egnu rødd við havi og bygd, jarðarferð og grindadrápi, ið verða lýst í máttmiklari ekspressionistiskari naturalismu stundum við ávirkan úr romantikki og symbolismu. Inn í ávirkanina frá Edwardi Munch leggur hann eina stranga og náttúruvakra tyngd í eitt egið – og føroyskt úttrykk. Mikines varð útbúgvin í Danmark, har hann búði meginpartin av lívinum, og har fekk hann eisini tilnevnið eftir oynni, har hann vaks upp.
Sámal Joensen-Mikines (1906–1979) is the first major painter in Faroese fine art. In him Faroese art gains its own voice; ocean and villages, funerals and whale hunts are depicted in a forceful expressionistic naturalism that encompasses both romantic and symbolic touches. He combines an influence from Edward Munch with a tight objectivity and weighty quality in a personal – and Faroese – expression. Mikines was educated in Denmark, where he also lived for most of his life and where he received his nickname, a reference to his home island, Mykines.
OY-RCK (INGÁLVUR) S/N 8918
Airbus 320-251N
Type:
Seats: 174
Engines: 2x CFM LEAP 1A26
Length: 37,57 m
Wingspan: 35,80 m
Max Speed: 833 Km/h
Max Range: 6.500 Km
OY-RCL (TITA) S/N 10006
Type: Airbus 320-251N
Seats: 174
Engines: 2x CFM LEAP 1A26 Length: 37,57 m Wingspan: 35,80 m Max Speed: 833 Km/h Max Range: 6.500 Km
OY-RCJ (WILLIAM) S/N 7465
Airbus 320-214
Type:
Seats: 174
Engines: 2x CFM56-5B4/3
Length: 37,57 m
Wingspan: 34,10 m
Max Speed: 911 Km/h Max Range: 4.800 Km to 5.700 km
OY-RCM (ELINBORG) S/N 05084
Airbus 320-214
Type:
Seats: 180
Engines: 2x CFM56-5B4/3 Length: 37,57 m
Wingspan: 34,10 m
Max Speed: 911 Km/h
Max Range: 4.800 Km to 5.700 km

OY-HIH (RUTH) SN: 31718
Type: Agusta Westland 139
Built: 2015
Engines / power: 2 stk Pratt & Whitney PT6C-67C (2 x 1862 SHP)
Lenght: 16,42 m
Lenght fuselage: 13,52 m
2,26 m
4,98 m
6.096 m
Passengers: 15

OY-HIL (SÁMAL) SN: 31722
Type: Agusta Westland 139
Built: 2015
Engines / power: 2 stk Pratt & Whitney PT6C-67C (2 x 1862 SHP)
Lenght: 16,42 m Lenght fuselage: 13,52 m
2,26 m
4,98
6.096 m
Passengers: 15


TENERIFE

The shopping centre of the Faroe Islands
SHOPS: Mon–T hu: 10.00–18.00 Friday: 10.00–19.00 Saturday: 10.00–18.00
RESTAURANTS : Mon– S at: 09.00–21.00 Sunday: 12.00–22.30